12 Uppskot til  løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (Ásetingarlógin)

A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið)

Ár 2007, 4. september, løgdu tingmenninir Hergeir Nielsen, Heidi Petersen, Páll á Reynatúgvu, Høgni Hoydal, Tórbjørn Jacobsen, Finnur Helmsdal og Annita á Fríðriksmørk, vegna Tjóðveldisflokkin fram soljóðandi

Uppskot

 

til

 

løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um áseting av skatti (ásetingarlógin)

 

§ 1

 

Í løgtingslóg nr. 87 frá 1. september 1983 um áseting av skatti (ásetingarlógin), sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 128 frá 28. desember 2006 verður gjørd henda broyting:

 

1)      Í § 1, stk. 1, nr. 1 verður orðingin “til 31. desember 2007” strikað.

2)      Í § 1, stk. 1 verður nr. 2 strikað.  

 

§ 2

 

Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, hon verður kunngjørd.

 

Almennar viðmerkingar
Samgonguflokkarnir hava á Løgtingi samtykt skattalætta eisini fyri árið 2008, tá hetta Løgtingið leggur frá sær.

 

Hetta er nú sjeynda royndin hjá Tjóðveldisflokkinum í hesum valskeiði at beina skattapolitikkin annan veg, og triðja royndin at strika skattalættan fyri 2008.

 

Ávaringarnar um sosialu, fíggjarligu og búskaparligu avleiðingarnar av skattalættunum hjá landsstýrinum hava ikki trotið. Ikki bert andstøða og fakfeløg hava mótmælt, men bæði Búskaparráðið og aðrir búskaparfrøðingar hava víst á, at skattalættin hjá samgonguni hitar búskapin óneyðuga, og at sosiala byrðan í skatta- og avgjaldspolitikkinum verður løgd frá teimum sterkaru herðunum til tær veikaru – t.e. at progressiva skattaskipanin gerst meira proporsjonal.

 

Og nýsetti landsstýrismaðurin í fíggjarmálum hevur sjálvur gjørt greitt, at tiltøk mugu gerast beinanvegin til tess at tálma búskapinum og at rætta skeivleikarnar í skattapolitikkinum. Eisini løgmaður segði í løgmansrøðuni á ólavsøku í ár, at tað var neyvan rætt at samtykkja skattalættar í eitt longri tíðarskeið, tí búskapargongdin broytist so skjótt.

 

Uttan mun til, at flokkarnir eru hugsjónarliga ósamdir um sosiala partin av skattalættunum, so hava allir flokkar eftirhondini viðurkent, at búskapurin er ovurhitaður, og at tiltøk mugu fremjast.

 

Trot er á arbeiðsmegi. Prísvøkstur og hækkað kostnaðarstøði eru longu sjónsk og kunnu bert økjast. Stórt hall er á handilsjavnanum. Gjaldsjavnin vísir, sambært landsstýrisins egnu metingum, somuleiðis hall. Og javnvágin mótvegis útheiminum, har skuld hevur verið vend til stóra ogn seinnu árini, er nú vend, soleiðis at skuldin uttanlands økist.  

 

Skattalættin fyri 2008 fer tilsamans at senda minst 85 mió. kr. út í búskapin til eyka nýtslu í mun til 2007.

 

Frá landskassanum verða 72 mió. kr. minni tiknar inn í skatti og fyri kommunurnar er talan um 13 mió. kr. – sambært landsstýrisins egnu útrokningum.

 

Alt hetta gongur beint ímóti øllum politiskum tosi um at reka ein ábyrgdarfullan búskaparpolitikk, har endamálið er at tálma sveiggjum í búskapinum. 

 

Eingin haldgóð grundgeving finst fyri at halda fast um samtykta skattalættan, og tað er einfalt at gera broytingina.

 

Tí verður skotið upp at strika tann skattalættan, ið er samtyktur at koma í gildi 1. januar 2008.

 

Hetta kann bøta eitt sindur av skaðanum, ið longu er hendur – og hetta fer í minsta lagi:

 

-         at taka eitt sindur av ferðini av einum búskapi, ið er á veg móti heilt álvarsligum trupulleikum,

-         at spara landskassanum 72 mió. kr. og  kommununum 13 mió. kr. árliga,

-         at minka eitt sindur um sosialu gjónna,

-         at bøta um grundarlagið fyri haldgóðum vælferðartænastum. 

 

Mett verður, at henda broytingin fer at hava burturav jaligar avleiðingar fyri búskapin sum heild – fyri vinnuna, landið, kommunurnar og økini í landinum – og at avleiðingarnar somuleiðis eru til fyrimunar fyri sosialu støðuna millum samfelagsbólkarnar.

 

Mettar avleiðingar:

 

 

Fyri landið/lands-
myndugleikar

Fyri
kommunalar
myndugleikar

Fyri
pláss/øki í
landinum

Fyri ávísar samfelagsbólkar/
felagsskapir

Fyri vinnuna

Fíggjarligar/
búskaparligar avleiðingar

Ja

Ja

Ja

Ja

Ja

Fyrisitingarligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Umhvørvisligar
avleiðingar

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur

Nei

Nei

Nei

Nei

Nei

 Sosialar
avleiðingar

 

 

 

Ja

 

 

Viðmerkingar til einstøku greinarnar

 

Til § 1: 

Skattalættin, ið skuldi koma í gildi í 2008,  verður strikaður  

 

Til § 2

Gildiskoman verður sett at verða beinanvegin.

 

1. viðgerð 12. september 2007. Málið beint í fíggjarnevndina

Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað tann  6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.