91 Uppskot til  ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar broyting í "Lov for Færøerne om rettens pleje"

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð (Einki orðaskifti)
G. 3. viðgerð (Einki orðaskifti)

Ár 2007, 2. mars, legði Jacob Vestergaard, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

ríkislógartilmæli um broyting í “Lov for Færøerne om rettens pleje” 

 

Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar hjálagda uppskot (skjal 1):

 

“Forslag til  Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje”

(Massemediernes kildebeskyttelse, børnesagkyndige dommere m.v.)

 

Kap. 1. Almennar viðmerkingar

 

Í sambandi við, at løgtingslógirnar um fjølmiðlaábyrgd, barnavernd og fastan gerðarrætt nýliga eru settar í gildi í Føroyum, og umsitingin av tinglýsingarskipanini er yvirtikin, eins og nýggjar reglur um foreldramyndugleika í Føroyum verða settar í gildi í Føroyum 1. apríl 2007, er neyðugt, at ávísar rættargangsreglur verða ásetttar/broyttar samsvarandi í føroysku rættargangslógini (Lovbekendtgørelse nr. 148 af 9. marts 2004 “Bekendtgørelse af lov for Færøerne om rettens pleje”).

 

Rættargangur er danskt málsøki sbr. § 1, stk. 2, nr. 14 í løgtingslóg nr. 41 frá 10. mai 2006 um ræði á málum og málsøkjum, sum broytt við løgtingslóg nr. 105 frá 12. desember 2006. Endamálið við fyriliggjandi uppskoti til ríkislógartilmæli er tískil at fáa sett í gildi niðanfyristandandi broytingar í rættargangslógini, soleiðis at áðurnevndu løgtingslógir, saman við broyttu rættargangslógini fyri Føroyar, koma at virka sum ætlað. Harumframt er broytingin ein avleiðing av yvirtøkuni av umsitingini av tinglýsingarskipanini. 

 

Einstøku broytingarnar 

Uppskotið til ríkislógartilmæli um at broyta rættargangslógina fyri Føroyar fevnir um hesar broytingar:

  1. broyting av reglunum um at verja fjølmiðlakeldur, soleiðis at fjølmiðlaábyrgdarlógin fær virkað, sum ætlað,
  2. áseting av reglum um, at dómarar, ið eru sakkønir í málum, har børn verða sett heiman o.a., skulu luttaka í viðgerðini av slíkum málum, og reglur um setan av serkønum dómarum,
  3. áseting um reglur viðvíkjandi próvførslu hjá dómstólum, soleiðis at fasti gerðarrætturin fær virkað,
  4. reglurnar um kærur í tinglýsingarmálum verða strikaðar í rættargangslógini sum úrslit av, at uppgávan at tinglýsa í Føroyum frá 1. februar 2006 varð flutt frá dómstólunum til tinglýsingarskrivstovuna,
  5. broyting av reglunum um málsviðgerð í sambandi við mál um foreldramyndugleika. Henda broyting er neyðug orsakað av samtykta uppskotinum til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “lov om forældremyndighed og samvær”, har nýggjar reglur um foreldramyndugleika fyri Føroyar koma í gildi 1. apríl 2007.

 

Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum

 

Mett verður ikki, at uppskotið hevur fíggjarligar, umsitingarligar, umhvørvisligar, sosialar ella aðrar avleiðingar við sær.

 

 

 

 

Fyri landið/lands-

myndugleikar

Fyri

kommunalar

myndugleikar

Fyri

pláss/øki í

landinum

Fyri

ávísar sam-felagsbólkar/

felagsskapir

Fyri

vinnuna

Fíggjarligar/

búskaparligar avleiðingar

 

Nei

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umsitingarligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Umhvørvisligar

avleiðingar

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

 

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

 

Nei

Sosialar

avleiðingar

 

 

 

 

 

 

 

Nei

 

 

 

 

 

 

Kap. 3. Serligar viðmerkingar

 

Ad. 1.  Fjølmiðlaábyrgd

Í løgtingslóg um fjølmiðlaábyrgd frá 2006 vóru settar í gildi nýggjar og nútíðarhóskandi reglur um ábyrgd á fjølmiðlaøkinum í Føroyum.

 

Í Danmark varð líknandi lóg um fjølmiðlaábyrgd sett í gildi í 1991. Samstundis vórðu reglurnar í § 172 í donsku rættargangslógini broyttar soleiðis, at fjølmiðlakeldur vórðu betur vardar.

 

Reglurnar í føroysku rættargangslógini viðvíkjandi ábyrgdini hjá blaðstjóra, ábyrgdarblaðstjóra og tíðindafólki at verja teirra keldur eru samlíkar reglunum, ið vóru galdandi í Danmark, áðrenn lógin um fjølmiðlaábyrgd kom í gildi í Danmark.  

 

Mett verður, at fyri at fjølmiðlaábyrgdarlógin skal kunna virka, sum ætlað, er neyðugt at broyta rættargangslógina soleiðis, at tíðindafólk við fjølmiðlarnar, í flestum førum, fáa rætt til at verja keldur teirra (undantikið í serligum førum í sambandi við álvarsom lógarbrot).

 

Ad. 2.  Barnasakkønir dómarar

Í 2005 varð nýggj løgtingslóg um barnavernd sett í gildi. Nýggja barnaverndarlógin ásetir m.a., at barnasakkønir dómarar skulu luttaka í rættinum í málum viðvíkjandi avgerðum hjá Høvuðsbarnaverndini um at seta børn heiman v.m.

 

Viðurskifti viðvíkjandi virksemi hjá rættinum eiga av røttum at verða ásett í rættargangslógini, sum er danskt málsøki, og ikki í lógini um barnavernd.

 

Ad. 3.  Fasti gerðarrætturin

Løgtingslóg um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin frá 2006, ásetir reglur um fasta gerðarrættin. Fasti gerðarrætturin er stovnur, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum skipa sambært sáttmála til at loysa trætur á arbeiðsmarknaðinum.

 

§ 2, stk. 2 í lógini um fastan gerðarrætt ásetir, at dómstólarnir eftir áheitan skulu skipa fyri vitnisavhoyringum og aðrari próvførslu. Aftur her ger seg galdandi, at viðurskifti viðvíkjandi virksemi hjá rættinum av røttum eiga at verða ásett í rættargangslógini, sum er danskt málsøki, og ikki í lógini um mál, ið hoyra undir fasta gerðarrættin.  

 

Ad. 4.  Tinglýsing  

Í løgtingslóg um tinglýsing frá 2006 varð ásett, at uppgávan at tinglýsa ikki longur liggur hjá Føroya rætti, men hjá Tinglýsingarstovuni, ið er stovnur undir Innlendismálaráðnum.

 

Ásetingarnar í føroysku rættargangslógini um kærur viðvíkjandi tinglýsing, eiga tí at verða strikaðar úr rættargangslógini.

 

Ad. 5.  Foreldramyndugleiki

30. november 2006 bleiv uppskot til ríkislógartilmæli um at seta í gildi fyri Føroyar “Lov om forældremyndighed og samvær” samtykt.

 

Uppskotið førir m.a. við sær, at í málum um foreldramyndugleika, har barnið er fylt 12 ár, skal ein samrøða gerast við barnið, áðrenn ein avgerð verður tikin. Samrøðan nýtist ikki at verða gjørd, um tað verður mett, at samrøðan er til skaða fyri barnið, ella er uttan týdning fyri málið. Eisini skal ein samrøða verða, um barnið er undir 12 ár, um barnið verður mett at vera nóg búgvið, og um umstøðurnar annars tala fyri hesum.

 

Uppskotið førir eisini við sær, at frameftir verða allar ósemjur um foreldramyndugleika avgjørdar av Føroya rætti, í mun til í dag, har Ríkisumboðið tekur avgerð í málum, har foreldur eru ósamd um, hvør teirra skal hava foreldramyndugleikan.

 

Mett verður, at neyðugt er at seta eina grein inn í føroysku rættargangslógina, soleiðis at rætturin hevur heimild til at taka avgerð um, at einans annar parturin í slíkum málum ella hvørgin teirra kann/kunnu vera til staðar undir samrøðuni við barni. 

 

Hjálagda uppskot nágreinar, at kapittul 42 í føroysku rættargangslógini um hjúnabandsmál v.m. fevnir um øll mál viðvíkjandi foreldramyndugleika. Eisini verða reglurnar viðvíkjandi tillutan av advokati í kapittul 42 í rættargangslógini lýstar neyvari.

 

Hjáløgd skjøl: 

Skjal 1: Uppskot og viðmerkingar til “Forslag til Lov om ændring af lov for Færøerne om rettens pleje (Massemediernes kildebeskyttelse, børnesagkyndige dommere m.v.)”.

 

 1. viðgerð 13. mars 2007. Málð beint í rættarnevndina, sum tann 20. apríl 2007 legði fram soljóðandi

 

Álit

 

Landsstýrismaðurin í innlendismálum hevur lagt málið fram tann 2. mars 2007, og eftir 1. viðgerð tann 13. mars 2007 er tað beint rættarnevndini.

 

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 26. og 29. mars 2007.

 

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Henrik Møller, sorinskrivara, og landsstýrismannin í innlendismálum. Frá Kára á Rógvi, løgfrøðingi hevur nevndin fingið avrit av skrivi um at broyta løgtingslógina um fasta gerðarrættin.

 

Ein meiriluti í nevndini (Marjus Dam, Kristian Magnussen, Poul Michelsen, John Johannessen, Kaj Leo Johannesen og Bill Justinussen) vísir á, at Henrik Møller, sorinskrivari, á fundi við nevndina upplýsti, at embætið, áðrenn uppskotini um barnavernd og fastan gerðarrætt vórðu løgd fyri tingið av fyrstan tíð, gjørdi vart við, at tað kundi hava við sær praktiskar trupulleikar, at ásetingarnar um rættargang ikki vórðu ásettar í rættargangslógini. Í dag ávirkar hetta beinleiðis virki hjá rættinum, tí  2 barnaverndarmál eru seinkað orsakað av vantandi heimild í rættargangslógini at útnevna sakkønar dómarar í barnaverndarmálum.

 

Meirilutin tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Ein minniluti (Finnur Helmsdal) tekur undir við uppskotinum, men hevur haraftrat hesar viðmerkingar:

 

Tað er hugstoytt at staðfesta ferð eftir ferð, at orðingar um so týdningarmikil og grundleggjandi viðurskifti sum rættargang ikki kunnu fáa innivist í føroyskum løgtingslógum. Tað er eyðmýkjandi og snópisligt, at vit mugu lýða harraboð frá dønum um at rætta og broyta okkara lógararbeiði soleiðis, at tað, vit hava skrivað í løgtingslógir, nú skal viskast út aftur og setast inn í danskar. Ikki minst tí vit gera tað uttan hvørki at blunka ella rodna. Vit hava onga meining sjálvi, um tað er rætt ella skeivt, vit gera, ella um tað kundi verið gjørt øðrvísi. Tað er tulkingin hjá donsku myndugleikunum av hesum viðurskiftunum, sum ikki bara setir dagsskránna, tað er eisini teirra tulking, sum er okkara so at siga fult og heilt. Viðgerðin av hesum málinum er enn eitt prógv um, at alt ov nógv okkara treytaleyst góðtaka mannminkandi støðuna, vit eru í ríkisrættarliga, góðtaka tað undirbrotliga støðuloysi, sum eyðkennir okkara lóggevarar.

 

Minnilutin undrast samstundis yvir, at hesar broytingarnar verða kravdar, meðan man hevur góðtikið orðingar um t.d. rættargang í øðrum løgtingslógum, t.d. í stýrisskipanarlógini. At man so ivast í rættleikanum av fortreytunum fyri teimum orðingunum, er so ein onnur søga.

 

At enda hevur minnilutin hug at koma við einum hjartasuffi og spyrja, hvussu tað kann bera til, at løgtingslógir kunnu verða settar í gildi og hava virkað í eitt ár ella meira, áðrenn slíkar broytingar verða framdar. Er tað tí vit royna at lumpa danir, ella eru vit bara gáloysin?

 

2. viðgerð 24. apríl 2007. Uppskot til ríkislógartilmæli samtykt 19-0-7. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð

3. viðgerð 27. apríl 2007. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 18-0-9. Málið avgreitt.