16  Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om forældremyndighed og samvær"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 4. oktober, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om forældremyndighed og samvær”

 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot  (skjal 1)

 

”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om

forældremyndighed og samvær”

 

1. Almennar viðmerkingar 

Orsøkin til, at uppskotið verður lagt fram, er at dagføra aldargomlu lóggávuna um viðurskiftini millum foreldur og børn, og endamálið er at fáa eina tíðarhóskandi lóggávu setta í gildi.

 

Seinastu árini hevur tíðum verið kjakast um lóggávuna um foreldramyndugleika og samveru, og sum oftast tí at lóggávan verður hildin at vera ótíðarhóskandi.

 

Galdandi lóggáva á økinum er partur av Lov om Umyndighed og Værgemaal, sum upprunaliga er frá 1922. Seinastu broytingarnar eru frá 1978, og tær vórðu settar í gildi í Føroyum í 1982.

 

Í 1992 varð gjørd ein roynd at dagføra lóggávuna á hesum øki. Grundgevingin var, at familjumynstrini og hugburðurin til viðurskiftini millum eitt nú foreldur og børn vóru nógv broytt síðani 1922, og tað varð hildið at vera ótíðarhóskandi, at tað m.a. ikki var møguligt hjá ógiftum samlivandi og fráskildum at avtala felags foreldramyndugleika.

 

Einki er at taka seg aftur í, at lógin er gjørd til eitt samfelag, sum ikki er til longur. Børn vórðu í øllum førum undan 1922 fatað sum ogn foreldranna uttan serlig rættindi, og stórur munur er á, hvat tátíðar samfelagið helt um, at kvinnur fingu børn uttan fyri hjúnalag, ella at fólk valdu at skiljast, og hvørjar sosialar avleiðingar hetta hevði fyri hesi fólk í mun til í dag.

 

Londini rundan um okkum hava síðani seksti- og sjeytiárini støðugt ment og broytt lóggávuna á hesum øki. Tað eru serliga broytingarnar í familjumynstrunum og kynsrollunum, sum elvdu til, at lógarkarmarnir gjørdust ov trongir. Í m.a. Danmark var neyðugt at nýskapa løgfrøðiliga bygnaðin á familjuøkinum. Nógv børn vuksu upp hjá ógiftum foreldrum, og úrslitið var, at ógift, sundurlisin og fráskild frá 1. januar 1986 kundu avtala felags foreldramyndugleika. Aftrat hesum varð rættarstøðan hjá ógifta pápanum styrkt, so hann lættari kundi fáa foreldramyndugleikan at børnunum, hóast mamman mótmælti, og at tað ikki longur varð gjørdur munur á, um pápin hevði verið giftur mammuni, tá hann søkti um samveru.

 

Sambært Ríkisumboðsmanninum vóru 59 hjúnaskilnaðir í 2005. Til og við juli mánaði í ár hava verið 49 hjúnaskilnaðir aftaná sundurlesing

 

Av teimum umleið 700 børnunum, sum verða fødd á hvørjum ári, verður góð helvtin fødd av ógiftum mammum. Óvist er tó, hvussu nógvar av hesum mammunum eru stakar, og hvussu nógvar liva saman við pápanum. Hagtølini siga heldur einki um, hvussu nógv av teimum, sum liva saman ógift, fara frá hvør øðrum um árið. Ásannast má tó, at gongdin á hesum økinum í ávísan mun fylgir gongdini í londunum rundan um okkum.

 

2. Stutt søgulig gongd um lóggávuna á familjurættarliga økinum 

Fyrsta stigið í nýggjari tíð at dagføra lóggávuna á familjurættarliga økinum tekur Marita Petersen, løgmaður, í 1992. Hon heitir á ríkismyndugleikarnar um at dagføra lóggávuna á familjurættarliga økinum og leggur serligan dent á at fáa framdar reglurnar um foreldramyndugleika og samveru. Reglurnar um felags foreldramyndugleika høvdu tá verið í gildi í Danmark síðani 1985. Einki spyrst tó burtur úr hesi áheitan.

 

Seinast í hálvfemsunum viðger Løgtingið eitt uppskot til samtyktar um at dagføra hjúnabandslógina. Løgtingið samtykkir uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi hjúnabandslógina 16. apríl 1999 (løgtingsmál 111/1998). Lógin kemur í gildi 1. mars 2002.

 

Í apríl 2001 samtykkir Løgtingið uppskot til samtyktar um sjálvstýri Føroya fólks (løgtingsmál 114/2000), um at m.a. persóns-, familju- og arvarættarmál skulu koma undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2002. Arbeitt verður á embætisstigi at fyrireika yvirtøkuna, til løgtingsval verður útskrivað í desember 2003.

 

Á heysti 2002 leggur danski løgmálaráðharrin eina dagføringarætlan fyri føroyskar myndugleikar. Ætlanin fevnir um alla lóggávuna á persóns- og familjurættarliga økinum. Tað eru lógir so sum lov om forældremyndighed og samvær, adoptionsloven, børneloven og værgemålsloven. Landsstýrið ynskir ikki at fara undir dagføringarætlanina, tí arbeitt verður við at yvirtaka málsøkið.

 

Í februar 2003 verður uppskot lagt fram á ting um at taka av rættin hjá foreldrunum at sláa børn síni (løgtingsmál 72/2002). Uppskotið verður tikið aftur, tí heimild er ikki at seta bert eina einstaka broyting í gildi, um ikki øll lógin verður sett í gildi.

 

Sitandi samgonga, sum tekur við í februar 2004, viðger málið um persóns-, familju- og arvarætt á heysti 2004, og úrslitið er, at settur verður ein politiskur fylgibólkur at viðgera málið nærri. Arbeiðið í bólkinum kemur ikki rættiliga á glið, og í november 2005 avger landsstýrismaðurin at leggja uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi lóg um foreldramyndugleika og samveru fyri tingið fyrst í 2006.

 

3. Ríkislógartilmælið 

Danska lógin um foreldramyndugleika og samveru er frá 1995 og er broytt 4 ferðir síðani. Ríkislógartilmælið er ein samanskriving av upprunalógini og 3 broytingarlógum:

 

  1. Lov nr. 387 af 14. juni 1995 om forældremyndighed og samvær
  2. Lov nr. 416 af 10. juni 1997 om ændring af lov om forældremyndighed og samvær (Afskaffelse af revselsesretten)
  3. Lov nr. 461 af 7. juni 2001 om ændring af retsplejeloven og forskellige andre love (Ændringer som følge af børneloven)
  4. Lov nr. 446 af 14. september 2004 om ændring af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning og forskellige andre love (Regelforenkling på det familieretlige område)

5.      Fjórða broytingin, sum er gjørd í Danmark, er gjørd við lov nr. 525 af 24. juni 2005 om ændring af lov om forældremyndighed og samvær, lov om ægteskabs indgåelse og opløsning og forskellige andre love. (Udmøntning af kommunalreformen på det familieretlige område). Hendan lógin kemur í gildi í Danmark 1. januar 2007

 

 

4. Galdandi lóg, atfinningar ímóti og veikleikar við galdandi lóg

Foreldramyndugleiki

Sambært myndugleikalógini hava foreldur, sum eru gift, foreldramyndugleikan í felag. Felags foreldramyndugleiki hevur við sær, at avgerðir av størri týdningi skulu takast av foreldrunum í felag.

 

Liva tey giftu ikki saman, og annar teirra biður um tað, tekur Ríkisumboðið avgerð um, hvør teirra skal hava foreldramyndugleikan, ella, um annað teirra ikki verður hildið at skula hava foreldramyndugleikan at øllum børnunum, hvussu børnini skulu býtast millum foreldrini.

 

Eru foreldrini samd, tekur Ríkisumboðið avgerð í samsvari við ynski teirra, um hetta ikki eyðsýnt hevði gingið ímóti tí, ið er best fyri børnini. Semjast tey ikki, tekur Ríkisumboðið avgerð eftir tí, sum, tá serliga verður hugsað um, hvat tænir børnunum best, verður hildið vera rímiligt. Til tess at gera av, hvat er best fyri barnið, er ein røð av viðurskiftum, sum ítøkiliga verða vigað móti hvørjum øðrum. Sum dømi kunnu nevnast, um foreldrini verða mett egnað at hava foreldramyndugleikan, sosialar umstøður, aldur og kyn á barninum, heilsustøðan hjá foreldrunum, fíggjarstøðan hjá foreldrunum, bústaðarviðurskifti, starvsviðurskifti, og um barnið hevur serligt tilknýti til annað av foreldrunum. Um tað kann prógvast, at annað av foreldrunum er orsøkin til, at samlívið verður slitið, og tey annars bæði verða mett líka egnað at uppdraga børnini, skal hitt av foreldrunum sambært lógini ”være nærmest” at fáa foreldramyndugleikan. Lógin skilur ikki ímillum, um tað er mamman ella pápin, sum skal hava børnini, tó so at børn undir 2 ár bert mugu takast frá mammuni í serligum førum.

 

Við hjúnaskilnað og sundurlesing skal støða takast til, hvør skal hava foreldramyndugleikan. Tað letur seg ikki gera framhaldandi at hava foreldramyndugleikan í felag. Eru foreldrini samd, tekur Ríkisumboðið avgerð sambært teirra ynskjum, um hetta ikki eyðsýnt hevði gingið ímóti tí, ið er best fyri børnini. Eru tey ikki samd, verður málið avgjørt við støði í, hvat er rímiligt, tá serliga verður hugsað um, hvat er best fyri børnini, jvbr. eisini tað, sum er skrivað um “forældrenes samlivsophævelse”.

 

Sambært myndugleikalógini hevur ein ógift mamma foreldramyndugleikan einsamøll. Lógin heimilar ikki ógiftum foreldrum at hava felags foreldramyndugleika. Foreldrini kunnu tó avtala – eftir góðkenning frá Ríkisumboðnum – at foreldramyndugleikin verður fluttur til t.d. pápan. Ríkisumboðið kann bert góðkenna slíka avtalu, um tað verður mett at vera til barnsins besta. Verður tað mett neyðugt við serligum fyriliti fyri barninum, kann foreldramyndugleikin við dómi verða fluttur til pápan. Í slíkum sambandi skal serliga leggjast dentur á sambandi higartil millum pápan og barnið.

 

Eru foreldrini gift, og annað av teimum doyr, hevur eftirsitandi hjúnafelagin foreldramyndugleikan einsamallur. Eru foreldrini ikki gift, og annað av foreldrunum doyr, ásetir Ríkisumboðið eftir áheitan frá eftirlivandi makanum foreldramyndugleikan, uttan so at fyrilitið til, hvat er best fyri barnið, er orsøk til annað.

Samvera

Sambært myndugleikalógini hevur tað av foreldrunum, sum ikki hevur foreldramyndugleikan, rætt til samveru við barnið. Sambært lógini hevur pápi at barni, sum er føtt uttan fyri hjúnalag, tó bert rætt til samveru við barnið, um Ríkisumboðið metir, at hetta kann sameinast við barnsins tørv, og um serligar umstøður, herímillum sambandið millum pápa og barn higartil, eru fyri samveru.

 

Sum oftast avtala foreldrini, hvussu samveran skal gjøgnumførast. Semjast foreldrini ikki, tekur Ríkisumboðið avgerð í málinum eftir eina ítøkiliga meting. Atlit verður tikið til, hvussu sambandið við barnið hevur verið higartil, um foreldrini fyrr hava gjørt avtalur um samveru, aldurin á barninum, samveru við møgulig systkin, frítíðarítriv hjá barninum, starvsviðurskiftini hjá foreldrunum og persónlig viðurskifti og frástøðuna millum bústaðirnar hjá foreldrunum. Alt eftir hvussu gamalt barnið er, verður eisini tikið atlit at, hvør støðan hjá barninum er til samveruna.

 

Vanliga verður samveran ásett at vera annað hvørt vikuskifti frá fríggjadag til sunnukvøld og møguliga eisini ein gerandisdag, tvær vikur í summarfrítíðum og nakrar dagar um jólini og páskirnar. Talan kann eisini vera um samveru í heystfrítíðini, uttan so at ítøkilig viðurskifti eru ímóti hesum. Tá Ríkisumboðið avger mál um samveru, er tað ikki bundið av avtalum millum foreldrini.

 

Foreldrini kunnu heita á Ríkisumboðið um at broyta eina avtalu um samveru, um tað snýr seg um týðandi broytingar í viðurskiftunum. Ríkisumboðið kann taka aftur rættin til samveru, um fyrilitið til, hvat er best fyri barnið, ella aðrar orsøkir eru fyri hesum.

 

Barnsins rættur at koma til orðanna

Myndugleikalógin ásetir ikki, at ein myndugleiki skal tosa við barnið, áðrenn avgerð verður tikin um foreldramyndugleika ella um samveru.

 

Siðvenja er tó hjá Ríkisumboðnum at tosa við børn, sum eru 12 ár og eldri, áðrenn avgerð verður tikin um foreldramyndugleika ella samveru, uttan so at samtalan verður mett at skaða barnið ella ongan týdning at hava fyri málið. Er barnið undir 12 ár og í aðramáta ført fyri at siga sína hugsan, verður tosað við barnið í tann mun, barnið er búgvið til tess, og viðurskifti í málinum tala fyri tí.

 

Tá mett verður um, um tosast skal við barnið, er av avgerandi týdningi, um barnið er búgvið til tað og skilir, hvat málið snýr seg um, um barnið verður mett at kunna evna og siga sína hugsan um málið, og um barnið kann yvirskoða avleiðingarnar av tí, sum samrøðan snýr seg um, t.d. um barnið kann yvirskoða avleiðingarnar av heilt ella partvíst at halda fast við ella at velja frá sambandið við annað av foreldrunum. Ríkisumboðið tekur eisini við í metingina, um foreldrini eru í støðugari ósemju, og í hvønn mun barnið er vorðið partur av ósemjuni foreldranna millum.

 

Áðrenn gjørt verður av, um tað er neyðugt at tosa við barnið, og hvat tað skal spyrjast um, verður í summum førum tosað við foreldrini fyrst. Hetta til tess at tann, sum skal tosa við barnið, kann fáa innlit í viðurskiftini millum foreldrini, og t.d. hvørja áskoðan hesi hava um, at myndugleikin tosar við barnið.

 

Yngri barnið er, meira ítøkiligir skulu spurningarnir vera. Hóast rættiliga ung, so kunnu børn í flestum førum taka støðu til, nær tey skulu avheintast, um samveru í frítíðum og jólaaftan, men ikki til spurningar, sum hava víðgongdar avleiðingar, t.d. um samveran skal halda uppat.

 

Um viðurskiftini annars tala fyri tí, so skal barnið hava samávirkan á egin viðurskifti, men ansast má eftir, at barnið ikki verður sett í eina støðu, sum tað ikki hevur tamarhald á, tað sama sum at barnið ikki má setast í ta støðu, at tað kemur í loyalitetstrupulleikar í mun til foreldrini. Spurningar, sum barnið ikki kann hava eina kvalifiseraða meining um, eiga ikki at verða settir.

 

Av avgerandi týdningi er at tryggja, at tað er barnsins støða, sum kemur til sjóndar í samtaluni, og um neyðugt, so skal barnið hava at vita um teir ymisku møguleikarnar um samveru.

Hugtakið foreldramyndugleiki og rætturin til likamliga at revsa børn

Í februar 2003 varð uppskot lagt fyri tingið um at avtaka rættin til likamliga at revsa børn. Uppskotið varð tó tikið aftur,  tí danska løgmálaráðið metti tað ikki vera heimild til at seta bert eina broyting av lógini í gildi uttan samstundis at seta alla lógina um foreldramyndugleika og samveru í gildi.

 

Í viðmerkingunum til uppskotið stóð m.a.:

 

”Galdandi lóggáva í Føroyum heimilar í ávísan mun varisliga likamliga revsing móti egnum børnum. Í Karnov Lovsamling 1995 bls. 3438 verður í viðmerking til revsilógarinnar § 244 um revsing fyri vanligan harðskap sagt, at "det fortsat må antages at ville være former for legemlig afstraffelse af børn som led i opdragelsen, der ikke er strafbare efter § 244."

 

Danir hava sett forboð móti likamligari revsing við lov nr. 416 af 10. juli 1997 om ændring af lov om forældremyndighed og samvær (Afskaffelse af revselsesretten), og mælir uppskotssetarin til, at hetta forboð verður sett í gildi her á landi.

 

Uppskotssetarin heldur tað vera rætt at fylgja hinum norðanlondunum í hesum málinum og hava eins reglur galdandi, tá tað snýr seg um revsing av børnum, eins og Norðurlandaráðið mælti til í 1982. Í Svøríki settu tey úr gildi rættin til likamliga revsing av egnum børnum í 1979, í Finnlandi í 1983 og í Noregi í 1987.

 

At rætturin til likamliga revsing av børnum er tikin av í okkara grannalondum er m.a. úrslit av broyttum hugburði til uppaling og av støðugari upplýsing um, hvørjar umstøður skulu til, fyri at børn kunnu mennast og klára seg í lívinum. Verða børn ald upp í harðskapi, er sannlíkt, at harðskapur gerst teirra fremsta amboð, tá tey sjálvi koma í truplar støður. Øvugt hava royndir m.a. í Svøríki víst, at slík lógarbroyting hevði við sær broyttan hugburð og minkandi undirtøku fyri likamligari revsing.

 

Uppskotssetarin heldur tað eisini vera rætt, at samfelagið við slíkari lógarbroyting ger greitt, at likamlig revsing av børnum verður ikki góðtikin. Umframt at boða frá eini almennari støðu til málið við tí fyri eyga at minka um harðskap í uppalingini, hevði hetta styrkt um støðuna hjá starvsbólkum, sum hava við børn og foreldur at gera. Her verður hugsað um heilsusystrar, lærarar, pedagogar, sosialráðgevarar, læknar, løgreglu og onnur, sum við einum klárum rættargrundarlagi kundu sagt bæði børnum og vaksnum” at ikki er loyvt at sláa børn.”

Danir framdu broytingina eftir áheitan frá Barnanevndini hjá ST, sum heitti á Danmark um at taka neyðug stig til tess at steðga harðskapi móti børnum, herundir eisini í heimunum.

5. Ávirkan uttaneftir 

Familjurættarliga lóggávan er eitt av fleiri økjum, sum er undir støðugari ávirkan uttaneftir, og Løgtingið hevur seinastu árini staðfest altjóða sáttmálar, sum seta krøv til, hvussu vit kunnu og skulu fara við hvør øðrum – hetta er eisini galdandi fyri, hvussu vit fara við okkara smæstu borgarum. At umsita hesar skyldur og rættindi á skynsaman hátt krevur tilvitan um mentan og virði, sum lívið og samfelagið verður bygt á, og at lóggávan byggir á tað sama í samspæli við tær skyldur, sum landið átekur sær.

 

At hugburðurin til børn og viðurskiftini millum foreldur og børn eru nógv broytt endurspeglast í ST-sáttmálanum frá 1989 um rættindi hjá børnum. Sáttmálin byggir á eina semju um, at børn skulu virðast sum menniskju og sjálvstøðugir persónar við politiskum, fíggjarligum, sosialum og mentanarligum rættindum. Sáttmálin ásetir millum annað, at londini skulu virða rættin hjá børnum, sum ikki búgva saman við einum ella báðum foreldrunum, at hava regluligt persónligt samband við bæði foreldrini, um hetta ikki gongur ímóti tí, sum er best fyri barnið. Ásett er eisini, at barnið skal kunna koma til orðanna og hevur rætt til at krevja, at dentur verður lagdur á sjónarmiðini í samsvari við aldur og búning barnsins.

 

Løgtingið samtykti í 1991 at staðfesta sáttmálan (løgtingsmál 24/1991). Ásetingarnar í sáttmálanum eru at meta sum fyrimyndarreglur, sum londini hava átikið sær at liva upp til í lóggávu og fyrisitingarligari siðvenju, og hetta er fyrsta lóggávutiltak á familjurættarliga økinum børnunum at frama.

6. Samandráttur av broytingunum í høvuðsheitum
Í mun til galdandi myndugleikalóg verður rættarstøðan við uppskotinum broytt á fleiri økjum.

Felags foreldramyndugleiki

Mest týðandi broytingin er møguleikin hjá ógiftum foreldrum av avtala felags foreldramyndugleika. Haraftrat slepst undan í sambandi við hjúnaskilnað og sundurlesing altíð at taka støðu til spurningin um foreldramyndugleika. Hetta merkir, at uttan so at annað av foreldrunum krevur, at ein avtala um felags foreldramyndugleika verður slitin, so stendur avtalan við eftir hjúnaskilnað ella sundurlesing.

 

Liva foreldrini ikki saman, ella ætla tey at fara hvør til sítt, kann annar av teimum sostatt krevja, at avtalan um felags foreldramyndugleika verður slitin. Annað av foreldrunum kann altíð krevja, at avgerð verður tikin um, at bert annað av foreldrunum frameftir skal hava foreldramyndugleikan.

 

Semjast foreldrini ikki um, hvør teirra skal hava foreldramyndugleikan, tekur rætturin avgerð í málinum.

 

Meginreglurnar um foreldramyndugleika verða varðveittar. Hetta ger seg m.a. galdandi fyri regluna um, at mamman einsamøll hevur foreldramyndugleikan, um hon ikki er gift pápanum at barninum.

 

Uppskotið hevur eisini við sær, at treytirnar fyri, at Ríkisumboðið skal góðkenna avtalu um at flyta foreldramyndugleikan til tað av foreldrunum, sum ikki hevur foreldramyndugleikan, verða linkaðar, tí góðkenning skal bert noktast, um avtalan stríðir ímóti tí, sum er best fyri barnið.

 

Pápi, sum ikki er giftur við mammuni at barninum, kann haraftrat fáa foreldramyndugleikan, um hann kann gera tað sannlíkt, at broytingin er best fyri barnið. Hevur pápin livað saman við mammuni í longri tíð, og verða tey, í sambandi við at tey fara frá hvørjum øðrum, ósamd um foreldramyndugleikan, eru foreldrini í útgangsstøðinum javnsett, tá umræður at fáa foreldramyndugleikan, tá rætturin skal taka støðu til, hvat av foreldrunum skal hava foreldramyndugleikan einsamalt við serligum fyriliti til, hvat er best fyri barnið. Ógifti pápin verður sostatt settur, sum um hann hevur havt lut í foreldramyndugleikanum. Hetta er ein linking í mun til galdandi § 28, stk. 2 í myndugleikalógini, har pápin einsamallur bert kann fáa foreldramyndugleikan,

tá tað verður hildið vera neyðugt við serligum fyriliti til, hvat er best fyri barnið.

Rætturin til samveru

Til tess at tryggja sambandið hjá barninum við bæði foreldrini, hevur tað av foreldrunum, sum barnið ikki býr saman við, rætt til samveru við barnið. Avgerðin verður tikin við støði í, hvat er best fyri barnið.

Hugtakið foreldramyndugleiki

Hugtakið foreldramyndugleiki verður broytt, og tað verður nágreinað, at eitt barn hevur rætt til umsorgan og tryggleika, og at tað skal viðfarast við virðing fyri sínum persóni, og at tað ikki má revsast likamliga ella vera fyri aðrari mannminkandi viðferð.

Hoyring av børnum

Uppskotið hevur eisini við sær, at myndugleikarnir skulu tosa við børn, sum eru fylt 12 ár, áðrenn ein avgerð um foreldramyndugleika ella samveru verður tikin. Tað er ikki neyðugt at tosa við barnið, um hetta verður hildið at kunna skaða barnið ella ikki hevur týdning fyri málið. Er barnið undir 12 ár, skal myndugleikin tosa við barnið, um barnið verður mett at vera búgvið til tað, og umstøðurnar í málinum gera tað neyðugt.

Kunning um barnið

Ásett verður, at tann av foreldrunum, sum ikki hevur foreldramyndugleikan, kann søkja sær kunning um barnið frá almennum myndugleikum so sum dagstovni, skúla v.m., sí § 19. Rætturin fevnir tó ikki um innlit í skjøl um barnið í størri mun, enn innlitslógin ásetir. Skylda myndugleikanna at geva upplýsingar er ein skylda at kunna, og í flestu førum kann kunnast munnliga.

Barnasakkøn ráðgeving

Ásett verður, at Ríkisumboðið skal veita foreldrunum barnaserkøna ráðgeving. Endamálið er at hjálpa ósamdu foreldrunum at loysa ósemjuna við atliti til, hvat er best fyri barnið. Tað vil siga, at atlit at barninum skal takast við í ráðgevingina. Tað er ikki altavgerandi, at foreldrini semjast, um hetta kann føra til eitt úrslit, sum kanska ikki er best fyri barnið. Ráðgevingin kann fevna um bæði børn og foreldur. Ráðgevingin er ikki tvungin og verður vanliga bert gjøgnumførd, um bæði foreldrini ynskja tað.

 

Ósemjur viðgerast í rættinum

Í mun til í dag, har Ríkisumboðið tekur avgerð í málum, har foreldrini eru ósamd um, hvør teirra skal hava foreldramyndugleikan, so hevur uppskotið við sær, at allar ósemjur um foreldramyndugleika verða avgjørdar av rættinum. Doyr annað av foreldrunum, og er ósemja um foreldramyndugleikan, tekur Ríkisumboðið tó í fyrsta umfari avgerð í málinum. Avgerðin hjá Ríkisumboðnum kann síðani leggjast fyri rættin, sum viðger  málið av nýggjum.

 

 

7. Fyrisitingarligi bygnaðurin 

Tað er Ríkisumboðið, sum í fyrsta umfari tekur avgerð í øllum málum.

 

Familiestyrelsen, sum er stovnur undir danska familjumálaráðnum, er kærumyndug-leiki í teimum málum, sum kunnu kærast í fyrsitingarligu skipanini, og sum ikki beinleiðis verða løgd fyri rættin.

 

Sambært upplýsingum frá Ríkisumboðnum í 2002 tekur stovnurin árliga einar 300 avgerðir innan alt persóns- og familjurættarliga øki. Hetta eru avgerðir um hjúnaskilnað, samveru, barnapening, ættleiðing, nýtslu av peningaognum hjá ómyndugum v.m.

 

Sambært hagtølum hjá Familiestyrelsen frá 1998 – 2003 vórðu einar 5-6 avgerðir kærdar árliga, og hesar snúðu seg um áseting av barnagjaldi og mál um samveru. Hetta samsvarar við, at uml. 2% av avgerðunum verða kærdar árliga.

 

8. Nevnd sett at endurskoða reglurnar í Danmark

Í mars 2005 setti danski familjumálaráðharrin eina nevnd at endurskoða reglurnar um foreldramyndugleika og samveru. Hóast nógvar broytingar eru framdar í lóggávuni seinastu árini, so er galdandi lóggáva fyri nógvum atfinningum. M.a. hevur verið ført fram,  at lóggávan í størri mun eigur at taka útgangsstøðið í atlitinum at barninum heldur enn tørvinum hjá foreldrunum, at tað einstaka barnið skal hava ein meira sjónligan leiklut, og at reglurnar um foreldramyndugleika ikki tryggja barninum kravið um bæði foreldrini. Nevndin hevur latið familjumálaráðharranum frágreiðing sína og uppskot til nýggja foreldramyndugleikalóg.

 

Frágreiðingin liggur á heimasíðuni hjá familjumálaráðnum www.familiestyrelsen.dk

 

 

Danska stjórnin hevur enn ikki tikið avgerð um uppskot, ið er grundað á arbeiðið hjá nevndini, skal leggjast fyri Fólkatingið.

 

Landsstýrismaðurin heldur ikki, at tað er ráðiligt at bíða longur við at dagføra reglurnar á hesum øki, og fer tí við hesum at mæla Løgtinginum til at samtykkja framlagda ríkislógartilmælið.

9. Tíðarætlan

Ríkisumboðið, sum kemur at sita fyri lógini, hevur boðað frá, at stovninum nýtist 3 mánaðar fyrireikingartíð til at sita fyri lógini frá tí, at Løgtingið hevur samtykt málið. Hetta merkir, at um so er, at málið verður samtykt áðrenn 1.januar 2007, so kann gildiskoman vera tann 1. apríl 2007.

 

Skotið verður tí upp, at lógin kemur í gildi 1. apríl 2007. 

 

10. Hoyring 

Uppskotið hevur verið til hoyringar hjá :

 

Advokatfelagnum

Barnabata

Barnaverndarstovu Føroya

Børn uttan rættindi

Javnstøðunevndini

Kvinnusamskipan Føroya

Kommunulæknafelagnum

Tannlæknafelagnum

Mentamálráðnum

Almmanna- og Heilsumálaráðnum

Kvinnusamskipan Føroya

Kommunulæknafelagnum

Føroya Kommunufelag

Kommunusamskipanini

 

Avrit av svarunum hjá teimum, sum hava svarað, eru hjáløgd.

 

Skjøl:

1.      Uppskot til anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om forældremyndighed og samvær

2.      Forslag til lov om ændring af lov om forældremyndighed og samvær (Afskaffelse af revselsesretten) Lov nr. 416 af 10. juni 1997

3.      Forslag til lov om ændring af retsplejeloven og forskellige andre love (Ændringer som følge af børneloven) Lov nr. 461 af 7. juni 2001

4.      Forslag til lov om ændring af lov om ægteskabs indgåelse og opløsning og forskellige andre love (Regelforenkling på det familieretlige område). Lov nr. 446 af 14. september 2004

5.      Forslag til lov om ændring af lov om forældremyndighed og samvær, lov om ægteskabs indgåelse og opløsning og forskellige andre love (Udmøntning af kommunalreformen på det famileretlige område)

6.      Kommissorium for udvalget om forældremyndighed og samvær. Mars 2005

7.      Hoyringssvar

 

1. viðgerð 18. oktober 2006. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 14. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 4. oktober 2006, og eftir 1. viðgerð tann 18. oktober 2006 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. oktober og 14. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Barnaverndarstovuna, Ríkisumboðsmannin og landsstýrismannin í innlendismálum.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið

2. viðgerð 28. november 2006. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 30. november 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.