47 Uppskot til  ríkislógartilmæli um broyting í "lov om folkekirkens økonomi"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti undir 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Orðaskifti við 2. viðgerð
H. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2006, 28. november, legði Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um broyting  í ”lov om folkekirkens økonomi”

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan:

 

”Anordning om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens økonomi”

 

§ 1 

I anordning nr. 887 af 8. december 1999, som ændret ved anordning nr. 1217 af 13. december 2004, om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens økonomi foretages følgende ændring:

 

1) I § 20, stk. 2, ændres ”0,4 pct.” til: ”0,6 pct.”. 

§ 2 

Anordningen træder i kraft den 1. januar 2007


Viðmerkingar 

Í ”anordning nr. 887 af 08.12.1999 om folkekirkens økonomi”, sum broytt við ”anordning nr 1217 af 13. december 2004 om ændring af anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om folkekirkens økonomi”, er ásett í § 20, stk. 2., at ”Påligningen sker under ét for Færøernes Stift. Den kirkelige ligningsprocent, som ikke kan overstige 0,4 pct., fastsættes af Landsstyremanden for Kirkelige Anliggender efter høring af stiftsøvrigheden om fastsættelse af ligningsbeløbet”.

 

Kirkjuskattaprosentið er í løtuni 0,4%. Sostatt ber ikki til at hækka kirkjuskattin, uttan at broyta hámarkið.

 

Tá fólkakirkjan verður yvirtikin á ólavsøku í 2007, yvirtekur landið eisini skylduna at stuðla fólkakirkjuna við lógarkørmum, samstarvi og fígging, og ætlanin er, at lutfallið millum almenna fígging og kirkjuskattafígging skal vera á leið tað sama, sum lutfallið er í dag.

 

 Í 2006 eru samanløgdu ætlaðu útreiðslurnar fyri fólkakirkjuna 38,562 milliónir krónur. Av hesum rindar danski kirkjuskatturin runt roknað 25%, og danski statskassin 13 %. Restin er fíggjað yvir føroyskan kirkjuskatt (um 55%) og føroysku fíggjarlógina (um 8%).

 

Tey 25% av rakstrinum, sum danskur kirkjuskattur higartil hevur fíggjað, svara til 0,2% í kirkjuskatti í Føroyum, tað eru góðar 10 mió. kr. Hesin peningur er farin til at fíggja útreiðslur, sum liggja uttan fyri raksturin hjá einstøku kirkjukøssunum í Føroyum, tað eru lønir til prestar, rakstur av stiftsstjórnini og próstadømisráðnum, og til fígging og rakstur av prestagørðum.

 

Skal yvirtøkan verða framd soleiðis, at fíggingarmynstrið er óbroytt, er tí neyðugt, at kirkjuskatturin verður hækkaður, so hann kann veita fígging til hesi endamál. Somuleiðis er neyðugt, at lógin um fíggjarviðurskifti kirkjunnar, sum skal koma í gildi á ólavsøku, verður broytt samsvarandi

 

Hendan hækkingin í kirkjuskattinum er sostatt ikki til at fíggja útreiðslurnar hjá kirkjukøssunum, men til lønir til prestar, rakstur av stiftsstjórnini og próstadømisráðnum, og til fígging og rakstur av prestagørðum – útreiðslur, sum danskur kirkjuskattur fíggjar eftir galdandi skipan.

 

Yvirtøkan verður á ólavsøku, men neyðugt er at hækka kirkjuskattin longu á ársskiftinum, hóast nýggja lógin ikki skal koma í gildi fyrrenn á ólavsøku. Hetta tí at Toll- og Skattstova Føroya hevur greitt frá, at ikki ber til at broyta kirkjuskattin mitt í einum ári.

 

Av hesum verða av tøkniligum ávum at koma umleið 5 mió. kr. meira inn í kirkjuskatti í 2007, enn yvirtøkan ger, at tørvur er á í 2007 eftir vanligari framskriving, (tí at kravt verður inn fyri alt árið, hóast tørvurin kemur seinna hálvár). Ætlanin er, at hesin peningur verður settur av til kravdar ábøtur á prestagarðar. 

 

Fylgiskjøl:

  1. Skriv frá Innlendismálaráðnum, dagf. 27. nov. 2006 (eftirkannað uppskot)
  2. Uppruna uppskot frá danska Kirkjumálaráðnum

1. viðgerð 1. desember 2006. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 8. desember 2006 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 28. november 2006, og eftir 1. viðgerð tann 1. desember 2006 er tað beint mentanarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 4. og 7. desember 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Bisp, dómpróstin saman við formanninum fyri Próstadømisráðnum og landsstýrismannin í mentamálum. Frá landsstýrismanninum fekk nevndin svar upp á spurning, settan í telduposti tann 4. desember 2006.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í meiriluta og ein (tveir) minniluta. 

Ein meiriluti í nevndini (Andrias Petersen, Heðin Zachariasen, Marjus Dam, John Johannessen og Olav Enomoto) vísir á, at sambært samgonguskjølunum frá 2002 og 2004, sum allir flokkar á tingi hava skrivað undir, verður fólkakirkjan í samstarvi við allar partar í føroysku kirkjuni yvirtikin, so hon kann halda fram í verandi bygnaði, og meirútreiðslur í sambandi við yvirtøku verða goldnar av landskassanum.

Nú er komið so langt, at uppskot um ríkislógartilmæli er lagt fyri tingið um at hækka kirkjuskattin frá 0,4 til 0,6 fyri at skapa ein part av búskaparliga grundarlagnum fyri yvirtøkuni. Soleiðis at tað, sum fyrr var goldið av donskum kirkjuskatti, nú verður goldið av føroyskum kirkjuskatti. Tað er neyðugt, at hetta verður gjørt áðrenn 1. januar 2007, so tað er galdandi fyri alt skattaárið 2007.

Ætlanin er, at kirkjan skal verða yvirtikin á ólavsøku 2007, og sambært uppskotinum skulu 5 mió. kr. av teimum 10 mió. kr., hækkanin í kirkjuskattinum gevur, nýtast til ábøtur á prestagarðar. Undir nevndarviðgerðini er komið fram, at hetta møguliga ikki er í samsvari við galdandi reglur, og metir meirilutin tí, at hesir pengar ikki skulu nýtast, fyrr enn føroysk lóggáva er samtykt, og kirkjan er yvirtikin.

Hinvegin leggur meirilutin dent á, vísandi til sitatið úr samgonguskjalinum, at framtíðar føroysk kirkjulóggáva, sum væntandi verður samtykt í vár, varðveitir býtið ímillum almenna fígging og kirkjuskattafígging sum higartil hevur verið millum fígging úr danska statskassanum og føroysk/danska kirkjuskattafígging.

 

Meirilutin tekur við hesum viðmerkingum undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti (Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen) í nevndini tekur støðu til málið í tingsalinum.

2. viðgerð 12. desember 2006. Uppskot frá Karsten Hansen, tingmanni, um at beina málið aftur í nevnd fall 10-0-21. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 22-0-9. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 15. desember 2006. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-2. Málið avgreitt.