Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

8. Røkt og tænastutilboð til røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár

« Aftur

 

Spyrjari: Ingolf Sólheim Olsen
Svarari: Eyðgunn Samuelsen
Spurningur:

 

 Á tingfundi 16. november 2017 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.      Hvussu ber tað til, at heimabúgvandi røktarsjúklingar undir 67 ár bert kunnu sleppa til umlætting í Sandoynni, sjálvt um tøk pláss eru á røktarheimi ella líknandi búplássi í eldrasamstarvsøkinum, har viðkomandi býr?

2.      Heldur landsstýrismaðurin, at støðan er virðilig fyri hesar røktarkrevjandi borgarar og teirra avvarðandi?

3.      Hvat ætlar landsstýrismaðurin at gera fyri at loysa trupulleikan, tað er at tryggja, at umlætting altíð fer fram í nærøkinum hjá borgaranum?

4.      Er møguleiki fyri, at ábyrgdin fyri røkt og tænastum til røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár eisini kann leggjast út til kommunurnar.

5.      Hvussu ætlar landsstýrismaðurin at tryggja, at røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár og teirra avvarðandi generelt fáa somu tilboð og sømdir, sum borgarar yvir 67 ár?

6.      Hevur landsstýrismaðurin eitt boð upp á kostnaðin av hesum?

7.      Hevur landsstýrismaðurin eitt boð upp á kostnaðin av altíð at kunna bjóða røktarkrevjandi, heimabúgvandi borgarum undir 67 ár umlætting á nærmasta røktarheimi ella í minsta lagi á búplássi í økinum, sum viðkomandi eldrasamstarv umfatar?

Viðmerkingar:
Eftir at kommunurnar tóku yvir eldraøkið og harvið alla tilvísingina (visitasjónina) til búpláss á røktarheimum, eldrasambýlum og líknandi búplássum, eru røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár endaðir í ongamannalandi.

Tey avvarðandi standa í flestu førum einsamøll við allari ábyrgdini og sjálvari røktini. Bæði kropsliga og sálarliga er talan um eina sera krevjandi og slítandi uppgávu, men einasta stað í landinum, har umlætting kann fara fram, er í Sandoynni.

Dømi eru um, at røktarkrevjandi borgarar undir 67 ár, sum eru búsitandi norðanfjørðs, eru vístir til umlætting í Sandoynni, sjálvt um pláss hevur verið fyri teimum á røktarheimi í teirra egna grannalagi.

Eyðvitað er støðan íkomin av, at eldraøkið og harvið øll røktarbúplássini – undantikið tey fáu, sum Almannaverkið hevur til taks í Sandoynni – eru løgd út til kommunurnar at umsita, meðan landið enn varðar av røktarkrevjandi borgarum undir 67 ár.

Kanska kundi ábyrgdin fyri røkt og tænastum til hesar borgarar ímóti fíggjarligari kompensasjón eisini verið løgd út til kommunarnar, av tí at hesar, annaðhvørt hvør sær ella í kommunalum samstørvum frammanundan, ráða yvir røktarbúplássunum og fakkunnleikanum innan røkt og til dømis demens. Harvið slapst undan at spjaða avmarkaðu fakligu orkuna, sum er á økinum, og tískil hevði tænastan til borgaran verið betri, umframt at tað slapst undan kostnaðarmiklum dupultfunksjónum.

 Á tingfundi 17. november 2017 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar: