57 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
A. Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D.
Nevndarskjøl
E. Álit
F. 2. viðgerð
G. Tikið aftur
Ár 2001, 13. februar, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um kringvarp v.m.
§ 1
Í løgtingslóg nr. 22 frá 22. februar 1998 um kringvarp v.m., sum broytt við løgtingslóg nr. 85 frá 17. mai 2000, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd, og hevur virknað frá 1. januar 2001.
Almennar viðmerkingar
Gjørt verður vart við, at tær broytingar, ið verða lagdar fyri Løgtingið í hesum umfari, loysa ikki allar teir spurningar, ið eru reistir í sambandi við kringvarp í Føroyum. Tær broytingar, ið talað er um her, eiga at verða mettar sum neyðugar til tess at loysa nakrar av teimum mest átrokandi spurningum, ið eru reistir í sambandi við teir trupulleikar, ið hava verið, serstakliga í SvF. Talan er eisini um nakrar prinsipiellar spurningar, ið nema við bæði SvF og ÚF.
Umframt hesar spurningar er tann stóri spurningurin, hvør loftmiðlapolitikkur, ið rekast skal frameftir. Hugsað verður um nýggjar tøkniligar møguleikar, stórar tøkniligar broytingar og avbjóðingar, ið eru á veg, eins væl og hugsað verður um uppgávur, innihald og form hjá einum framtíðar public service kringvarpi í Føroyum. Eisini støðan í framtíðini hjá teimum privatu loftmiðlunum eigur at verða umhugsað. Tað er ætlan landsstýrismansins sum skjótast at seta eina fjølmiðlanevnd við sakkønum fólki at umhugsa allar hesar spurningar soleiðis, at Løgtingið í seinasta lagi á vári 2002 fær høvi at taka støðu til framtíðar loftmiðlapolitikkin í Føroyum.
Teir spurningar, ið nevndin m.a. skal viðgera, eru slíkir sum, hvør skal leikluturin hjá public service miðlunum verða í framtíðini? Hvørjar eru tær mest djúptøknu fjølmiðlapolitisku avleiðingarnar av digitalum interaktivum sjónvarpi? Breiðbandaspurningurin, digitalisering av sendineti, hvør skal eiga og reka sendinetið frameftir? Hvussu skal eitt samfelag sum tað føroyska takla harðskapin, sum borin verður inn á okkum frá sendisveinasjónvarpi? Hvussu ávirkar alt hetta børn og ung? Hvussu nýta vit nýggju tøkniligu møguleikarnar í upplýsingar- og undirvísingarhøpi? fyri nú bert at nevna nøkur fá av teimum mongu vandamálum, sum framtíðar miðlastøðan ber við sær.
Verandi skipan
Eftir galdandi lóg eru almennu loftmiðlarnir SvF/ÚF sjálvstøðugir stovnar undir
landinum. Men tað framgongur av viðmerkingunum til upprunaliga lógaruppskotið (til
kringvarpslógina), at tað bert er í programmvirkseminum, at stovnurin er
sjálvstøðugur. Hetta merkir so aftur, at SvF/ÚF, sum nú er, fíggjarliga og
fyrisitingarliga eru stovnar undir landsstýrinum, tvs. undir Mentamálastýrinum.
Dagliga leiðslan fyri hvønn stovnin er eftir lógini løgd til ein stjóra, sum landsstýrismaðurin setir og hesin stjórin setir øll starvsfólk. Hetta merkir, at sjálvt um stovnurin fyrisitingarliga liggur undir Mentamálastýrinum, so avmarkar lógin heimildirnar hjá stýrinum.
Virksemið hjá almennu loftmiðlunum verður fíggjað við 1) hyggjaragjaldi, 2) lýsingum og eyðnuspølum og ískoytisveitingum, men virksemið kann eisini verða fíggjað við játtan á fíggjarlógini.
Soleiðis sum ásetingin er orðað, er upprunaliga ætlanin ivaleyst, at tann parturin av virkseminum, sum verður inntøkufíggjaður, ikki krevur nakra játtan á fíggjarlógini. Men í roynd og veru er tað so, at alt virksemið hjá stovninum er á fíggjarlógini, og stovnurin verður har skrásettur sum landsfyritøka.
Stjórin skal gera fíggjarætlan og tilráðing um áseting av hyggjaragjaldi. Fíggjarætlanin og ásetingin av hyggjaragjaldinum skulu góðkennast av landsstýrismanninum. Hetta, at landsstýrismaðurin skal góðkenna fíggjarætlanina, kann skiljast ymiskt. Tað kann skiljast soleiðis, at landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av metingunum, men í tí samanhanginum, ið skrivað er, er ætlanin helst, at hann skal góðkenna støddina á hyggjaragjaldinum og sostatt eisini má taka støðu til útreiðslusíðuna.
Ársroknskapurin skal grannskoðast av løggildum grannskoðara og sendast landsstýrismanninum til góðkenningar sambært ásetingunum um almennar roknskapir. Her eru, sum tað hevur víst seg, nøkur ivamál. Undir øllum umstøðum so er tað tó so, at tann endaligi grannskoðaði roknskapurin skal sendast landsstýrismanninum.
Sum lóggávan og kunngerðin eru orðaðar, kann staðfestast:
Føroyska málið og føroyska programmflatan styrkjast
Sambært galdandi kringvarpslóg er ásett, at "Sjónvarpið skal framleiða ella lata framleiða so nógv føroyskt tilfar, sum til ber, og málið er, at 1. januar 2001 skal 1/3 av senditíðini vera føroysk framleiðsla." Alt bendir á, at hetta málið verður rokkið, og eiga nýggj mál tí longu nú at verða sett, til tess at SvF skal kunna standa sterkari í kappingini við útlendskar sjónvarpsrásir. Mælt verður í uppskotinum til, at sett verður sum nýtt mál, at 1. januar 2003 skal ½ av senditíðini vera føroysk framleiðsla. Tað er neyðugt at styrkja støðuna hjá føroyskum máli í Sjónvarpinum enn meira, fyri at stovnurin skal gerast betur førur fyri at røkja sína málsligu og mentanarligu ábyrgd mótvegis serstakliga børnum og ungum. Av hesi orsøk verður mælt til, at Sjónvarp Føroya skal lata so nógvar sendingar á fremmandum máli, sum til ber, teksta til føroyskt mál, og málið er, at 1. januar 2003 skulu allar fremmantmæltar sendingar í Sjónvarpi Føroya vera tekstaðar til føroyskt. Mentamálastýrinum er greitt, at hesum málum ber ikki til at røkka við eini fígging, ið bert hevur støði í hyggjaragjaldi, lýsingum og spølum, og fer stýrið tí at mæla Løgtinginum til at veita Sjónvarpi Føroya ávísan rakstrarstuðul í ávísum nærri ásettum tíðarskeiði.
Uppskot um broytingar
Verður samanborið eitt nú við reglurnar í lógini um Danmarks Radio, so sæst har, at evstu ábyrgdina av fyrisitingini av Danmarks Radio hevur ein nevnd, sum setir aðalstjóra og aðrar stjórar. Avgerðir hjá Danmarks Radio kunnu ikki skjótast inn fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika. Verður tílík skipan gjørd fyri Sjónvarp Føroya og Útvarp Føroya, so verða stovnarnir, bæði hvat fyrisiting og programmvirksemi viðvíkur, heilt sjálvstøðuðugir yvir fyri tí politiska myndugleikanum. Tað er eftir meting Mentamálastýrisins einki í vegin fyri at broyta fyrisitingarligu ásetingina soleiðis, at ovasta leiðslan hjá sjónvarpinum og útvarpinum er ein nevnd, sum setir stjóra, og at avgerðirnar hjá nevndini ikki kunnu skjótast inn fyri hægri fyrisitingarligan myndugleika. Hetta er beinleiðis heimilað í § 35 í stýrisskipanarlógini. Sett er í lógaruppskotið, hvussu nevndirnar skulu veljast, og endamálið er, at nevndirnar skulu umboða breiða fakliga vitan.
Viðvíkjandi fíggjarviðurskiftunum verður hesin spurningur gjørdur greiðari við lógarbroytingini, og nógv umtalaði spurningurin um, hvørt sjónvarpið og útvarpið kunnu flyta hall ella yvirskot til næsta fíggjarár, og hvørt sjónvarpið og útvarpið kunnu hava pening niðurfyri ella hava heimild at arbeiða við lántøku, verður sostatt greiddur í hesum uppskoti. Eisini spurningurin um sjónvarpið/útvarpið skulu vera á fíggjarlógini við øðrum enn tí, sum beinleiðis verður játtað úr landskassanum, verður loystur við ásetingum í uppskotinum.
Uttan mun til, hvønn bygnaðarform ein velur, so er spurningurin, hvussu eitt nú sjónvarpið tá útvegar sær neyðugu inntøkurnar. Ásannast má, at trupult verður at liva upp til málsligu og mentanarligu krøvini til innihaldið frameftir uttan ávísan stuðul úr landskassanum.
Public service skyldurnar
Bygnaður annars
Stjórin hevur sum nevnt evstu programmábyrgdina, men nevndin skal góðkenna tær yvirorðnaðu programmligu meginreglurnar við støði í í ásetingunum í §§ 5 og 17, og verður mannagongdin nærri ásett í starvsreglugerð fyri nevndina.
Nevndin hevur eftirlit við, at stjórin røkir sínar fyrisitingarligu og programmligu uppgávur til lítar, og verða mannagongdir í hesum høpi ásettar í starvsreglugerðini. Stjórin hevur sostatt dagligu árbyrgdina av programmvirkseminum, av innihaldi og sendingum sum heild. Nevndin hevur sostatt eisini eftirlit við, at stjórin í síni programmlegging lýkur krøvini í §§ 5 og 17 í kringvarpslógini. Henda skipan kann samanberast við ta skipan, ið er á mongum dagbløðum, har eitt ávíst ábyrgdarbýti er fastlagt millum ábyrgdarblaðstjóra og partafelagsnevnd. Nevndin fyri ÚF ávikavist SvF kann tó á ongan hátt leggja seg út í innihaldið í sjálvum sendingunum ella á annan hátt ávirka innihaldið í sendingum. Hetta økið er burturav ábyrgd stjórans, sum sostatt hevur fulla programmábyrgd, eins og einhvør ábyrgdarblaðstjóri hevur.
Av tí at eitt endamál við lógarbroytingini er at gera loftmiðlarnar politiskt óheftar, er tað umráðandi, at nevndin verður vald eftir objektivum kriterium. Tað er eisini umráðandi, at nevndarlimirnir lúka ávís faklig førleikakrøv. Uppskotið miðar tí ímóti at manna nevndina við fólki, ið hava kunnleika til mál, mentan, fjølmiðlar og umsiting.
Mælt verður til, at nevndin skal hava fimm limir. Fyri at tryggja, at nevndarval til ÚF/SvF fer fram óheft av flokspolitiskum fyrilitum, verður mælt til, at politiskt óheftir stovnar og feløg gera tilmæli um nevndarval. Hesar treytir kunnu lúkast við at lata Fróðskaparsetrið gera tilmæli um ein nevndarlim við dyggum kunnleika til føroyskt mál og føroyska mentan, at lata Blaðmannafelagið gera tilmæli um ein lim, og skal hesin vera fjølmiðlakønur, starvsfólkið í ÚF ger tilmæli um ein lim. Landsstýrismaðurin velur síðan fjórða og fimta nevndarlimin, ið eiga at hava ávikavist dyggan fyrisitingarligan førleika og búskaparligan/roknskaparligan førleika. Landsstýrismaðurin tilnevnir formann og næstformann millum teir valdu limirnar.
Lógarbroytingin í sjálvum sær hevur ikki fíggjarligar avleiðingar fyri landskassan. Ásetingin í § 19, stk. 2a (punkt 11 í uppskotinum), ásetir onga upphædd og er ein spurningur um játtan á fíggjarløgtingslógini. Ásetingin í § 17, stk. 2 (punkt 7 í uppskotinum), fer møguliga at krevja játtan á fíggjarløgtingslógini, um málið skal náast. Mett verður, at ein játtan upp á 3 til 5 milliónir kann gerast neyðug. Sí eisini viðmerking til punkt 13.
Viðmerkingar til einstøku broytingarnar:
Viðvíkjandi 1:
Endamálið við broytingini er at staðfesta, at sjálvt um talan er um ein almennan
stovn, so skal hann í tann mun, tað er gjørligt, vera leysur av landsfyrisitingini.
Viðvíkjandi 7: Endamálið er at styrkja føroyska málið í sjónvarpshøpi. At náa hesum máli fer óivað at krevja játtan á fíggjarløgtingslógini í eitt áramál. Mett verður, at talan kann gerast um 3 til 5 milliónir kr.
Viðvíkjandi 2 og 3:
Viðvíkjandi tí, at leggja til tílíka nevnd endaligan avgerðarrætt, verður víst
til § 35 í stýrisskipanarlógini, hareftir tað við løgtingslóg kann verða latið
til nevndir at taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir. Endamálið við hesi
lógarbroyting er at gera Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya heilt óheft av politisku
fyrisitingini.
Tað er ikki ætlanin, at nevndin skal leggja seg út í sjálvt programminnihaldið og journalistiska frælsið. Nevndin skal bert góðkenna meginreglurnar fyri programmvirksemi stjórans. Avgerðir viðvíkjandi virkseminum annars kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Starvsreglugerðin skal eisini áseta ábyrgdarbýtið í millum nevnd og stjóra, tá tað ræður um programmvirksemi.
Stk. 2 í verandi lóg verður strikað. Eingin fjølmiðlaábyrgdarlóg er.
Við nýggju orðingunum av §§ 6 og 18 falla programmnevndirnar burtur.
Viðvíkjandi 4:
Broytingin er, at tað nú er nevndin, sum setir stjóran, og ikki landsstýrismaðurin.
Skipanin er framvegis, at tað er stjórin, sum hevur ábyrgdina av teimum einstøku sendingunum, og tað er eisini hann, sum hevur revsirættarligu ábyrgdina, tá tað snýr seg um einstøku sendingarnar.
Viðvíkjandi 5:
a) Stk 1 er óbroytt.
b) 2. punktum í verandi § 7, stk. 2, er ógreitt. Stk. 1 má fatast sum høvuðsreglan um, hvussu virksemið hjá stovninum skal fíggjast. Um henda fígging ikki er nøktandi, er her givin møguleiki at veita studning úr landskassanum. Høvuðsbroytingin er, at orðið "stuðlað" verður nýtt í staðin fyri "fíggjað". At játtan av studningi úr landskassanum skal standa á fíggjarlógini er ein sjálvfylgja, og tí verður hetta punktum strikað.
c) Stk 3 er nýtt.
Soleiðis sum fíggjarstøðan hjá Útvarpi Føroya er, er helst ikki neyðugt at hesin stovnur arbeiðir við rakstrarláni. Harímóti kann tílík fígging gerast neyðug hjá Sjónvarpi Føroya. Tí eigur ein heimild at vera til staðar. Eitt av endamálunum er at halda stovnin leysan av landskassanum, tá talan ikki er um beinleiðis studning.
d) Stk. 4 svarar til stk 3 í galdandi lóg og § 5, stk. 2, í upprunaligu útvarpslógini. Hetta merkir m.a., at møguligt rakstraravlop ikki kann falla til landskassan. Men upprunalógin hevur onga áseting um studning úr landskassanum. Broytingin er, at ávísingin til stk. 2 er tikin burtur, tá stk. 2 er um studning úr landskassanum. Í hesum uppskotinum skal Útvarp Føroya ikki vera ein liður í fíggjarlógini, uttan tá talan er um studningsjáttan.
e) Stk. 5 kemur í staðin fyri stk. 4 í galdandi lóg. Við teirri broytingini, at ovasta leiðslan er nevndin, er neyðugt, at tað eisini er nevndin, sum hevur ábyrgd av fíggjarætlanini.
f) Stk. 6 er nýtt. Tá Løgtingið møguliga skal játta stuðul á fíggjarlógini, er tað rætt at kunna tingið um figgjarætlanina. Hetta merkir so eisini, at Løgtingið skal ikki samtykkja fíggjarætlanina ella góðkenna hana, tað er uppgávan hjá landsstýrismanninum.
g) Stk. 7 svarar til stk. 5 í galdandi lóg.
h) Stk. 8, stk. 9 og stk. 10 eru nýggj. Rakstrarúrslitið, sum kann vera bæði vinningur og hall, dettur ikki burtur við árslok, men má flytast til næsta ár. Sjálvt um møguleiki er fyri stuðli á fíggjarlógini, so má stovnurin, um hann verður skipaður sum ein sjálvstøðugur stovnur við eini nevnd, sum hevur alla ábyrgdina, roknskaparliga kunna virka undir somu treytum sum aðrar fyritøkur.i) Stk. 11 er nýtt. Útvarp Føroya er, sum er, skrásett sum eigari, og er henda áseting, hvat útvarpinum viðvíkur, ein ásannan av verandi støðu.
Viðvíkjandi 6 :
Endamálið við broytingini er at staðfesta, at sjálvt um talan er um ein almennan
stovn, so skal hann í tann mun, tað er gjørligt, vera leysur av landsfyrisitingini.
Viðvíkjandi 7: Endamálið er at styrkja føroyska málið í sjónvarpshøpi. At náa hesum máli fer óivað at krevja játtan á fíggjarløgtingslógini í eitt áramál. Mett verður, at talan kann gerast um 3 til 5 milliónir kr.
Viðvíkjandi 8 og 9:
Viðvíkjandi tí, at leggja til tílíka nevnd endaligan avgerðarrætt, verður víst
til § 35 í stýrisskipanarlógini, hareftir tað við løgtingslóg kann verða latið
til nevndir at taka endaligar fyrisitingarligar avgerðir. Endamálið við hesi
lógarbroyting er at gera Sjónvarp Føroya heilt óheft av politisku fyrisitingini.
Tað er ikki ætlanin, at nevndin skal leggja seg út í sjálvt programminnihaldið og journalistiska frælsið. Nevndin skal bert góðkenna meginreglurnar fyri programmvirksemi stjórans. Avgerðir viðvíkjandi virkseminum annars kunnu ikki kærast til hægri fyrisitingarligan myndugleika.
Starvsreglugerðin skal eisini áseta ábyrgdarbýtið í millum nevnd og stjóra, tá tað ræður um programmvirksemi.
Stk. 2 í verandi lóg verður strikað. Eingin fjølmiðlaábyrgdarlóg er.
Við nýggju orðingunum av §§ 6 og 18 falla programmnevndirnar burtur.
Viðvíkjandi 10:
Broytingin er, at tað nú er nevndin, sum setir stjóran, og ikki landsstýrismaðurin.
Skipanin er framvegis, at tað er stjórin, sum hevur ábyrgdina av teimum einstøku sendingunum, og tað er eisini hann, sum hevur revsirættarligu ábyrgdina, tá tað snýr seg um einstøku sendingarnar.
Viðvíkjandi 11:
a) Stk. 1 er óbroytt.
b) 2. punktum í verandi § 7, stk. 2, er ógreitt. Stk. 1 má fatast sum høvuðsreglan um, hvussu virksemið hjá stovninum skal fíggjast. Um henda fígging ikki er nøktandi, er her givin møguleiki at veita studning úr landskassanum. Høvuðsbroytingin er, at orðið "stuðlað" verður nýtt í staðin fyri " fíggjað". At játtan av studningi úr landskassanum skal standa á fíggjarlógini er ein sjálvfylgja, og tí verður hetta punktum strikað.
c) Stk. 3 er nýtt.
Soleiðis sum fíggjarstøðan hjá Útvarpi Føroya er, er helst ikki neyðugt, at hesin
stovnur arbeiður við rakstrarláni. Harímóti kann tílík fígging gerast neyðug hjá
Sjónvarpi Føroya: Tí eigur ein heimild at vera til staðar. Eitt av endamálunum er at
halda stovnin leysan av landskassanum, tá talan ikki er um beinleiðis studning.
d) Stk. 4 svarar til stk 3 í galdandi lóg og § 5, stk. 2, í upprunaligu útvarpslógini. Hetta merkir m.a., at møguligt rakstraravlop ikki kann falla til landskassan. Men upprunalógin hevur onga áseting um studning úr landskassanum. Broytingin er, at ávísingin til stk. 2 er tikin burtur, tá stk. 2 er um studning úr landskassanum. Í hesum uppskotinum skal Sjónvarp Føroya ikki vera ein liður í fíggjarlógini, uttan tá talan er um studningsjáttan.
e) Stk. 5 kemur í staðin fyri stk 4 í galdandi lóg. Við teirri broytingini, at ovasta leiðslan er nevndin, er neyðugt, at tað eisini er nevndin, sum hevur ábyrgd av fíggjarætlanini.
f) Stk. 6 er nýtt. Tá Løgtingið møguliga skal játta stuðul á fíggjarlógini, er tað rætt at kunna tingið um figgjarætlanina. Hetta merkir so eisini, at Løgtingið skal ikki samtykkja fíggjarætlanina ella góðkenna hana, tað er uppgávan hjá landsstýrismanninum.
g) Stk. 7 svarar til stk. 5 í galdandi lóg.
h) Stk. 8, stk. 9 og stk. 10 eru nýggj. Rakstrarúrslitið, sum kann vera bæði vinningur og hall, dettur ikki burtur við árslok, men má flytast til næsta ár. Sjálvt um møguleiki er fyri stuðli á fíggjarlógini, so má stovnurin, um hann verður skipaður sum ein sjálvstøðugur stovnur við eini nevnd, sum hevur alla ábyrgdina, roknskaparliga kunna virka undir somu treytum sum aðrar fyritøkur.
i) Stk. 11 er nýtt. Útvarp Føroya er, sum er, skrásett sum eigari, og er henda áseting, hvat Útvarpinum viðvíkur, ein ásannan av verandi støðu. Men Sjónvarp Føroya er ikki skrásett sum eigari av sínum ognum. Endamálið er at stilla stovnarnar líka.
Viðvíkjandi 12: Tað verður hildið rætt at vísa til tann landsstýrismannin, sum hevur ábyrgdina av kringvarpsmálinum.
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
|
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
ja | nei | nei | nei | nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
ja | nei | nei | nei | nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
nei | nei | nei | nei | nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | nei | nei | nei | nei | nei |
Sosialar avleiðingar |
nei | nei | nei | nei | nei |
1. viðgerð 16. februar 2001. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 2. mai 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. februar 2001, og eftir 1. viðgerð tann 16. februar 2001 er málið beint mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 21. og 28. februar og 14., 21. og 26. mars og 18., 23. og 26. apríl og 2. mai 2001.
Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við Leiv Harryson, landsgrannskoðara, Tórhall Patursson, fulltrúa, Leif Abrahamsen, stjóra á Føroya Gjaldstovu, Jógvan Jespersen, útvarpsstjóra og settan sjónvarpsstjóra, Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismann, Petur Petersen, aðalstjóra, Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, Bjarna Wilhelm, fíggjarfulltrúa, Kára D. Petersen, løgfrøðing, Karsten Hansen, landsstýrismann, og Petur Alberg Lamhauge, aðalstjóra.
Nevndin hevur undir viðgerðini sett Kappingarráðnum og landsstýrismanninum í mentamálum skrivligar fyrispurningar. Svarini framganga av nevndarskjølunum í málinum.
Nevndin hevur undir viðgerðini býtt seg í ein meiriluta og ein minniluta.
Meirilutin (Jógvan á Lakjuni, Katrin Dahl Jakobsen, Heðin Mortensen, Jóanis Nielsen og Jenis av Rana) viðmerkir, at við uppskotinum verður stovnsett eitt nýtt løgfrøðiligt hugtak "sjálvstøðugur almennur stovnur", hvørs avleiðingar eftir meirilutans hugsan ikki eru nóg neyvt lýstar í uppskotinum. Ikki verður nevnt, um stovnurin bara heftir við egnu ognum sínum, ella um landskassin skal hefta fyri møguligum halli hjá stovninum. Hetta eigur púra greitt at framganga av lógartekstinum.
Er talan um, at landskassin heftir fyri møguligum halli hjá stovninum, tá eru reglurnar um veðhald fyri lánum til útvarpið í § 7 og sjónvarpið í § 19 einkisigandi. Landskassin heftir frammanundan fyri allari skuld stovnsins. Í hesum føri heldur meirilutin eisini, at tað er ein ógvuliga prinsippiellur spurningur, um tað eigur at bera til, at ein nevnd og ein stjóri, sum eru óheft av landsstýrinum, skulu hava møguleika at stýra eini fyritøku soleiðis, at landsstýrið og Løgtingið á fíggjarlógini eru noydd at seta av tær upphæddir, sum hallið verður hjá stovninum. Løgtingið eigur at taka støðu til, hvussu peningurin hjá landinum skal nýtast, og ein landsstýrismaður má mótvegis Løgtinginum hava politiska og rættarliga ábyrgd fyri, at peningurin er brúktur samsvarandi tingsins áseting. Hetta er meginregla, sum í ongum føri kann verða vikið frá.
Roknskaparrreglurnar í § 7 (útvarpið) og § 19 (sjónvarpið) samsvara ikki stýrisskipanarlógini § 45, stk. 4, sum sigur, at almennir stovnar, sum hava sjálvstøðugan roknskap, skulu grannskoðast á sama hátt sum landskassaroknskapurin.
Undir viðgerðini hevur nevndin fingið viðmerkingar frá landsgrannskoðaranum, stjóranum á gjaldstovuni og frá Fíggjarmálastýrinum. Hesar viðmerkingar eru av so prinsipiellum slagi, at meirilutin heldur, at rættast er, at landsstýrismaðurin umhugsar uppskotið av nýggjum og fær greiði á teimum ivamálum, sum nevnd eru omanfyri. Meirilutin heldur eisini, at landsstýrismaðurin eigur at taka landsstýrismannin í fíggjarmálum og umsiting hansara, Føroya gjaldstovu og Landsgrannskoðanina við í viðgerðina.
Í viðmerkingunum til lógaruppskotið hevur landsstýrismaðurin boðað frá, at hann sum skjótast ætlar at seta eina nevnd við sakkønum fólki at viðgera allar spurningar í sambandi við, hvør loftmiðlapolitikkur skal rekast frameftir. Ætlanin er, at henda nevnd skal arbeiða skjótt, og at Løgtingið í seinasta lagi á vári 2002 skal taka støðu til framtíðar loftmiðlapolitikk í Føroyum.
Meirilutin heldur, at hetta er ein skilagóð ætlan, og spurningurin er, um ikki rætt er at bíða við at gera nakrar broytingar á økinum, til henda nevndin er komin við sínum áliti. Men um landsstýrismaðurin heldur tað vera átrokandi neyðugt at gera broytingar beinanvegin, so fer nevndin at heita á hann um at koma við nýggjum uppskoti á ólavsøku, sum tekur fyrilit fyri teimum upplýsingum, sum eru framkomnar undir viðgerðini av hesum máli.
Við hesum viðmerkingum mælir meirilutin Løgtinginum til at fella uppskotið.
Ein minniluti (Annita á Fríðriksmørk) mælir Løgtinginum til at taka undir við uppskotinum við hesi viðmerking. Tað finnast ikki í Føroyum nóg greiðar skipanir fyri stovnar, sum landið hevur endaligu ábyrgdina av, men sum minnilutin heldur eiga at vera undir politiskt óheftari leiðslu. Almennu loftmiðlarnir eru dømi um stovnar, sum tann politiski myndugleikin eigur at hava so lítið ræði á sum møguligt, og tí tekur minnilutin undir við uppskotinum, hvørs essensur er, at ein nevnd skal vera millum landsstýrismannin og stjóran við tí endamáli at gera almennu fjølmiðlarnar so óheftar sum møguligt. Eisini heldur minnilutin tað vera skilagott, at stovnarnir báðir hava møguleika til at flyta møguligt undir-/yvirskot yvir á komandi fíggjarár stovnsins soleiðis, sum uppskotið leggur upp til.
Tað er í tøkum tíma, at serliga Sjónvarp Føroya fær greiðar karmar at virka undir bæði programmpolitiskt og fíggjarliga. At fella uppskotið vil vera ein syndarlig støða fyri SVF, tí so fer stovnurin at liggja í meiri ella minni stjórnarloysi eina langa tíð frameftir. Alternativið er, at landsstýrismaðurin setir ein stjóra á SVF, men tað er beint í móti politiskum óheftni, sum minnilutin heldur er umráðandi
Tí tekur minnilutin undir við uppskotinum og heitir samstundis á landsstýrið her verður serliga hugsað um Fíggjarmálastýrið - um at fáa til vega nakrar standard skipanir, sum liggja í millum partafelag og vanligan stovn undir landinum. Og skuldi tað verið neyðugt, so átti landsstýrismaðurin í mentamálum, tá ið tær standard skipanir eru komnar frá hondini, at lagað kringvarpslógina til eina av hesum skipanum.
Minnilutin mælir sostatt Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.
Ein annar minniluti (Finnur Helmsdal) hevur hesar viðmerkingar: Landsstýrismaðurin hevur við uppskotinum fingið greiði á nógvum av teimum ógreiðu viðurskiftunum SVF viðvíkjandi, og er tað at meta sum positivt og gagnligt.
Hinvegin tykist hetta eins og onnur mál at geva ábending um, at rættilig ósemja er millum partar av politisku umsitingini á tí einu síðuni og so fíggjarumsitingina og fíggjareftirlitið á hini. Ósemjan tykist í høvuðsheitum snúgva seg um, at tað skal kunna bera til at umsita almennan stovn uttan fyri landskassan, og hvussu hetta kann ella skal gerast.
Í sambandi við viðgerðina av málinum hava bæði álvarsligar og grovar ákærur staðið á prenti og verið sagdar. Ákærur um vanda fyri løgfrøðiligum og fíggjarligum hurlivasa.
Minnilutin metir, at talan er um ósemju um grundleggjandi prinsippir, har avgerðir kunnu elva til presedens. Minnilutin metir tí eisini, at tað tilkemur ikki mentanarnevndarlimunum at døma í slíkum ósemjum. Hetta er ikki okkara uppáva, og hava vit heldur ikki førleika til tess.
Tað harmar ikki at taka undir við einum annars skilagóðum uppskoti, men eru viðurskifti, sum gera, at hetta ikki ber til.
Minnilutin mælir sostatt Løgtinginum til at fella uppskotið.
2. viðgerð 4. mai 2001.
Uppskotið tikið aftur av uppskotsstillaranum. Málið
avgreitt.
Lms.j.nr.: 523-0035/2001
Mms.j.nr.: 0.23-2100004/3