Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

15. at tryggja borgarum við serligum avbjóðingum og avvarðandi teirra rættindi undir verkfalli

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Brandur Sandoy
Svarari: Eyðgunn Samuelsen
Spurningur:

Á tingfundi 13. mars 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.      Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at fyribyrgja, at støðan, sum borgarar okkara við serligum avbjóðingum og avvarðandi teirra komu í undir verkfallinum hjá námsfrøðingunum, kemur fyri aftur?

 

2.      Hvørjar møguligar loysnir sær landsstýrismaðurin fyri sær?

 

 

Viðmerkingar:

Landsstýrismaðurin var í fjølmiðlunum beint eftir umrødda verkfall og lovaði at taka stig til tess at fyribyrgja, at líknandi støða tók seg upp aftur.

Nú tveir mánaðir eru farnir, er onki nýtt at frætta um hetta mál, og heldur ikki hevur landsstýrismaðurin lagt nakað uppskot fyri tingið, sum bøtir kor okkara veikastu, tá verkfall er.

Stjórin í Almannaverkinum var fleiri ferðir undir verkfallinum frammi við, at lív og heilsa varð sett í vanda hjá hesum samfelagsborgarum okkara.

Tosað varð um at seta óhefta metingarnevnd við fakfólki at taka støðu til undantøkini, ið Almannaverkið bað um. Hetta fekst ikki semja um.

Um verkfallið lærdi okkum nakað, so er tað, at talan er um ein útsettan bólk av okkara allar veikastu borgarum, sum er sterkasta verkfelagsvápnið.

Tað er mín sannføring, at styrkin hjá einum landi má metast eftir, hvussu tað tekur sær av teimum, sum hvønn tíma í samdøgrinum hava brúk fyri, at onnur eru um tey og veita neyðugu hjálpina.

Vit eiga sum framkomið samfelag ikki at góðtaka, at hesi okkara veikastu koma í klemmu eina ferð afturat, og eiga sum samfelag at tryggja, at innan fyri øll umsorg­anar­fak finnast aðrar loysnir á arbeiðsósemjum.

Tá vit standa í støðuni næstu ferð, er ov seint at handla.

Tí verður hesin fyrispurningur settur landsstýrismanninum í almannamálum.

Á tingfundi 14. mars 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 16. apríl 2018 svaraði landsstýrismaðurin í almannamálum, Eyðgunn Samuelsen, fyrispurninginum soleiðis:

Svar uppá fyrispurning

1. Ætlar landsstýrismaðurin at taka stig til at fyribyrgja, at støðan, sum borgarar okkara við serligum avbjóðingum og avvarðandi teirra komu í undir verkfallinum hjá námsfrøðingunum, kemur fyri aftur?

Eins og Brandur Sandoy, løgtingsmaður, vísir á í viðmerkingunum til fyrispurningin, so lovaði eg í fjølmiðlunum beint eftir verkfallið, at stig skuldu takast til tess at fyribyrgja, at líknandi støða tók seg upp aftur. Hetta lyfti standi eg við og fari eg, nú friðartíð valdar á økinum, at taka stig til – saman við Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum og Pedagogfelagnum – at farið verður undir at eftirmeta avtaluna um undantøk. Fyri meg er tað av sera stórum týdningi, at borgarar við serligum avbjóðingum og avvarðandi teirra, ikki koma í eina líknandi støðu aftur, samstundis sum eg eisini meti, at verkfalsrætturin eigur at verða virdur, og tí er neyðugt, at avvarðandi partar seta seg saman og finna eina haldgóða loysn, ið er nøktandi fyri allar partar.

2. Hvørjar møguligar loysnir sær landsstýrismaðurin fyri sær?

Fyri at koma fram til eina loysn, ið er nøktandi fyri allar partar, meti eg at tað er rættast, at avtalan um undantøk verður eftirmett.

Málið avgreitt