90 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í "Lov for Færøerne om rettens pleje"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um broyting í “Lov for Færøerne om rettens pleje”

 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1):

 

“Forslag til Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje”

(Bemyndigelse til at fastsætte regler om udenlandske advokater på Færøerne)

 

 Almennar viðmerkingar 

Sonevndi Hoyvíkssáttmálin millum íslendsku stjórnina øðrumegin og donsku stjórnina og Føroya landsstýri hinumegin varð settur í gildi 1. november 2006. Endamálið við sáttmálanum er  at fáa í lag eitt búskaparøki, ið fevnir um umveldini Ísland og Føroyar, har fríur flutningur er av vørum, tænastum, kapitali og persónum. Sáttmálin inniber sostatt m.a., at íslendskir advokatar eiga at hava møguleika at virka í Føroyum á jøvnum føti við føroyskar og danskar advokatar.

 

Fyri at lúka ES-viðtøkur, gevur § 130 í donsku rættargangslógini løgmálaráðharranum heimild til at áseta reglur um tilnevning av advokatum, nýtslu av advokatheitinum og útinnan av advokatvirksemi, har áðurnevndu eru tilnevnd sum advokatar í einum ES- landi, ella í einum landi, sum ES hevur gjørt avtalu við. Sum úrslit av hesum eru kunngerðirnar “Bekendtgørelse nr. 276 af 14. april 2000 (med senere ændring) om EU-advokaters etablering her i landet m.v.” og “Bekendtgørelse nr. 231 af 24. april 2002 (med senere ændring) om EU-advokaters tjenesteydelser her i landet” settar í gildi. Hesar kunngerðir áseta m.a. møguleikarnar hjá íslendskum advokatum at stovna og reka advokatvirksemi í Danmark. Kunngerðirnar eru grundaðar á, at Ísland luttekur í EBS-avtaluni.

 

Skulu Føroyar gerast ein partur av evropeisku búskaparligu integrasjónini, er neyðugt, at Føroyar kunnu gera avtalur við onnur lond um búskaparligt samstarv. Í tann mun, Føroyar gera avtalur við onnur lond um búskaparligt samstarv, kann gerast neyðugt at loyva útlendskum advokatum at virka í Føroyum. Við atliti at hesum, verður neyðugt at broyta føroysku rættargangslógina. § 119 í føroysku rættargangslógini ásetir, at fyri at verða tilnevndur og fyri at kunna virka sum advokatur í Føroyum skal ein hava juridiskt kandidat prógv. Eingin áseting er, sum gevur møguleika fyri at áseta reglur um, at útlendskir advokatar kunnu virka í Føroyum.

 

Sum er, hevur Hoyvíkssáttmálin sostatt tað fyrivarni, at íslendskir advokatar einans kunnu virka í Føroyum, um teir lúka krøvini í rættargangslógini, harundir kravið um at hava lokið danskt juridiskt kandidat prógv. Samtykkir Fólkatingið “lovforslag om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje (Bemyndigelse til at fastsætte regler om udenlandske advokater på Færøerne),  sambært § 19 í grundlógini, so kann áðurnevnda fyrivarni í Hoyvíkssáttmálanum strikast, við at løgmálaráðharrin við kunngerð setur í gildi eins reglur, sum eru galdandi í Danmark í løtuni (sí omanfyri).

 

Broytingin

Mett verður, at skulu Føroyar lúka treytirnar fyri at gera altjóða avtalur og harumframt gera nýtslu av slíkum millumtjóða avtalum, er neyðugt at áseta reglur í føroysku rættargangslógini, sum geva løgmálaráðharranum heimild til at seta í gildi nærri reglur um virksemi hjá útlendskum advokatum v.m. í Føroyum. Sostatt verður mælt til, at nýggj áseting, sum í høvuðsheitum samsvarar við § 130 í donsku rættargangslógini, verður sett inn sum § 130 í føroysku rættargangslógini. Meðan danska ásetingin snýr seg um advokatar úr einum ES-landi ella landi, sum hevur gjørt avtalu við ES, snýr føroyska ásetingin í § 130 seg um advokatar úr londum, sum Føroyar hava gjørt altjóða avtalu við.

 

Ítøkiliga verður mett, at fyri at liva upp til avtalurnar í Hoyvíkssáttmálanum, er neyðugt at broyta føroysku rættargangslógina soleiðis, at § 130 heimilar løgmálaráðharranum at áseta reglur í kunngerð, ið geva íslendskum advokatum møguleika fyri at virka í Føroyum.

 

Verður uppskotið samtykt, so ásetir danska Løgmálaráðið í samráð við føroysku myndugleikarnar reglur, ið geva íslendskum advokatum somu møguleikar fyri at virka í Føroyum, sum teir hava í Danmark sbrt. “Bekendtgørelse nr. 276 af 14. april 2000 (med senere ændring) om EU-advokaters etablering her i landet mv.” og “Bekendtgørelse nr. 231 af  24. april 2002 (med senere ændring) om EU-advokaters tjenesteydelser her i landet”.

 

Danska Løgmálaráðið skjýtur upp, at lógin kemur í gildi 1. juli 2007. 

 

Hjáløgd skjøl: 

1: Uppskot og viðmerkingar til “Forslag til Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje” (Bemyndigelse til at fastsætte regler om udenlandske advokater på Færøerne).

 

 1. viðgerð 16. mars 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 29. mars 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 16. mars 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. og 29. mars 2007.

 

Í sambandi við nevndarviðgerðina hevur nevndin spurt Advokatfelag Føroya um teirra viðmerkingar til málið. Felagið hevur boðað frá, at tað hevur ongar viðmerkingar til uppskotið.

 

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

2. viðgerð 13. apríl 2007. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 21-8-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.

 

3. viðgerð 18. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.