55  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om værdipapirhandel m.v."

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om værdipapirhandel m.v.”

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til kongliga fyriskipan um “lov om værdipapirhandel m.v.”.

 

Viðmerkingar

 

Endamálið við uppskotinum

Orsakað av tí altjóðagerð, sum framhaldandi fer fram í fíggjarheiminum, leggur landsstýrið stóran dent á, at føroyska lógargrundarlagið fyri fíggjarstovnar er á sama støði sum í øðrum londum. Tí er tað týdningarmikið at fáa dagført ta fíggjarligu lóggávuna.

 

Fyriskipanin setir í gildi ta núverandi donsku “lov om værdipapirhandel m.v.” í Føroyum. Endamálið við lógini er at dagføra tað føroyska lógargrundarlagið fyri virðisbrævahandil v.m. soleiðis, at somu reglur eru galdandi í Føroyum sum í Danmark.

 

Lov om værdipapirhandel m.v. nr. 1072 frá 20. desember 1995, sum broytt við lov nr. 376 frá 22. mai 1996, var fyrstu ferð sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 931 frá 25. oktober 1996. Síðani er lógin dagførd við kongligari fyriskipan nr. 552 frá 28. juni 1997 og kongligari fyriskipan nr. 552 frá 20. juni 2001, sum framvegis er í gildi.

 

Síðani lógin um virðisbrævahandil seinast var dagførd fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 552 frá 20. juni 2001, er hon í Danmark broytt og dagførd sjey ferðir, og eru tað hesar broytingar, ið verða settar í gildi fyri Føroyar við hesum uppskoti. 

 

Niðanfyri verður greitt frá teimum høvuðsbroytingunum, sum dagføringin hevur við sær.

 

Stovnsetan av einari innherjaskrá (insiderregister)

Gjørdar verða reglur, sum skapa gjøgnumskygni viðvíkjandi tí privata handlinum hjá teimum sonevndu innherjunum við partabrøvum í teirra avvarðandi fyritøkum. Reglurnar verða tó bert galdandi fyri feløg, sum eru skrásett á einum fondsbørsi ella einum løggildum marknaði.

 

Upplýsingar um handil við og goymslu av egnum partabrøvum hjá innherjunum í teirra avvarðandi fyritøkum, fara at styrkja um marknaðargjøgnumskygni, og fara at virka fyribyrgjandi móti ólógligum innherjahandli. Harumframt er dentur lagdur á, at tað er ein fyrimunur við meira einsháttaðum reglum í norðanlondunum viðvíkjandi upplýsingum um innherjar. Innherjar, fevndir av skránni, eru persónar, sum orsakað av teirra starvi mugu ætlast at liggja inni við innanhýsis vitan um fyritøkuna. Harafturímóti liggur tað ikki í hugtakinum, at hesir persónar hava misnýtt hesa vitan ímóti banninum móti innherjahandli í lógini um virðisbrævahandil.

 

Víðkan av banninum móti innherjahandli (insiderhandel)

Reglurnar verða justeraðar soleiðis, at tryggja verður, at øll sløg av íløguprógvum verða fevnd av reglunum um innherjahandil í lógini.

 

Góður siður

Danski búskapar- og vinnumálaráðharrin fær sambært lógini heimild til, at áseta nærri reglur um góðan virðisbrævahandilssið.

 

Myndugleikabýti á virðisbrævaøkinum

Fíggjareftirlitið fær heimildina til at góðkenna prospektir. Eisini verður staðfest, at Erhvervsankenævnet hevur myndugleikan viðvíkjandi avgerðum, tiknum av marknaðarfyritøkum eftir heimiling frá Fíggjareftirlitinum.

 

Collateral-fyriskipanin (avtalur um fíggjarliga trygdarveiting)

Tær ásetingar, sum fremja collateral-fyriskipanina, eru settar inn í lógina sum kapitlarnir 18a og 18b. Valt er at hava ein serstakan kapittul 18a um avtalur um fíggjarliga trygdarveiting, av tí at ásetingarnar í hesum kapitli á nógvum økjum eru ólíkar hinum ásetingunum í lógini, og av tí at tær ikki hava avgerandi týdning fyri hinar ásetingarnar í lógini. Reglurnar um lógarval (lovvalgsreglerne) kunnu hava ávirkan á fleiri ásetingar í lógini, og eru tískil settar í ein serligan kapittul 18b.

 

Fondsráðið

Lógin hevur við sær, at meginreglan verður, at tað frameftir einans er Fíggjareftirlitið, sum hevur eftirlit við, at virðisbrævahandilslógin og tær reglur, sum eru givnar við heimild í lógini, verða hildnar. Fondsráðið kemur so at virka sum ein óheftur myndugleiki yvir Fíggjareftirlitinum. Sostatt verður eingin broyting í eftirlitinum, sum hevur verið higartil, men einans eitt broytt arbeiðsbýti millum Fondsráðið og Fíggjareftirlitið.

 

Leikluturin hjá Fondsráðnum verður broyttur, soleiðis at ráðið, eins og Det Finansielle Virksomhedsråd, í framtíðini skal taka avgerðir í málum av prinsipiellum slag, ella í málum við víðfevnandi týdningi fyri partarnar á virðisbrævamarknaðinum. Eisini skal ráðið vera ráðgevandi hjá Fíggjareftirlitinum í sambandi við gerð av reglum við heimild í lógini, innan góðan virðisbrævahandilssið, í prinsipiellum málum og málum við víðfevnandi avleiðingum fyri virðisbrævamarknaðin. Harumframt skal ráðið vera til hjálpar hjá Fíggjareftirlitinum í sambandi við kunningarvirksemi.

 

Heimildin hjá Fondsráðnum til at geva reglur fellur burtur, men tann yvirskipaði myndugleikin hjá ráðnum at taka avgerðir í málum av prinsipiellum slag, málum við víðfevnandi týdningi og at ráðgeva Fíggjareftirlitinum, verður víðkaður til at fevna um alla lógina um virðisbrævahandil. Hettar hevur við sær, at Fondsráðið í framtíðini hevur myndugleika til at taka avgerðir í málum um m.a. innherjahandil og kursmanipulasjón, eins og viðvíkjandi solvenseftirlitinum við marknaðarfyritøkunum og eftirlitinum við clearings-, avviklings- og gjaldsskipanum.

 

Sum omanfyri nevnt verður meginreglan, at tað í framtíðini bert er Fíggjareftirlitið, sum hevur eftirlit við, at lógin verður hildin, og Fondsráðið, sum tekur avgerðir í málum av prinsipiellum slag, ella í málum av víðfevnandi týdningi. Hendan meginregla er frávikin viðvíkjandi eftirlitinum við tí fíggjarligu kunningini í ársroknskapunum fyri útgevarar av virðisbrøvum, sum eru skrásett á einum fondsbørsi ella einum løggildum marknaði. Eftirlitið á hesum økinum verður røkt av Fondsráðnum sum ein óheftur fyrisitingarligur myndugleiki, meðan sjálv skrivstovufunksjónin verður røkt av Fíggjareftirlitinum og Erhvervs- og Selskabsstyrelsen í felag. Innan roknskapareftirlitsøkið varðveitir Fondsráðið myndugleikan at taka avgerðir í øllum málum, og at handhevja reglurnar, t.d. við at áleggja fyritøkuni at økja um ella skifta út vantandi ella ikki rættvísandi kunning, og við at kunna melda fyritøkur til løgregluna.

 

Harumframt fer Fondsráðið í framtíðini at virka sum ein yvirmyndugleiki innan alt økið, sum er fevnt av lógini um virðisbrævahandil og harvið eisini økini innherjahandil og kursmanipulasjón (marknaðarmisnýtlsu).

 

Tillaging til føroysk viðurskifti

Lógin er tillagað, og hædd er tikin fyri teimum frábrigdum, ið standast av serligum føroyskum viðurskiftum.

 

Í uppskoti (L 64) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” (sí hjálagda fylgiskjal 2f), ið er samtykt á Fólkatingi sum lóg nr. 1383 frá 20. desember 2004, er eingin heimild til at seta broytingina viðvíkjandi lov om værdipapirhandel m.v. (§ 6) í gildi fyri Føroyar.

 

Sambært donsku fyrisitingini er hetta ein feilur, tí tað er eingin ivi um, at hendan ásetingin eisini eigur at kunna setast í gildi fyri Føroyar.

 

Hettar verður tó ikki mett at vera nakar stórvegis trupulleiki, av tí at broytingin ikki broytir tað materiella innihaldið í ásetingini. Hartil kemur, at heimild var í upprunalógini fyri at seta hesa grein í gildi fyri Føroyar.

 

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri tað almenna. Fyri fyritøkur, fevndar av lógini, kunnu væntast ávísar fyrisitingarligar avleiðingar m.a. orsakað av, at tær skulu føra eina skrá yvir innherjar. Eisini kunnu væntast avmarkaðar fíggjarligar avleiðingar fyri tær fyritøkurnar, har eftirlit skal førast við tí fíggjarligu kunningini í ársroknskapunum. Hesar koma sjálvar at gjalda fyri eftirlitið.

 

Altjóða- og ES-reglur

Danska lóggávan á fíggjarøkinum er í stóran mun eitt úrslit av at settar eru í gildi ES-reglur. ES-reglurnar eru aftur í stóran mun eitt úrslit av altjóða samráðingum, har flest øll framkomin lond eru komin ásamt um, hvussu fíggjarøkið verður skipað á skilabesta hátt fyri at tryggja støðufesti og fyribyrgja fíggjarligum kreppum.

 

At neyðugt hevur verið at gera millumtjóða avtalur á fíggjarøkinum kemst av tí framhaldandi altjóðagerð, sum fer fram í fíggjarheiminum, m.a. at fleiri og fleiri fíggjarstovnar ganga saman í altjóða samtøk.

 

Í lógini verður í fleiri førum víst til ES-fyriskipanir. Hettar eru altjóða reglur, sum eitthvørt land, sum ynskir ein framkomnan og tíðarhóskandi fíggjargeira, má fylgja.

 

Hoyring

Í sambandi við at arbeiði við at seta lov om værdipapirhandel m.v. í gildi í Føroyum fór í gongd, hevði Fíggjarmálaráðið, saman við umboðum fyri danska fíggjareftirlitinum og danska búskapar- og vinnumálaráðnum, fund við umboð fyri Kaupthing Føroyar, Landsbanka Føroya, og Felagið Peningastovnar, sum umboðar Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

 

Niðurstøðan á fundinum var, at teir føroysku fíggjarstovnarnir í stóran mun longu fylgdu teimum donsku lógunum á økinum, og at teir tí kundu taka undir við, at lov om værdipapirhandel m.v. verður sett í gildi fyri Føroyar.

 

Í samband við sjálvt arbeiði at tillaga donsku lógina til føroysk viðurskifti hevur regluligt samband verið millum Fíggjarmálaráðið og føroysku fíggjarstovnarnar.

 

Endaliga orðingin av lógini varð send føroysku fíggjarstovnunum og Virðisbrævamarknaði Føroya til hoyringar tann 1. februar 2005. Ein viðmerking kom frá Virðisbrævamarknaði Føroya viðvíkjandi umsetingini av danska orðinum “fondsbørs”. Viðmerkingin tikin til eftirtektar, og er lógarteksturin broyttur samsvarandi viðmerkingini frá Virðisbrævamarknaði Føroya.

 

Fylgiskjøl

Skjal  1  :  Uppskot til “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om værdipapirhandel m.v.”

Skjal 2a :  Uppskot (L 172) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2b :  Uppskot (L 173) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2c :  Uppskot (L 176) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2d :  Uppskot (L 11) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2e :  Uppskot (L 214) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2f  :  Uppskot (L 64) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2g :  Uppskot (L 13) til broyting í m.a. “lov om værdipapirhandel m.v.” við viðmerkingum.

1. viðgerð 15. mars 2005. Tingmálini nr. 55 og 57/2004 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 5. apríl 2005 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð 15. mars 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann   17. og  31. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og  Felagið Peningastovnar.

 

Løgtingsmálini 55/2004, 56/2004, 57/2004 og 58/2004 hava í nevndini verið viðgjørd undir einum, og verður víst til viðmerkingarnar í álitinum í løgtingsmáli nr. 58/2004

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 14. apríl 2005. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 25-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 28-0-0. Málið avgreitt.