Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

20. Undirsjóvartunlar og landsvegakervið

« Aftur

 

Spyrjari: Kári P. Højgaard
Svarari: Henrik Old
Spurningur:

Á tingfundi 7. februar 2017 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.     Hvat eru samlaði árligi rakstrarkostnaðurin, umdantikið rentur og avdrátt, fyri at reka Vága­tunnilin og Norðoyatunnilin?

2.     Trygdarkrøvini fyri undirsjóvartunlarnar herðast regluliga. Er tað rætt, at samsvarandi "norskum normum" fyri at halda framtíðar trygdarkrøv og ein støðugt dagførdan undirsjóvartunnil, eru útreiðslurnar mettar til áleið íløgukostnaðin 20. hvørt ár?

3.     Ætlar landstýrismaðurin at fylgja norskum krøvum, ella fara vit at hava okkara egnu skipan?

4.     Um ja, hvat sigur hon?

5.     Hvussu stór er útreiðslan av at reka samlaða veganetið í Føroyum?

6.     Hvussu stórt er "eftirsleipið" ella manglar í viðlíkahaldinum av landsvegakervinum?  

7.     Um kravið um ókeypis ferðslu í undirsjóvartunlunum til Vágar og Klaksvíkar verður gingið á møti, hvør verður fíggjarliga ávirkanin á framhaldandi raksturin til undirstøðukervið hjá Landsverki?

8.     Kann landstýrismaðurin almannakunngerða spurnarkanningina, ið Tunnilsfelagið læt gera millum norðingar og vágafólk, um teirra meining um tunnilsgjald?

9.     Um tað alsamt vaksandi kravi um ókeypis ferðslu í verandi undirsjóvartunlum verður gingið á møti, kemur tað so ikki at máa støðið undan einum samhaldsføstum Føroyum og eini framtíðar­ætlan um Suðuroyartunnil.

Viðmerkingar

Undirsjóvartunlarnir avloystu ferjurnar og hava sostatt verið við til at samanbinda og vaksa um meginøki. 

Hesar stóru og kostnaðarmiklu verkætlanir, hava ment Føroyar og flutt okkum fram á leið. Við Vágatunlinum og Norðoyatunlinum eru umleið 87% av føroyingum knýttir saman í eitt veganet. Tað hevur verið eitt stórt framstig fyri føroyska samfelagið sum heild vinnuliga, mentanarliga og ikki minst fólksliga.

Tann 10. desember 2016 var ókeypis at koyra gjøgnum Vágatunnilin, tí tá kundi tunnilsfelagið hátíðarhalda, at 14 ár eru liðin, síðan koyrandi var undir Vestmannasundi.

Hesin tunnil sambindur Vágoynna við meginøkið og varð eitt stórt framstig fyri vágafólk og allar føroyingar. Einasti vegurin loftvegis út í heim er flogvøllurin í Vágum. At hann verður nýttur av flestu føroyingum prógva tølini, har løgmaður í fyrispurningi (§ 52a nr. 27/2016) upplýsir, at 70% av teimum, sum ferðast gjøgnum tunnilin og gjalda, eru heimahoyrandi í Streymoynni, Eysturoynni og Norðoyggjum.

Norðoyatunnilin bleiv tikin í nýtslu 29. apríl 2006. Ferðslan gjøgnum tunlarnar er vaksin munandi, og prísurin fyri at ferðast gjøgnum tunlarnar er lækkaður munandi.

Størsta verkætlan í Føroya søgu nakrantíð verður av álvara skotin í gongd nu í februar. Eysturoyar- og Sandoyartunlar eru ein samlað íløga, ið fer at kosta samlað áleið hálva triðju milliard. Talan er um eina samantvinnaða íløgu, har inntøkurnar frá ferðsluni í Eysturoyartunlinum koma at viðvirka til at afturgjalda samlaðu íløgurnar.

Í politisku skipanini er ætlanin í mestan mun, at sambinda so stóran part av oyggjunum sum til ber við undirsjóvartunlum. Tí er, sum skilst, næsta stigið at kanna, um tað ber til at gera tunnil fram­haldandi frá Sandoy til Suðuroy. Kann ein slík verkætlan fremjast í verki, er næsti avgerandi spurningurin, um tað fíggjarliga kann loysa seg við tunli, ella vit framhaldandi koma at nýta ferjusamband.

Landsverk hevur víst á, at verandi játtan til undirstøðukervi í fleiri ár ikki hevur verið nøktandi. Tí er spurningurin viðkomandi, hvat hendir, um útreiðslurnar av samlaða vegakervinum harafturat verða tyngdar við rakstrinum av tveimum ”ókeypis undirsjóvartunlum”.

Á tingfundi 8. februar 2017 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Á tingfundi 24. mars 2017 saraði Henrik Old, landsstýrismaður í samferðslumálum, fyrispurninginum soleiðis

Svar

Fylgiskjal:
Gallupkanning 2014

 Málið avgreitt

Svar: