63 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 20. februar, legði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om anpartsselskaber”

 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1)  “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om anpartsselskaber”.

 

Viðmerkingar

 

I. Bakstøði

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

II. Galdandi lóg

Upprunalógin er lov nr. 371 frá 13. juni 1973 om anpartselskaber. Lov om anpartselskaber (smápartafelagslógin) varð sett í gildi í Føroyum við kgl. fyriskipan nr. 249 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om anpartselskaber.

 

III. Lógarbroytingar

Fyriskipanin setir lóg nr. 1094 frá 22. desember 1993, lóg nr. 122 frá 18. februar 1994, lóg nr. 442 frá 1. juni 1994, lóg nr. 365 frá 14. juni 1995, lóg nr. 1072 frá 20. desember 1995, lóg nr. 377 frá 22. mai 1996, lóg nr. 386 frá 22. mai 1996, lóg nr. 1007 frá 23. desember 1998, lóg nr. 1056 frá 23. desember 1998, lóg nr. 449 frá 7. juni 2001, lóg nr. 302 frá 30. apríl 2003, lóg nr. 303 frá 30. apríl 2003, lóg nr. 453 frá 10. januar 2004, lóg nr. 226 frá 31. mars 2004, lóg nr. 604 frá 24. juni 2005, lóg nr. 246 frá 27. mars 2006, lóg nr. 455 frá 22. mai 2006 og lóg nr. 538 frá 8. juni 2006 í gildi fyri Føroyar.

 

IV. Høvuðsbroytingar í mun til galdandi lóg
 

Kapitalkrav

 

Í galdandi lóg er eitt kapitalkrav upp á 80.000 kr. til innskotspeningin í smápartafeløgum. Hetta verður hækkað til 125.000 kr. eftir lógaruppskotinum.

 

Fylgibroytingar í samb. v. nýggju ársoknskaparlógina frá 2001

 

Eftir galdandi lóg skulu øll parta– og smápartafeløg senda grannskoðaðan roknskap til Skráseting Føroya. Tað verður ikki longur kravt, at feløg, sum hava roknskapartøl, ið eru undir eina ávísa stødd, skulu hava roknskapin grannskoðaðan. Hesi tøl framganga av ÁRL.

Sambært § 85 í galdandi Sp/f – lóg, skulu smápartafeløg innan 6 mðr. eftir, at ½ av innskots-peninginum er mistur, taka stig til, at innskotspeningurin verður fult endurreistur. Um felagið ikki sjálvt tekur stig til hetta, skal Skráseting Føroya senda felagið til tvingsilsupploysn í skiftirættinum, eftir at hava givið felagnum eina freist til at fáa kapitalin í rættlag.

Í lógaruppskotinum fellur hetta krav burtur, og støðan verður, sum hon alla tíðina hevur verið í partafeløgum, at feløgini sjálvi taka støðu til, um neyðugt er at gera nakað við mistan eginpening. Skrásetingin kann ikki longur gera nakað, hóast felagið ongi stig tekur til at endurreisa partapeningin.

 

Broytt krøv til leiðslu í smápartafeløgum.

Sambært galdandi lóg skulu smápartafeløg hava eina leiðslu, sum er ein ella fleiri stjórar, og um felagið hevur yvir 300.000 kr. í smápartapeningi, skal eisini ein nevnd við minst 3 nevndarlimum vera. Nevnd kann eisini vera um smápartapeningurin er minni, men tað er ikki krav um nevnd, og heldur ikki um tal á nevndarlimum.

Eftir § 19 í lógaruppskotinum kann veljast millum at hava bert eina nevnd ella stjóra(r). Onki krav er um tal á nevndarlimum, uttan mun til stødd á partapeninginum.

 

Avtøka av bústaðarkravinum

 

Eftir galdandi lóg skal minst ein av stovnarunum vera búsitandi í danska ríkinum uttan so, at Skráseting Føroya veitir undantak frá kravinum. 

 

Stjórar og í minsta lagi helvtin av nevndarlimunum skulu vera búsitandi í danska ríkinum uttan so, at Skráseting Føroya veitir undantak frá kravinum. 

 

Somu ásetingar við neyðugum tillagingum eru galdandi fyri avtøkustjórar.

 

Við L/226/2004 varð bústaðarkravið tikið av í Danmark, og skotið verður upp, at tað sama verður galdandi fyri føroyskar fyritøkur. Í viðmerkingunum til L/226/2004 segði danska stjórnin m.a.

 

”Ved at fjerne bopælskravene gøres det lettere for udenlandske investorer og iværksættere at engagere sig i dansk erhvervsliv”. … ”Forslaget skal ses i lyset af den øgede internationalisering og udvidelse af EU. Forslaget vil lette selskabernes mulighed for at sammensætte den mest hensigtsmæssige ledelse for selskabet uafhængig af de pågældendes statsborgerskab og bopæl. I 1996 blev bopælskravene i anpartsselskaber ophævet. Forslaget betyder således, at reglerne for aktie- og anpartsselskaber bliver ensartede. Forslaget forventes ikke at medføre væsentlige jurisdiktionsmæssige problemer i forbindelse med inddrivelse af kreditorkrav, idet ophævelsen af bopælskravet i anpartsselskabsloven ikke har voldt særlige problemer af denne art”.

 

Eleketróniskir nevndarfundir

Nevndarfundir kunnu eftir § 19 a, stk. 2  verða hildnir elektróniskt.

 

Skrivligir nevndarfundir

Nevndin kann frammanundan einum nevndarfundi avgera, at ávís nærri tilskilað mál skulu viðgerast skrivliga. Einhvør nevndarlimur kann tó krevja, at nevndarfundur verður hildin, § 19 a,  stk. 1 .

 

Elektróniskur aðalfundur heilt ella partvíst

Aðalfundurin kann avgera, at aðalfundurin heilt ella partvíst skal verða elektróniskur smbrt. § 28 a.

Møguleiki fyri at útluta ekstraordinert

Samb. § 44 a kann aðalfundurin heimila nevndini at útluta eyka vinningsbýti, um ársroknskapurin loyvir tí.

Sambært § 57 a verður møguligt at útluta vinningsbýti, meðan felag er í likvidasjón.

Avtøka av felag

Sambært § 59 kann leiðslan í einum felag biðja Skráseting Føroya um at upploysa felagið uttan likvidasjón, ella tvingsilsavtøku í skiftirættinum. Bert skal ein váttan frá leiðslu um, at ongin skuld er í felagnum, og ein váttan frá T & S fylgja við fráboðanini.

 

 

V. Tillagingar til serlig føroysk viðurskifti

 

 

§ 2, stk. 1

Navnaásetingin er tillagað á sama hátt sum í verandi fyriskipan.

§ 4, stk. 2, § 19, stk. 1

Er broytt, av tí at værgemålsloven ikki er galdandi í Føroyum.

§ 21, stk. 1 og 2, § 28d, stk. 3

Ávísingar til lóg um ríkisgóðkendar og skrásettar grannskoðarar eru strikaðar, tí lógin ikki er galdandi í Føroyum. Í staðin fyri er føroyska grannskoðaralóggávan galdandi.

§ 2, stk. 2, § 9, stk. 3, § 10, § 11, § 12, stk. 3, § 23, stk. 3, § 26, § 28 b, stk. 2, § 29, stk. 1, § 42, § 44 a, stk. 4, § 46, stk. 5 og 8, § 47, stk. 1-3, § 53, stk. 3, §§ 56-63, § 67, § 67 a, stk. 3, § 69, stk. 1-2 og 4, §§ 71-75 a, § 78, stk. 3, § 79, stk. 1 og 5

Í ásetingum, har Erhvervs- og Selskabsstyrelsen virkar sum skrásetingarmyndugleiki, er Erhvervs- og Selskabsstyrelsen broytt til tann føroyska skrásetingarmyndugleikan.

§ 28 b, stk. 2, § 67, stk. 3, § 69, stk. 4

Ávísingar til almannakunngerðir í Statstidende ella Registreringstidende eru broyttar soleiðis, at kunngerðir verða lýstar í tí samsvarandi føroyska blaðnum til almennar kunngerðir.

§ 60, stk. 4, § 63, stk. 4

Ávísingar til statskassan eru broyttar til landskassan.

§ 26, § 44 a, stk. 4, § 47, stk. 1, § 56, § 57 a, stk. 5, § 60, stk. 2, § 67, stk. 1, § 75, stk. 1, § 78, stk. 3

Ásetingarnar eru skipaðar soleiðis, at tað, mótsett í partafelagslógini, ikki er eitt krav, at ein hevur eina edv-kunningarskipan, men at hetta bert er ein møguleiki.

§ 67, stk. 7

Heimildin til at áseta gjøld er, eins og higartil, tillutað landsstýrinum.

§ 81

Tað verður skotið upp í § 81, stk. 1 í uppskotinum um fyriskipan, at hendan verður sett í verk tann 1. januar 2008, tað vil siga sama gildiskomudag sum m.a fyriskipanin viðvíkjandi ársroknskaparlógini.

 

Í uppskotinum er í § 3 ásett eitt umskiftistíðarskeið upp á 5 ár til at fáa partapeningin upp á minstuupphæddina, sum er ásett í § 1, stk. 3, tvs. frá 80.000 kr. til 125.000 kr. fyri smápartafeløg, sum eru skrásett, tá fyriskipanin verður sett í verk.

 

Umskiftisásetingarnar í stk. 4 og 5 eru ikki tiknar við í uppskotinum um fyriskipan, tí at tær ikki eru viðkomandi.

§ 82

Ásetingin, sum ikki er tikin við, er ein heimild til at seta lógina í gildi í Grønlandi og Føroyum. Ásetingin er endurgivin í notu 1 í innganginum til uppskotið um fyriskipan.

 

 

VI. Avleiðingar fyri landskassan og vinnuna

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmælið um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

VII. Viðgerð og hoyringar

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

Skjøl

1.             Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om anpartsselskaber.

2.             Broytingar í sp/f-lógini.

1. viðgerð 6. mars 2007. Løgtingsmálini nr. 61, 62, 63, 64 og 65 vórðu viðgjørd undir einum og beind í vinnunevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram tann 20. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2007er tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 16., 19. og 29. mars og 26. apríl 2007.

 

Nevndin hevur havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum og embætisfólk.

 

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Víst verður annars til álit í løgtingsmálið nr. 61/2006.

2. viðgerð 30. apríl 2007. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.