100-14 Fyrispurningur til Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann, viðvíkjandi Kringvarpi Føroya
Ár 2005, týsdagin 20. september, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Johan Dahl, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
1. Metir landsstýrismaðurin, at Kringvarp Føroya á fullgóðan hátt røkir sínar skyldur mótvegis Føroya fólki sum tíðinda- og mentanarstovnur, sum m.a. skal kunna borgararnar um viðurskifti í øllum økjum í landinum?
2. Hvørjar íløgur eru neyðugar at gera, fyri at starvsfólk í Kringvarpi Føroya á fullgóðan hátt kunnu røkja sínar skyldur á stovninum uttan fyri meginøkið?
3. Kenna landsstýrismaðurin og Mentamálaráðið tað sum sína ábyrgd at virka fyri, at fólk, sum verða sett í starv í Kringvarpi Føroya, fáa møguleika fyri at starvast fulla tíð í økjunum uttan fyri meginøkið?
4. Hvørjar forðingar metir landsstýrismaðurin vera fyri at menna Kringvarp Føroya uttan fyri meginøkið?
5. Hvørji stig ætlar landsstýrismaðurin at taka, so at starvsfólk í Kringvarpi Føroya fáa møguleika fyri at starvast í hálva ella fulla tíð uttan fyri meginøkið?
6. Hevur landsstýrismaðurin nakra meting um, hvussu nógv starvsfólk í Kringvarpi Føroya kundu havt fulltíðar starvspláss í Sandoynni, Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágum og Suðuroynni?
Viðmerkingar
Tá ið eg havi valt at seta henda fyrispurning í samband við Kringvarp Føroya, so er tað tí, at eg meti virksemið á hesum stovni vera soleiðis háttað, at tað skuldi verið lætt at framt broytingar í virkseminum soleiðis, at økini uttan fyri miðstaðarøkið fingu meira gagn av hesum stovni.
Flestu tingmenn munnu minnast aftur á kjakið, sum var í sjeytiárunum um bygdamenning. Politiskt var nógv gott sett í verk til frama fyri eini menning av øllum pørtum av okkara landi, men sjálvandi vóru eisini mistøk gjørd, orsakað av vantandi landsplanlegging. Men var ongin bygdamenningapolitikkur førdur tá, vóru ivaleyst fleiri av okkara miðalstóru bygdum avtoftaðar í dag, ja kanska fleiri av oyggjunum við.
Sjálvt um Løgtingið og landsmyndugleikin annars ikki ráða fyri, hvør menningin í allar mátar verður í teimum mongu samfelagsligu viðurskiftunum, so hevur tann politiski setningurin og tær politisku avgerðir, ið Løgtingið tekur, alstóran týdning fyri gongdina í øllum økjum í landinum. Hetta er tí, at landskassin uttan iva er sterkasta kapitalorkan í landinum, og Løgtingið sleppur tí ikki uttan um tann veruleika, at í teimum økjum í landinum, har Løgtingið áhaldandi velur at senda pening til raksturin av okkara vælferð, har verður við vissu ein búskaparlig og sosial menning.
Kringvarp Føroya er ein sera týðandi stovnur við stórari ábyrgd mótvegis øllum økjum í landinum. Men hesin stovnur er allur, sum hann er, savnaður í Tórshavn, og hetta gevur honum eina slagsíðu í sambandi við tann týdning og ta ábyrgd, hann eigur at hava mótvegis øllum Føroya fólki. Hetta merkist m.a. í sambandi við heimlig tíðindi og mentanarsendingar, sum ofta eru óviðkomandi fyri fólki uttan fyri miðstaðarøkið, av tí at hesar sendingar í ov stóran mun eru merktar av lokalum málum í miðstaðarøkinum.
Hetta skal sjálvandi ikki skiljast sum ein ábreiðsla ímóti starvsfólkunum í Kringvarpi Føroya. Starvsfólkini røkja á mangan hátt sítt starv væl, og við støði í fakligari vitan og drúgvum royndum gera tey eitt gott arbeiði fyri Kringvarp Føroya. Men so leingi, stovnurin einvíst er skipaður í Tórshavn, fáa hesi viðurskifti valla verið øðrvísi, tí kunnleikin hjá starvsfólkunum um lívið úti í økjunum, og hvat ið fyriferst har, er sjálvandi skerdur, so leingi tey verða kravd at liva sín gerandisdag í miðstaðarøkinum.
Vit kunnu tí siga, at ein fyritreyt fyri, at Kringvarp Føroya kann varpa út dygdargóðar sendingar til alt Føroya fólk, er, at starvsfólkini í sínum gerandisdegi fáa møguleika at virka um alt landið. Við øðrum orðum, at tey fáa møguleika at søkja sær hálv- og heiltíðarstørv uttan fyri miðstaðarøkið.
Nógv av tí, sum Krinvarp Føroya varpar út, krevur ikki, at starvsfólkini eru knýtt at miðstaðarøkinum. Nútíðartøknin innan samskifti hevur longu skapt møguleikar fyri, at fleiri av sendingunum hjá Kringvarpi Føroya lættliga kunnu vera gjørdar uttan fyri miðstaðarøkið, og tí hava vit skyldu til at nýta hesa tøkni soleiðis, at hon eisini gerst ogn hjá teimum størru økjunum í landinum.
Landsins myndugleikar eiga tí at kanna nærri eftir, hvørjar møguligu forðingarnar eru, og hvat ið ítøkiliga krevst tøkniliga, so at vit kunnu laga landsstovnarnar soleiðis, at teir í fullan mun verða øllum landinum at gagni.
Fáa vit skipað viðurskiftini á henda hátt í sambandi við eitt nú Kringvarp Føroya, so ivist eg onga løtu í, at tað fer at gagna øllum Føroya fólki, við tað at sendingarnar verða betri og meira viðkomandi fyri fólki í øllum økjum í landinum, umframt at økini eisini verða ment tøkniliga og sosialt. Sendingarnar fara ivaleyst at verða meira viðkomandi hjá fólki, og fólk fara tí at kenna seg meira vird og at hava týdning í føroyska samfelagnum.
Ein gagnlig fylgja av hesum bygnaðarbroytingum verður, at vitanin innan ymisk viðurskifti verður spjadd, og á tann hátt verður hon øllum økjum í landinum at gagni. Í hesum ítøkiliga førinum er talan um vitan innan samskifti og samskiftistøkni. Búsetingarmynstrið broytist, um hetta verður ein meginregla fyri allar almennar stovnar
Hyggja vit í dag eftir, hvagar landskassin hesi seinastu mongu árini hevur sent meginpartin av sínum peningi til raksturin av samfelagnum, so síggja vit, at tað er hetta eina og sama økið í landinum, sum hesi seinastu árini hevur staðið í støðugum og enntá sera stórum vøkstri.
Eg fegnist sjálvandi um tær stóru og neyðugu íløgur til ymisk øki í landinum, sum Løgtingið hevur samtykt í sambandi við samferðslukervið, hesi sokallaðu hørðu virðini. Men tað, eg ynski at vísa á, er, at tað, sum í dagsins samfelag vísir seg at vera serliga týdningarmikið, tá ið vit tosa um búskaparliga, mentanarliga og sosiala menning, eru íløgurnar í tey sonevndu bleytu virðini. Her kunnu nevnast íløgur í kunningartøkni, undirvísing og frálæru, gransking og røkt og almenna umsiting yvirhøvur.
Hóast fleiri nýggjar vinnufyritøkur hava tikið seg fram seinastu árini og hava ment føroyska vinnulívið og gjørt tað meira fjølbroytt, so er føroyska samfelagið sum heild framvegis eyðmerkt av einsháttaðum vinnugreinum innan fiskivinnuna, sum ger alt samfelagið sera viðbrekið. Búskaparlig sveiggj í fiskivinnuni merkjast beinanvegin í øllum økjum í landinum.
Men tað er samstundis ein óreingilig sannroynd, at tað er sera, sera ymiskt, hvussu tey ymisku økini í landinum merkja hesi sveiggj, sum eru í okkara høvuðsvinnu. Tað er útjaðarin, t.v.s. økini uttan fyri miðstaðarøkið, sum fremst av øllum kennir sviðan av sveiggjunum í fiskivinnuni.
Miðstaðarøkið er fyri mesta partin vart mótvegis hesum búskaparligu sveiggjum, sum eyðkenna okkara fiskivinnuframleiðslu. Orsøkin til hesa støðu er einføld; hon er nevniliga politikkurin, sum letur landskassan í serliga stóran mun senda pening í miðstaðarøkið til menning av kunningartøkni, gransking, undirvísing, røkt og almenna umsiting. Hesin politikkurin er ikki rættvísur og demokratiskur, tí hann gevur ikki fólkinum, sum búleikast í økjunum uttan fyri miðstaðarøkið, javnbjóðis møguleikar at fáa lut í búskaparligu menningini og vælferðini í landinum.
Hesin politikkur kann tí sigast at vera tvífalt órættvísur, av tí at hann letur fólkini í útjaðaranum gjalda eins nógv fyri eina vælferð og eina menning, sum fyri mesta partin einans er til fyrimunar fyri fólkini í einum avmarkaðum øki í landinum.
Tað er skylda hjá landspolitikarum at planleggja eina menning av okkara landi, og tað er greitt, at í hesi planlegging ber ikki til at síggja burtur frá landsstovnunum.
Hesin skrivligi fyrispurningur er settur, tí at eg meti hann vera í samsvari við tann politikk, sum sitandi samgonga hevur sum mál, og sum annars allir flokkar á Løgtingi hava sagt seg vilja fremja, tá ið talan er um økismenning.
Fyrispurningurin er í samsvari við viljan hjá øllum politisku flokkunum á tingi, sum hava sum stavnhald at menna allar partar av landinum m.a. við tí endamáli at fáa gagnnýtt alt tilfeingið, sum landið hevur at bjóða; men eisini fyri at at geva øllum økjunum í landinum javnbjóðis gagn av landsins íløgu- og rakstrarútreiðslum.
Á tingfundi mikudagin 21. september 2005 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.
Á tingfundi 2. november 2005 svaraði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar
Eg fari at loyva mær at svara fyrispurninginum undir einum, men skal kortini stutt umrøða tey einstøku punktini. Skal beinanvegin gera vart við, at hóast eg skilji væl, at spyrjarin er áhugaður í at skapa almenn arbeiðspláss kring landið, so ivist eg í, um júst Kringvarp Føroya er tann rætti stovnurin at decentraliserað við hesum endamáli fyri eyga.
Sum heild er at siga, at Kringvarpið hevur ávísar karmar at virka undir, og innan teir karmarnar roynir stovnurin at bjóða eitt so gott programmtilboð, sum gjørligt. Um útvarp og sjónvarp áttu at verið meira úti kring landið, kunnu vit altíð kjakast um – tað er ein spurningur um, hvussu tú brúkar ta orku, sum stovnurin hevur. Og sjálvandi eigur Kringvarp Føroya at umboða alt landið.
Eg skilji spurningin soleiðis, at tað er serliga útvarp, sum sipað verður til. Her mugu vit ásanna, at útvarpið – serliga tey síðstu árini hevur lagt størri dent á at koma út kring landið. Útvarpið hevur í nøkur ár havt samstarv við eitt privat studio í Klaksvík og eitt í Vági, sum framleiða lokalar sendingar. Tey seinastu tvey sumrini hevur útvarpið somuleiðis havt sum mál í sínum sendingum at vitja so at siga allar býir og bygdir í Føroyum. Útvarpið hevur í ár eisini útvegað sær ein nýggjan sendibil, sum millum annað verður brúktur sum eitt koyrandi studio.
Kringvarpið hevur higartil ikki mett, at tað er skilagott at skipa deildir kring landið. Hetta hevði havt við sær, at raksturin av stovninum hevði verið dýrari, og at tað harvið hevði verið minni figgjarlig orka til programmvirksemið. Harumframt eru tær einstøku redaktiónirnar so smáar, at tað ber ikki til at spjaða medarbeiðararnar kring landið.
Tá ið undirsjóvartunnilin til Klaksvíkar verður latin upp næsta vár, ber til at røkka umleið 85 prosentum av landinum upp á minni enn ein tíma úr Havnini, og tí eigur at bera væl til hjá kringvarpinum at røkja alt landið við kringvarpshúsinum sum høvuðsstøð.
Enn er ikki landfast til Sandoynna og Suðuroynna, men ferðasambandið til Sandoynna er gott, og við nýggja Smyrli verður ferðasambandið til Suðuroynna eisini betri. Endamálið við teimum stóru íløgunum í samferðslukervið má vera, at teir bøttu samferðslumøguleikarnir verða brúktir til at reka samfelagið meira rationelt.
Í fjør samtykti Løgtingið at leggja útvarpið og sjónvarpið saman í ein stovn við tí endamáli at rationalisera raksturin hjá stovnunum og at styrkja programmvirksemið. Til at røkka hesum endamáli er ætlanin at savna mest møguligt virksemi á einum staði.
Tað er tað sama, sum verður gjørt aðrastaðni. Í Danmark er avgerð tikin um at byggja eitt nýtt stórt fjølmiðlahús, so alt virksemi hjá Danmarks Radio verður savnað á einum staði í Keypmannahavn, og í Íslandi er somuleiðis virksemið hjá útvarpi og sjónvarpi savnað í einum fjølmiðlahúsi í Reykjavík.
Í sambandi við fyrsta spurning skal verða víst til galdandi kringvarpslóg. Sambært greinunum 5 og 17 í lógini hava útvarp og sjónvarp skyldu til at útvarpa sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan og undirhald. Útvarp Føroya skal í programmvirkseminum leggja dent á upplýsingar- og talufrælsið, sakliga og óhefta upplýsing og eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru føroyinga. Sum eg lesi lógina, hevur Kringvarpið skyldu at fevna um alt landið. Tað vil altíð vera ein meting, í hvønn mun kringvarpið livir upp til sínar skyldur. Hetta kemur undir programmábyrgd stjórans, og haldi eg tað tí ikki vera rætt av mær alment gera metingar um hetta.
Í øðrum lagi verður spurt um neyðugar íløgur. Til hetta er at siga, at vit júst hava lagt útvarp og sjónvarp saman fyri at rationalisera raksturin. Tað er tí ivasamt, hvussu skilagott tað er nú at fara undir at gera íløgur í kringvarpsstovur og -útgerð kring landið. Tí hevur hesin spuringur ikki verið upp á tal.
Til tann triðja spurningin skal vera viðmerkt, at Kringvarpið gjøgnum útvarp og sjónvarp hevur eina almenna ”public service” skyldu at hava eitt fjøltáttað tilboð til allar landsins borgarar uttan mun til, hvar í landinum teir búgva. Tað er sambært galdandi kringvarpslóg ábyrgd stjórans at síggja til, at virksemi kringvarpsins lýkur hesi krøv. Hetta er sostatt ein spurningur um skipan og bygnað, og hvussu hetta verður loyst, er fyrst og fremst ein leiðsluspurningur.
Í fjórða lagi verður spurt um forðingar fyri at menna Kringvarp Føroya uttan fyri meginøkið. Hetta er ikki so lætt at svara, tí spurningurin er, hvat hugsað verður um í hesum sambandi. Ongar ætlanir eru í løtuni um at gera íløgur aðrastaðni enn í Havnini, men við tí menning, ið er innan undurstøðukervið, skuldu annars ongar praktiskar ella tøkniligar forðingar verið fyri, at kringvarpið dekkar alt landið. Tað ber væl til hjá kringvarpinum við tí útgerð, ið er til taks, at menna dekningin av øllum landinum.
Til fimta spurning er bert at siga, at sjálvandi kunnu starvsfólk í kringvarpinum starvast fulla ella hálva tíð uttan fyri meginøkið, men avgerðin um hetta er eftir galdandi kringvarpslóg ein leiðsluspurningur.
At enda verður í sætta spurningi spurt, hvørt landsstýrismaðurin hevur nakra meting um, hvussu nógv starvsfólk í Kringvarpi Føroya kundu havt fulltíðar starvspláss í Sandoynni, Norðoyggjum, Eysturoynni, Vágum og Suðuroynni. Av góðum grundum havi eg onga slíka meting, tí sum tað gongur fram av tí, sum longu er nevnt, er eingin ætlan um fysiskt at flyta partar av kringarvarpinum út um landið. Kringvarp Føroya eigur sjálvsagt, sum frammanfyri nevnt, at umboða alt landið, og tað kann tað saktans gera, hóast hús og tøknilig útgerð ikki eru á fleiri støðum kring landið. Hetta – saman við at keypa sendingar frá lokalum útvarpsfyritøkum – kann vera líka mennandi fyri Kringvarp Føroya sum at sundurliða tað.
Málið avgreitt.