Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

gerðabók

« Aftur

 

BI/td
 

30. fundur

 

Ár 2013, mikudagin 20. november, kl. 11.00, varð tingfundur settur.
Løgtingsmenninir Joen Magnus Rasmussen, Eivind Jacobsen og Sirið Stenberg eru á fundi í Noregi við Landsstýrismálanevndini, og Bill Justinussen er á fundi í Norðurlandaráðnum, og ríkisumboðsmaðurin var ikki á fundi.

Til viðgerðar:       

1.        Ófráboðaðir fyrispurningar

2.      Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, leggur fram tingmál nr. F-3/2013 Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um “Føroyar - eitt land í Arktis. Møguleikar og avbjóðingar”

3.      2. viðgerð av tingmáli nr. 27/2013: Uppskot til eykajáttanarlóg fyri september 2013-4

Broytingaruppskot frá minnilutanum í Fíggjarnevndini fall 10-0-14
Uppskotið samtykt 25-0-0
Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

4.      2. viðgerð av tingmáli nr. 15/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (barnafrádráttur)

Uppskotið fall 11-0-14
Málið avgreitt

5.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-9/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinnu, viðvíkjandi ætlanum at útvega fleiri lærupláss

Málið avgreitt

6.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-10/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Kára P. Højgaard, løgtingsmanni, viðvíkjandi tilboði til ung um ókeypis Trygdarskeið og Bláu Bók

Málið avgreitt

7.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-12/2013 til Bjørn Kalsø, landsstýrismann, frá Bjarna Djurholm, løgtingsmanni, Viðvíkjandi arbeiðslagnum hjá Málráðnum og starvsnevnd ráðsins

Málið avgreitt

8.      Framløga
Formaðurin boðaði frá, at tingfólkini Bjørt Samuelsen og Rigmor Dam og Poul Michelsen vegna Framsókn hava lagt fram tingmálini nr. 51/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar partar av broytingum í hjúnabandslógini og rættarvirknarlógini við tilhoyrandi skjølum, nr. 52/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í rættargangslógini fyri Føroyar og nr. 53/2013: Uppskot til ríkislógartilmæli um broyting í “anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning”
- at Fíggjarnevndin hevur lagt fram álit í tingmálunum nr. 32/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Hækkað barnagjald), nr. 45/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattalógin) (Skatting av fríari telefon og telesamskifti), nr. 46/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum og løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt, nr. 47/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjøld við skráseting av motorakførum og nr.
49/2013: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um landsskatt og kommunuskatt (Skattafrítøka fyri hækkað barnagjlad o.a.), og

- at Vinnunevndin hevur lagt fram álit í tingmáli nr. 16/2013: Uppskot til samtyktar um politisk tiltøk, sum kunnu lækka um kostnaðarstøðið í Føroyum

 

Tikið av skrá:
Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-11/2013 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi embætisførslu løgmans og fundi millum løgmann og CIP

 

Formaðurin setti næsta fund at verða týsdagin, 26. november 2013, kl. 11.00, við hesi dagsskrá:

1.      Aðalorðaskifti um tingmál nr. F-3/2013 Frágreiðing sambært § 51, stk. 4 í tingskipanini um “Føroyar - eitt land í Arktis. Møguleikar og avbjóðingar”

2.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-11/2013 til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Kristinu Háfoss, løgtingskvinnu, viðvíkjandi embætisførslu løgmans og fundi millum løgmann og CIP

3.      Svar upp á skrivligan fyrispurning nr. S-13/2013 til Karsten Hansen, landsstýrismann, frá Sirið Stenberg, løgtingskvinnu viðvíkjandi framtíðarætlanum á psykiatriska økinum

4.      Framløga
 
 
 
Fundur lokin kl. 16.50
 
 
 

Jógvan á Lakjuni

løgtingsformaður
/Beinta Isaksen
skrivari

 

 

Uppskotssetari:
Bjørt Samuelsen, Rigmor Dam og Poul Michelsen løgtingsfólk