56  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om en garantifond for indskydere og investorer

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

”lov om en garantifond for indskydere og investorer”

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til kongliga fyriskipan um “lov om en garantifond for indskydere og investorer”.

 

Viðmerkingar

 

Endamálið við uppskotinum

Orsakað av tí altjóðagerð, sum framhaldandi fer fram í fíggjarheiminum, leggur landsstýrið stóran dent á, at føroyska lógargrundarlagið fyri fíggjarstovnar er á sama støði sum í øðrum londum. Tí er tað týdningarmikið, at fáa dagført ta fíggjarligu lóggávuna.

 

Fyriskipanin setir í gildi ta núverandi donsku “lov om en garantifond for indskydere og investorer” í Føroyum. Endamálið við lógini er at dagføra tað føroyska lógargrundarlagið soleiðis, at somu reglur eru galdandi í Føroyum sum í Danmark.

 

Lov om en garantifond for indskydere og investorer nr. 415 frá 26. juni 1998, sum broytt við lov nr. 347 frá 17. mai 2000, var sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 763 frá 29. august 2001.

 

Síðani lógin um innsetaratrygdargrunnin seinast var dagførd fyri Føroyar, er hon í Danmark broytt og dagførd tvær ferðir, og eru tað hesar broytingar, ið verða settar í gildi fyri Føroyar við hesum uppskoti. 

 

Niðanfyri verður greitt frá teimum høvuðsbroytingunum, sum dagføringin hevur við sær.

 

Stovnar, sum luttaka í  og skulu gjalda til trygdargrunnin

Orsakað av, at íløgufyrisitingarfeløg (investeringsforvaltningsselskaber) eru fevnd av lov om finansiel virksomhed, eru hesi feløg eisini vorðin fevnd av trygdargrunninum. Virksemi, sum loyvi verður givið til sambært § 10, stk. 2 í lov om finansiel virksomhed, verður fevnt av trygdargrunninum.

 

Í lov om finansiel virksomhed eru virðisbrævameklarafeløg og íløgufyrisitingarfeløg í størst møguligan mun javnsett. Tí koma íløgufeløg undir somu deild í trygdargrunninum sum virðisbrævameklarafeløg.

 

Tann parturin av virkseminum hjá einum íløgufyrisitingarfelag, sum kemur undir § 10, stk. 1 í lov om finansiel virksomhed, verður ikki fevndur av trygdargrunninum.

 

Í § 13 í lógini um innsetaratrygdargrunnin er í mun til áður lagt afturat, at íløgur, pengar, og virðisbrøv, ið eru ogn hjá feløgum í sama samtaki (koncern) ikki eru fevnd av trygdini í lógini. Harvið eru tað ikki bert íløgur, pengar, og virðisbrøv hjá dótturfeløgum hjá tí neyðstadda stovninum, sum ikki eru fevnd av lógini, men hjá øllum feløgum, sum eru í samtaki við tann neyðstadda stovnin.

 

Tillaging til føroysk viðurskifti

Lógin er tillaga, og hædd er tikin fyri teimum frábrigdum, ið standast av serligum føroyskum viðurskiftum.

 

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri tað almenna ella fyri fyritøkur, fevndar av lógini.

 

Hoyring

Í samband við at arbeiði við at dagføra lov om en garantifond for indskydere og investorer í Føroyum fór í gongd, hevði Fíggjarmálaráðið, saman við umboðum fyri danska fíggjareftirlitinum og danska búskapar- og vinnumálaráðnum, fund við umboð fyri Kaupthing Føroyar, Landsbanka Føroya og Felagið Peningastovnar, sum umboðar Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

 

Niðurstøðan á fundinum var, at teir føroysku fíggjarstovnarnir kundu taka undir við, at lov om en garantifond for indskydere og investorer verður dagførd fyri Føroyar.

 

Í sambandi við sjálvt arbeiði at tillaga donsku lógina til føroysk viðurskifti, hevur regluligt samband verið millum Fíggjarmálaráðið og føroysku fíggjarstovnarnar.

 

Endaliga orðingin av lógini varð send føroysku fíggjarstovnunum til hoyringar tann 1. februar 2005. Ongar viðmerkingar eru komnar til uppskotið. 

 

Fylgiskjøl

Skjal  1  :  Uppskot til “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om en garantifond for indskydere og investorer”

Skjal 2a :  Uppskot (L 173) til broyting í m.a. “lov om en garantifond for indskydere og investorer” við viðmerkingum.

Skjal 2b :  Uppskot (L 176) til broyting í m.a. “lov om en garantifond for indskydere og investorer” við viðmerkingum.

 

1. viðgerð 15. mars 2005. Løgtingsmálini nr. 58 og 56/2004 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 5. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð 15. mars 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann   17. og  31. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og  Felagið Peningastovnar.

 

Løgtingsmálini 55/2004, 56/2004, 57/2004 og 58/2004 hava í nevndini verið viðgjørd undir einum, og verður víst til viðmerkingarnar í álitinum í løgtingsmáli nr. 58/2004

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 14. apríl 2005. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 20. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.