27 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl.
A.
Upprunauppskot
B.
1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Álit
E.
2. viðgerð
F.
3. viðgerð
Ár 2000, 8. desember, legði Helena Dam á Neystabø, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl.
§ 1.
Í løgtingslóg nr. 71 frá 20. mai 1996 um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v. fl., sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 23 frá 21. apríl 1999, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 2.
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Kap. 1: Almennar viðmerkingar
Uppskotið hevur til endamáls at dagføra lóg um barnagjald til einsamallar uppihaldarar v.fl. samsvarandi gjøgnumførdum bygnaðar- og lógarbroytingum.
Innkrevjing av almennari skuld
Í samband við skipan av Fíggjarmálastýrinum varð innkrevjing og panting av
skatti, avgjøldum o.ø. við gildi frá 1. mai 1998 flutt frá Føroya Gjaldstovu til
Toll- og Skattstovu Føroya. Uppskotið hevur við sær, at lógargrundarlagið fyri
innheinting og panting av gjøldum, goldin sambært løgtingslóg um barnagjald til
einsamallar uppihaldarar v.fl., verður broytt samsvarandi, soleiðis at Toll- og
Skattstova Føroya fær heimild at innheinta og panta fyri gjøld, sum eru rindað
forskotsvís til uppihald av einum barni.
Áseting og javning av almannaveitingum
Í januar 2000 varð lóg um áseting og javning av almannaveitingum sett í gildi.
Hetta merkir, at veitingarupphæddir sambært almannalóggávuni eru savnaðar í eini og
somu lóg og ikki verða ásettar í einstøku lógunum longur. Landsstýrismaðurin
ásetir við kunngerð javnaðu almannaveitingarnar í seinasta lagi 1. apríl á hvørjum
ári.
Hoyring
Almannastovan, sum umsitur lógina, hevur havt uppskotið til hoyringar, men hevur
ikki gjørt viðmerkingar til uppskotið.
Kap. 2: Avleiðingarnar av uppskotinum
Fíggjarligar og umsitingarligar avleiðingar
Uppskotið er partvís ein avleiðing av, at innkrevjingarøkið, sum er fevnt av
málsøkinum hjá landsstýrismanninum í fíggjarmálum, er flutt frá Føroya Gjaldstovu
til Toll- og Skattstovu Føroya. Broytingin er framd, og hevur hetta uppskotið ikki
sjálvstøðugar fíggjarligar avleiðingar ella avleiðingar fyri umsitingina.
Aðrar avleiðingar
Uppskotið hevur ongar umhvørvisligar, vinnuligar ella sosialar avleiðingar ella
avleiðingar í mun til altjóða sáttmálar.
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar | Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar | Sí viðm. í kap. 2. | Nei | Nei | Nei | Nei |
Umsitingarligar avleiðingar | Sí viðm. í kap. 2. | Nei | Nei | Nei | Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Sosialar avleiðingar | Nei |
Kap. 3: Serligar viðmerkingar
Til § 1.
Nr. 1. | Broytingin hevur við sær, at tilskilað verður, at landsstýrismaðurin varðar av málsøkinum. |
Nr. 2 og 3. | Talan er umorðingar vegna tess, at í staðin fyri at áseta upphæddirnar í sjálvari lógini, verður í § 23 víst til løgtingslóg um áseting og javning av almannaveitingum, sum m.a. ásetir upphæddirnar fyri gjøld eftir einstøku greinunum í hesi løgtingslóg. |
Nr. 4 og 5. | Hesar broytingar verða gjørdar í sambandi við at innkrevjing og panting av skatti, avgjøldum o.ø. er flutt frá Føroya Gjaldstovu til Toll- og Skattstovu Føroya. |
Nr. 6 og 7. | Broytingarnar verða gjørdar við somu grundgeving sum nr. 2. og 3. |
Nr. 8. | Broytingin verður gjørd við somu grundgeving sum nr. 1. |
Nr. 9. | Sí viðmerkingar til nr. 2 og 3. |
Til § 2.
Eingin viðmerking.
Hjálagt:
Yvirlit yvir broytingar samanborið við galdandi løgtingslóg.
Fylgiskjal
síða 1/2
Yvirlit yvir broytingar samanborið við galdandi løgtingslóg
Galdandi lóg: | Broytingaruppskot |
§ 3, stk. 2. Rætturin til at fáa gjaldið forskotsvíst rindað er
treytaður av:
|
§ 3, stk. 2. Rætturin til at fáa gjaldið forskotsvís rindað er
treytaður av:
|
§ 5. Gjald kann verða kravt útgoldið forskotsvís við tí upphæddini, sum er ásett sambært lógini um rættarstøðu barnanna, tó í mesta lagi við eini upphædd, ið svarar til tað vanliga gjaldið, sum er 8.028 kr. árliga. | § 5. Gjald kann verða kravt útgoldið forskotsvís við tí upphæddini, sum er ásett sambært lógini um rættarstøðu barnanna. |
§ 6. Um tær í § 3 nevndu treytir eru loknar, kunnu serstøk gjøld, sum eru ásett sambært lógini um rættarstøðu barnanna til útreiðslur í samband við føðingina og uppihald til móðirinnar undan og aftaná føðingina, rindast forskotsvíst av tí almenna við upp til 499 kr. við føðingina og 798 kr. um mánaðin til uppihald móðirinnar undan og aftaná føðingina. | § 6. Um tær í § 3 nevndu treytir eru loknar, kunnu serstøk gjøld, sum eru ásett sambært lógini um rættarstøðu barnanna til útreiðslur í samband við føðing og uppihald til móðrina undan og aftaná føðing rindast forskotsvís. |
§ 9, stk. 2. Gjaldið verður útgoldið forskotsvíst av Føroya Gjaldstovu, sum eisini røkir innheintingina eftur reglunum í § 10. | § 9, stk. 2. Gjaldið verður útgoldið forskotsvís av Føroya Gjaldstovu. Toll- og Skattstova Føroya røkir innheintingina eftir reglunum í § 10. |
§ 10, stk. 2, nr. 1. Føroya Gjaldstova fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum. | § 10, stk. 2, nr. 1. Toll- og Skattstova Føroya fremur panting eftir reglunum um innkrevjing av skattum og avgjøldum. |
§ 15. Um einans annað av foreldrum barnsins er á lívi, rindar tað
almenna eitt gjald uppá 8.028 kr. árliga til barnsins uppihald. Stk. 3. Til faðir- og móðurloysingar verður rindað eitt gjald uppá 16.056 kr. árliga. |
§ 15. Um einans annað av foreldrum barnsins er á lívi, rindar tað
almenna árliga eitt gjald til barnsins uppihald. Stk. 3. Til faðir- og móðurloysingar verður rindað eitt árligt gjald. |
§ 23. Gjøld og stuðul sambært hesi lóg verða javnað eftir somu reglum, sum eru galdandi fyri almannaveitingar annars. | § 23. Upphæddir í hesi løgtingslóg og javning av teimum verða ásettar í serligari løgtingslóg. |
1. viðgerð 13. desember 2000. Tingmálini nr. 25 og 27 vórðu vigjørd undir einum. Málið beint í trivnaðarnevndina, sum tann 16. januar 2001 legði fram soljóðandi
Á l i t
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 8. desember 2000, og eftir 1. viðgerð tann 13. desember 2000 er tað beint trivnaðarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum 3. og 5. januar 2001.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir tinginum til at samtykkja tað.
2. viðgerð 18. januar 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 29-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 23. januar 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 26-0-0. Málið avgreitt.
Lms.j.nr. 520-0013/2000
Ahs.j.nr. 0.21-2000820/6, 9901682/6, 2001309/3
Ll.nr. 6 frá 25. januar 2001