24  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om radiografer"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 23. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om radiografer"

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til kongliga fyriskipan um "lov om radiografer".

Viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum
Endamálið við uppskotinum er við eini løggilding fyri radiografar at økja um trygdina hjá sjúklingunum, soleiðis at bert tann, sum hevur løggilding sum radiografur, kann bera heitið. Við eini løggildisskipan verður lættari hjá brúkarum at gera av, hvør persónur lýkur treytirnar fyri teimum útbúgvingarkrøvum, ið eru neyðug fyri at bera heitið radiografur. Samstundis fáa radiografarnir við lóg neyvt ásetta skyldu at vísa umhugsni og nærlagni í teirra virki sum radiografar í samsvari við tað, ið er galdandi fyri onnur heilsustarvsfólk við løggilding. Eisini gevur lógin "Sundhedsstyrelsen" (Landslæknanum) møguleika at átala yrkisførleikan hjá einum radiografi í tí føri, har hesin er misnýtari ella sálarliga sjúkur, ella á annan hátt setir sjúklingarnar í váða orsakað av átaluverdum yrkisligum virki.

Sambært uppskotinum kann ein persónur bert fáa løggilding sum radiografur, um hann hevur staðið eina útbúgving, góðkend av "Undervisningsministeriet". Sambært § 1 fáa teir persónar, sum hava løggilding sum radiografar, einarætt til at bera heitið radiografur. Føroysk heilsustarvsfólk hava rætt til løggilding sum radiografar, tá tey hava staðið útbúgving sum radiografar samsvarandi leiðreglum hjá "Sundhedsstyrelsen" um útbúgving fyri radiografar frá mai 1985 ella frá januar 1976. Nærri ásetingar um, hvørjir persónar hava rætt til løggilding sum radiografar, eru í § 2, § 4, stk. 2 og § 17. Sambært skiftisásetingini í § 17, stk. 3 skal umsókn um løggilding sendast til "Sundhedsstyrelsen" í seinasta lagi eitt ár eftir, at lógin er kunngjørd í Kunngerðablaðnum.

Løggildisskipanir her í landinum
Fyri stóran part av heilsustarvsfólkunum, sum starvast innan heilsuøkið her á landi, eru settar á stovn løggildisskipanir. Talan er um læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður, tannlæknar, tannrøktarar, kliniskar tanntøkningar, fótterapeutar, terapiassistentar (ergo- og fysioterapeutar) og kliniskar diætistar. Tað er "Sundhedsstyrelsen", sum fráboðar avvarðandi løggilding.

Víst verður til uppskotið um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om bioanalytikere", sum verður løgd fram samstundis sum hetta uppskot.

At løggilding verður latin ávísum bólkum av heilsustarvsfólki, er ein lýsing av, at heilsustarvsfólkini hava ein ávísan yrkisførleika, eins og tað hjá sjúklingunum eru grundaðar vónir um, at hesin førleiki er tilstaðar, so leingi løggildingin er galdandi.

Landslæknin hevur fyri "Sundhedsstyrelsen" eftirlit við tí heilsufakliga virkseminum, sum verður veitt av starvsfólki í heilsuverkinum. Uppgávurnar hjá Landslæknanum eru ásettar í "kongelig anordning nr. 633 af 20. juli 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om embedslægeinstitutioner m.v."

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ikki búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri heilsuverkið í Føroyum. Løggildingin verður umsitin av "Sundhedsstyrelsen" í Danmark. Fyri hetta arbeiðið skal móttakarin av løggildingini rinda eitt avgjald. "Sundhedsstyrelsen" krevur í løtuni eitt avgjald svarandi til 270,- kr. fyri at fráboða eina løggilding sum radiografur.

Hoyring
Uppskotið er myndað út frá teimum viðmerkingum, sum Almanna- og heilsumálaráðið hevur fingið í sambandi við hoyringina. Nevndu partar vóru bidnir um at gera viðmerkingar til spurningin um at seta uppskotið í gildi: Landslæknin, Bioanalytikarafelagið, Radiografar í Føroyum (RíF), Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og "Indenrigs- og Sundhedsministeriet".

Landslæknin og røntgendeildin á Landssjúkrahúsinum hava mælt til, at lógin verður sett í gildi fyri Føroyar. Radiografar í Føroyum (RíF) siga í teirra hoyringssvari: "Vit tilmæla staðiliga, at lógirnar óbroyttar verða settar í gildi í Føroyum." "Indenrigs- og Sunhedsministeriet" hevur gjørt viðmerkingar til lógaruppskotið. Hinir hoyringspartarnir hava ongar viðmerkingar.

Ummælini eru hjáløgd sum fylgiskjøl.

Fylgiskjøl
Skjal 1:
Uppskot til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om radiografer".
Skjal 2: Lov nr. 252 af 8. maj 2002 om radiografer.
Skjal 3: Uppskot til "Lov om radiografer" við viðmerkingum.
Skjal 4: Ummælisskriv frá Landslæknanum.
Skjal 5: Ummælisskriv frá Radiografum í Føroyum (RÍF).
Skjal 6: Ummælisskriv frá Landssjúkrahúsinum.
Skjal 7: Ummælisskriv frá "Indenrigs- og Sundhedsministeriet", dagf. 9. desember 2002.
Skjal 8: Ummælisskriv frá "Indenrigs- og Sundhedsministeriet", dagf. 25. juni 2004.

1. viðgerð 30. november 2004. Løgtingsmálini nr. 24 og 25 vórðu viðgjørd undir einum og beind í trivnaðarnevndina, sum tann 10. desember 2004 legði fram soljóðandi

Álit

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann  23. november 2004, og eftir 1. viðgerð  30. november 2004 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 9. desember 2004.

 

Nevndin hevur umrøtt § 4, stk. 1 í fyriskipanini, har tað m.a. er ásett, at Indenrigs- og sundhedsministeren kann gera reglur, sum er neyðugar fyri at fremja EU direktivir. Nevndin er samd um, at so leingi tað er Sundhedsstyrelsen, sum autoriserar og hevur eftirlit við radiografum, so eigur man at fylgja teimum norðurlendsku og europæisku reglunum á økinum soleiðis, sum fyriskipanin leggur upp til.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 14. desember 2004. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 17. desember 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.