65 Uppskot ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar ”Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse  erhversdrivende virksomheder”

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 20. februar, legði  Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar

 

Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder” 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1)  “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder”.

 

 

Almennar viðmerkingar

 

1. Bakstøði

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

2. Lov om visse erhvervdrivende virksomheder

Lógin, sum kom í gildi í Danmark 1. januar 1995, er ikki sett í gildi í Føroyum. Lógin hevur í sær partar av lógini um handilsskráir, firma og prokura (firmalógin), sum ikki er í gildi longur í Danmark, men sum framvegis er í gildi her.  Firmalógin verður tikin av við kongligu fyriskipanini.

 

Øvugt firmalógini fevnir lóg um ávísar vinnurekandi fyritøkur um allar vinnurekandi fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, sum ikki eru fevndar av partafelagslógini, smápartafelagslógini ella lóg um vinnurekandi grunnar. Fyritøkur, sum ikki hava til endamáls at fremja fíggjarligu áhugamálini hjá luttakarunum, fella uttan fyri lógina.

Við uppskotinum fæst størri opinleiki um vinnnurekandi fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd, herundir lutafeløg við avmarkaðari ábyrgd.

Tað snýr seg fyrst og fremst um eina skrásetingarlóg. Fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd skulu eftir uppskotinum skrásetast hjá Skráseting Føroya. Harumframt skulu tær lata ársroknskap eftir reglunum í ársroknskaparlógini. Smáar fyritøkur kunnu tó eftir uppskotinum til nýggja ársroknskaparlóg ”undlade at aflægge årsrapport efter denne lov, jf. dog stk. 4-6, hvis virksomheden i to på hinanden følgende regnskabsår på balancetidspunktet ikke overskrider to af følgende størrelser:

1) En balancesum på 6 mio. kr.,

2) en nettoomsætning på 12 mio. kr. og

3) et gennemsnitligt antal heltidsbeskæftigede i løbet af regnskabsåret på 10”.

 

Hinvegin er ikki ásettar reglur um, hvussu fyritøkurnar skulu skipast o.a. (materiellar reglur).

Fyritøkur, har luttakararnir ikki hava avmarkaða ábyrgd, hvørki skulu ella kunnu skrásetast, og eru heldur ikki fevndar av roknskaparreglunum, men eru bert fevndar av reglunum um navn og prokura. Hesar fyritøkur eru einstaklingafyritøkur, íognarfeløg, t.e. fyritøkur, har allir luttakararnir hefta persónliga uttan avmarking og solidariskt fyri skyldurnar hjá fyritøkuni, og
komandittfeløg, t.e fyritøkur, har ein ella fleiri av luttakarunum, komplementararnir, hefta persónliga uttan avmarking og solidariskt, meðan ein ella fleiri av luttakarunum, kommanditistarnir, hefta avmarkað.  

 

Navn og Prokura

Reglurnar í lógini um navn og prokura verða nýttar fyri allar fyritøkur, sum eru fevndar av lógini. Reglurnar um navn samsvara við reglurnar í firmalógini og felagslógunum (PF, Sp/F v.m.), við ávísum rættingum. Prokurareglurnar samsvara við galdandi prokurareglur í firmalógini. Prokura verður eftir lógini ikki longur skrásett.

 

Skráseting og rættarføri

Eftir galdandi firmalóg skulu øll firma, sum lógin fevnir um, skrásetast, tó soleiðis at skráseting av einstaklingafirma er sjálvboðin. Eftir uppskotinum skulu bert fyritøkur við avmarkaðari ábyrgd skrásetast. Hugtakið "fyritøka við avmarkaðari ábyrgd" verður í lógini lýst sum fyritøka, har eingin av luttakarunum heftir persónligt uttan avmarking og solidariskt. Eftir lógini er skráseting hjá Skráseting Føroya ein treyt fyri, at fyritøkan kann fáa støðu sum sjálvstøðugur juridiskur persónur. Hetta hevur við sær, at ikki fyrrenn fyritøkan er skrásett, fær hon rættarføri, t.e. evni at hava rættindi ella skyldur í rættarviðurskiftum. Hetta er ikki ein treyt eftir firmalógini.

 

Lógin hevur ikki ES-rættarligar reglur sum bakstøði.

 

Lógin hevur ikki fyrr verið sett í gildi fyri Føroyar.

 

 

3. Serligar viðmerkingar viðvíkjandi tillagingum til føroysk viðurskifti í uppskotinum

 

§ 2, stk. 2:                           Ásetingin er tillagað soleiðis, at kravið um, at teir lutakararnir í kommanditfeløgum, sum hefta fyri skyldunum hjá fyritøkuni, skulu hava umsitingarligar og fíggjarligar heimildir, er galdandi frá ígildiskomu lógarinnar.

 

§2, stk. 3, §8, stk. 1,            Føroyski skrásetingarmyndugleikin er

§9, stk. 1, § 10, §§              settur inn alla staðir, har Erhvervs- og

11-12, § 13, stk. 2,              Selskabsstyrelsen er skrásetingarmyndugleiki

§§ 15-17, § 19,                   í danska lógartekstinum.      

§ 20 a, stk. 1-2,                  

§ 21, stk. 1, § 22 og

§ 26, stk. 1 og 3:                 

 

§ 5, stk. 1:                           Teksturin er tillagaður til føroysk viðurskifti.

 

§ 10, stk 5:                          Ásetingin er strikað, tí hon ikki er

viðkomandi fyri Føroyar.

 

§ 14 og § 15:                       “Registreringstidende” er broytt til: “det på Færøerne til offentlige bekendtgørelser autoriserede blad”.

 

§ 16, stk. 5:                         Eins og tað er galdandi fyri hinar felagsrættarligu kongligu fyriskipanirnar, verður tað upp til landsstýrið at áseta reglur viðvíkjandi avgjøldum v.m.

 

§ 23, stk. 2:                         Í staðin fyri “staten” er sett “landsstýrið”. Lógartilvísingin er tillagað  føroyska lóggávu.

 

§ 25, stk. 1:                         Skotið verður upp, at kongliga fyriskipanin verður sett í gildi 1. januar 2008.

 

§ 25, stk. 2:                         Firmalógin verður tikin av.

 

§ 25, stk. 3:                         Ásetingin er gjørd soleiðis, at kontinuitetur verður tryggjaður í skrásetingunum.

 

§ 26, stk. 1:                         Dagfestingin er ásett soleiðis, at verandi fyritøkur fáa 6 mánaða freist at melda seg til skrásetingina.

 

§§ 27 og 28:                        Ásetingarnar, sum vísa til fyrru ársroknskaparlógina, eru ikki við, tí tær ikki longur eru aktuellar.

 

§ 29:                                    Ásetingin, sum veitir heimild at seta lógina í gildi við kongligari fyriskipan, er endurgivin sum nota 1 í innganginum til kongligu fyriskipanina.

 

5. Avleiðingar fyri landskassan og vinnuna

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006.

 

6. Viðgerð og hoyringar

Víst verður til felags viðmerkingarnar til uppskotini um at dagføra vinnufelagslóggávuna í uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta ársroknskaparlógina í gildi í Føroyum, sum samstundis er framlagt, løgtingsmál nr. 61/2006. 

 

Skjal

Uppskot til “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om visse erhvervsdrivende virksomheder”.

1. viðgerð 6. mars 2007. Løgtingsmálini nr. 61, 62, 63, 64 og 65 vórðu viðgjørd undir einum og beind í vinnunevndina, sum tann 27. apríl 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrismaðurin í vinnumálum hevur lagt uppskotið fram tann 20. februar 2007, og eftir 1. viðgerð tann 6. mars 2007er tað beint vinnunevndini.

 

Vinnunevndin hevur viðgjørt málið á fundum 16., 19. og 29. mars og 26. apríl 2007.

 

Nevndin hevur havt fund við landsstýrismannin í vinnumálum og embætisfólk.

 

Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. Víst verður annars til álit í løgtingsmálið nr. 61/2006.

2. viðgerð 30. apríl 2007. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 2. mai 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 32-0-0. Málið avgreitt.