57  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v."

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar  ”lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) til kongliga fyriskipan um “lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”.

 

Viðmerkingar

 

Endamálið við uppskotinum

Orsakað av tí altjóðagerð, sum framhaldandi fer fram í fíggjarheiminum, leggur landsstýrið stóran dent á, at føroyska lógargrundarlagið fyri fíggjarstovnar er á sama støði sum í øðrum londum. Tí er tað týdningarmikið, at fáa dagført ta fíggjarligu lóggávuna.

 

Fyriskipanin setir í gildi ta núverandi donsku “lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.” í Føroyum. Endamálið við lógini er, at dagføra tað føroyska lógargrundarlagið fyri íløgufeløg, serfeløg og aðrar felags íløguskipanir v.m. soleiðis, at somu reglur eru galdandi í Føroyum sum í Danmark.

 

Lov om investeringsforeninger og specialforeninger nr. 476 frá 10. juni 1997, sum broytt við lov nr. 1053 frá 23. desember 1998 og lov nr. 392 frá 30. mai 2000, var sett í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan nr. 76 frá 6. februar 2001.

 

Síðani lógin um íløgufeløg og serfeløg seinast var dagførd fyri Føroyar í februar 2001, er hon í Danmark sett úr gildi og avloyst av lov nr. 1169 frá 19. desember 2003 om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v., sum broytt við lov nr. 491 frá 9. juni 2004 og lov nr. 1383 frá 20. desember 2004.

 

Niðanfyri verður greitt frá teimum høvuðsbroytingunum, sum dagføringin hevur við sær.

 

Bakstøðið

Tey flestu donsku íløgufeløgini (tað finnast eingi føroysk íløgufeløg) hava eina nevnd og eitt fyrisitingarfelag (íløgufyrisitingarfelag), ið tekur sær av tí dagligu leiðsluni. Harafturat hava íløgufeløgini eitt goymslufelag (depotselskab), sum bæði skal hava felagsins reiðupening og virðisbrøv v.m. í varðveitslu, og skal hava eftirlit við teimum íløgum, sum felagið ger. Goymslufelagið skal harumframt hava eftirlit við, at lutaprógv verða útgivin og innloyst til prísir, sum eru í samsvari við lógina. Goymslufelagið skal vera ein peningastovnur.

 

Nógv íløgufeløg hava gjørt avtalu við goymslufelagið um, at goymslufelagið skal vegleiða íløgufelagnum um íløgurnar. Íløgufyrisitingarfelagið skal taka avgerðina um at gera eina íløgu, men síðani handla tey flestu íløgufeløgini virðisbrøv v.m. gjøgnum goymslufelagið. Harafturat er vanligt, at íløgufeløgini hava avtalað við goymslufelagið, at tað skal marknaðarføra íløgufelagið; t.v.s. selja lutir í íløgufelagnum til kundarnar hjá goymslufelagnum. Tað er vanligt, at samsýningin í hesum avtalum – burtursæð frá avtaluni um keyp og sølu av virðisbrøvum – verður roknað sum ein prosentpartur av ognini hjá íløgufelagnum.

 

Íleggjaravernd

Higartil hevur verið forboð ímóti, at goymslufelagið heilt ella partvís kann eiga fyrisitingarfelagið hjá einum íløgufelagi; hettar fyri at tryggja at fyrisitingarfelagið var óheft av goymslufelagnum. Hettar forboð er nú tikið av. Í staðin eru gjørdar verndarreglur, sum skulu forða fyri, at stríð verður millum áhugamálini hjá fyrisitingarfelagnum og áhugamálini hjá goymslufelagnum.

 

Endamálið við hesum reglum er at forða fyri, at leiðslan í einum íløgufelag ella einum íløgufyrisitingarfelag óbeinleiðis fær ábyrgd fyri áhugamálum, sum kunnu verða í stríð við áhugamálini hjá íløgufelagnum. Tær skerpaðu verndarreglurnar skulu tryggja, at nevndin í íløgufelagnum er óheft av goymslufelagnum, og at stjórin og leiðandi starvsfólk í íløgufelagnum ikki samstundis eru í starvi hjá, ella í nevndini fyri goymslufelagnum.

 

Verndarreglurnar eru harumframt galdandi í mun til onnur feløg, sum íløgufelagið hevur gjørt týðandi avtalur við. Harvið verður forðað fyri, at nevndarlimir bæði fáa ábyrgdina av at røkja áhugamálini hjá einum íløgufelag og tey áhugamál, sum eitt goymslufelag ella eitt annað felag, sum íløgufelagið hevur týðandi avtalur við, hava.

 

Hesar verndarreglur skulu síggjast í samanhangi við krøvini um upplýsing í prospektinum um gjørdar ráðgevingar-, marknaðarføringar- og goymsluavtalur v.m. Við hesum fáa íleggjararnir og marknaðurin møguleika fyri at seta seg inn í viðurskiftini hjá einum íløgufelag, frammanundan ein møgulig íløga verður gjørd í felagið. Hesin opinleikin er ein týðandi táttur í íleggjaraverndini.

 

Í lógini eru nýggjar reglur um, at íløgufelagið skal útgeva eitt einfalda prospekt. Harumframt hevur danski búskapar- og vinnumálaráðharrin heimild til at áseta nærri reglur um góðan handilssið og góða siðvenju innan økið.

 

Fámannafeløg(Fåmandsforeninger)

Við lógini verður møguleiki fyri einum nýggjum slagi av íløgufeløgum, fámannafeløg. Hesi feløg eru ætlaði stórum vinnuligum íleggjarum so sum tryggingarfeløgum og eftirlønarfeløgum (pensionskasser). Vælhavandi privatir íleggjarar kunnu eisini seta pening í hesi íløgufeløg.

 

Fámannafeløg skulu avloysa serfeløgini (specialforeninger) við fáum limum, og fámannafeløgini skulu regulerast á ein einklari hátt enn tey núverandi serfeløgini. Tað er t.d. upp til fámannafeløgini sjálvi at avgera, um tey vilja vera undir eftirliti.

 

Fámannafeløg skulu hava eina nevnd og eitt íløgufyrisitingarfelag sum dagliga leiðslu. Harumframt skulu fámannafeløgini hava teirra ognir (virðisbrøv, pengamarknaðinstrumentir, lutir í øðrum íløgufeløgum, deildum og íløgustovnum, avleidd fíggjarlig instrumentir og reiðan pening v.m.) í varðveitslu hjá einum goymslufelag. Fíggjareftirlitið skal ikki góðkenna viðtøkurnar, viðtøkubroytingar ella stovnan av nýggjum deildum hjá felagnum.

 

Reglurnar um, at nevndin skal vera egna og reiðilig, felagsins og leiðslunnar skylda til beinanvegin at siga Fíggjareftirlitinum frá um týðandi viðurskifti fyri felagsins framhaldandi rakstur, reglurnar um útgávu (emission) og innloysing, íløguprógv v.m., ársroknskap, grannskoðan og nýtsla av ársavlopi, prospektir, afturtøka av loyvi, instrumentir, íløgureglur og reglurnar um íløgumøguleikarnar hjá serfeløgum, verða eisini galdandi fyri fámannafeløg. Fámannafeløgini kunnu tó avtakast á ein einfaldari hátt enn íløgufeløg og serfeløg, har limirnir vanliga eru eitt stórt tal av smáíleggjarum (forbrúkarar), og tí hava fyri neyðini íleggjaravernd í størri mun enn vinnuligir íleggjarar.

 

Tann lagaliga reguleringin verður hildin at vera ráðilig, orsakað av at limirnir í fámannafeløgum vilja vera vinnuligir íleggjarar og vælhavandi privatir íleggjarar. Hesir íleggjarar velja at seta pening í fámannafeløg í staðin fyri sjálvir at røkja egnar íløgur. Talan er sostatt um íleggjarar, sum megna at røkja egin áhugamál, og tí er íleggjaravernd av minni týdningi. Afturat hesum kemur, at íløgufyrisitingarfeløgini, sum sambært uppskotinum skulu taka sær av dagligu leiðsluni av fámannafeløgunum, í framtíðini fara at verða reguleraði javnsett øðrum fíggjarstovnar. Tað við siga, at tey skulu halda reglur um góðan sið og reglur um ósambærilig áhugamál. Tað er tí ikki tørvur á at gera fleiri reglur fyri fámannafeløg.

 

Aðrar felags íløguskipanir (Andre kollektive investeringsordninger)

Í kapittul 17 í lógini, er ein grein, sum ásetur eina ávísa regulering av “øðrum felags íløguskipanum”, sum ikki eru fevndar av einkarrættinum hjá íløgufeløgum og serfeløgum og heldur ikki av lóggávuni fyri onnur feløg (t.d. P/F og sp/f). Ásetingin er gjørd fyri at lúka altjóða fyrisett mál fyri íleggjaravernd.

 

Eyðkennið fyri hesar felags íløguskipanir er, at tær í mestan mun seta pengar teirra í virðisbrøv v.m. Talan kann t.d. vera um puljir, har íløgurnar ikki verða gjørdar eftir einari meginreglu um váðaspjaðing, ella um puljir, sum gera íløgurnar við at taka lán. Um ein felags íløguskipan ger sínar íløgur á ein slíkan hátt, at hon líkist einum íløgufelag ella serfelag, kann Fíggjareftirlitið avgera, at íløguskipanin skal umskipast til eitt íløgufelag ella serfelag. Við hesum verður tryggjað, at íleggjararnir fáa somu íleggjaravernd, sum limirnir í einum íløgufelag hava.

 

Felags íløguskipanir skulu fyrisitast av peningastovnum, virðisbrævameklarum ella íløgufyrisitingarfeløgum. Við hesum verða íløguskipanirnar undirgivnar einari ávísari regulering, men ikki einum beinleiðis eftirliti, við tað at tær koma undir tað eftirliti, sum Fíggjareftirlitið hevur við teimum feløgum, sum hava fyrisitingina av teimum. Fíggjareftirlitið skal ikki geva loyvi til ella góðkenna aðrar felags íløguskipanir, men tær skulu lúka nøkur krøv fyri at verja íleggjararnar. Ábyrgdin fyri góðskuni á øðrum felags íløguskipanum liggur sostatt á tí íløgufyrisitingarfelagnum, virðisbrævameklarafelagnum ella peningastovninum, sum útbjóðar tær.

 

 

Útlendskir íløgustovnar

Krøvini til marknarføringina hjá útlendskum íløgustovnum í Føroyum eru herd. Higartil hevur bert verið neyðugt at útvega loyvi til beinleiðis marknaðarføring av útlendskum íløgustovnum. Í framtíðini verður eisini kravt loyvi til óbeinleiðis marknaðarføring av útlendskum íløgustovnum. Við óbeinleiðis marknaðarføring verður hugsað um teir útlendsku íløgustovnarnar, hvørs lutir ganga inn sum partar av einari aðrari fíggjarvøru. Hettar er galdandi fyri t.d. tryggingar, sum afturat sær hava íløgugrunnar, men eisini eftirlønarpuljir hjá peningastovnum og íløgustovnsfeløg, har lutir  í íløgustovnum og íløgufeløgum og serfeløgum innganga.

 

Prísáseting á lutum og úrslitagrundað (resultatbaseret) løn

Í lógini eru ásetingar, sum skulu vera við til at betra um íløgufyrisitingina hjá feløgunum og broytingar, sum skulu styrkja kappingarføri hjá teimum mótvegis útlendskum íløgustovnum. Fíggjareftirlitið hevur ásett reglur um útgávu- og innloysningsprísin, sum fyrr bert kundi roknast á ein hátt, soleiðis at feløgini nú eisini fáa møguleika fyri at nýta aðrar roknihættir.

 

Harumframt verður møguligt hjá íløgufeløgunum at løna teirra starvsfólki, ella gjalda samsýning til íløgufyrisitingarfelagið, í mun til tað úrslit, sum feløgini røkka.

 

Ársroknskapur og grannskoðan

Í lógini er eitt nýtt kapittul um ársroknskap og grannskoðan, soleiðis at ásetingarnar í mest møguligan mun koma at samsvara við roknskaparásetingarnar í lov om finansiel virksomhed.

 

Broytingar í reglunum um samanlegging (fusion) og uppathald (ophør)

Tær størstu broytingarnar á hesum økinum eru, at tað verður møguligt at samanleggja deildir tvørturum feløg og at samanleggja deildir og feløg.

 

Harumframt eru reglurnar um at flyta yvir og afturkalla góðkenningina hjá einum felagi, neyvlýstar.

 

Plaseringsreglur

Við lógini økjast íløgumøguleikarnir hjá feløgunum. Feløgini hava higartil fyrst og fremst havt loyvi til at gera íløgur í partabrøv og lánsbrøv, skrásett á einum børsi. Við hesi lógini verður eisini møguleiki fyri at gera íløgur í pengamarknaðarinstrumentir, bankainnistandandi, lutir í øðrum stovnum fyri felags íløgur og standardiseraðar futures og optiónir, sum verða handlaðar á einum reguleraðum marknaði. Slíkar íløgur verða tó lagdar undir ávísar, treytir serliga viðvíkjandi spjaðing. Latið verður eisini upp fyri íløgum í ávísum øðrum stovnum, um hesir lúka ávísar treytir.

 

Sum ein avleiðing av teimum øktu íløgumøguleikunum eru ásett nýggj mørk fyri íløgurnar. Eitt felag kann sum meginregla hægst seta 20 prosent av síni ogn í ein og sama fíggjarstovn.

 

Harumframt er tað ein fylgja av teimum broyttu íløgureglunum, at tað nú verður møguligt hjá íløgufeløgum at gera íløgur sambært einari góðkendari partabræva- ella lánsbrævaskrá. Fyrr høvdu bert serfeløg hendan møguleika.

 

Heimiling (delegation)

Lógin ásetur reglur um heimiling. Reglurnar skulu tryggja, at eitt felag ikki letur øðrum upp í hendur allar sínar fyrisitingaruppgávur, og at heimilingin ikki hindrar einum virknum eftirliti við felagnum.

 

Ásett er, at felagið ikki kann lata øðrum upp í hendur at taka avgerðir um íløgur ella aðrar kjarnuuppgávur, eins og ábyrgdin fyri einari uppgávu framvegis liggur á leiðsluni í felagnum, sjálvt um uppgávan er latin upp í hendurnar á øðrum. Fíggjareftirlitið skal hava boð um allar avtalur um heimiling.

 

Tillaging til føroysk viðurskifti

Lógin er tillagað, og hædd er tikin fyri teimum frábrigdum, ið standast av serligum føroyskum viðurskiftum.

 

Við § 134, stk. 2 í uppskotinum verða konglig fyriskipan nr. 76 frá 6. februar 2001 og konglig fyriskipan nr. 118 frá 21. februar 2003 om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger settar úr gildi. Orsøkin, til at tvær kongligar fyriskipanir skulu setast úr gildi er, at fyriskipan nr. 118 frá 21. februar 2003 er kunngjørd í Danmark, men ikki í Føroyum, og tí er fyriskipan nr. 76 frá 6. februar 2001 framvegis í gildi í Føroyum.

 

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri tað almenna. Fyri feløg, fevnd av lógini kunnu ikki væntast stórvegis fyrisitingarligar avleiðingar. Fyri tey feløg, sum koma undir eftirlit kunnu væntast avmarkaðar fíggjarligar avleiðingar, orsakað av at hesi feløg sjálvi koma at gjalda fyri eftirlitið.

 

Altjóða- og ES-reglur

Danska lóggávan á fíggjarøkinum er í stóran mun eitt úrslit av, at settar eru í gildi ES-reglur. ES-reglurnar eru aftur í stóran mun eitt úrslit av altjóða samráðingum, har flest øll framkomin lond eru komin ásamt um, hvussu fíggjarøkið verður skipað á skilabesta hátt fyri at tryggja støðufesti og fyribyrgja fíggjarligum kreppum.

 

At neyðugt hevur verið at gera millumtjóða avtalur á fíggjarøkinum kemst av tí framhaldandi altjóðagerð, sum fer fram í fíggjarheiminum, m.a. at fleiri og fleiri fíggjarstovnar ganga saman í altjóða samtøk.

 

Í lógini verður í fleiri førum víst til ES-fyriskipanir. Hettar eru altjóða reglur, sum eitthvørt land, sum ynskir ein framkomnan og tíðarhóskandi fíggjargeira, má fylgja.

 

Hoyring

Í sambandi við at arbeiði við at seta lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v. í gildi í Føroyum fór í gongd, hevði Fíggjarmálaráðið, saman við umboðum fyri danska fíggjareftirlitinum og danska búskapar- og vinnumálaráðnum, fund við umboð fyri Kaupthing Føroyar, Landsbanka Føroya og Felagið Peningastovnar, sum umboðar Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

 

Niðurstøðan á fundinum var, at teir føroysku fíggjarstovnarnir kundu taka undir við, at lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v. verður sett í gildi fyri Føroyar.

 

Í sambandi við sjálvt arbeiðið at tillaga donsku lógina til føroysk viðurskifti, hevur regluligt samband verið millum Fíggjarmálaráðið og føroysku fíggjarstovnarnar.

 

Endaliga orðingin av lógini varð send føroysku fíggjarstovnunum til hoyringar tann 1. februar 2005. Ongar viðmerkingar eru komnar til uppskotið.

 

Fylgiskjøl

Skjal  1  :  Uppskot til “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.”

Skjal 2a :  Uppskot (L 7) til “lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2b :  Uppskot (L 214) til broyting í m.a. “lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.” við viðmerkingum.

Skjal 2c :  Uppskot (L 64) til broyting í m.a. “lov om investeringsforeninger og specialforeninger samt andre kollektive investeringsordninger m.v.” við viðmerkingum.

 

1. viðgerð 15. mars 2005. Tingmálini nr. 55 og 57/2004 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 5. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð 15. mars 2005 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann   17. og  31. mars 2005.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, og  Felagið Peningastovnar.

 

Løgtingsmálini 55/2004, 56/2004, 57/2004 og 58/2004 hava í nevndini verið viðgjørd undir einum, og verður víst til viðmerkingarnar í álitinum í løgtingsmáli nr. 58/2004

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 14. apríl 2005. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.