100-44 Fyrispurningur til Bjarna Djurholm, landsstýrismann, viðvíkjandi aling
Ár 2001, mikudagin 17. januar, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Dan R. Petersen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
Viðmerkingar
Alivinnan hevur nú eini 35 samanhangandi ár á baki. Frá at vera ein trilvandi roynd hjá framskygdum einstaklingi er alingin vorðin gevandi stórdrift í dag. Hetta er eitt virksemi, føroyingar eiga allan heiðurin av. Tað hevur kostað tíð, pengar og ikki so fáar húsagangir at náa málinum: Stórdrift við fakfólki, ið saman við tí almenna hava gjørt royndirnar. Tí eigur allur ágóðin at koma føroyingum til góðar og ikki útlendingum, sum bókstaviliga koma til búgvið borð.
Nattúruumstøðurnar eru til vildar, og ekspansiónsmøguleikar eru til staðar, men ikki óendaligir. Á marknaðinum eru vit kappingarfør, hóast kappingarneytarnir eru sterkir.
Hóast ávísar vakstrarmøguleikar so er lítið sannlíkt, at fleiri aliloyvir verða latin. Hetta ger, at loyvini eru gullrandaði pappír, hvørs kursur mangan er hægri, enn føroyingar hava orku at bjóða. Tí er okkara alivinna ein gloypibiti hjá útlendskum alarum og fóðurframleiðarum, hvørs umsetningur er milliardir.
Av frammanfyristandandi umstøðum ynskti Løgtingið ikki at loyva útlendingum at eiga meira enn 33% av partapeninginum í alibrúkum. Eisini krevur lógin gjøgnumskygni í ognarviðurskiftunum. Hóast hetta, man gjøgnumskygnið vera so sum so.
Føroyskir og útlendskir partaeigarar kunnu selja partabrøv sínámillum, sum rímiligt er, og "fusioneringar" fara fram. Partafelagsskrásetingin skrásetir, hvør eigur meira enn 5%, men hevur ongan eftirlitsmyndugleika, hann liggur hjá landsstýrinum.
Norðmenn hava so stór áhugamál í tí føroysku alivinnuni, at teir ikki meta okkum sum kappingarneytar, men partnarar. Eftir tí, sum vinnan sjálv upplýsir, er ikki akuttur tørvur á útlendskum kapitali í løtuni, og tá ið avmarkaðir vakstrarmøguleikar eru, hevur tann politiski myndugleikin skyldu at hava eftirlit við teimum skiftandi ognarviðurskiftunum í vinnuni.
Tey signal, vit fáa um alingina, boða ikki frá góðum; tey benda á, at vit eisini í hesi vinnu so líðandi verða húskallar heima hjá okkum sjálvum, tí nakrir, ið blivu priviligeraðir við almennum loyvum, hoyknaðu undir tilboðum um ómaksleysar og lætttjentar útlendskar milliónir.
Á tingfundi 18. januar 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
Á tingfundi 14. februar 2001 svaraði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar:
Til spurning 1:
Á teimum málsøkjum, sum eru yvirtikin sum sermál eftir heimastýrislógini, hava Løgting og landsstýri lóggávu- og fyrisitingarvald, og kunnu tí á hesum økjum gera av, hvat skal fara fram í landinum, herímillum á firðum, sundum og vøtnum. Á tann hátt kann sigast, at Løgtingið og landsstýrið hava evsta ræðisrætt á firðum, sundum og vøtnum. Í bø ella haga, har vatn er, hevur grundeigarin ræði á vatninum, men lóggávan kann gera frávik frá hesum, sbr. Lov nr. 169 af 18. Maj 1937 for Færøerne om Benyttelse af Indsøer og Vandløb.
Landsstýrið hevur við heimild í løgtingslóg um aling av fiski v.m. rætt til at geva persónum og fyritøkum loyvi at ala á sjónum, og loyvi at ala smolt (aling í feskvatni) við vatnnýtslu úr áum ella vøtnum. Loyvini verða givin undir nøkrum nærri ásettum treytum, sum eru:
Tá ið talan er um aling á sjónum, verður loyvi givið til eitt nærri avmarkað øki á einum fjørði ella sundi. Á hesum øki hevur alifyritøkan rætt at fremja sítt virksemi, so leingi fyritøkan hevur aliloyvi og annars heldur seg til tær nærri ásettu treytirnar í aliloyvinum.
Loyvi at ala smolt verður vanliga givið við eina á, men nøkur fá dømi eru eisini um loyvi, sum eru givin á vøtnum. Á sama hátt sum við aliloyvunum á sjónum hava smoltstøðirnar rætt at fremja sítt virksemi, so leingi tær hava aliloyvi og annars halda seg til tær nærri ásettu treytirnar í aliloyvinum.
Til spurning 2:
Sambært alilógini skulu eigarar av alifyritøkum hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum. Eru eigararnir skipaðir í felag, skal felagið vera partafelag, smápartafelag ella lutafelag. Er talan um partafelag ella smápartafelag, skulu partabrøvini vera navnapartabrøv, t.v.s. skrásett við navni og bústaði hjá eigarunum av partabrøvunum. Eigararnir, sum eiga í minsta lagi 2/3 av felagnum, og sum samstundis eiga í minsta lagi 2/3 av atkvøðurættinum, skulu somuleiðis hava fast tilknýti til Føroyar, allir skulu vera skrásettir í fólkayvirlitinum seinastu tvey árini, og allir skulu vera fult skattskyldugir í Føroyum.
Lógin fevnir eisini um eigarar, sum óbeinleiðis eiga í alifyritøkum, herímillum eisini eigarar, sum eiga í alifyritøkum gjøgnum virkir á landi. Sostatt er ikki loyvt "útlendskum" íleggjarum gjøgnum virkir á landi at eiga meira enn 33% av einum alibrúki.
Til spurning 3:
Vísandi til alilógina hava alifyritøkurnar skyldu at boða frá broytingum í ognarviðurskiftunum í alingini, so hvørt broytingar fara fram.
Eru broytingar farnar fram í ognarviðurskiftunum, sum Vinnumálastýrið ikki er kunnað um, ella sum ein alifyritøka hevur fjalt fyri stýrinum við vilja, kann stýrið við heimild í alilógini taka loyvið hjá viðkomandi fyritøku aftur, tá/og um stýrið gerst kunnugt við viðurskiftini.
Vinnumálastýrið ger uppsøkjandi arbeiði við at hava dagførda vitan um alivinnuna, herímillum eisini upplýsingar um ognarviðurskiftini í alivinnuni. Hetta verður gjørt við:
Herumframt hevur Vinnumálastýrið seinastu tíðina arbeitt við at samla saman allar upplýsingar um ognarviðurskiftini í alivinnuni undir einum. Hetta arbeiðið væntast at vera liðugt um ein mánað ella so.
Samanumtikið kann sigast, at teir upplýsingar, Vinnumálastýrið hevur um ognarviðurskiftini í alivinnuni, ikki geva ábendingar um, at ognarviðurskiftini eru í ósamsvari við galdandi lóg.
Til spurning 4:
Tað kann vera trupult at siga, hvørt gjøgnumskygnið í eigaraviðurskiftunum er nøktandi. Men vísandi til spurning 3 arbeiðir Vinnumálastýrið miðvíst fyri at hava dagførda vitan um eigaraviðurskiftini í alivinnuni, og mett verður, at stýrið sum heild hevur neyðuga innlitið í hesi viðurskifti, fyri at kunna umsita økið.
Til spurning 5 og 6:
Fyri at kunna svara hesum spurningi er neyðugt at greina út hugtakið "strámannavirksemi".
Strámannavirksemi verður ofta sett í samband við ognarviðurskifti í alivinnuni. Soleiðis sum Vinnumálastýrið skilir hugtakið, er her talan um, at persónar ella feløg, sum ikki lúka treytirnar í grein 2, stk. 4 og 5 í alilógini, gera óformligar avtalur - út um tað, sum alilógin heimilar - við persónar ella feløg, sum lúka nevndu treytir fyri at fáa atkvøðu- og avgerðarrætt í avísari alifyritøku.
Tað kann vera ringt at siga nakað um, í hvønn mun tílíkt virksemi fer fram, og enn verri at prógva tað. Eisini kann vera trupult at gera beinleiðis uppsøkjandi arbeiði hesum viðvíkjandi fyri at koma tílíkum virksemi til lívs. Men sigast kann tó, at verður Vinnumálastýrið kunnugt við møguligar óformligar avtalur viðvíkjandi atkvøðu- og avgerðarrætti í alivinnuni, og kann tað prógvast, at tílíkar avtalur finnast, so kann hetta virksemi sektast sambært alilógini við, at aliloyvið hjá viðkomandi fyritøku verður tikið aftur.
1 Aliráðleggingarnevndin:Málið avgreitt.