88 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar "lov om ændring af færdselsloven og pasloven"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
F. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om ændring af færdselsloven og pasloven”

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1):

 

“Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af færdselsloven og pasloven” (Knallerter, køre- og hviletid og nedsættelse af gebyrer for børnepas m.v.)

 

Viðmerkingar

Orsøkin til, at ferðslulógin er fevnd av heitinum, er, at tá broytingin fór fram í Danmark, snúði tað seg um fleiri lógir, ið vóru savnaðar saman til eitt broytingaruppskot, ið eisini fevndi um donsku ferðslulógina. Hetta føroyska uppskotið snýr seg einans um broyting av passlógini.

 

Uppskotið verður lagt fram við tí endamáli at dagføra lóggávuna um gjald fyri barnapass, soleiðis at gjaldið verður tað sama í Føroyum sum í Danmark. Gjaldið hevur vanliga verið tað sama, men eftir at lógarbroytingin um at niðurseta gjaldið fyri at fáa útflýggjað barnapass varð sett í gildi í Danmark tann 24. juni 2005, er gjaldið í Danmark fyri persónar undir 18 ár ásett til 115 kr., meðan gjaldið í Føroyum er 150 kr.

 

Fram  til 1. oktober 2004 kundu børn undir 15 ár verða skrásett í passinum hjá foreldrunum ella hjá øðrum vaksnum persóni. Í teimum førum, har barnið skuldi hava eitt sjálvstøðugt pass, skuldi barnið gjalda 150 kr.

 

Danska Løgmálaráðið gav út eitt rundskriv, sbr. cirkulære af 22. september 2004, ið ásetti, at eftir at reglurnar um, at børn undir 15 ár skulu hava egið pass, vóru komnar í gildi, skuldi ein fyribils skiftisregla setast í gildi fyri gjaldið av barnapassum. Skiftisreglan skuldi hava virknað frá tí degi, tær nýggju reglurnar um barnapass vórðu settar í gildi. Gjaldið, áljóðandi 150 kr., skuldi gjaldast í tveimum umførum. Tað fyrsta gjaldið, áljóðandi 115 kr., skuldi gjaldast, tá ið umsóknin um at fáa eitt barnapass varð latin inn. Restin, 35 kr., skuldi gjaldast, um lógaruppskotið ikki varð sett í gildi.

 

Í Føroyum er mannagongdin í dag tann sama, sum ásett er í omanfyri nevnda rundskrivi frá danska Løgmálaráðnum, tá ið biðið verður um barnapass. Hetta merkir, at tann, ið biður um barnapass, skal gjalda 115 kr., samstundis sum umsøkjarin skrivar undir eitt skjal, har viðkomandi bindur seg til at gjalda tær írestandi 35 kr., um so er, at lógarbroytingin um at niðurseta gjaldið, ikki verður samtykt. Sostatt virkar skipanin í dag, sum um lógarásetta gjaldið er 115 kr.

 

Innlendismálaráðið mælir til, at uppskotið verður sett í gildi við afturvirkandi gildi, soleiðis at niðursetta gjaldið upp á 115 kr. fær virknað frá 1. oktober 2004.

 

Hjáløgd skjøl:

Skjal 1:Uppskot til kongaliga fyriskipan: “Anordning om ikrafttræden for Færøerne af lov om ændring af færdselsloven og pasloven”.

Skjal 2: Skriv frá danska Løgmálaráðnum:“Notits om ændring af reglerne om opkrævning af gebyr for udstedelse af pas på Færøerne”.

 

 

1. viðgerð 16. mars 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 27. mars 2007 legði fram soljóðandi  

 

Álit

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 26. mars 2007.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

2. viðgerð 12. apríl 2007. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

3. viðgerð 18. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.