Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

9. Rækjufiskiskapur við Svalbard og í russiskum sjógvi

« Aftur

 

Spyrjari: Kári P Højgaard
Svarari: Høgni Hoydal
Spurningur:

Á tingfundi 28. november 2017 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.        Kann landsstýrismaðurin upplýsa, hvussu nógvar dagar Føroyar høvdu loyvi at fiska rækjur við Svaldbard árini 2013-2014-2015-2016- 2017?

2.        Hvussu nógvir fiskidagar eftir rækjum blivu árliga brúktir hesi 4 árini?

3.        Hvussu nógv tons av rækjum áttu Føroyar í russiskum sjógvi árini 2013-2014-2015-2016-2017? 

4.        Hvussu nógv tons av rækjum vórðu fiskaði árliga í russiskum sjógvi hesi 4 árini ?

5.        Í hvønn mun hava føroyingar loyvi at fiska rækjur í ”Smoguni” og eftir hvørjum reglum?

6.        Hvussu nógv rækjuloyvi vórðu útskrivað tey árini, tá fiskiskapurin var í hæddini og hvussu nógv rækjuloyvi eru útskrivað í tíðarskeiðinum frá 2013 til 2017?

7.        Hevur Fiskimálaráðið ongar nýggjar umsóknir fingið um loyvi at fiska rækjur hesi 4 árini, tá stórur partur av døgum og kvotum eftir øllum at døma ikki verður gagnnýttur?

8.        Finst nøkur uppgerð um virði av ónýttum rækjukvotum ?

 

Viðmerkingar:
Føroyingar hava í eitt langt tíðarskeið fiskað rækjur í Barentshavinum, bæði við Svalbard og í russiskum sjógvi.

Føroyingar hava á hesum grundarlagi vunnið sær søgulig rættindi at fiska rækjur í hesum øki.

Talan hevur sostatt verið um munagott ískoyti til føroyska búskapin yvir eitt longri áramál.

Nevndi fiskiskapur er minkaður seinastu árini, og rættindini sýnast av eini hvørji orsøk ikki at vera fulltroytt.

Tískil hevur tað almennan áhuga at fáa eitt yvirlit yvir hesi rættindi, og í hvønn mun tey verða gagnnýtt av føroyska flotanum.

Fyri at gera eina meira ítøkiliga meting av hesum fiskiskapi, er tað av somu grund umráðandi at fáa eitt meira neyvt innlit í hesi viðurskifti.

Spurningarnir, sum settir verða, snúgva seg harvið um gongdina og broytingarnar í samlaða talinum av fiskidøgum við Svalbard, umframt heildarkvotuna í russiskum sjógvi, samstundis sum roynt verður at fáa greiðu á, hvussu nógv av hesum rættindum veruliga verða gagnýtt, og harvið koma føroysku tjóðini til góðar.

Eisini er viðkomandi at fáa at vita, hvussu áhugin er at troyta hesar leiðir, og um tað liggja fleiri umsóknir inni um at sleppa at royna eftir rækjum á nevndu leiðum.

Tað hevur somuleiðis alstóran týdning at fáa eina haldgóða meting av teimum virðum, sum hesi rættindi umboða, soleiðis at tað kann fáast ein ábending um, um burðardygg veiða kann spyrjast burturúr, um so er at meira orka verður nýtt uppá hesa veiðu enn higartil.  

Um ”Smoguna” er at siga, at her eftir øllum at døma ikki hevur verið nakar føroyskur fiskiskapur av týdningi seinastu árini.

Hesin møguleiki eigur tó ikki at verða skúgvaður til viks, um hesin fiskiskapur aftur gerst aktuellur.

Tí hevur tað eisini áhuga at fáa staðfest, hvørjir rættindi og hvørjar møguleikar føroyingar hava at fiska í hesum partinum av Barentshavinum, sum er at meta sum altjóða sjógvur.

Á tingfundi 29. november 2017 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar: