100-66 Fyrispurningur til Anfinn Kallsberg, løgmann, viðvíkjandi flyting av viðlíkahalds- og løgukonti frá § 6 til stýrini
Ár 2001, fríggjadagin 6. apríl, boðaði formaðurin frá omanfyri nevnda fyrispurningi frá Hergeir Nielsen, løgtingsmanni, sum var soljóðandi:
Fyrispurningur
Løgmaður verður spurdur,
Viðmerkingar:
Við 3. viðgerð av fíggjarlógini 2001 samtykti Løgtingið soljóðandi uppskot frá meirilutanum í fíggjarnevndini: "Uppskotsstillararnir, ið mynda meirilutan í fíggjarnevndini, hava eftir fund við landsstýrið gjørt av at mæla til at flyta tær viðlíkahalds- og løgukonti, sum vóru fluttar undir 2. viðgerð, aftur til stýrini, sum í upprunauppskotinum, tó soleiðis at viðlíkahalds- og løguútreiðslurnar nú standa á høvuðskonti og sosatt ikki kunnu nýtast til annað endamál, uttan at Løgtingið samtykkir hetta."
Uppskotið, sum varð samtykt við 31-0-0 atkvøðum, segði, at allar viðlíkahalds- og løgukonti skuldu flytast frá § 6 og út til stýrini at umsita?
Løgmaður hevur flutt allar hesar konti mótsattan veg frá stýrunum og inn á § 6.
Hóast Lgtingið púra greitt undir orðaskiftinum við 3. viðgerð, og við samtyktini við 3. viðgerð av fíggjarlógini gjørdi vart við, at tað broytti avgerðina hjá landsstýrinum um at savna byggi- og bygningsumsiting landsins undir landsstýrismannin í vinnumálum, so hevur løgmaður kortini álagt stovnum og landsstýrismonnum at fylgja neyvt mótsattu mannagongd enn henni, ið Løgtingið samtykti skuldi vera.
Í játtanarskipanini, sum stendur í løgtingsfíggjarlógini, verður sagt, at fíggjarlóg, fíggjarlógaruppseting, játtanarsløg og viðmerkingar eru týðandi amboð hjá Løgtinginum at stýra, ávirka og raðfesta útreiðslur og inntøkur landsins, og eru við til at áseta, hvørjar heimildir, skyldur og hvørja ábyrgd ein landsstýrismaður hevur viðvíkjandi umsiting av játtanum.
Undir fíggjarlógaruppsetingini í somu løgtingsfíggjarlóg verður sagt, at øll málsøki, ið ein landsstýrismaður hevur ábyrgd av, verða savnað í eina grein.
Ilt er at skilja, hvussu løgmaður skilir samanhangin millum Løgtingsins vilja og atgerðir sínar í sambandi við sundurskiljing av heimildum, skyldum, ábyrgdarbýti og ræðisrætti av somu grein á fíggjarlógini.
Ilt er at skilja, hvussu løgmaður ætlar at halda skil á ábyrgdarbýtinum hjá landsstýrismonnunum, tá ið fleiri landsstýrismenn umsita somu greinar á løgtingsfíggjarlógini?
Sambært stýrisskipanarlógini býtir løgmaður málsøki landsstýrisins millum landsstýrismenninar og ansar eftir, at hesir umsita málsøki síni á fullgóðan hátt. Hetta kann løgmaður gera sambært stýrisskipanarlógini, uttan at nakar kann leggja seg út í avgerðir løgmans.
Hinvegin, so standa avgerðir løgmans í skerpandi stríð við vilja Løgtingsins og tær mannagongdir, ið játtanarskipanin ásetir, og tá ræðisrætturin hjá fleiri landsstýrismonnum í fleiri førum verður fluttur yvir til annan landsstýrismann, uttan at Løgtingið verður kunnað um hetta, verður løgmaður spurdur omanfyri nevndu fyrispurningar.
Á tingfundi 6. apríl 2001 varð samtykt uttan atkvøðugreiðslu, at fyrispurningurin skal svarast.
Á tingfundi 2. mai 2001 svaraði Anfinn Kallsberg, løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar:
Til 1.
Løgmaður skilir einmæltu samtykt Løgtingsins á tann hátt, at Løgtingið, eftir
at hava tosað við umboð fyri landsstýrið, metti broytingina at flyta allar løgu- og
viðlíkahaldskontur til § 6 at vera ov ógvisliga. Ætlanin var, at
Landsverkfrøðingurin og Vinnumálastýrið saman við hvørjum aðalstýri sær skuldu
umrøða spurningin um, hvussu landsstýrið á smidligasta hátt kundi fremja hesa
broyting serliga viðvíkjandi viðlíkahaldi, áðrenn broytingin á fíggjarlógini
varð framd. Hetta skuldi gerast, hóast spurningurin um miðsavnan av byggiumsitingini
longu hevði verið gjølla viðgjørdur bæði við aðalstjórar og á
landsstýrisfundum. Tíverri var broytingaruppskotið í fíggjarlógaruppskotinum gjørt
so mikið brádliga, at tað ikki varð nóg væl umrøtt við teir einstøku
landsstýrismenninar og aðalstýri, áðrenn uppskotið um broytingina í
fíggjarlógaruppskotinum varð latin fíggjarnevnd Løgtingsins. Hetta gjørdi, at
einstakir landsstýrismenn og aðalstýri føldu seg ótryggan við broytingarnar.
Til 2.
Heimildir, skyldur, ábyrgdarbýti og ræðisrættur verða skipað sum higartil, tó
við tí broyting at heimildir, skyldur, ábyrgd og ræðisrættur til høvuðskonturnar:
2.11.1.21, 7.23.3.06, 7.23.3.08, 7.23.6.12, 7.23.6.14 og 7.23.6.15, 8.20.3.08, 8.21.6.02
og 8.21.6.16 eru lagdar til landsstýrimannin í vinnumálum, ið hevur ábyrgdina av
Landsverkfrøðinginum, ið skal taka sær av allari bygging og byggitekniskari fyrisiting
landsins. Løgmaður hevur her býtt málsøki landsstýrisins millum landsstýrismenninar
sambært § 33 stk. 1, í stýrisskipanarlógini.
Til 3:
Løgmaður hevur ikki broytt játtanarskipanina.
Til 4:
Løgmaður hevur ikki kunnað Løgtingið formliga um avgerð hansara at býta
málsøkini, so at bygging og byggifyrisiting verður løgd til serstakan tekniskan stovn.
Heldur ikki hevur løgmaður kunnað Løgtingið formliga um aðrar broytingar í
málsbýtinum, ið eru gjørdar, sum til dømis flyting av sjúkrasystraskúlanum frá
landsstýrismanninum í heilsumálum til landsstýrismannin í mentamálum og flyting av
Jarðfrøðissavninum frá landsstýrismanninum í mentamálum til landsstýrismannin í
oljumálum. Hetta varð tó óbeinleiðis kunngjørt fyri Løgtinginum, tá samsvarandi
játtanir vóru fluttar á fíggjarlógini.
Løgmaður heldur tað vera rætt at kunna Løgtingið formliga um broytingar í málsbýtinum og fer tí at broyta mannagongd, so at hetta verður gjørt í framtíðini.
Til 5:
Løgmaður hevur í løtuni ikki ætlanir um aðrar broytingar í umsitingarøkjunum
hjá landsstýrismonnunum uttan tað, at hann framvegis umhugsar at flyta partar av
viðlíkahaldsjáttanunum og allar nýíløgur innan bygging til § 6, so at hetta
virksemið kann verða fyrisitið av tekniska stovninum Landsverkfrøðinginum. Áðrenn
hetta verður gjørt, er tó neyðugt at nágreina, hvussu býtið í sambandi við
viðlíkahald kann gerast á ein smidligan og virknan hátt. Annars skal viðmerkjast, at
løgmaður alla tíðina heldur eyga við, um broytingar ella tillagingar eiga at verða
gjørdar, júst til tess at fáa landsfyrisitingina at virka so væl sum gjørligt.
Viðmerking
Í mai 1999 var embætismannabólkur settur at gera eitt uppskot til skipan av byggi-
og bygningsumsiting. Hetta metti løgmaður vera neyðugt m.a. fyri at sleppa undan, at
hvørt aðalstýri sær byggir upp byggifrøðiliga serfrøði og deildir, so at
landsfyrsitingin gjørdist bæði dýrari, og byggiserfrøðin fór at verða meira
spjadd. Harafturat kemur, at núverandi landsarkitektur síðani stovnsetanina av
aðalstýrum í 1997 hevur arbeitt mest sum í leysari luft, uttan at hava veruliga
ábyrgd av teimum byggimálum, ið hann hevur verið partur av. Eftir at løgmaður fekk
uppskotini frá arbeiðsbólkinum, hevur hann fleiri ferðir umrøtt málið á
landsstýrisfundi, og nógvir ivaspurningar hava eftirfylgjandi verið kannaðir og
svaraðir í hesum sambandi. Seinast í august 2000 boðaði løgmaður landsstýrismonnum
og aðalstjórum frá, at hann hevði tikið avgerð um, at sentrala skipanin innan
bygging skal fáast at virka frá 1. januar 2001. Tíverri komu samsvarandi broytingarnar
ikki við í fíggjarlógaruppskotið fyri 2001 beinanvegin.
Skipanin í sambandi við bygging er nú broytt á ein varisligan hátt, so at tað í fyrstu atløgu bert eru nýggj byggimál, ið eru flutt til Landsverkfrøðingin.
Frá fyrsta januar eru tríggir serfrøðingar á byggiøkinum fluttir frá øðrum stýrum til Landssverkfrøðingin. Harafturat hevur Landsverkfrøðingurin gjørt uppskot til vegleiðingar og mannagongdir, so at henda nýggja skipan kann tryggja, at almenn bygging og viðlíkahald verður gjørt á ein skikkaðan, virknan og skinsamiligan hátt, so at virðir landsins ikki fara fyri skeyti, og at íløgurnar til bygging verða fullnýttar allari fyrisitingini til frama.
Tað verður framvegis tann einstaki landsstýrismaðurin, sum skal lýsa sín tørv og taka stig til nýíløgur á sínum málsøki. Harafturat verður tað eisini tann einstaki landsstýrismaðurin, sum á sínum øki skal manna bygginevndir og seta neyðugu krøvini til funktionalitet og innihald. Hinvegin verður tað, sum í fleiri av okkara grannalondum, leikluturin sum byggiharrri, ið verður miðsavnaður í einum tekniskum stovni við serkønum fólki júst til hetta endamál.
Málið avgreitt.