8 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Álit
D. 2. viðgerð
E. Orðaskifti við 2. viðgerð
Ár 2000, 24. oktober, legði Henrik Old, løgtingsmaður, fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um avgjald av framleiðslu og innflutningi
§ 1
Í løgtingslóg nr. 111 frá 13. juni 1997 um avgjald av framleiðslu og innflutningi verður í frumskjali 1, Kap. 27: 2710.00.22, Motorbensin, við blýinnihaldi ikki yvir 0,013 g. pr. ltr. "3,05" broytt til "2,25".
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar:
Ætlanin við hesum uppskoti er at lækka avgjaldið á bensini. Prísurin frá
bensinsølunum er í dag kr. 9,23 fyri vanligt bensin, kr. 9,10 fyri blýfrítt og kr.
5,61 fyri diesel.
Í uppskotinum verður avgjaldið lækkað við 80 oyrum. Tá mvg av 80 oyrum er roknað við, verður príslækkingin av bensini 1 króna.
Sum gongdin hevur verið seinastu árini, so økist sølan av dieselbilum sera nógv í mun til bensinbilarnar sí niðanfyri talvu, sum bara fevnir um vanligar persónbilar
Tal av skrásettum privatum persónbilum
um árið síðan 1980 |
|||||
|
BENSIN |
BENSIN |
DIESEL |
DIESEL |
ÍALT |
1980 | 1030 |
99,32 |
7 |
0,68 |
1037 |
1981 | 885 |
98,12 |
17 |
1,88 |
902 |
1982 | 1146 |
98,54 |
17 |
1,46 |
1163 |
1983 | 1542 |
97,90 |
33 |
2,10 |
1575 |
1984 | 1743 |
96,35 |
66 |
3,65 |
1809 |
1985 | 1442 |
94,74 |
80 |
5,26 |
1522 |
1986 | 1904 |
93,75 |
127 |
6,25 |
2031 |
1987 | 2148 |
93,23 |
156 |
6,77 |
2304 |
1988 | 1507 |
93,31 |
108 |
6,69 |
1615 |
1989 | 1064 |
92,44 |
87 |
7,56 |
1151 |
1990 | 402 |
85,90 |
66 |
14,10 |
468 |
1991 | 441 |
82,12 |
96 |
17,88 |
537 |
1992 | 438 |
78,64 |
119 |
21,36 |
557 |
1993 | 114 |
69,09 |
51 |
30,91 |
165 |
1994 | 106 |
58,24 |
76 |
41,76 |
182 |
1995 | 710 |
72,15 |
274 |
27,85 |
984 |
1996 | 927 |
72,25 |
356 |
27,75 |
1283 |
1997 | 802 |
67,00 |
395 |
33,00 |
1197 |
1998 | 810 |
61,69 |
503 |
38,31 |
1313 |
1999 | 1028 |
64,21 |
573 |
35,79 |
1601 |
2000 | 674 |
64,62 |
369 |
35,38 |
1043 |
Býti millum bensin og diesel fyri allar tilmeldaðar privatar persónbilar, tann 10/10-2000: |
||||
BENSIN |
BENSIN |
DIESEL |
DIESEL |
ÍALT |
11040 |
76,99 |
3300 |
23,01 |
14340 |
Sum øllum kunnugt er hægri árligt vektgjald á flestu støddum av dieselbilum í mun til bensinbilar.
Í dag er vektgjaldi pr. ár á vanligastu bilstøddunum ávikavist:
Vekt |
bensinbilar |
dieselbilar |
Upp til 600 |
1.060 |
1.060 |
601 til 800 |
1.330 |
1.760 |
801 til 1100 |
1.590 |
2.120 |
1101 til 1300 | 1.970 | 2.690 |
Í 2000 verður mett, at innflutningurin av blýfríum bensini verður 13.900.000 litrar. Hetta gevur eina inntøku til landskassan uppá (13.900.000 x 3,05) = 42.395.000 kr. í 2000.
Í sambandi við inntøkuframskrivingina á fíggjarlógaruppskotinum 2001, verður mett, at innflutningurin av blýfríum bensini verður 14.300.000 litrar í 2001. Hetta gevur eina inntøku til landskassan uppá (14.300.000 x 3,05) = 43.615.000 kr. í 2001.
Verður avgjaldið broytt til 2,25 kr. liturin frá 15. november 2000 at rokna, verða inntøkurnar í 2000 og 2001 broyttar soleiðis:
Í 2000 verður inntøkan ((13.900.000/12 x 10,5 x 3,05) + (13.900.000/12 x 1,5 x 2,25)) = 41.005.000 kr.
Í 2001 verður inntøkan (14.300.000 x 2,25) = 32.175.000 kr.
Í mun til mettu inntøkuna fyri 2000 og framskrivingina á fíggjarlógaruppskotinum í 2001 kemur ein broyting av avgjaldinum úr 3,05 kr. niður í 2,25 kr. frá 15. november 2000, at síggjast soleiðis út:
Ár |
Avgjald 3,05 |
Avgjald broytt til 2,25 frá 15/11-2000 |
Munur |
2000: | 42.395.000 kr. |
41.005.000 kr. |
1.390.000 kr. |
2001: | 43.615.000 kr. |
32.175.000 kr. |
11.440.000 kr. |
1. viðgerð 31. oktober 2000. Málið beint í fíggjarnevndina, sum tann 7. desember 2000 legði fram soljóðandi
Henrik Old, løgtingsmaður, løgdu málið fram tann 16. november 2000, og eftir 1. viðgerð tann 24. november 2000 er málið beint fíggjarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið, og hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og tveir minnilutar.
Meirilutin (Finnbogi Arge, Jógvan Durhuus, Heini O. Heinesen og Sámal Petur í Grund) hevur hesar viðmerkingar: Ásannandi, at skattatrýstið er í hægra lagi, fegnast meirilutin um, at stig verða tikin til at lækka skatta- og avgjaldstrýstið. Meirilutin er partur av politiskari samgongu, sum í løtuni arbeiðir við skattaspurningum í breiðari høpi, t.v.s. bæði við beinleiðis- og óbeinleiðis skatti. Meirilutin tekur ikki undir við uppskotinum, av tí at bíðað verður eftir uppskotunum frá landsstýrinum, og setir tí einki uppskot fram.
Minnilutin (Lisbeth L. Petersen og Flemming Mikkelsen) vísir á, at sambandsflokkurin hevur havt uppskot í tinginum um at lækka avgjaldstrýstið, og tekur minnilutin tí í prinsippinum undir við málinum.
Minnilutin (Vilhelm Johannesen) tekur undir við málinum.
2. viðgerð 20. desember 2000. §§ 1 og 2 fullu 12-1-12. Uppskotið sostatt fallið. Málið avgreitt