Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

10. Hoyringar hjá stovnum undir ST.

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Jógvan á Lakjuni
Svarari: Poul Michelsen
Spurningur:

Á tingfundi 16. januar 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.         Hvat er endamálið við hoyringum, sum Føroyar eru til hjá ST-stovnum, og er tað eitt krav, at vit skulu luttaka?

 

2.         Hvussu eru “serfrøðinga”nevndirnar samansettar, sum koma við hesum sera álvarsomu tilmælum og áheitanum á Føroyar?

 

3.         Hvørjir eru hesir sokallaðu “serfrøðingarnir”, sum í heyst, í samband við Barnarættindasáttmálan, hava mælt Føroyum til,  at “lógin um fosturtøku eigur at verða dagførd soleiðis, at gentur í Føroyum fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í meginlandinum, Danmark”, og úr hvørjum londum eru teir?

 

4.         Kann landsstýrismaðurin taka eina frágreiðing fyri fult, sum so týðiliga avdúkar, at tey, sum kalla seg serfrøðingar og koma við so álvarsomum tilmælum, als ikki kenna føroysk viðurskifti?

 

5.         Hevur landsstýrismaðurin gjørt vart við skeivleikarnar, ella ætlar hann sær at gera tað?

 

6.         Hevur rætturin til fosturtøku nakað sum helst við barnarættindi ella Barnarættinda­sáttmálan at gera?

 

7.         Er fosturtøka yvirhøvur nevnd sum ein mannarættur í nøkrum sáttmála um mannarættindi?

 

8.         Hevur landsstýrismaðurin nakra meining um, hví stovnar undir ST hava so stórt fokus á fosturtøkuspurningin í Føroyum?

 

9.         Eru tilmælini nakað, sum ST-serfrøðinganevndirnar sjálvar finna uppá, ella koma hesar áheitanirnar upprunaliga úr Føroyum?

 

10.       Heldur landsstýrismaðurin ikki, at ein mentað og framkomin tjóð sum Føroyar sjálv eigur at taka sær av slíkum spurningum, uttan at ST skal blandast uppí?

Viðmerkingar:

Havi, sum mangir aðrir føroyingar, hildið tað ljóðað undarligt, at eitt so framkomið samfelag sum okkara javnan skal til hoyringar, onkuntíð nevndar “próvtøkur”, hjá ST.

Tú skuldi trúð, at Sameindu Tjóðir høvdu okkurt annað at brúka resursirnar til, tá ið hugsað verður um, hvussu stór neyðin og elendigheitin er manga staðni í heiminum.

Frágreiðingarnar haðani hava eisini fingið meg at undrast stórliga. Ja, satt at siga, verður tú skakkur og fært mistanka um, at her er okkurt heilt galið!

Í 2015 kom t.d. ein frágreiðing frá “Cedaw”, sum er ein fyrisitingarligur stovnur undir ST. Í hesi frágreiðing sæst, at tey, sum átaka sær at átala Føroyar, yvirhøvur ikki kenna føroysk viðurskifti. Tey vita ikki so frægt, sum at Føroyar hava egnan lóggávumyndugleika, og at í Føroyum verður eingin lóg sett í gildi, uttan at okkara egna lóggávuting, Føroya Løgting, hevur samtykt hana!

Nevndin skjýtur nevniliga upp, at Danmark (?!) skal umhugsa at endurskoða síni sjónarmið um galdandi fosturtøkulóggávu í Føroyum, tí fosturtøkulóggávan í Føroyum ikki er tann sama, sum í Danmark og Grønlandi.

 Tað vil siga, at ST her mælir til, at Føroyar fáa fría fosturtøku!

 Og nú í heyst hava vit sambært Uttanríkisráðnum  aftur verið til eina hoyring hjá ST  – hesaferð í sambandi við barnarættindasáttmálan.

 Tað heilt merkiliga er, at í frágreiðingini, saman við tilmælum um barnarættindi, kemur aftur ein áheitan um at broyta fosturtøkulógina í Føroyum.

Sagt verður, og eg endurgevi: “The Committee recommends that the State party align its legislation on abortion in the Faroe Islands with the legislation in mainland Denmark, with a view to ensuring equal access of girls to safe and legal abortion.”

Tey siga also, at “Lógin um fosturtøku eigur at verða dagførd soleiðis, at gentur í Føroyum fáa somu atgongd til trygga og lógliga fosturtøku, sum gentur í (legg merki til) meginlandinum, Danmark.”

Hetta er skakandi at lesa! Fyri tað fyrsta kalla tey Danmark meginlandið! Men tað, sum er uppaftur verri: ST mælir aftur her til, at Føroyar fáa fría fosturtøku!

Og so er spurningurin, hvat fosturtøka hevur við barnarættindi at gera.

Tað er so nógv annað, sum eg undrist á í samband við hesar frágreiðingarnar, sum koma aftan á hesar hoyringarnar hjá ST.

Jú, víst mugu fólk spyrja, hvat ST er í hesum føri, og hvør tað man vera, sum situr í hesum sokallaðu "serfrøðinga"-nevndunum. Munnu tilmælini vera nakað, sum tey sjálv finna uppá, ella koma áheitanirnar kanska úr Føroyum. Og ikki er tað løgið, um onkur undrast á, hví Sameindu Tjóðir hava so stóran áhuga í fosturtøkuspurninginum í Føroyum.

 Á tingfundi 17. januar 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

 

 

Svar:

Á tingfundi 21. februar 2018 svaraði landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, fyrispurninginum soleiðis:

 Til spurning 1)

Tá ið eitt land tekur undir við einum ST-sáttmála, bindur landið seg samstundis til at lata ST frágreiðingar um tey tiltøk, limalandið setur í verk fyri at fremja rættindini, sum eru viðurkend í sáttmálanum. Hetta er partur av sáttmálanum.

At hvørjum sáttmála er knýtt ein serfrøðinganevnd, sum skal hava eftirlit við, at limalondini halda ásetingarnar í sáttmálunum. Limalondini skulu í hesum sambandi lata nevndini frágreiðingar 4. hvørt ár og eru síðani til hoyringar. Tað er Danmarkar Kongsríki sum sáttmálapartur, ið letur inn frágreiðingar til ST.

Landsstýrið byrjaði í 2004 at lata ein sjálvstøðugan føroyskan part til ST-frágreiðingarnar frá Danmarkar Kongsríki um fremjan av skyldum sambært sáttmálunum í føroyskum løgdømi og hevur síðani hetta eisini verið umboðað til tær ymsu hoyringarnar.

Tað er neyvan ein fólkarættarlig skylda hjá Føroyum at lata serstakt ískoyti til frágreiðingina og luttaka til hoyringar. Heldur er tað ein politiskur spurningur, hvørt vit vilja vera umboðað av donsku stjórnini til slíkar hoyringar, ella um vit vilja svara fyri okkum sjálv á yvirtiknum málsøkjum.

 

Til spurning 2)

Nevndirnar, ið varða av teimum ymsu sáttmálunum, skulu sambært sáttmálunum mannast av ímillum 10-18 serkønum fólkum, ið hava viðurkendan serkunnleika á ymsu økjunum og høgan moral. Limalondini kunnu tilnevna eitt valevni til nevndina millum sínar ríkisborgarar. Limirnir verða síðani valdir við loyniligari atkvøðuavgreiðslu. Valini fara fram á fundum millum limalondini, sum aðalskrivarin í ST kallar inn til. Fundurin er viðtøkuførur, um 2/3 av limalondunum taka lut, og teir persónar verða valdir í nevndina, sum fáa flestar atkvøður. Limirnir verða valdir fyri eitt fýra ella fimm ára tíðarskeið og kunnu veljast aftur, um teir verða uppstillaðir aftur.

Føroyar hava ongantíð havt nakað umboð í ST serfrøðinganevndum á mannarættindaøkinum. Fyrstu ferð eitt føroyskt umboð varð valt í eina ST serfrøðingannevnd var í 2012, tá ið ein føroyingur varð valdur sum limur í landgrunsnevnd ST, sum varð sett á stovn við støði í havrættarsáttmála ST. Hann var uppstillaður sum valevni fyri Kongsríki Danmarkar við stuðli frá øllum Norðurlondunum. Hann varð afturvaldur í 2017 í eitt fimm ára skeið.

 

Til spurning 3)

“Committe on the Rights of the Child” (CRC) stendur fyri eftirlitinum í sambandi við barnarættindasáttmálan. Nevndin er mannað við 18 óheftum serfrøðingum úr Togo, Barain, Marokko, Spania, Monako, Russlandi, Tunesia, Sambia, Egyptalandi, Etiopia, Sámoa, Japan, Uruguai, Venesuela, Norra, Suðurafrika, Bulgaria og Eysturríki.

Fr. Renate Winter úr Eysturríki er forkvinna í nevndini. Dagliga starvast hon sum dómari við yvirrættin hjá tí serliga dómstólinum fyri Sierra Leone.

Varafólk hennara eru: 

-          Fr. Suzanne AHO Assouma úr Togo, sum dagliga er varaborgarstjóri. Hon hevur útbúgving í filosofi, hevur eisini sosialráðgevaútbúgving og hevur arbeitt við barna- og kvinnurættindum í nógv ár. Hon er eisini fyrrverandi heilsumálaráðharri

-          Fr. Olga KHAZOVA úr Russlandi. Hon er leiðandi serfrøðingur í russiskari familjulóg og starvast dagliga sum dosentur á Institute of State & Law við russiska akademiið fyri vísindum  

-          Hr. Clarence Nelson úr Sámoa, sum dagliga er dómari við hægsta rættin í Sámoa

-          Hr. José Angel Rodrígues Reyes úr Venesuela, ið starvast sum løgfrøðiligur ráðgevi fyri ymsar stovnar, t.d. umboðsmannastovnin, stjórnarráð o.o. í málum viðvíkjandi børnum  

Talsmaður (rapporteur) er Hr. Bernard Gastaud úr Monako, sum dagliga starvast sum løgfrøðiligur ráðgevi fyri Uttanríkisráðið í Monako.  

Eitt yvirlit við CV hjá teimum 18 serfrøðingunum er at finna á:  http://www.ohchr.org/EN/HRBodies/CRC/Pages/Membership.aspx

 

Til spurning 4)

Tað er týðiligt, at serfrøðingunum mangan vantar vitan um valds- og ábyrgdarbýtið í ríkinum. Í hesum føri hongur hetta helst saman við, at talan er um serfrøðingar í barnarættindum og ikki í altjóða viðurskiftum. Vit síggja tó, at nakrar serfrøðinganevndir í tilmælum sínum venda sær beinleiðis til formliga sáttmálapartin, sum er Danmarkar Kongsríki, helst tí tey meta, at valds- og ábyrgdarbýtið í danska ríkinum er teimum óviðkomandi.

Eyðsæð er, at viðmerkingar og tilmæli frá serfrøðingarnevndum undir ST eru fakliga grundaðar – talan er, eins og greitt er frá í svari til spurningar 1 og 2, um viðurkend fakfólk á ymsu økjunum. Men júst tað kann gera, at fyrilit ikki verður havt fyri heildarmyndini av støðuni annars í ymsu londunum. Viðmerkingarnar og tilmælini kunnu tí tykjast einsháttað og vekja undran, tí ljós einans verður varpað á einstøk fakøki í Føroyum og aðrastaðni; tey verða ikki sett í ein størri samanhang.

 

Til spurning 5)

Uttanríkistænastan samskipar arbeiðið at gera frágreiðingar til ymsu ST-nevndirnar. Stórur dentur verður lagdur á at greiða frá um føroysk vikuskifti og ábyrgdarbýtið millum føroyskar og danskar myndugleikar. Tá ið tað kemur til fakliga innihaldið eru tað stjórnarráðini, ið hava ábyrgd av, hvussu Føroyar fylgja ásetingunum í ymsu sáttmálunum. Stjórnarráðini hava tí eisini stóran leiklut at skriva partar av frágreiðingunum til ST, og verða tilmælini frá nevndunum eisini  latin avvarðandi stjórnarráðum til uppfylging.

Tað er upp til limalondini, um tey fylgja tilmælunum frá nevndunum. Flest lond taka atfinningarnar til sín onkursvegna, og á okkara leiðum verður sum heild nógv gjørt fyri at fylgja ásetingunum í altjóða sáttmálunum. Tað kemur tó meira enn so fyri, at limalondini ikki taka undir við tilmælunum, tí undirtøka ikki er fyri teimum í limalandinum. Vanlig mannagongd er ikki, at tað frá politiskari síðu verður gjørt beinleiðis vart við tilmæli og viðmerkingar mótvegis ST. Hinvegin er tað umráðandi at tryggja, at serfrøðingarnevndirnar hava rættar og munagóðar upplýsingar sum grundarlag, tá frágreiðingar verða skrivaðar. Eisini er møguligt at gera vart við møguligar misskiljingar til komandi hoyringar. Her verður sjálvsagt eisini víst á framstig og menning á ymsu økjunum sum heild. Er talan kortini um beinleiðis skeivleikar, sigur tað seg sjálvt, at viðmerkingar og tilmæli eiga at takast við neyðugum fyrivarni.

Frágreiðingar og tilmæli frá ST-nevndunum eru at finna á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum saman við einum yvirliti yvir, hvørjum mannarættindasáttmálum Føroyar eru fevndar av.

 

 Til spurning 6)

Eftir hoyringina í barnarættindasáttmálanum seinast, viðmerkti ST serfrøðinganevndin, at Føroyar eiga at tryggja gentum lógliga og trygga fosturtøku í Føroyum, á sama hátt sum í Danmark. Her verður sostatt sipað til rættin hjá barninum, t.e. gentuni, sum gerst við barn og sum ikki ynskir, ella maktar, at gerast mamma.   

Tað kann hava álvarsligar fylgjur fyri heilsuna hjá ungum gentum at vera við barn, og at føða. Sambært World Health Organisation (WHO) eru trupulleikar í sambandi við viðgongutíð og føðing ein av høvuðsorsøkunum til deyða millum 15 og 19 ára gamlar gentur í altjóða høpi.

Í londum, har fosturtøka er bannað, er ikki óvanligt at kvinnur og ungar gentur fáa framt ólógligar og ótryggar fosturtøkur. WHO metir, at millum 4.7% – 13.2% av deyða millum kvinnur og gentur í sambandi við viðgongu stendst av ótryggum fosturtøkum. Eisini er tað revsivert nógvastaðni at fáa ella fremja fosturtøku, og nógvar kvinnur og gentur verða tí kriminaliseraðar.

Tað er helst út frá hesum viðurskiftum, at ST-nevndin knýtir rættin til fosturtøku saman við barnarættindum og harvið eisini barnarættindasáttmálanum.

 

Til spurning 7)

Rætturin til fosturtøku er ikki staðfestur í nøkrum sáttmála um mannarættindi. Báðar síður – fyri og ímóti fosturtøku– grundgeva tó við støði í mannarættindum.

Pro-life felagsskapir vísa á rættin til lív, sum verður staðfestur í Heimsyvirlýsingini hjá ST í grein 3: “Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og persónliga trygd”, sum sambært hesum felagsskapum er galdandi frá teirri løtu, eggið er gitið.

Fleiri mannarættindafelagsskapir, og eisini ST-nevndir, meta, at talan er um mannarættindabrot at nokta kvinnum fosturtøku, serliga í førum, har kvinnan hevur verið fyri neyðtøku ella blóðskemd, har fostrið ber álvarslig brek og tí ikki fer at liva, ella um fysiska ella sálarliga heilsan hjá kvinnuni er í vanda, orsakað av barnsburði.

At nokta fosturtøku verður í slíkum førum sammet við píning og tí brot á grein 7 í Altjóða semingin um borgarlig og politisk rættindi, ið staðfestir at “Eingin skal verða píndur ella harðliga, ómenniskjaliga ella vanæruliga viðfarin ella revsaður”.

ST-eftirlitsnevndirnar lata eisini úr hondum almennar viðmerkingar, sum útgreina og lýsa, hvussu ásetingar í sáttmálum og serstakliga fløktir trupulleikar eiga at tulkast og handfarast.

Fleiri ST-nevndir hava latið úr hondum almennar viðmerkingar, har rætturin til fosturtøku verður staðfestur, og har nevndin heitir á limalondini um at tryggja kvinnum og gentum atgongd til trygga fosturtøku og røkt og viðgerð aftaná fosturtøku til tess at fyribyrgja deyðiligheit og sjúku[1].   

Eisini hava fleiri serlig ST-kanningarfólk (“UN special rapporteurs) heitt á limalondini um at avkriminalisera fosturtøku og tryggja tænastur í sambandi við fosturtøku.

ST-nevndirnar eru tó bert ráðgevandi, og limalondini eru tí ikki bundin at fylgja tilmælunum.

Evropeiski Mannarættindadómstólurin hevur eisini viðgjørt spurningin í sambandi við, at kvinnur eru noktaðar fosturtøku í Írlandi og Póllandi og hava tí lagt málið fyri Evropeiska Mannarættindadómstólin. Dómstólurin hevur ikki staðfest nakra almenna støðu viðvíkjandi fosturtøkuspurninginum, men viðger spurningin mál fyri mál. Fleiri kvinnur hava fingið viðhald. Pólland hevur eitt nú fingið tríggjar dómar seinastu níggju árini fyri brot á mannarættindi, við støði í Evropeiska Mannarættindasáttmálanum, tí landið hevur noktað kvinnum fosturtøku.

Spurningurin um, hvørji atlit viga tyngst, rætturin hjá fostrinum ella kvinnuni, er ein torførur spurningur, sum semja ikki er um. Tað er tó greitt, at fosturtøka í dómsvenju hjá Evropeiska Mannarættindadómstólinum og sambært tulkingum av altjóða sáttmálum, í alt størri mun verður mett sum ein mannarættur í teimum førum, um kvinnan hevur verið fyri neyðtøku ella blóðskemd, har fostrið ber álvarslig brek og tí ikki fer at liva, ella um fysiska ella sálarliga heilsan hjá kvinnuni er í vanda.

 

Til spurning 8)

Kjakið um fosturtøku er sum heild eitt aktuelt evni, sum áhaldandi verður umrøtt um allan heim. Lond, ið hava avmarkingar í fosturtøkulógini, eru undir politiskum trýsti, ikki bert innanhýsis, men eisini frá altjóða felagsskapum sum ST og Evroparáðnum. Føroyar eru partur av heimssamfelagnum, og tí slepst neyvan undan, at altjóða felagsskapir og stovnar hava áhuga í føroysku fosturtøkulógini, sum er frá 1956 og víkir munandi frá tí norðurlendsku lóggávuni.

 

Til spurning 9)

Serfrøðinganevndirnar byggja sínar niðurstøður á almennu frágreiðingina úr limalandinum, skuggafrágreiðingum frá áhugafelagsskapum og fylgja annars sjálvar við. Áhugafelagsskapir nýta vanliga høvið at lata ST skuggafrágreiðingar, eisini føroyskir felagsskapir. Hendan frágreiðing er aloftast ein atfinningarsom viðmerking til ta almennu frágreiðingina, ið limalandið letur úr hondum. Serfrøðinganevndirnar leggja stóran dent á skuggafrágreiðingarnar og spyrja javnan til hoyringar um viðurskifti, ið áhugafelagsskapir hava víst á. Áhugafelagsskapir hava eisini møguleika at hitta nevndina, áðrenn limalandið kemur til hoyring.

Eftir eina hoyring kemur serfrøðinganevndin við sínum niðurstøðum, og hon kemur við tilmælum og ráðgeving um, hvørji átøk Danmarkar kongsríki kann seta í verk fyri røkka teimum rættindum, sum ríkið hevur bundið seg til. Tey tilmæli, sum eru vend móti Føroyum, verða viðgjørd av viðkomandi føroyskum myndugleikum, har støða verður tikin til, hvørjum tilmælum, føroyskir myndugleikar kunnu taka undir við, og hvørjum ikki. Er tørvur á breiðari politiskari viðgerð av tilmælunum, verður hetta gjørt eftir galdandi mannagongdum.

 

 Til spurning 10)  

Sum partur av altjóða samfelagnum sleppa vit ikki undan, at onnur blanda seg í føroysk viðurskifti. Vit hava sjálvi valt at taka undir við ST-sáttmálunum á mannarættindaøkinum og hava harvið bundið okkum til at samskifta við ST um hesi viðurskifti. Tað kann kanska tykjast margháttligt, at nevndir við umboðum úr minni framkomnum londum geva føroyskum myndugleikum góð ráð. Sáttmálarnir eru tó dynamiskir á tann hátt, at limalondini skulu seta í verk tiltøk innan fyri teir førleikar og ta orku, sum er tøk. Tí verður kravt meira av framkomnum londum.

Tað skal tó eingin ivi vera um, at tað er í Føroyum, at avgerðirnar verða tiknar um, hvussu vit skipa okkara samfelag. Og soleiðis skal tað framhaldandi vera. Eg haldi tó ikki, at tað ger nakað, at vit lurta eftir øðrum. Vit mugu ganga út frá, at serfrøðinganevndirnar hjá ST eru væl skikkaðar, og at tilmælini eru fakliga grundað. Tilmælini hóska tó ikki altíð til føroysk viðurskifti, og ei heldur er undirtøka altíð fyri teimum. Eg veit tó, at fleiri av tilmælunum á barna- og brekøkinum hava verið nýtt sum grundarlag í menningini av hesum økjum í Føroyum, so okkurt gott fáa vit burtur úr samskiftinum við serfrøðinganevndirnar hjá ST.

Málið avgreitt

[1] CESCR General Comment No. 22; CEDAW General recommendation No. 35; Draft General Comment on Article 6 of the International Covenant on Civil and Political Rights.