11  Uppskot til  ríkislógartilmæli um broyting í "lov om folkekirkens økonomi"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. Nevndarskjøl
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 29. oktober, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um broyting í "lov om folkekirkens økønomi" 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan:

"Anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens økonomi"

§ 1.

I lov om folkekirkens økonomi, således som den er sat i kraft for Færøerne, jf. anordning nr. 887 af 8. desember 1999 om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens økonomi, foretages følgende ændring:

I § 20, stk. 2, ændres "0,3 pct." til: "0,4 pct."

§ 2.

Anordningen træder i kraft den 1. januar 2005.

Viðmerkingar
Í anordning nr. 887 af 08.12.1999 om folkekirkens økonomi § 20, stk. 2. er ásett, at "Påligningen sker under ét for Færøernes Stift. Den kirkelige ligningsprocent, som ikke kan overstige 0,3 pct., fastsættes af Landsstyremanden for Kirkelige Anliggender efter høring af stiftsøvrigheden om fastsættelse af ligningsbeløbet".

Grundin til áheitaninar um at broyta hesa áseting er, at longu tá nýggja kirkjuskattaskipanini varð sett í verk í 2000 var greitt, at ásetingin um 0,3% ikki í nóg stóran mun var nøktandi til tørvin hjá kirkjukøssunum.

Kirkjuskatturin verður m.a. nýttur til rakstur, viðlíkahald, um- og útbygging og nýbygging av kirkjunum. Skattaálíkningin í 2003 við 0,3% í kirkjuskatti gav kirkjuráðunum eina inntøku uppá 14,7 mio. kr. Toll- og skattstova Føroya metir at skattagrundarlagið fyri limirnar í fólkakirkjuni vil í 2004 verða umleið 5 mia, og gevur hetta umleið 15 mió í kirkjuskatti við óbroyttum skattaprosentið sum hámark. Próstadømisráðið metir, at um tørvurin í 2005 skal nøktast, so verður brúk fyri millum 20 og 22 mió kr., sum er umleið 0,45% í kirkjuskatti.

Sum grund fyri ynskið um hækkað kirkjuskattaprosent førir próstadømisráðið fram, at alt fleiri kirkjuráð ætla sær undir stórar og neyðugar umvælingar, sum leingi hava ligið á láni. Hartil kemur, at kirkjuráðini – eftir tilráðing frá próstadømisráðnum - nú alt oftari fáa sær sakkøna hjálp til størri uppgávur (t.d. arkitektar sum fyriskrivað er í § 12 í kunngerð um kirkjubygningar). Á henda hátt fáa tey kvalifiseraða arbeiðsfrágreiðing og útbjóðingartilfar, so at fleiri arbeiðstakarar kunnu bjóða uppá arbeiðini eftir somu fortreytum.

Hartil kemur, at friðaðar kirkjur og tær kirkjur, sum eru eldri enn 100 ár, skulu umvælast eftir forskriftum ella vegleiðing frá fornminnissavninum. Tá verða summar loysnir av góðum grundum dýrari enn vanlig umvæling.

Til tess at ganga ynskjunum hjá kirkjuni so vítt møguligt á møti, verður skotið upp, at mest loyvda kirkjuskattaprosent verður broytt frá 0,3% til 0,4%. Á henda hátt verður skattahámarkið varðveitt, samstundis sum møguleiki verður at hækka kirkjuskattaprosentið árakað tað útreiðslustøði, sum upplýst er í hesum sambandi.

Lógaruppskotið hevur ongar fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan, tí kirkjuskatturin er ikki við í inntøkuni hjá landskassanum. Lógaruppskotið hevur ikki verið í vanligari hoyring, men avvarðandi partar eru kunnaðir og hava latið Mentamálaráðnum sínar viðmerkingar.

1. viðgerð 16. november 2004. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 23. november 2004 legði fram soljóðandi 

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 29. oktober 2004, og eftir 1. viðgerð tann 16. november 2004 er tað beint mentanarnevndini. 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. november 2004.  

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Jógvan á Lakjuni, landsstýrismann í mentamálum, Bjarna Bæk og Edvin Joensen frá Próstadømisráðnum, Hans Jacob Joensen, bisp.  

Frá landsstýrismanninum í mentamálum fekk nevndin eitt yvirlit yvir inntøkur av kirkjuskatti, budget fyri kirkjukassarnar 2004, og eitt yvirlit yvir rakstrarkostnaðin fyri føroysku fólkakirkjurnar 2003. Frá Próstadømisráðnum fekk nevndin eitt yvirlit yvir fíggjarætlanina fyri 2005. Frá bispi fekk nevndin eitt yvirlit yvir allar kirkjurnar í Føroyum. 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar. 

Meirilutin (Andrias Petersen, John Johannesen, Jákup Mikkelsen, Marjus Dam og Olav Enomoto) førir fram, at undir viðgerðini hevur nevndin umrøtt fíggjartørvin hjá kirkjunum. Tað er komið fram, at fíggjartørvurin til m.a. viðlíkahald hjá fólkakirkjuni batnar, men at allir trupulleikar verða tó ikki loystir við hesum uppskoti. Meirilutin vísir á, at arbeitt verður við at yvirtaka føroysku fólkakirkjuna í hesum valskeiðnum, og fevnir hetta arbeiðið eisini um framtíðar fíggjartørvin hjá fólkakirkjuni. Ein politiskur fylgibólkur við umboðan úr øllum flokkum luttekur í hesum arbeiði, og í hesum høpi verður møguleiki fyri nágreiniliga at viðgera fíggjartørvin til rakstur og nýbygging hjá eini yvirtiknari fólkakirkju.  

Marjus Dam og Olav Enomoto hava harumframt hesar viðmerkingar. Meira hóskandi var, um  kirkjan ásetti álíkningarprosentið uttan avmarkingar, álagdar av Løgtinginum. Undir nevndarviðgerðini er komið fram, at neyðugt er hjá kirkjuráðunum at gera skerjingar, hóast kirkjuskattaprosentið hækkar frá 0,3 pct. til 0,4 pct.  

Meirilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

Minnilutin (Heidi Petersen) førir fram, at undir viðgerðini varð komið inn á, at stórar umvælingar leingi hava ligið á láni hjá fólkakirkjuni, og neyðugt er at fara undir hesar umvælingar í 2005.  

Minnilutin mælir tí til, at álíkningarprosentið verður hækkað til 0,45. Ein tílík hækking fer helst ikki at nøkta tørvin heilt, men møguleiki verður fyri at fara undir fleiri umvælingar, enn um álíkningarprosentið verður 0,4. Í uppskotinum er roknað við einum skattagrundarlagi upp á 5 mia. kr., men við gongdini, sum er í landinum í dag, kann hettar grundarlagið vísa seg at verða lægri enn mett, og tískil kann kirkjuskatturin eisini blíva lægri. Eisini verður víst á, at undir nevndarviðgerðini hava fleiri partar ført fram, at tey halda, at tað er óheppið, at Løgtingið ásetir eitt loft fyri kirkjuskattin, og vilja fegin venda aftur til skipanina, har lokaløkini sjálvi áseta kirkjuskattin.  

Minnilutin (Heidi Petersen) meinar tí, at landsstýrismaðurin eigur at taka atlit til hesi sjónarmið undir eini framtíðar viðgerð av peningaligu viðurskiftunum hjá fólkakirkjuni.  

Samsvarandi hesum setir minnilutin (Heidi Petersen) fram soljóðandi 

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1 verður ”0,4 pct” broytt til ”0,45 pct”.

Minnilutin (Heidi Petersen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum. 

Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen) mælir til, at hækkingin, sum nevnd verður í § 1, frá 0,3 pct. til 0,4 pct. verður í staðin frá 0,3 pct. til 0,5 pct. Tað er komið fram undir viðgerðini í mentanarnevndini, at verandi hámark upp á 0,3 pct. ikki var ein partur av upprunauppskotinum í sínari tíð, men kom inn í lógina sum eitt slag av einum rossahandli í táverandi samgongu. Og longu tá var greitt, at upphæddin, sum fekst umvegis hettar prosentstig, ikki rakk til tær umvælingar, sum áhaldandi tørvur er á, skula kirkjuognirnar og føroyski parturin av kirkjurakstrinum vera nøktandi. Tað er eisini komið greitt fram undir viðgerðini í mentanarnevndini, at eingin nýgerð av kirkjum kann fara fram, um prosentstigið verður 0,4 pct. soleiðis, sum skotið er upp. Tað framgongur av viðmerkingunum til uppskotið, at sakkunleikin hevur roknað seg fram til, at hækkingin skal upp á 0,45 pct. - hetta bert fyri at halda stand í umvælingum og rakstri. Kent er, at í hvussu er 2 kirkjur skula byggjast tey komandi árini, í Hoyvík og á Glyvrum, og skal partur av fíggingini koma ígjøgnum hesa skipanina, sum hettar lógaruppskotið fevnir um, er neyðugt at hækka prosentstigið upp á 0,5 pct. Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen) leggur staðiliga dent á, at kirkjumyndugleikarnir brúka ein part av teimum effektueraðu peningaupphæddunum upp á nýbygging.  

Samsvarandi hesum setir minnilutin (Tórbjørn Jacobsen) fram soljóðandi  

b r o y t i n g a r u p p s k o t

  1. Í § 1 verður ”0,4 pct” broytt til ”0,5 pct”.

Minnilutin (Tórbjørn Jacobsen) tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið við nevndu broytingum.

2. viðgerð 25. november 2004. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Tórbjørn Jacobsen, til § 1 fall 10-0-18. Broytingaruppskot frá minnilutanum í mentanarnevndini, Heidi Petersen, til § 1 fall 10-0-18. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 30. november 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.

Ll. nr. 76 frá 30.11.2004