66 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "forslag til lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v."

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 15. februar, legði Bárður Nielsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi  fyri Føroyar “forslag til lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.”

 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1)

“forslag til lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.”

 

Viðmerkingar:

 

Ríkisumboðið hevur í skrivi, dagfest 22. desember 2006, til Fíggjarmálaráðið sent omanfyri nevnda uppskot til ummælis hjá føroyingum sbr. heimastýrislógarinnar § 7.  Uppskotið var lagt fyri Fólkatingið 24. januar 2007 undir  L  2006-07 – 121:  Forslag til lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v. (Nedbringelse af fondens egenkapital). Málið var á Fólkatingi til 1. viðgerð 1. februar 2007, og víðariviðgerð í Fólkatinginum bíðar nú eftir ríkislógartilmæli úr Føroyum.

 

 

Fylgiskjal

Skjal 1: “Forslag til Lov om ændring af lov om en investeringsfond for Færøerne m.v.”(Nedbringelse af fondens egenkapital) við viðmerkingum

 

1. viðgerð 28. februar 2007. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 8. mars 2007 legði fram soljóðandi

Álit

 

Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 15 januar 2007, og eftir 1. viðgerð 28. januar 2007 er tað beint fíggjarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 1. og 2. mars 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Magna Arge, stjóra, saman við Jóhan í Niðristovu, flogovasta,  landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm, saman við Landsverk,  umboð fyri Íleggingargrunnin og Finnboga Niclasen, stjóra.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin býtt seg í ein meirluta og ein minniluta.

 

Meirilutin (Anfinn Kallsberg, Vilhelm Johannesen, Kaj Leo Johannesen, Lisbeth L. Petersen og  Kári P. Højgaard)  ásannar, at verandi uppskot er úrslit av eini politiskari semju, ið gevur møguleikar at fíggja útbyggingina av flogvøllinum í Vágum og at yvirtaka vøllin.

 

Meirilutin hevur undir viðgerðini gjørt eina drúgva gjøgnumgongd av øllum flogvallarmálinum. 

 

Meirilutin ásannar, at lítið og einki er gjørt við flogvøllin í fleiri ár.  Hetta hóast menningin hevur verið stór innan hetta økið, og at flogvøllurin als ikki var ætlaður so nógvum ferðafólki, sum nú ferðast um vøllin, og ferðafólkatalið veksur alsamt.

 

Meirilutin hevur umrøtt spurningin um møguleika fyri einum alternativum vølli. Niðurstøðan er rættiliga greið, uttan mun til hvar ein vøllur verður lagdur í Føroyum, loysir hann ikki allar trupulleikar, sum kunnu stinga seg upp. So uttan mun til alternativan vøll ella ikki, so verður neyðugt at uppraðfesta vøllin í Vágum.

 

Ætlanin er ikki bara at leingja vøllin, men nógvar aðrar ábøtur eiga at verða gjørdar, og tað ber til at fara undir hetta beinanvegin. Málið hevur tí skund.

 

Við hesum tekur meirilutin undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.

 

Minnilutin (Páll á Reynatúgvu og Karsten Hansen) vísir á, at tvinnir høvuðstættir eru viðgjørdir í málinum um at taka av stovnsfænum hjá Íleggingargrunninum fyri Føroyar, ið hettar ríkislógartilmæli leggur upp til. Annar snýr seg um, um tað er rætt at taka tær 365 mió. kr. burtur av stovnsfænum hjá Íleggingargrunninum, sum í dag er áleið 800 mió. kr. Hin er grundleggjandi orðaskifti um tað, ið peningurin skal nýtast til, framtíðar flogvallarviðurskifti Føroya. Um hvørt tað er rætt at byggja nýggjan flogvøll, sum lýkur dagsins trygdarkrøv, ella um vit framhaldandi skulu betra um eina flogvallarloysn í Vágum, og hvørji framtíðarperspektiv eru í hesi loysn.

 

Yvirskipað hava innkallingarnar í nevndini lýst málið frá fleiri sjónarhornum, bæði viðvíkjandi sjálvari niðurkapitaliseringini av Ííleggingargrunninum og einari møguligari útbygging av flogvøllinum í Vágum.

 

Frá grunsins síðu er greitt víst á, at grunnurin hevur verið undir umsiting av politisku skipanini farnu 2 árini. Úrslitið er, at grunnurin hevur frásagt sær fíggingarmøguleikar í sama tíðarskeiði og kemur at gera tað í nógv ár frameftir. Eitt nú kemur grunnurin ikki at kunnað fíggja lánibyrðuna, í sambandi við ein komandi Sandoyartunnil, eins og gjørt varð í sambandi við Vágatunnilin og Norðoyatunnilin. Einki er at ivast í, at grunnurin kennir støðuna sera darvandi fyri virkismøguleikarnar, og møguleikin at læna út pening til grunnsins endamál er skert munandi fyri ikki at siga steðgað.

 

Ásannandi, at einki kjølfestandi kjak hevur verið í Løgtinginum um framtíðar flogvallarviðurskifti í Føroyum, ynskti nevndin at hoyra teir partar, sum so ella so varða av flúgving, og flogvallarviðurskiftum í Føroyum. Her skal staðfestast, at tað er trupult at finna fakliga frøði, sum ikki er heft av ávísum áhugamálum. Landsverk má tó metast at vera mest neutrali parturin her.

 

Viðvíkjandi útbyggingini av flogvøllinum, sum er tað einasta, ið stovnsfæið á tær 365 mió.kr kann nýtast til sambært ríkislógartilmælinum, átti at verið nógv meira av fakligari greining, áðrenn politiska støðutakan, sum kemur at verða dýrasta almenna íløgan í nýggjari tíð.

 

Tað er upplýst í nevndini, at endamálsorðingin í frágreiðingini viðvíkjandi flogvallarútbygging, sum varð liðug í apríl 2006, bara hevði sum mál at útgreina flogvallarviðurskiftir í Vágum, og ikki í Føroyum, sum hevði verið tað rætta sjónarhorni at arbeitt við. Ikki minst tá hugsað verður um at tryggja álítandi flogvallarviðurskiftir í eini hundrað ár frameftir. Eisini varð staðfest, at fremsti, og í dag, einasti operatørur á flogvøllinum í Vágum, Atlantsflog, als ikki hevði verið umboðaður í arbeiðsbólkinum, sum skuldi greina flogvallarviðurskiftini.

 

Tað varð í nevndini upplýst, at verandi eigari av flogvøllinum, danski staturin, hevði misrøkt skyldu sína við flogvøllinum í minst 10 ár, og at staturin helt áfram við passivu støðu síni. Tað kom somuleiðis greitt fram, at tað kunnu fremjast tekniskar betringar av flogvøllinum í Vágum, uttan at leingja sjálvan vøllin. Umframt tað, sum er upplýst higartil, skulu upp móti hálvthundrað mió. kr. nýtast til tekniskar betringar á flogvøllinum í Vágum. Einki greitt svar kom upp á spurningin, um flogvøllurin eftir útbyggingina kundi verða góðkendur uttan frávik í altjóða trygdarreglum.

 

Tað varð eisini staðfest, at ov seint er farið í gongd við at gera veðurlagskanningar á flogvallarrelevantum økjum í Føroyum.

 

Kanningar, ið Landsverk hevur latið útlendskar serfrøðingar gera, vísir á alternativ til flogvøllin í Vágum. Hesi eru ávíkavist Glyvursnes og Søltuvík, tó við greiðari tilvísing um, at Søltuvík er besta boðið. Fyrivarni skal tó takast fyri, at veðurlagskanningarnar á hesum økjum ikki eru lidnar enn, og ikki verða tað fyrr enn í fyrsta lagi  um tvey ár. Kostnaðurin av hesum flogvallum verður mettur at verða millum 800 mió. kr og eina mia. kr.

 

Kortini varð staðfest, at tíðarmunurin millum tað at byggja ein nýggjan og tíðarhóskandi flogvøll aðrastaðni í Føroyum og at útbyggja flogvøllin í Vágum, bara er áleið tvey ár. Við øðrum orðum, semist politiska skipanin um at lata tey, sum skil hava fyri flogvallarviðurskiftum, velja røttu flogvallarloysnina við flúgvitrygd sum grundarsteini, so tekur tað einans tvey ár meira at gera henda vøll enn at byggja út í Vágum. Sæð yvir eitt tíðarbil upp á hundrað ár, sum kann metast at vera  minsta livitíðin hjá einum flogvølli, er ikki trupult hjá Løgtinginum at velja røttu loysnina

 

Minnilutin (Karsten Hansen og Páll á Reynatúgvu) mælir ístaðin til at taka yvir flogvøllin beinanvegin, og at nýta Íleggingargrunnin sum lánveitara í sambandi við bygging av nýggjum flogvølli í Føroyum. Á tann hátt varðveita vit ein virkisføran Íleggingargrunn og skipa flogvallarviðurskiftini í Føroyum, so tey lúka altjóða krøv nógv ár frameftir. 

 

Kári P. Højgaard viðmerkir, at tað í sambandi við ein komandi alternativan flogvøll tykist sera løgið, at ein topografisk meting fyri 100. tús. kr. endaliga hevur avhøvdað Skorðhæddina í Eysturoy sum ein av trimum møguleikum.

 

2. viðgerð 15. mars 2007. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 20-1-5. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 20. mars 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 16-4-0. Málið avgreitt.