25  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om bioanalytikere"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2004, 23. november, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om bioanalytikere" 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til kongliga fyriskipan um "lov om bioanalytikere".

Viðmerkingar

Endamálið við lógaruppskotinum
Endamálið við uppskotinum er við eini løggildisskipan fyri bioanalytikarar at økja um trygdina hjá sjúklingunum, soleiðis at bert tann, sum hevur løggilding sum bioanalytikari, kann bera heitið. Við eini løggildisskipan verður lættari hjá brúkarum at gera av, hvør persónur lýkur treytirnar fyri teimum útbúgvingarkrøvum, ið eru neyðug fyri at bera heitið bioanalytikari. Samstundis fáa bioanalytikarar við lóg neyvt ásetta skyldu at vísa umhugsni og nærlagni í teirra virki sum bioanalytikarar í samsvari við tað, ið er galdandi fyri onnur heilsustarvsfólk við løggilding. Eisini gevur lógin "Sundhedsstyrelsen" (Landslæknanum) møguleika at átala yrkisførleikan hjá einum bioanalytikara í tí føri, har hesin er misnýtari ella sálarliga sjúkur, ella á annan hátt setir sjúklingarnar í váða orsakað av átaluverdum yrkisligum virki.

Sambært uppskotinum kann ein persónur bert fáa løggilding sum bioanalytikari, um hann hevur staðið eina útbúgving, góðkend av "Undervisningsministeriet". Sambært § 1 fáa teir persónar, sum hava løggilding sum bioanalytikarar, einarætt at bera heitið bioanalytikari. Føroysk heilsustarvsfólk hava rætt til løggilding sum bioanalytikarar, tá tey hava staðið útbúgving sum hospitalslaborantar smb. "bekendtgørelse nr. 705 af 24. august 1995 om hospitalslaborantuddannelsen". Nærri ásetingar um, hvørjir persónar hava rætt til løggilding sum bioanalytikarar, eru í § 2, § 4, stk. 2 og § 17. Sambært skiftisásetingini í § 17, stk. 4 skal umsókn um løggilding sendast til "Sundhedsstyrelsen" í seinasta lagi eitt ár eftir, at lógin er kunngjørd í Kunngerðablaðnum.

Bioanalytikarar eru løggildir í Danmark, Íslandi, Noregi og Finnlandi. Í Svøríki er "biomedicinsk analytiker" eitt vart heiti.

Løggildisskipanir her í landinum
Fyri stóran part av heilsustarvsfólkunum, sum starvast innan heilsuøkið her á landi, eru settar á stovn løggildisskipanir. Talan er um læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, ljósmøður, tannlæknar, tannrøktarar, kliniskar tanntøkningar, fótterapeutar, terapiassistentar (ergo- og fysioterapeutar) og kliniskar diætistar. Tað er "Sundhedsstyrelsen", sum fráboðar avvarðandi løggilding.

Víst verður til uppskotið um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om radiografer", sum verður løgd fram samstundis sum hetta uppskot.

At løggilding verður latin ávísum bólkum av heilsustarvsfólki, er ein lýsing av, at heilsustarvsfólkini hava ein ávísan yrkisførleika, eins og tað hjá sjúklingunum eru grundaðar vónir um, at hesin førleiki er til staðar, so leingi løggildingin er galdandi.

Landslæknin hevur fyri "Sundhedsstyrelsen" eftirlit við tí heilsufakliga virkseminum, sum verður veitt av starvsfólki í heilsuverkinum. Uppgávurnar hjá Landslæknanum eru ásettar í "kongelig anordning nr. 633 af 20. juli 1995 om ikrafttræden på Færøerne af lov om embedslægeinstitutioner m.v."

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar
Uppskotið hevur ikki búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri heilsuverkið í Føroyum. Løggildingin verður umsitin av "Sundhedsstyrelsen" í Danmark. Fyri hetta arbeiðið skal móttakarin av løggildingini rinda eitt avgjald. "Sundhedsstyrelsen" krevur í løtuni eitt avgjald svarandi til 270,- kr. fyri at fráboða eina løggilding sum bioanalytikari.

Hoyring
Uppskotið er myndað út frá teimum viðmerkingum, sum Almanna- og heilsumálaráðið hevur fingið í sambandi við hoyringina. Nevndu partar vórðu bidnir um at gera viðmerkingar til spurningin um at seta uppskotið í gildi: Landslæknin, Bioanalytikarafelagið, Radiografar í Føroyum (RíF), Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús, Suðuroyar sjúkrahús, Felagið føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar og "Indenrigs- og Sundhedsministeriet".

Landslæknin, Bioanalytikarafelagið og Landssjúkrahúsið hava mælt til, at lógin verður sett í gildi fyri Føroyar. "Indenrigs- og Sundhedsministeriet" hevur gjørt viðmerkingar til lógaruppskotið. Hinir hoyringspartarnir hava ikki svarað.

Ummælini eru hjáløgd sum fylgiskjøl.

Fylgiskjøl
Skjal 1:
Uppskot til "Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om bioanalytikere".
Skjal 2: Lov nr. 253 af 8. maj 2002 om bioanalytikere.
Skjal 3: Uppskot til "Lov om bioanalytikere" við viðmerkingum.
Skjal 4: Ummælisskriv frá Landslæknanum.
Skjal 5: Ummælisskriv frá Bioanalytikarafelagnum.
Skjal 6: Ummælisskriv frá Landssjúkrahúsinum.
Skjal 7: Ummælisskriv frá "Indenrigs- og Sundhedsministeriet", dagf. 9. desember 2002.
Skjal 8: Ummælisskriv frá "Indenrigs- og Sundhedsministeriet", dagf. 25. juni 2004.

1. viðgerð 30. november 2004. Løgtingsmálini nr. 24 og 25 vórðu viðgjørd undir einum og beind í trivnaðarnevndina, sum tann 10. desember 2004 legði fram soljóðandi

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 23. november 2004, og eftir 1. viðgerð tann 30. november 2004 er tað beint trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann  9. desember 2004.

 

Nevndin hevur umrøtt § 4, stk. 1 í fyriskipanini, har tað m.a. er ásett, at Indenrigs- og sundhedsministeren kann gera reglur, sum er neyðugar fyri at fremja EU direktivir. Nevndin er samd um, at so leingi tað er Sundhedsstyrelsen, sum autoriserar og hevur eftirlit við radiografum, so eigur man at fylgja teimum norðurlendsku og europæisku reglunum á økinum soleiðis, sum fyriskipanin leggur upp til.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 14. desember 2004. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 17. desember 2004. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.