27  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om finansiel virksomhed"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2005, 4. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed”

 

Viðmerkingar

 

Á vári 2005 varð samtykt á Løgtingi ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om finansiel virksomhed”. Lógin er ikki lýst í kunngerðarblaðnum, tí avgjørt varð á fundi í millum landsstýrismannin í fíggjarmálum og økonomi- og erhvervsministaran  at gera eitt nýtt ríkislógartilmæli við somu gildiskomu, sum tað, ið varð samtykt á vári 2005. Hetta ríkislógartilmælið svarar sostatt til ríkislógartilmælið, sum varð samtykt í vár, tó við nøkrum broytingum.

Talan er um tvær broytingar:

1.      Roknskapar- og solvenskapittulin úr “Anordning nr. 813 frá 2. oktober 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om banker og sparekasser m.v.”, sum í dag er í gildi í Føroyum, verður sett inn í “lov om finansiel virksomhed”. Í januar 2007 verða hesir báðir kapitlar dagførdir í samsvar við danska lóggávu á økinum.

2.      Dagføringar. Dagføringarnar eru avleiðingar av dagføringum í “lov om værdipapirhandel”, har kapittulin um hedgefeløg (nýtt slag av íløgufelag) er settur inn, og dagføring í Danmark í samband við Modernisering af Danmarks Skibskreditfond.

 

Viðmerkjast skal her, at avgerð var tikin um at leggja alla lógina um “finansiel virksomhed” aftur fyri Løgtingið í staðin fyri eitt broytingaruppskot til fyriskipanina, sum varð samtykt í vár, tí hetta var tað greiðasta fyri Fíggjareftirlitið, ið er myndugleikin ið hevur eftirlitið við fíggjarstovnunum.

 

Endamálið við uppskotinum

 

Orsakað av tí altjóðagerð, sum framhaldandi fer fram í fíggjarheiminum, leggur landsstýrið stóran dent á, at føroyska lógargrundarlagið fyri fíggjarstovnar er á sama støði sum í øðrum londum. Tí er tað týdningarmikið at fáa dagført fíggjarligu lóggávuna.

Fyriskipanin setir í gildi núgaldandi donsku “lov om finansiel virksomhed” í Føroyum, tó við omanfyrinevndu broytingum undir pkt. 1 og 2. Endamálið við lógini er at dagføra føroyska lógargrundarlagið fyri ávís sparivirkir, peningastovnar, og virðisbrævameklarafeløg soleiðis, at somu reglur eru galdandi í Føroyum sum í Danmark. Harafturat verður við hesari lóg, sum nakað nýtt, møguleiki fyri at stovna íløgufyrisitingarfeløg (investerings­forvaltnings­selskaber), e-peningavirkir (útgevarar av elektroniskum pengum) og hedgefeløg í Føroyum.

 

Lógin samlar fíggjarligu lóggávuna í eina lóg (tó ikki realkredit- og tryggingarøki, sum eru føroysk sermál). Fyri at gera reglurnar greiðari og meiri samanberiligar, er bygnaðurin í lógini broyttur í mun til galdandi økislóggávuna. Somuleiðis er samsvar fingið í málburð og ymsar reglur, sum er í galdandi økislóggávu.

 

Fyriskipanin kemur at seta úr gildi hesar fyriskipanir og lógir:

 

Henda fyriskipanin kemur í staðin fyri løgtingsmál nr. 58 ”Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om finansiel virksomhed, ið varð samtykt í Løgtinginum á vári 2005.

 

Tað, ið samtykt varð á vári 2005, er í stuttum hetta.

Innlit í føroysk peningastovns- og fíggjarviðurskifti

Føroyskir myndugleikar hava í langa tíð haft ynski um at fáa upplýsingar frá Fíggjareftirlitinum um innlit í føroysk peningastovns- og fíggjarviðurskifti á jøvnum føti við danskar myndugleikar. Semja er nú fingin við danskar myndugleikar um henda spurning.

 

Ætlanin er at leggja eitt nýtt ríkislógartilmæli viðvíkjandi ásetingini fyri Løgtingið, so skjótt broytingin er samtykt á Fólkatingi. Uppskotið verður lagt fyri Fólkatingið í oktober 2005.

 

Loyvi, einkarrættur og virkisøki

Lógin setur á stovn eina loyvisskipan fyri allar fíggjarstovnar. Skipanin førir við sær, at tað í størri mun verður fokuserað á, at eins viðurskifti verða viðgjørd eins. Loyvisskipanin er soleiðis samansett, at um ein fíggjarstovnur hevur ætlanir um at fara í gongd við eitt annað slag av virksemi, sum krevur loyvi, skal fíggjarstovnurin hava loyvi til at útinna hetta virksemi.

 

Krøvini til partapening fyri at kunna stovna ein nýggjan peningastovn verða økt frá 5 mió. evrum til 8 mió. evrur.

 

Góður siður

Fíggjareftirlitið kann sambært lógini áseta nærri reglur og leiðreglur um góðan handilssið og góða siðvenju innan virkisøkið.

 

Leiðsla og spekulatión

Reglurnar um forboð móti spekulatión fyri limir í leiðsluni verða við hesi lógini harmoniseraðar og innihaldsliga gjørdar einfaldari. Til dømis verður tað í størri mun lagt til leiðsluna í teimum einstøku fyritøkunum at tryggja, at reglurnar verða hildnar. Somuleiðis er persónsskarin, sum verður raktur av forboðnum, broyttur soleiðis, at hann verður meira fleksibul og svarar til veruligu viðurskiftini. T.v.s. at reglurnar í størri mun bert koma at raka teir persónar, har vandi er fyri samanblanding av egnum áhugamálum og áhugamálunum hjá fíggjarstovninum.

 

Reglurnar um at geva víðari upplýsingar

Lógin hevur ásetingar, ið skulu tryggja, at viðskiftafólk í trúnaði kunnu lata upplýsingar til fíggjarstovnarnar og at fíggjarstovnarnir ikki geva víðari upplýsingar um viðskiftafólk uttan samtykki, uttan í heilt serligum førum. Eisini eru ásetingar um, at viðskiftafólk verða nóg væl upplýst, tá tey geva samtykki til, at upplýsingar um tey verða givnar víðari, umframt at viðskiftafólk ikki verða útsett fyri óynsktari marknaðarføring og ráðgeving.

 

Solvens

Lógin harmoniserar hugtøkini fyri kapital og hvussu solvenskravið skal roknast út. Hetta er ein liður í ynskinum um, at eins viðurskiftir skulu viðgerast eins.

 

Gjaldføri

Lógin hevur ásetingar, ið skulu tryggja, at fíggjarstovnar seta pengar teirra trygt, og eisini hava eitt nøktandi gjaldføri. Talan er í stóran mun um at føra víðari galdandi reglur.

 

Reglur um samtøk (koncerner)

Verandi reglur um samtøk eru samanskrivaðar í lógini, og er skipanin av reglunum broytt í mun til galdandi reglur.

 

Roknskaparreglur

Lógin hevur felags yvirskipaðar roknskaparreglur fyri allar fíggjarstovnar. Hesar reglur skulu tryggja eitt einsháttað støði fyri tær roknskaparásetingar, sum skulu vera galdandi fyri tey ymisku sløgini av fyritøkum í fíggjargeiranum. Eisini skulu hesar reglur tryggja støðið fyri framhaldandi tillagingini til altjóða menningina á roknskaparøkinum.

 

Sparivirkir og útgevarar av elektroniskum pengum

Lógin hevur serligar kapitlar fyri sparivirkir og útgevarar av elektroniskum pengum. Í kapitlunum verður víst til, hvørjar aðrar ásetingar í lógini eisini eru galdandi fyri hesar fyritøkur. Kapittulin um sparivirkir er ein nútímansgerð av tí í Føroyum galdandi lógini um ávís spari- og útlánsvirkir.

 

Eftirlitsreglur

Við hesari lógini fær Fíggjareftirlitið møguleika fyri at krevja neyðug tiltøk sett í verk. Fíggjareftirlitið kann koma uppí, um áhugamálini hjá innsetarum, virðisbrævaeigarum ella øðrum íleggjarum eru í vanda, og um vandi er fyri, at fyritøkan fer at missa sítt loyvi.

 

Harafturat fær Fíggjareftirlitið heimild til, undir ávísum nærri ásettum treytum, at áleggja einum fíggjarstovni at koyra ein lim í stjórnini í fíggjarstovninum úr starvi, um viðkomandi ikki megnar uppgávuna ella yrkið.

 

Serlig føroysk viðurskiftir í samband við roknskapar- og solvenskapittulin.

 

Roknskaparkapittulin (Ikki áður lagt fyri Løgtingið)

Roknskaparreglurnar, sum eru í “lov om finansiel virksomhed”, sum varð samtykt av Løgtinginum í vár, skulu ikki setast í gildi fyrr enn 1. januar 2007. Tað vil siga fáa virknað frá roknskaparári, sum byrjar 1. januar 2007. Orsøkin til hetta er, at peningastovnum og Elektron nýtast tíð at tillaga kt-skipanir, fyri at fylgja lógini og tilhoyrandi kunngerðum um “finansiel virksomhed”.

 

Tær roknskapar- og grannskoðanarreglur, sum í dag eru í gildi, hava gildi í ríkislógartilmæli nr. 813 frá 2. oktober 2002 “om ikrafttræden for Færøerne af lov om banker- og sparekasser m.v.” umframt ríkislógartilmæli nr. 75 frá 6. februar 2001 “om ikrafttræden for Færøerne af lov om fondsmæglerselskaber”.

 

Her er í stuttum lýst, hvørjar roknskapar- og grannskoðanarreglur verða galdandi til 1. januar 2007 (sí skjal 2):

 

 

Solvens kapittulin (Ikki áður lagt fyri Løgtingið)

Solvenskapittulin, sum er galdandi í dag í “lov om banker og sparekasser m.v.” er settur inn, soleiðis at hetta framvegis hevur gildi aftan á 1. januar 2006. Grundgevingin er tann sama sum fyri roknskaparkapittulin, at kt-skipanir skulu mennast hjá Elektron og peningastovnunum. Nakrar broytingar eru tó gjørdar í gamla kapitlinum, í mun til galdandi reglur um solvens.  Hesar broytingar eru ikki í innihaldinum, men í nøkrum hugtøkum, soleiðis at ávís hugtøk, nýtt í “lov om finansiel virksomhed” verða brúkt ið staðin fyri tær úr banka- og sparikassalógini.

 

Tillaging til føroysk viðurskifti

Lógin er tillagað, og hædd er tikin fyri teimum frábrigdum, ið standast av serligum føroyskum viðurskiftum.

 

Sambært nýggju lógini er ikki longur loyvt at stovna nýggjar samvinnukassar (andelskasser). Av tí at eingin samvinnukassi er í Føroyum, eru allar reglur viðvíkjandi samvinnukassum tiknar úr lógini.

 

Realkredit- og tryggingarøkið eru yvirtikin sum føroysk sermál, og tí eru allar reglur og ásetingar viðvíkjandi realkredit- og tryggingarvirksemi tiknar úr lógini.

 

Við § 376, stk. 1, nr. 3 í uppskotinum verða kongalig fyriskipan nr. 75. frá 6. februar 2001 og konglig fyriskipan nr. 1215 frá 19. desember 2002 om ikrafttræden for Færøerne af lov om fondsmæglerselskaber settar úr gildi. Orsøkin til, at tvær kongligar fyriskipanir skulu setast úr gildi, er, at fyriskipan nr. 1215 frá 19. desember 2002 er kunngjørd í Danmark, men ikki í Føroyum, og tí er fyriskipan nr. 75 frá 6. februar 2001 framvegis í gildi í Føroyum.

 

Búskaparligar og fyrisitingarligar avleiðingar

Uppskotið hevur ikki búskaparligar ella fyrisitingarligar avleiðingar fyri tað almenna. Fyri fíggjarstovnarnar kunnu væntast ávísar fyrisitingarligar avleiðingar, m.a. orsakað av tillagingum á KT økinum.

 

 

Altjóða- og ES-reglur

Danska lóggávan á fíggjarøkinum er í stóran mun eitt úrslit av, at settar eru í gildi ES-reglur. ES-reglurnar eru aftur í stóran mun eitt úrslit av altjóða samráðingum, har flest øll framkomin lond eru komin ásamt um, hvussu fíggjarøkið verður skipað á skilabesta hátt fyri at tryggja støðufesti og fyribyrgja fíggjarligum kreppum.

 

At neyðugt hevur verið at gera millumtjóða avtalur á fíggjarøkinum kemst av tí framhaldandi altjóðagerð, sum fer fram í fíggjarheiminum, m.a. at fleiri og fleiri fíggjarstovnar ganga saman í altjóða samtøk.

 

Í lógini verður í fleiri førum víst til ES-fyriskipanir. Hetta eru altjóða reglur, sum eitthvørt land, sum ynskir ein framkomnan og tíðarhóskandi fíggjargeira, má fylgja.

 

Hoyring

 

Í samband við at arbeiðið við at seta “lov om finansiel virksomhed” í gildi í Føroyum fór í gongd, hevði Fíggjarmálaráðið, saman við umboðum fyri danska fíggjareftirlitinum og danska búskapar- og vinnumálaráðnum, fund við umboð fyri Kaupthing Føroyar, Landsbanka Føroya og Felagið Peningastovnar, sum umboðar Føroya Banka, Føroya Sparikassa, Norðoya Sparikassa og Suðuroyar Sparikassa.

 

Niðurstøðan á fundinum var, at teir føroysku fíggjarstovnarnir í stóran mun longu fylgdu teimum donsku lógunum á økinum, og at teir tí kundu taka undir við, at “lov om finansiel virksomhed” verður sett í gildi fyri Føroyar.

 

Í samband við sjálvt arbeiðið at tillaga donsku lógina til føroysk viðurskifti, hevur regluligt samband verið millum Fíggjarmálaráðið og umboð fyri føroysku fíggjarstovnarnar.

 

Endaliga orðingin av lógini varð send føroysku fíggjarstovnunum til hoyringar tann 31. august 2005, og av tí at stovnarnir høvdu verið kunnaðir so hvørt, arbeiðið var gjørt, fingu teir svarfreist til tann 9. september, sum varð longd til 14. september 2005.

 

Í tætta samskiftinum í millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Peningastovnar hava peningastovnarnir ført fram, at “tað er fatan peningastovnanna, at “lov om finansiel virksomhed” og tær kunngerðir, ið fíggjareftirlitið hevur sett í verk eftir nýggju lógini, hava við sær grundleggjandi broytingar í umstøðunum hjá peningastovnunum í Føroyum, og seta stór krøv til peningastovnarnar.

 

Serliga er tað nýggju roknskaparreglurnar, ið koma at seta stór krøv til KT-skipanir peningastovnanna, og mett verður, at tað tilfeingið, ið má setast av til neyðugu broytingarnar hesum viðvíkjandi, kemur at verða stórt. Peningastovnarnir meta tó, at tillagingarnar á KT økinum eru klárar til 1. januar 2007.

 

Eisini leggur Felagið Peningastovnar dent á, at “lov om finansiel virksomhed” í Føroyum bert kemur at verða galdandi fyri peningastovnar og ikki fyri skaða- og lívstryggingarfeløg. Hetta, metir Felagið Peningastovnar, kann koma at virka kappingaravlagandi, og tí verður mælt til, at føroyska tryggingarlóggávan verður broytt, so hon kemur at samsvara “lov om finansiel virksomhed”.

Felagið Peningastovnar hevur eisini gjørt vart við, at teir ikki kunna halda ásetingarnar í lógini og kunngerð um góðan sið, orsakað av at teir ikki hava møguleika at nýta persónstalið til fyrisitingarliga nýtslu. Arbeitt verður við eini loysn á hesum máli.

 

Samanumtikið siga føroysku peningastovnarnir, at teir eru samdir í, at tað er neyðugt, at lógarverkið fyri peningakervið verður dagført.

 

Fíggjarmálaráðið hevur saman við Fíggjareftirlitinum og Økonomi- og erhvervsministeriet avgjørt at taka til eftirtektar áheitan frá Felagnum Peningastovnar um at bíða til 1. januar 2007 at seta í gildi nýggju kunngerðirnar, ið hava heimild í roknskapar- og solvenskapitlunum í “lov om finansiel virksomhed”. Sambært Fíggjareftirlitinum skulu kapitlarnir úr “lov om banker og sparekasser m.v. og lov om fondsmæglerselskaber” um solvens og roknskap vera í gildi, um kunngerðirnar, sum í dag eru galdandi og hava heimild í hesum lógum, skulu vera í gildi til 1. januar 2007.  Tí verða hesir tveir kapitlarnir settir inn í lógina um “finansiel virksomhed”.

 

Fylgiskjøl

Skjal  1:  Uppskot til “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed”.

Skjal 2: Notat “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om finansiel virksomhed – regnskabskapitlet”

Skjal 3a:  Uppskot (L 43) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 3b:  Uppskot (L 49) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Hesi skjøl vórðu løgd fyri Løgtingið á vári 2005.

Skjal 3c: Uppskot (L 176) til “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 3d: Uppskot (L 11) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 3e: Uppskot (L 144) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 3f: Uppskot (L 214) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 3g  :  Uppskot (L 64) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum.

Skjal 3h  :  Uppskot (L 13) til broyting í m.a. “Lov om finansiel virksomhed” við viðmerkingum. 

 

1. viðgerð 9. november 2005. Tingmálini nr. 25, 26 og 27/2005 vórðu viðgjørd undir einum og beind í fíggjarnevndina, sum tann 16. november 2005 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. november 2005, og eftir 1. viðgerð tann 9. november er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 15. og 16. november 2005.

 

4. mars 2005 legði landsstýrismaðurin eitt líknandi uppskot fyri tingið. Tá skrivaði fíggjarnevndin soleiðis í álitinum:

“Landsstýrið hevur við hesum lógarpakka ynskt at seta somu lóggávu, sum galdandi er í Danmark (og Europa),  í verk. Nevndin metir, at landsstýrið frameftir eigur at seta tær lógarbroytingar, sum koma, í verk beinanvegin, soleiðis at lógirnar á fíggjarøkinum verða dagførdar so hvørt.

 

I Danmark er henda lóggáva galdandi fyri alt fíggjarvirksemi, tvs. eisini galdandi fyri trygginga-virksemi og realkredittvirksemi. Í Føroyum er tryggingavirksemi eitt yvirtikið málsøki, og tað ber tí ikki til at lóggeva á  hesum øki við ríkislógum. Nevndin metir, at sama lóggáva má vera galdandi fyri alt fíggjarøkið -  eisini her í Føroyum.

 

Nevndin tekur sum givið, at Vinnumálaráðið leggur fyri Løgtingið eina samsvarandi lóggávu fyri tryggingarvirksemi fyrst í komandi tingsetu, soleiðis at samsvarandi lóggáva verður galdandi samstundis fyri alt fíggjarøkið.

 

Lógin er ein rammulóg, og nógvar kunngerðir skula setast í verk í hesum sambandi – fíggjarnevndin væntar, at hesar verða settar í verk í tøttum samstarvi við avvarðandi partar, og at hetta ikki hendir skjótari enn, at neyðuga edv-menningin kann fylgja við.”

 

Uppskotið tá varð samtykt á Løgtingi tann 20. apríl 2005.  Lógin er ikki enn lýst í kunngerðar-blaðnum, tí er avgjørt at gera eitt nýtt ríkislógartilmæli við somu gildiskomu, sum tað, ið varð samtykt á vári 2005.

 

Hetta ríkislógartilmælið svarar sostatt til ríkislógartilmælið, sum varð samtykt í vár, tó við nøkrum broytingum.

 

Í vár tók nevndin ikki bara undir við uppskotinum, men segði eisini, at “landsstýrið frameftir eigur at seta tær lógabroytingar, sum koma, í verk beinanvegin, soleiðis at lógirnar á fíggjarøkinum verða dagførdar so hvørt”.

 

Landsstýrismaðurin hevur fyri nevndini upplýst at Fíggjarmálaráðið, Ríkisumboðið og Fíggjareftirlitið, meta at trupult verður at røkka gildiskomuni 1. januar 2006, og hevur landsstýrismaðurin mælt til at broyta gildiskomuna til 1. mars 2006.  Ein samd nevnd setir fram

soljóðandi: 

 

b r o y t i n g a r u p p s k o t 

 

Í § 375 verður orðingin ”1. januar” broytt til “1. mars”                                       

 

Við hesi broyting tekur ein samd fíggjarnevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.  

 

 2. viðgerð 1. desember 2005. Broytingaruppskot frá samdari fíggjarnevnd til § 375 samtykt 27-0-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 6. desember 2005. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 31-0-0. Málið avgreitt.