100-37 Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø, landsstýrismann, viðvíkjandi bústovni til fólk við serligum trupulleikum
Orðaskifti
Ár 2000, mikudagin 15. november, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Kristian Magnussen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
Viðmerkingar
Ætlanin við fyrispurninginum er at fáa greiði á, um ætlan landsstýrismansins er, at bústovnurin verður stovnaður sum eitt § 32 bútilboð, ið merkir eitt tilboð um bústað, sett á stovn sambært § 32 í forsorgarlógini. § 32, stk. 1 og 2, í forsorgarlógini er soljóðandi:
"Til brug for personer med særlige behov kan landsstyret oprette eller godkende
særlige institutioner. Landsstyret kan fastsætte regler for sådanne institutioners
drift, herunder om optagelse og betalingsforhold.
Stk. 2. Til brug for personer med særlige behov kan landsstyret oprette eller godkende
bofællesskaber. Landsstyret fastsætter regler for bofællesskabernes drift, herunder
optagelse og betalingsforhold."
Sum § 32 er orðað, er einki, sum forðar fyri, at landsstýrið kann stovna ella góðkenna bústovnar til fólk við serligum sosialum trupulleikum.
Spyrjarin heldur, at ein slíkur bústovnur eigur at verða settur á stovn, og at ein slíkur stovnur í høvuðsheitinum eigur at virka, sum skotið er upp niðanfyri.
Bústovnurin skal hava til uppgávu at veita innivist til fólk, sum av einihvørji orsøk fyribils ikki hava tak yvir høvdið, og sum ikki fáa stuðul/hjálp til at loysa sínar trupulleikar.
Bútilboðið eigur at verða ein fyribilsloysn, og starvsfólkið á stovninum eigur saman við búfólkunum at arbeiða við at útvega fastan bústað, arbeiði o.l. innan fyri stutt tíðarskeið - t.d innan 6 mánaðir.
Tá ein slíkur bústovnur ikki hevur nøktandi tal av starvsfólkum til at taka sær av, ofta samansettum trupulleikum, eigur hetta at verða gjørt í samstarvi við Almannastovuna og sosialu deild Tórshavnar býráðs.
Bústovnurin eigur at hava pláss fyri 10 búfólkum á einkult- og dupultkømurum. Børn eiga ikki at kunna búgva á bústovninum.
Stovnurin eigur at verða opin døgnið runt, og fólk eiga at kunnu venda sær til stovnin alt døgnið.
Búfólkið eigur at rinda fyri uppihaldið við upphædd pr.dag, sum eigur at verða ásett av landsstýrinum. Gjald fyri uppihaldið skal altíð rindast, áðrenn flutt verður inn, antin fyri døgnið ella fyri longri tíðarskeið. Stovnurin eigur ikki at verða ein viðgerðarstovnur, og eigur tí virksemi og arbeiðslag at verða í tráð við henda veruleika. Skal álit og harvið møguleiki fyri positivari ávirkan á búfólkið um at gera nakað munagott við teirra trupulleikar verða til staðar, er neyðugt at møta búfólkunum, har tey eru. Hetta merkir so eisini, at búfólk ikki verða koyrd út/uppsøgd, orsakað av rúsevnisnýtslu, treytað av at hetta ikki er til ampa fyri onnur búfólk ella starvsfólk.
Búfólkini eiga sjálvi at gera reint á kømurum og felagsøkjum undir eftirliti av starvsfólki.
Sum útgangsstøði eiga tað ikki at verða ov nógvar reglur galdandi á slíkum bústovni, men tær, sum eru, skulu virðast og yvirhaldast. Reglur mugu t.d verða um forboð fyri at nýta harðskap ella um hóttanir um harðskap móti øðrum búfólki og starvsfólki, og búfólk eiga at vera høvisk mótvegis øðrum búfólki ella starvsfólki. Starvsfólkið eigur at gera av, hvat ið verður mett sum nøktandi atburður. Brot á reglurnar eiga at føra til, at fólk mugu flyta út og ikki kunnu flyta innaftur, fyrr enn 1 mánaði er farin. Tá talan er um harðskap, kunnu strangari reglur um karantenu nýtast.
Hví búfelagsskap?
Seinastu árini eru alt fleiri vorðin heimleys í Føroyum og serliga í Havn. Generella
íbúðarneyðin í Havn ger møguleikan hjá heimleysum at finna sær bústað nærum
ómøguligan. Hóast fólk, ið hava verið bæði heimleys og aktivir
rúsevnismisnýtarar, hava verið í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu og hava hildið
seg edrú í mánaðvís, so er púrasta vónleyst hjá nógvum teirra at finna sær
bústað, orsakað av vánaliga umdømi teirra millum manna. Hetta kennist ikki sørt
møtumikið hjá tí, ið hevur vónina um eitt betri lív og sjálvur ger tað, hann er
mentur fyri at koma út úr persónligu og sosialu trupulleikunum.
At tørvurin er stórur í høvuðsstaðnum, er herbergið hjá Frelsunarherinum besta dømi um. Beinanvegin herbergið lat upp, varð tað yvirfólkað av heimleysum. Í dag er veruleikin tann, at nærum hvørja nátt hýsir herbergið 6-8 fólkum, ið liggja í 2 kømurum, nøkur í song, og nøkur á bóli. Hetta er ikki nøktandi hvørki fyri tey, ið fáa innivist ella fyri starvsfólkið á herberginum. Vit kunnu ikki sum landspolitikarar vera nøgdir við at veita Frelsunarherinum nakrar krónur í stuðli á fíggjarlógini, fyri síðan at tváða okkum um hendurnar og lata sum um, at trupulleikin er loystur.
Tað er sagt ofta fyrr, og er tíverri líka viðkomandi og satt í dag, at dygdin í samfelagnum kann metast eftir, hvussu vit taka okkum av teimum, ið eru ringast fyri, og sum hava samfelagsins solidaritet fyri neyðini.
Tá herbergið hjá Frelsunarherinum er koyrt í senk - orsakað av, at vit misnýta teirra sosiala "engagement" og medvit við ikki at veita teimum neyðugan fíggjarligan og moralskan stuðul, soleiðis at tey kunnu veita eitt sømiligt tilboð - tá eru vit øll vorðin fátækari.
Fíggingin
Tað eru ymsir háttir at fíggja og reka slíkar stovnar uppá. Ein møguleiki er, at
tað almenna sjálvt rekur stovnin og ger neyðugu íløguna í hús og útbúnað og
tekur sær av rakstrinum,. Ein annar møguleiki er, at felagsskapur sum Frelsunarherurin
rekur bústovnin við fígging úr landskassanum. Treytin fyri at fáa loyvi at reka
slíkan stovn eigur at verða, at tann, ið rekur stovnin, viðurkennur tann veruleika,
ið búfólkini er í, og at virksemi og arbeiðslag verður framt í tráð við henda
veruleika. Neyðugt verður við 5-6 starvsfólkum, fyri at stovnurin kann verða opin alt
døgnið. Um stovnurin verður rikin sum ein almennur stovnur, so verður løgan í hús
óivað goldin í einum, og verður stovnurin rikin av øðrum, kunnu húsaútreiðslurnar
verða ein partur av rakstrinum. Tí ber ikki til at meta heilt neyvt um kostnaðin av
rakstrinum.Hetta er ætlanin, at landsstýrismaðurin skal gera av.
Rakstrarkostnaðurin fyri landskassan verður mettur til 2 mió. kr. um árið. Samlaði raksturin við uml. kr. 250.000,- í húsleigu frá búfólki verður mettur til 2,25 mió. kr. um árið, umframt møguligar húsaútreiðslur.
Sparingar
Verður bústovnurin veruleiki, so verður munandi lættari hjá viðgerðarstovnum sum
Heilbrigdi og Blákrossheiminum at veita miðvísari viðgerð, og eigur tað at gera
raksturin bíligari.
Heldur landsstýrismaðurin og Løgtingi undir viðgerðini av hesum fyrispurningi, at slíkur bústovnur skal setast á stovn, so skuldi ikki verið trupult hjá fíggjarnevndini at sett neyðugu upphæddina á fíggjarlógaruppskotið fyri ár 2001.
Á tingfundi 16. november 2000 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.
Á tingfundi 24. januar 2001 svaraði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar:
Tað er rætt, at vit hava ein vaksandi trupulleika her í landinum við fólki, ið hava bústaðartrupulleikar, men fólk hava bústaðartrupuleikar av nógvum ymiskum orsøkum,og trupulleikin skal tí loysast á nógvar ymiskar hættir.
Nú er spyrjarin ikki serliga nágreiniligur, tá ið hann ikki upplýsir, hvørjar sosialar trupulleikar hesi fólkini, sum hann hugsar um, hava.
Á komandi fíggjarlógaruppskoti er avsettur peningur til bústovnar, t.d. innan fyri serforsorgina, har 1,6 mió. kr. eru settar av til at gera nýggj búpláss fyri. Í viðmerkingunum til fíggjarlógruppskotið fyri 2001 havi eg greitt frá, hvussu tað hevði borið til at rokkið teimum mest átrokandi málunum viðvíkjandi bústøðum til teir borgarar, sum serforsorgin hevur ábyrgdina fyri, harumframt er ætlanin at fara undir at bøta um viðurskiftini hjá sálarsjúkum føroyingum. Nærri ætlan verður gjørd, og tá verður óivað neyðugt at heita á Løgtingið at játta neyðuga peningin til endamálið.
Tað er tó ikki settur peningur av til at gera bústovnar til fólk við serligum sosialum trupulleikum í hesum fíggjarlógaruppskoti. Spurningurin verður í løtuni viðgjørdur í eini nevnd, sum løgmaður hevur sett niður at viðgera ábyrgadarbýtið millum land og kommunur.
Ein av trupulleikunum er júst, hvør myndugleiki eigur at hava ábyrgdina av at fáa hesum fólkum bústað.
Í nógvum førum verður mett, at hetta er ein vanlig kommunal uppgáva. Áðrenn henda nevndin hjá løgmanni er liðug, ber illa til at taka eina støðu í hesum málinum.
Málið avgreitt.