64 Uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 20. februar, legði  Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”lov om erhversdrivende fonde”

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1)  “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhversdrivende fonde”.

 

Almennar viðmerkingar

 

1. Bakstøði

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

2. Galdandi lóg

Galdandi lóg í Føroyum um vinnurekandi grunnar er “Anordning nr. 247 frá 3. mai 1993 om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde”. Lóg um vinnurekandi grunnar hevur til endamáls at áseta vinnurættarligu reguleringina av rakstrinum av fyritøkum, sum grunnar eiga, t.v.s. at juridiski persónurin er sjálveigandi.

 

3. Uppskotið

Hetta uppskotið verður lagt fram saman við uppskotunum um at dagføra ársroknskaparlógina, partafelagslógina, smápartafelagslógina og uppskotinum um at seta lóg um visse erhvervsdrivende virksomheder í gildi. Uppskotið hevur eins og tey uppskotini til endamál at dagføra lóggávuna soleiðis, at tær lógarbroytingar, sum gjørdar eru í Danmark, síðani lógin varð sett í gildi í Føroyum, kunnu verða settar í gildi her.

 

4. Broytingar eftir uppskotinum í mun til galdandi lóg

Eftir at lógin um vinnurekandi grunnar varð sett í gildi her í 1993, er lógin broytt í Danmark við hesum lógum:

L 1072 20.12.1995 lov om værdipapirhandel. Konsekvensbroyting av § 9 (er sett í gildi) orsakað av lov om værdipapirhandel.

L 377 22.05.1996 Lov om ændring af lov om visse selskabers aflæggelse af årsregnskab m.v. og forskellige andre love. Lógin viðvíkur foreinkling av roknskaparreglunum umframt freistir, 2. fasa viðvíkjandi lóggávuni um statslig partafeløg og um at lata dátur elektróniskt (elektronisk dataudveksling) o.a. Talan er um konsekvensbroytingar orsakað av broytingum, sum vórðu gjørdar í ársroknskaparlógini, og um at broyta fráboðanarfreistir soleiðis, at hesar verða tær somu í allari vinnufelagslóggávuni, og um presiseringar og justeringar av fráboðanarfreistum.

L. 386 22.05.1996 Lov om ændring af forskellige lovbestemmelser om umyndighed m.v. Konsekvensbroytingar orsakað av værgemålsloven, sum kom í staðin fyri myndighedsloven.

 

L. 449 07.06.2001 Lov om ændring af lov om aktieselskaber, lov om anpartsselskaber, lov om erhvervsdrivende fonde, lov om erhvervsdrivende virksomheder, lov om statsautoriserede revisorer og lov om registrerede revisorer. Konsekvensbroytingar orsakað av nýggju ársroknskaparlógini.

L. 246 27.03.2006 Lov om ændring af lov om aktieselskaber, lov om anpartsselskaber, lov om visse erhvervsdrivende virksomheder, lov om erhvervsdrivende fonde, lov om det europæiske selskab (SE-loven) og lov om Det Centrale Virksomhedsregister (Foreinklingar og lættar av umsitingarligum byrðum umframt broytingar orsakað av lættum viðvíkjandi grannskoðanarkylduni hjá ávísum smærri fyritøkum o.a).

 

Nógvar av broytingunum í lógini um vinnurekandi grunnar, sum framdar eru í Danmark, eftir at lógin varð sett í gildi her, standast av nýggju ársroknskaparlógini, sum kom í gildi í Danmark í 2002. Við nevndu L. 245 27.03.2006 varð ársroknskaparlógin broytt soleiðis, at tað vórðu veittir lættar viðvíkjandi grannskoðanarkylduni hjá ávísum smærri fyritøkum. Hesir lættar fevna ikki um vinnurekandi grunnar, sum sostatt hava grannskoðanarskyldu uttan mun til stødd.

 

Við L/226/2004 varð bústaðarkravið fyri nevndarlmir, stjórar og avtøkustjórar tikið av í Danmark, og skotið verður upp, at tað sama verður galdandi fyri føroyskar fyritøkur. Heldur ikki hetta fevnir um vinnurekandi grunnar.

 

Í yvirlitsformi eru broytingarnar eftir uppskotinum hesar:

 

5. Serligar viðmerkingar viðvíkjandi frávikum í uppskotinum til kongliga fyriskipan

 

§ 1, stk. 4, nr. 4:                  Er tillagað føroyska lóggávu.

 

§ 1, stk. 6, 1. pkt.,               Við tað at Føroyar hava egnan

§ 3, §5, stk 1 og 2, §6,        skrásetingarmyndugleika, er

§ 5, stk. 1 og 2, § 6,            skrásetingarmyndugleikin eins og higartil

stk. 1, § 7, stk. 3, § 10,        settur inn alla staðir, har Erhvervs- og

stk. 5, § 11, stk. 1                Selskabsstyrelsen er skrásetingarmyndugleiki

og 2, § 12, stk.1,                 í danska lógartekstinum.

§ 26, § 29, stk. 4, § 34,      

§ 37, § 42, stk. 3,               

§§ 51-53, § 55 stk. 2,         

§ 56, stk. 2-3, § 56 a,         

§ 57, stk. 2-4, § 59,

stk. 5, § 60, stk. 1-3 og 5,  

§ 61, stk. 2, § 62, § 63,      

stk. 1 og § 64:                                          

 

§ 4, stk. 1:                           Vinnurekandi grunnar kunnu eins og higartil brúka heitið “fond” ella “grunnur”.

 

§ 6, stk. 3:                           Ásetingin er ikki tikin við, við tað at lóg um grunnar og ávís feløg ikki er galdandi fyri Føroyar.

 

§ 9, stk. 2 og § 21,              Ásetingarnar eru tillagaðar sambært galdandi

stk. 6:                                  føroysku grannskoðara lóggávuna, sum skal endurskoðast.

 

§ 13, stk. 1:                         Er tillagað galdandi føroyska lóggávu.

 

§ 56 og § 62:                       “Statstidende” er í §§ 56 og 62 eins og higartil skift um við “det på Færøerne til offentlige bekendtgørelser autoriserede blad”.

 

§ 65, stk. 1, 1. pkt.:             Skotið verður upp, at fyriskipanin fær gildi 1. januar 2008.

 

§ 65, stk. 1, 2. pkt.:             Ásetingarnar eru ikki tiknar við, við tað at tær ikki eru viðkomandi fyri Føroyar.

 

§ 65, stk. 3:                         Ásetingin, sum er um heimild at seta lógina í gildi fyri Føroyar og Grønland, er ikki við. Ásetingin er endurgivin í notu 1 til uppskotið til fyriskipan.

 

7. Avleiðingar fyri landskassan og vinnuna

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

8. Viðgerð og hoyringar

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

Skjøl

1.             Uppskot til ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om erhvervsdrivende fonde”.

1. viðgerð 6. mars 2007. Løgtingsmálini nr. 61, 62, 63, 64 og 65 vórðu viðgjørd undir einum og beind í vinnunevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram tann 20. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2007er tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 16., 19. og 29. mars og 26. apríl 2007.

 

Nevndin hevur havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum og embætisfólk.

 

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Víst verður annars til álit í løgtingsmálið nr. 61/2006.

2. viðgerð 30. apríl 2007. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.