42 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 17. november, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

til

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008"  

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1) "forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008".

 

Viðmerkingar
Sambært avtalu millum landsstýrið og donsku stjórnina er heildarveitingin til føroyska heimastýri fyri 2006 ásett til 615,5 mió. kr. Veitingin er ásett í lóg nr. 20 frá 13. januar 2003 om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2003-06, sum Løgtingið við ríkislógartilmæli tann 19. desember 2002 (lm. 39/2002) mælti ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar.

 

Sambært skrivum millum landsstýrið og donsku stjórnina, dagfest 21. september 2006 og 10. oktober 2006, er avtalað, at ríkisstuðulin verður 615,5 mió. kr. nominelt um árið fyri 2007 og 2008, men at yvirtøkur av málsøkjum, sum eru fevnd av heildarveitingini, hava við sær samsvarandi minking í heildarveitingini.

 

Sostatt verður árligi ríkisstuðulin tann sami í 2007 og 2008, sum hann var í tíðarskeiðinum 2003-2006, nevnliga 615,5 mió. kr.

 

Danska Fíggjarmálaráðið hevur í skrivi, dagfest 9. november 2006, boðað frá, at lógaruppskotið er lagt fram í Fólkatinginum tann 9. november 2006, og at 1. viðgerð av uppskotinum verður 16. november 2006.

 

Í sama skrivi vísir danska Fíggjarmálaráðið á, at lógaruppskotið ikki fer til 3. viðgerð í Fólkatinginum, fyrr enn heimastýrið hevur tikið endaliga støðu til uppskotið.

 

Fyrisitingarligar og fíggjarligar avleiðingar:

Uppskotið verður ikki mett at hava fyrisitingarligar avleiðingar við sær.

 

Landskassin fær eina inntøku uppá 615,5 mió. kr. árliga í 2007 og 2008. Upphæddin fyri 2007 er tikin við sum inntøka á grein 20 í uppskotinum til løgtingsfíggjarlóg fyri 2007.

 

Fylgiskjøl:

Skjal 1: "Forslag til lov om tilskud til Færøernes hjemmestyre for 2007 og 2008" við viðmerkingum.

Skjal 2: Skriv, dagfest 22. august 2006, frá danska Fíggjarmálaráðnum til Fíggjarmálaráðið um at gera nýggja avtalu um heildarveitingina.

Skjal 3: Skriv, dagfest 21. september 2006, frá Bárði Nielsen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, til Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharra, um at gera nýggja avtalu um heildarveitingina.

Skjal 4: Svarskriv, dagfest 10. oktober 2006, frá Thor Pedersen, fíggjarmálaráðharra, til Bárð Nielsen, landsstýrismann í fíggjarmálum, til skjal 3.

Skjal 5: Skriv, dagfest 9. november 2006, frá danska Fíggjarmálaráðnum við formligari fráboðan um, at lógaruppskotið um heildarveiting er framlagt í Fólkatinginum. Hjálagt er tað framlagda lógaruppskotið.

 

 1. viðgerð 21. november 2006. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 29. november 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 17. november 2006, og eftir 1. viðgerð 21. november 2006 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 23. november 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við landsstýrismannin í fíggjarmálum.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta. 

 

Meririlutin(Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen,  Lisbeth L. Petersen  og Kári P. Højgaard) tekur undir við málinum og  mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.  

 

Minnilutin(Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) ásannar, at samgongan ikki er sinnað at fremja eina miðvísa niðurlaðing av heildarveitingini yvir í mesta lagi 10 ár, sum Tjóðveldisflokkurin mælir til. Eitt nú kundi niðurlaðingin verðið framd fyri skattalættan hjá samgonguni. Tjóðveldisflokkurin velur tó at fegnast um, at samgongan ikki prítalsviðger og ikki hækkar heildarveitingina aftur. Úrslitið er, at føroyska samfelagið hóast alt yvir eitt longri áramál enn minnilutin hugsar sær, gerst sjálvberandi  búskaparliga.

 

2. viðgerð 1. desember 2006. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 23-0-5. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 6. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 23-0-7. Málið avgreitt.