35 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð (Orðaskiftið)
C. Álit
Ár 2007, 28. september, løgdu tingmenninir Annita á Fríðriksmørk, Høgni Hoydal, Hergeir Nielsen, Finnur Helmsdal, Tórbjørn Jacobsen, Páll á Reynatúgvu og Heidi Petersen, vegna Tjóðveldi fram soljóðandi
til
ríkislógartilmæli um broyting í revsilógini (harðari revsing fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum)
Mælt verður ríkismyndugleikunum til at seta í gildi fyri Føroyar soljóðandi kongliga fyriskipan:
I medfør af § 5 i lov nr. 380 af 6. juni 2002 om ændring af straffeloven, retsplejeloven og færdselsloven[1] sættes § 1 i kraft for Færøerne i følgende affattelse:
§ 1
I straffeloven, jf. lovbekendtgørelse nr. 215 af 24. juni 1939, som senest ændret ved anordning nr. 182 af 28. februar 2007, foretages følgende ændringer:
1.
I § 216, stk. 1, ændres »6 år« til: »8 år«.
2. I
§ 216, stk. 2, ændres »10 år« til: »12 år«.
3. I
§ 222, stk. 1, ændres »6 år« til: »8 år«.
4. I
§ 222, stk. 2, ændres »10 år« til: »12 år«.
§ 2
Anordningen træder i kraft dagen efter dens kundgørelse i Kunngerðablaðið.”
Viðmerkingar:
Endamálið við uppskotinum er at hækka revsirammurnar fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum.
Revsiramman eigur at vísa serliga virðing fyri tí einstaka menniskjanum. At gera seg inn á onnur menniskju sálarliga ella kropsliga eigur tí at verða fatað sum meira revsivert í mun til, um onkur ger seg inn á materiellar lutir ella pengar.
Sambært uppskotinum hækkar revsiramman soleiðis:
fyri neyðtøku úr 6 í 8 ár.
fyri neyðtøku av serliga farligum slagi úr 10 í 12 ár.
fyri samlegu við barn, yngri enn 15 ár, úr 6 í 8 ár.
fyri samlegu við barn, yngri enn 15 ár, og undir tyngjandi umstøðum úr 10 í 12 ár.
Endamálið við hesum broytingunum er at herða revsingina fyri neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum við uml. 1 ári, tó við virðing fyri, at revsingin fyrst og fremst byggir á eina ítøkiliga meting hjá rættinum av umstøðunum í hvørjum einstøkum máli.
Broytingarnar í revisrammuni fyri kynsliga misnýtslu av børnum vóru ikki við í upprunaliga uppskotinum, men komu inn í sambandi við viðgerðina í Fólkatinginum. Grundgevingin fyri hesum broytingunum var at tryggja framhaldandi samsvar millum revsirammurnar fyri ávikavist neyðtøku og kynsliga misnýtslu av børnum.
Í sambandi við lógarbroytingina í Danmark í 2002 heitti Løgmálaráðið á Ríkisadvokatin um at fylgja við í, um revsingin fyri neyðtøku (§ 216) og kynsliga misnýtslu av børnum (§ 222) veruliga varð herd.
Sambært frágreiðing frá Ríkisadvokatinum so hevur rætturin í allar flestu málunum hert revsingina í samsvari við endamálið við lógarbroytingini. Fyri neyðtøku eru dómarnir í dag uml. 1 ár hægri enn undan lógarbroytingini, og ríkisadvokaturin staðfestir somuleiðis, at revsingin fyri kynsliga misnýtslu av børnum í dag er hægri enn undan lógarbroytingini.
Meðan revsingin í Danmark er herd, síðan broytigin kom í gildi, verður linari revsing givin fyri somu lógarbrot í Føroyum. Løgtingið eigur tí at senda tað politiska signalið út til samfelagið, at neyðtøka og kynslig misnýtsla av børnum eru álvarsmál, sum verða tikin í størsta álvara, og at vit ikki á nakran hátt finna okkum í hesum og heldur ikki at vera eftirbátar á hesum øki.
Hjálagt skjal:
Forslag til lov om ændring af straffeloven, retsplejeloven og færdselsloven.
(Skærpelse af straffen for voldtægt, vold, uagtsomt manddrab, uagtsom betydelig
legemsbeskadigelse, forsætlig fareforvoldelse, biltyveri, grov forstyrrelse af
ro og orden, menneskesmugling og menneskehandel m.v.), og forslaget som
vedtaget,
L. nr. 118.
[1] § 5 i lov nr. 380 af 6. juni 2002 om ændring af straffeloven, retsplejeloven og færdselsloven er sålydende: ”Loven gælder ikke for Grønland eller Færøerne. Lovens § 1 kan dog ved kongelig anordning sættes i kraft for Færøerne og Grønland med de afvigelser, som de særlige færøske forhold tilsiger.”
1. viðgerð 17. oktober 2007. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 4. desember 2007 legði fram soljóðandi
Annita á Fríðriksmørk hevur vegna Tjóðveldi lagt málið fram tann 28. september 2007, og eftir 1. viðgerð tann 17. oktober 2007 er tað beint rættarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. oktober, 19. og 26. november og 3. desember 2007.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Hera Kragesteen, leiðandi sálarfrøðing á psykiatriska deplinum á Landssjúkrahúsinum, fútan og landsstýrismannin.
Nevndin er samd um, at tað hevur stóran týdning at senda signalið, at hesi lógarbrot verða ikki told, og at revsingin verður herd. At hetta ikki bara hevur virði sum signal, er rættarsiðvenjan í Danmark eitt tekin um. Kanningar av rættarsiðvenjuni eftir lógarbroytingina í Danmark staðfesta, at revsingin fyri lógarbrotini er herd í mun til undan broytingini. Hóast hægri revsing, so heldur nevndin tað samstundis vera umráðandi, at arbeitt verður fyribyrgjandi m.a. við at tryggja teimum dømdu tilboð um viðkomandi viðgerð.
Fútin hevur á fundi við nevndina víst á, at rættargangslógin ikki í nóg stóran mun heimilar rættinum at tilnevna advokat fyri tann, sum hevur verið fyri lógarbroti, meðan málið verður kannað. Hesum er tað ikki minst tørvur á í málum, sum viðvíkja børnum. Í Danmark hevur rætturin møguleika at tilnevna advokat í málum um neyðtøku, siðamisbrot, harðskap og øðrum málum, meðan møguleikarnir í Føroyum í høvuðsheitum eru avmarkaðir til mál um neyðtøku og onnur kynslig misbrot (§ 216, § 217, § 218, stk. 2, § 224 og § 225) í revsilógini. Nevndin heldur, at tørvur er á at dagføra rættargangslógina á hesum økinum, og mælir tí landsstýrismanninum til at viðgera kap. 66a í rættargangslógini við atliti til at víðka um møguleikarnar hjá rættinum at tilnevna advokat at verja og styrkja støðuna hjá teimum, sum hava verið fyri lógarbrotum.
Við hesum viðmerkingum tekur ein samd nevnd undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Málið fall burtur sbr. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí at løgtingsval varð útskrivað tann 6. desember 2007 til at verða tann 19. januar 2008, og málið ikki var liðugt viðgjørt á tingi fyri valið.