Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

4. Fiskivinnan í Norðoyggjum

« Aftur

 

Spyrjari: Óluva Klettskarð
Svarari: Høgna Hoydal
Spurningur:

 Á tingfundi 10. september 2018 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.     Hvussu eru viðurskiftini sum heild hjá ymsu pørtunum í fiskiflotanum í Norðoyggjum, síðan henda samgongan tók við?

2.     Hvussu hava inntøkuviðurskiftini og manningarviðurskiftini lagað seg?

3.     Hvussu er samtakið JFK/ Kósin/ Næraberg skipað?

4.     Er virksemið so nógv skert hjá hesum samtakinum, nú tey siga seg noydd at selja ein av trolarunum, ið royna í Barentshavinum, vegna fiskivinnunýskipanina?

5.     Hvussu nógv er virðið av tí útlutaða til Norðoyggjar í sambandi við lógina um sjófeingi (75%)?

6.     Hvussu kunnu útlitini hjá reiðaríum og fiskimonnum í økinum metast í komandi tíðum?

 

Viðmerkingar:

 

Nógv er sagt og nógv er skrivað um nýggju fiskivinnulóggávuna. Hvussu hon fór at virka, hvørjar avleiðingarnar fara at vera og hvussu ávirkanin longu sæst. Men hvussu sær veruleikin út handan fiskivinnuna í Norðoyggjum síðan henda samgongan tók við?

 

Herfyri frættist, at verksmiðjutrolarin Sjúrðarberg (hvørs útgerðarmaður er Hanus Hansen) er seldur orsakað av fiskivinnunýskipanini.  “Tað er sjálvandi fiskivinnunýskipanin, sum vit hava sagt allatíð, fór at gera, at vit ikki kundu hava meira enn eitt skip í Barentshavinum” málber reiðarin hjá trolaranum seg (sitat Portalurin 23.07.2018)

Tað er neyðugt at fáa greiðu á, hvør veruleikin er handan vinnuliga virksemið í fiskivinnuni á sjógvi sum á landi. Um viðurskiftini í einstøku fyritøkunum eru versnað, og somuleiðis um manningarviðurskiftini eru broytt.

 

Endamálið við fiskivinnunýskipanini var at fáa greiða og gjøgnumskygda lóg, ið m.a. byggir á   stovnsrøkt og burðardygga veiði og vinnuliga nýskapan. Samstundis sum møguleikin at bjóða seg fram er stimbraður, eru atlit tikin at verandi vinnu. Løgtingslógin um fyrisiting av sjófeingi, sum hon varð samtykt, skuldi ikki forða vinnurekandi at halda fram við sínum virksemi, og teimum varð tí tryggjað virði væl

 

oman fyri miðal seinastu 10 árini, samstundis sum fiskimanninum eisini vórðu tryggjað góð viðurskifti.

Persónar og feløg, sum tóku lut í fiskiskapi í 2017 skuldu halda fram, tó við ymsum tillagingum. Og sama við feløgum, sum við gildiskomu lógarinnar ikki luku treytirnar um føroyskan ognarrætt, skuldu hesi fáa skiftistíð at laga seg til nýggju krøvini.

Hóast fyrsta árið bert er hálvrunnið, er tíðin búgvin at fáa tey fyrstu tølini, hvussu viðurskiftini kring nýggju lóggávuna hava roynst. Og hóast spáað varð, at Klaksvíkar kommunua fór at hava mikið lakari úrslit, eini 70 milliónir færri í kassanum við nýggju skipanini, so vísa fyrstu tølini tað øvuta, nevniliga at kommunan fyrra hálvár í 2018 hevur ein vøkstur upp á 3,6 %.

  Á tingfundi 19. september 2018 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar: