76  Uppskot til  ríkislógartilmæli um broyting í "lov om sygeplejersker således, som den er sat i kraft for Færøerne"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. mars, legði Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi  

 

Uppskot

til

ríkislógartilmæli

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan:

 

Anordning om ændring af kongelig anordning, hvorved lov om sygeplejersker sættes i kraft på Færøerne 


 

§ 1

 

I kongelig anordning nr. 353 af 21. december 1959, hvorved lov om sygeplejersker sættes i kraft på Færøerne, som senest ændret ved kongelig anordning nr. 217 af 6. april 1988, foretages følgende ændringer:

 

1.      I § 2, stk. 1, indsættes efter ”dansk”: ”eller færøsk”.

 

2.      § 2, stk. 4 affattes således: 

Stk. 4. Det er en betingelse for meddelelse af autorisation på baggrund af færøsk sygeplejerskeeksamen, at den færøske sygeplejerskeuddannelse kan ligestilles med den danske sygeplejerskeuddannelse.”

 

§ 2

 

Anordningen træder i kraft dagen efter, at den er kundgjort på Færøerne.”

 

Viðmerkingar

Hjá flestu heilsustarvsfólkunum, ið starvast innan heilsuverkið í Føroyum, eru løggildisskipanir settar í gildi. Í løggildingini síggja bæði myndugleikar og sjúklingar, at heilsustarvsfólk hava ein ávísan yrkisførleika, eins og sjúklingar hava eina grundaða vón um, at hesin førleiki er til staðar, so leingi løggildingin er galdandi. Løggilding krevst, um ein persónur skal arbeiða sum sjúkrarøktarfrøðingur í Føroyum. Tað er Sundhedsstyrelsen í Danmark, ið letur løggildingina.

 

Neyðugt er at broyta lógina viðvíkjandi løggilding orsakað av, at Føroyar yvirtóku ábyrgdina av at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar, tá skúlamál endaliga vórðu yvirtikin sum føroyskt sermál tann 1. januar 2002. Mentamálaráðið hevur í hesum sambandi umrøtt ætlaðu broytingarnar við Undervisningsministeriet og Sundhedsstyrelsen.

 

Í § 1, nr. 1 í uppskotinum verður lýst neyvt, at tann, ið hevur staðið ”føroysku” sjúkrarøktarfrøðingapróvtøkuna, hevur rætt til løggilding sum sjúkrarøktarfrøðingur.

 

§ 1, nr. 2 í uppskotinum hevur millum annað við sær, at landsstýrismaðurin í undirvísingarmálum fær heimild at áseta nærri reglur um føroysku sjúkrarøktarfrøðingaútbúgvingina, eftir at hava útvegað eitt ummæli frá Sundhedsstyrelsen.

 

Undir samráðingunum vóru fleiri uppskot um orðing av fyriskipanini umrødd. Umhugsað varð, um rætturin til løggilding skuldi hava avtalurættarligt grundarlag. Danska samráðingarnevndin vísti á, at avtaluloysnin hevði við sær, at eftirlitið við innihaldinum, próvtøkum o.ø. skuldi vera ein partur av avtaluni. Sundhedsstyrelsen vísti eisini á, at teir vildu ikki lata einum bólki av starvsfólki løggilding, uttan so at teir høvdu trygd fyri, at dygdin á útbúgvingini var í lagi. Um løggildisrætturin varð ásettur við lóg, varð ikki tørvur á nakrari avtalu ella neyvum eftirliti. Ásetingin var tá av formligum slagi og skuldi skiljast sum ein trygdarfyriskipan hjá løggildismyndugleikanum og teimum lesandi.

 

Frá danskari síðu varð gjørt vart við, at donsku myndugleikarnir ikki høvdu heimild ella ætlanir um at leggja seg út í tilevningina av føroysku lógini ella av øðrum fyriskipanum. Um Sundhedsstyrelsen fekk kunngerðina um innihaldið í útbúgvingini, sum verður umsitin av skúlaverkinum, til kunningar, vóru treytirnar í § 1, nr. 2 í uppskotinum loknar. Niðurstøðan á fundinum millum Mentamálaráðið, Undervisningsministeriet og Sundhedsstyrelsen varð, at rætturin til løggilding er best tryggjaður við nevndu broytingum í ”lov om sygeplejersker således, som den er sat i kraft for Færøerne” og við broyting í kunngerð nr. 60 frá 23. apríl 2003, sum hevur heimild í løgtingslóg um útbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum.

 

Sum støðan er í dag, so eru ásetingarnar í § 2, stk. 4-6 í ”lov om sygeplejersker således, som den er sat i kraft for Færøerne” ikki galdandi, tí henda áseting fór úr gildi sambært § 18, stk. 3 í løgtingslóg um útbúgving av sjúkrasystrum.

 

Á fundi við Indenrigs- og sundhedsministeriet tann 25. mai 2004 varð avtalað, at Indenrigs- og Sundhedsministeriet og Sundhedsstyrelsen ikki hava viðmerkingar til hetta ríkislógartilmæli, um so er, at fylgjandi broyting verður gjørd í § 14, stk. 2 í kunngerð nr. 60 frá 23. apríl 2003:

 

“Áðrenn námsskipan verður ásett, og um munandi broytingar verða gjørdar í henni, skal hon góðkennast av landsstýrismanninum í almanna- og heilsumálum, eftir at ummæli er útvegað frá Sundhedsstyrelsen”.

 

Í skrivi, dagfest 7. september 2004, hevur Mentamálaráðið boðað frá, at ráðið ikki hevur viðmerkingar til hesa broyting í kunngerðini.

 

 

Hjáløgd skjøl

Skjal 1:    Brot úr frágreiðing frá fundi tann 25. mai 2004 millum umboð fyri Almanna- og heilsumálaráðið og Indenrigs- og sundhedsministeriet.

Skjal 2:    Skriv frá Mentamálaráðnum, dagfest 7. september 2004.

 

 1. viðgerð 17. mars 2005. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 13. apríl 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit 

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. mars 2005, og eftir 1. viðgerð tann 17. mars 2005 er tað beint í trivnaðarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 8. apríl 2005.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 27. apríl 2005. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 26-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 29. apríl 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 27-0-0. Málið avgreitt.