58 Uppskot til løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o.ø.
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
Ár 2001, 13. februar, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o. ø.
Stevnumið og karmar
§ 1. Stevnumiðið við útbúgvingunum er,
§ 2. Lógin er galdandi fyri útbúgving av:
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um útbúgving av manningarbólkum, sum ikki eru nevndir í stk. 1.
§ 3. Landsstýrismanninum verður heimilað, at
§ 4. Landsstýrismaðurin hevur eftirlit við teimum í §§ 2 og 3 nevndu skúlum, skipum, útbúgvingum, framhalds- og eftirútbúgvingum og skeiðum, og kann áseta treytir fyri at góðkenna virksemi.
Útbúgvingarráð
§ 5. Landsstýrismaðurin setur útbúgvingarráð, sum geva
landsstýrismanninum ráð í øllum málum um útbúgving av fólki á sjónum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin tilnevnir umboð frá vinnuligu feløgunum á sjónum
og øðrum sakkønum í tey í stk. 1 nevndu ráð.
Stk. 3. Útbúgvingarráð taka mál til viðgerðar, sum landsstýrimaðurin
leggur fyri tey. Ráðini eiga at viðgera størri broytingar í útbúgvingunum og kunnu
sjálvi taka mál til viðgerðar og senda landsstýrismanninum niðurstøðuna.
Stk. 4. Skúlastjórar eiga at taka lut á fundum í útbúgvingarráðunum, tá
ið mál, sum snúgva seg um teirra arbeiðsøki, verða umrødd. Teir hava ikki
atkvøðurætt.
Stk. 5. Landsstýrismaðurin ger fundarskipan fyri útbúgvingarráðini.
Felags ásetingar
§ 6. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um:
um tær í § 2 nevndu útbúgvingar.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin kann áseta gjald fyri eftir- og
framhaldsútbúgvingar, skeið og undirvísingartilfar.
Royndarvirksemi og serskeið
§ 7. Landsstýrismaðurin kann eftir frammanundan lagdari ætlan
skipa fyri royndarvirksemi og kann tá víkja frá reglum ásettar við heimild í § 6.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin skal virka fyri, at serskeið, sum eftir altjóða
krøvum eru neyðug fyri manningina, verða hildin í skúlunum.
Skúlaleiðsla og lærarar
§ 8. Landsstýrismaðurin setur í starv, og loysir úr starvi
skúlastjórar í skúlum, sum útbúgva manning á skipum.
Stk. 2. Skúlastjórin hevur mótvegis landsstýrismanninum námsfrøðiligu,
fyrisitingarligu og fíggjarligu leiðsluna av skúlanum og hevur ábyrgdina av, at
útbúgvingar og skeið verða framd sambært ásettum reglum.
Stk. 3. Skúlastjórin setur í starv og loysir úr starvi lærarar og onnur
starvsfólk. Lønar-, setanar- og eftirlønarviðurskifti hjá lærarum og øðrum
starvsfólkum í skúlunum skulu fylgja teimum reglum, sum landsstýrið hevur avtalað
ella ásett.
Stk. 4. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um tey krøv, sum lærarar skulu
lúka fyri at undirvísa í útbúgvingum eftir hesi lóg.
Stk. 5. Skúlarnir skipa fyri skeiðum fyri lærarar.
Stk. 6. Landsstýrismaðurin kann eisini skipa fyri og samskipa tey í stk. 5
nevndu skeið.
§ 9. Á hvørjum skúla, sum skipar fyri útbúgvingum, smb. § 2,
verður skipað eitt námsfrøðiligt ráð at ráðgeva skúlastjóranum. Limir í
ráðnum kunnu vera øll tey starvsfólk, ið hava undirvísingarligar og aðrar
námsfrøðiligar uppgávur í skúlanum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin ger reglur eftir stk. 1.
Næmingar
§ 10. Næmingarnir kunnu skipa seg í næmingaráð.
Stk. 2. Næmingaráðini gera sína egnu fundarskipan.
Stk. 3. Umboð fyri næmingaráðini kunnu, eftir áheitan, luttaka á fundum í
námsfrøðiligu ráðunum og útbúgvingarráðunum.
Stk. 4. Skúlarnir hava skyldu at lata høli til fundirnar hjá næmingaráðunum.
Stk. 5. Skúlarnir skulu tryggja næmingar móti óhappi undir sigling við
venjingarskipi, bjargingarroyndum, eldsløkkingarskeiði og øðrum skeiðum, sum kunnu
vera vandafull.
Kæra og gildiskoma
§ 11. Landsstýrismaðurin ásetur nærri reglur um kærumøguleikar fyri avgerðir tiknar í sambandi við útbúgvingar eftir hesi lóg.
§ 12. Henda løgtingslóg kemur í gildi 1. august 2001. Samstundis fara úr gildi løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving og løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar, tó verða reglur, sum eru gjørdar við heimild í hesum lógum í gildi, til tær verða settar úr gildi við reglum, sum verða gjørdar við heimild í hesi lóg.
Kap. 1. Almennar viðmerkingar
Ásannast má, at krøvini til sjómansútbúgvingarnar eru fyri støðugum broytingum. Krøvini um broytingarnar koma bæði frá altjóða samfelagnum, okkara egna samfelagi og frá vinnuni. Við galdandi lóg er skipanin á maritimu skúlunum ofta tung og arbeiðskrevjandi at umsita. Tí verður skotið upp at gera eina nýggja rammulóg fyri nevndu útbúgvingar.
Endamálið er at gera sjómansútbúgvingarnar so einfaldar og lítið arbeiðskrevjandi at umsita sum gjørligt. Lógaruppskotið hevur við sær, at tað slepst undan at fara ígjøgnum tungar og arbeiðskrevjandi viðgerðir, hvørja ferð nýggj krøv verða sett til sjómansútbúgvingarnar, annaðhvørt tey koma frá altjóða samfelagnum ella frá vinnulívinum. Broytingar kunnu ístaðin gerast við kunngerðum og rundskrivum, sum hava heimild í lógini. Hetta ger, at arbeiðið við dagføringum gongur væl skjótari.
Galdandi lógir um sjómansútbúgvingar eru løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving og løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar.
Í báðum førum snýr tað seg um rammulógir, sum áseta reglur fyri fleiri útbúgvingar.
Lógin um sjómansútbúgving snýr seg um:
Lógin um maskinmeistaraútbúgving o.a. snýr seg um:
Hesar lógir eru so útgreinaðar í smálutir, tá tað snýr seg um innihaldið í lærugreinunum og upptøkukrøvunum, at hvørja ferð, smávegis broytingar skulu gerast í útbúgvingunum, er neyðugt at fylgja mannagongdini fyri lógarsmíði, og hon er long og tíðarkrevjandi. Útbúgvingarnar eiga altíð sum skjótast at laga seg eftir altjóða krøvum, fyri at tað siglandi fólkið til eina og hvørja tíð eisini skal hava møguleika at starvast á fremmandum skipum. Skúlarnir í Føroyum skulu fylgja krøvunum, men lógararbeiði hevur til tíðir tunga gongd. Hetta kann ikki halda fram. Fylgja skúlarnir ikki altjóða krøvum, verða teir afturútsigldir, og næmingarnir rýma til Danmarkar at lesa. Ætlanin við hesi lógini er m. a. at geva heimild til landsstýrismannin, so hesin kann lýsa innihaldið í lærugreinunum í kunngerðum, hetta vil lætta nógv um arbeiðið í sambandi við ávegis broytingar, sum altíð koma fyri.
Størsta einstaka broytingin í lógaruppskotinum er, at heimaskiparaútbúgvingin verður strikað. Hetta verður gjørt, tí at so gott sum allir næmingar, ið taka heimaskiparaprógv, lesa víðari til skipara. Heimaskiparapróvtøkan fer við nógvari tíð, næmingarnir missa umleið 1 mánað av undirvísing. Rættindini, ið vinnubrævið sum heimaskipari gevur, standa heldur ikki mát við førleikan, tá vit samanlíkna við tey rættindi, ið dugnaskapsskeið í sigling geva.
Samanumtikið er talan um eina rammulóg, sum avloysir galdandi lógir um maskinmeistaraútbúgving o.a. og sjómansútbúgving. Umframt galdandi heimild í hesum lógum fær landsstýrismaðurin heimild at áseta innihaldið í útbúgvingunum, áseta gjald fyri skeið o. a., seta útbúgvingarráð og námsfrøðiligt ráð. Landsstýrismaðurin kann eisini fara undir nýggjar útbúgvingar, sum tørvur er á. Heimaskiparaútbúgvingin verður strikað, og útbúgving av eindarmanning kann verða sett í verk.
Ummæli
Uppskotið um løgtingslóg um útbúgving av manning á skipum o. ø. er sent til ummælis hjá:
Innan ásettu freistina kom svar frá:
Avrit av skrivunum er lagt við uppskotinum.
Kap. 2. Avleiðingar av uppskotinum
a. Fíggjarligar avleiðingar
b. Umsitingarligar avleiðingar
c. Avleiðingar fyri vinnuna
d. Umhvørvisligar avleiðingar
e. Umsitingarligar broytingar
f. Sosialar avleiðingar
g. Altjóða sáttmálar
h. Avleiðingarnar í talvu:
|
Fyri landið/lands myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar | Fyri pláss/øki í landinum | Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Umsitingarligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar | Nei | Nei | Nei | Nei | Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Ja | Nei | Nei | Nei | Nei |
Sosialar avleiðingar | Nei |
Kap. 3. Serligar viðmerkingar
Ad. § 1
Greinin ásetur almennu stevnumiðini. Krøvini eru á ymiskum støði til tær ymisku útbúgvingarnar alt eftir á hvørjum støði útbúgvingarnar eru. Arbeiðsumstøður og tøknin innan sjóvinnu eru fyri áhaldandi broytingum. Krøv um trygd, heilsu og umhvørvi verða herd samsvarandi altjóða rákinum, sum eisini hevur við sær, at fleiri tjóðskapir starvast á sama skipi. Hetta hevur við sær, at krøvini til samstarv, at seta seg inn í nýggja tøkni, at kunna seg um nýggjar reglur, mannagongdir, innan heilsu, umhvørvi og trygd, koma at økjast í komandi tíðum.
Krøvini skulu í minsta lagi lúka tey til eina og hvørja tíð ásettu krøv í STCW konventiónini og tey krøv, sum eru ásett av Sjóvinnufyrisitingini í Føroyum.
Ad. § 2
Stk.1: Greinin ásetur, hvørjar útbúgvingar koma undir lógina. § 2, stk. 1, nr. 1, 2, 3, 5, 6, 7, 8, 9 og 10 áseta, at galdandi sjómansútbúgvingar eisini eru partur av hesi lógini. § 2, stk. 1, ásetur eisini, at landsstýrismaðurin kann skipa fyri útbúving av dekkarum og eindarmanning. Ávís krøv verða í dag sett dekkarum, fyri at teir kunnu mynstra. Heimilað verður landsstýrismanninum at skipa fyri útbúgving av dekkarum. Verandi mynstringarkrøv og aðrir evnispartar eiga at verða samskipað til eina styttri útbúgving fyri dekkarar til fiski- og farmaskip.
Útbúgving av eindarmanning er eitt ynski frá vinnuni, og er henda útbúgvingin vanlig í londunum kring okkum. Eindarmanningarbólkarnir eru:
Talan er tó ikki enn um ítøkiligar ætlanir um at fara undir
útbúgving av dekkarum og eindarmanning.
Stk. 2 heimilar landsstýrismanninum at seta í verk aðrar útbúgvingar, ið
Sjóvinnufyrisitingin møguliga kemur at krevja, eitt nú útbúgving av kokkum.
Havast má eisini í huga, at vit standa á gáttini til oljuvinnu. Nógvar útbúgvingar,
ið tengdar eru at hesi vinnu, kunnu skipast saman við sjómansútbúgvingum; her verður
serliga hugsað um skeið innan heilsu, trygd og umhvørvi.
Ad. § 3
Landsstýrismaðurin hevur ábyrgd av øllum teim almennu
útbúgvingarstøðunum, og allir útbúgvingarstovnarnir, ið nú veita
sjóvinnuútbúgvingar í Føroyum, eru almennir. Landsstýrismaðurin rekur skúlarnar,
og § 3 staðfestir hesi viðurskifti. Sambært § 3, stk. 1, nr. 1, fær
landsstýrismaðurin heimild at byggja skúlar, men havast má í huga, at heimildin ikki
útvegar fígging av skúlum, sum skal viðgerast í sambandi við fíggjarlógina.
Sambært stk. 1, nr. 2, fær landsstýrismaðurin heimild at reka venjingarskip ella
luttaka í rakstri av venjingarskipum.
Sambært stk. 1, nr. 3, kann landsstýrismaðurin skipa fyri tí eftirútbúgving, sum
tørvur er á, fyri at lúka ásett krøv í sambandi við starvsviðurskiftini hjá
manning á skipum. Í londunum kring okkum eru eisini privatar fyritøkur, ið veita
eftirútbúgving og skeið smb. STCW konventiónini. Tó skulu myndugleikarnir góðkenna
hesar útbúgvingar. Av tí at Sjóvinnufyrisitingin noyðist at áseta altjóða krøv um
serútbúgvingar fyri manning av skipum, eigur, við góðkenning frá
landsstýrismanninum, at vera givnir møguleikar fyri at lata privatar fyritøkur skipa
fyri hesum eftirútbúgvingum í Føroyum. Í mongum førum kunnu fáast skilagóðar
joint venture avtalur við útbúgvingarfyritøkur uttanlands. Vit fáa tilført vitan og
undirvísingartilfar, samstundis sum pengar verða spardir í mun til, um vit skulu skipa
fyri hesum eftirútbúgvingum sjálvir. Tó skal landsstýrismaðurin góðkenna
eftirútbúgvingarnar í hvørjum einstøkum føri, um tær skulu vera førleikagevandi.
Ad. § 4
Landsstýrismaðurin fyrisitur allar sjóvinnuútbúgvingar og hevur eftirlit við útbúgvingum, venjingarskipum og skúlum. Hann kann í hesum sambandi krevja allar upplýsingar, sum hann metir eru neyðugar, frá starvsfólki og leiðslu stovnanna. Hann kann krevja, at nærri ásett viðurskifti verða fingin í rættlag, áðrenn virksemið kann halda fram.
Ad. § 5
Stk. 1. Heimilað verður landsstýrismanninum at seta
útbúgvingarráð. Tað er ikki ásett í lógini, hvussu nógv ráð kunnu setast, og ei
heldur hvussu nógvar limir ráðini skulu hava. Áhugamálini í fleiri útbúgvingum eru
so lík, at eitt útbúgvingarráð við umboðum úr ymiskum vinnufeløgum kann taka sær
av fleiri útbúgvingum. Sjóvinnufyrisitingin eigur eisini at hava umboð í
útbúgvingarráðunum. Tað verður mett, at talið av útbúgvingarráðum verður
avmarkað í mun til talið av útbúgvingum.
Stk. 2. Tað er landsstýrismaðurin, sum avger samansetingina og talið av limum í
ráðunum. Í fyrsta umfari er ætlanin at skipa eitt útbúgvingarráð fyri útbúgving
av maskinmonnum og eitt fyri útbúgving av navigatørum og dekkarum.
Útbúgvingarráðini viðgera í felag útbúgvingarnar av eindarmanning.
Útbúgvingarráðini skulu hava fund minst eina ferð um árið við umboð úr
Mentamálastýrinum. Á fundunum fer fram viðgerð av nýggjum altjóða og innlendis
krøvum, dagføringar av útbúgvingum og annars kunning um útbúgvingarviðurskifti.
Stk. 4. Tað er útbúgvingarráðið, sum tekur avgerð um, nær skúlastjórin skal
møta á fundi.
Ad. § 6
Heimilað verður landsstýrismanninum við kunngerð at áseta reglur
um hvørja einstaka útbúgving smb. § 2. Hetta verður gjørt í høvuðskunngerðum,
sum áseta upptøkukrøv, innihald, próvtøkukrøv, eftirmeting og næmingaviðurskifti.
Upptøkukrøvini skulu vera á leið tey somu sum í londunum kring okkum. Longdin á
útbúgvingunum verður lagað eftir krøvunum, sum verða sett næminginum. Ætlanin er
at skipa fyri, at næmingar fara til próvtøku í tvørfakligum verkætlanum.
Stk. 2. Havandi í huga, at tøkniliga menningin støðugt hevur við sær nýggjar
avbjóðingar fyri tey, sum starvast á sjónum, er tørvur á skeiðum innan fleiri
økir. Tað er vanligt, at arbeiðsgevarar gjalda skeiðsgjald fyri starvsfólk síni.
Landsstýrismaðurin fær heimild at áseta gjald fyri skeið.
Landsstýrismaðurin fær eisini heimild at áseta reglur um gjald fyri
undirvísingartilfar.
Næmingar á skúlunum gjalda sjálvir undirvísingartilfarið í dag, men havandi tær
stóru broytingarnar innan hetta øki í huga, verður heimilað landsstýrismanninum at
áseta aðrar reglur, um tørvur er á tí.
Ad. § 7
Til at menna sjóvinnuútbúgvingarnar kann landsstýrismaðurin skipa fyri royndarvirksemi. Royndarvirksemið kann verða framt í sambandi við verandi útbúgvingar ella við nýggjar útbúgvingar smb. § 2, stk. 1, nr. 4 og 11.
Ad. § 8
Skúlastjórin hevur dagligu leiðsluna á skúlanum, hevur ábyrgdina av rakstrinum og setur í starv og loysir úr starvi lærarar og øll onnur starvsfólk. Skúlastjórin vísir til Vinnu- og Miðnámsskúladeildina í Mentamálastýrinum.
Krøvini til læraraførleika verða lýst í kunngerð. Talan er um sjóvinnuútbúgvingar, og tað má tí metast, at tað serliga verða fólk við útbúgving innan hesar somu greinar, sum verða sett sum lærarar. Hesi eiga at hava siglt eitt ávíst tíðarskeið og helst hava tikið eina hóskandi eftirútbúgving. Í ávísum førum verður neyðugt at betra um ástøðiliga førleikan hjá hesum lærarum. Skúlin eigur at skipa fyri skeiðum ella senda lærarar á tey skeið, sum tørvur er á. Mentamálastýrið kann skipa fyri og samskipa skeiðini soleiðis, at lærarar frá fleiri skúlum kunnu luttaka.
Ad. § 9
Námsfrøðiliga ráðið avloysir verandi lærararáð, um so er, at eitt tílíkt er skipað í skúlanum. Tað skal ráðgeva leiðsluni í øllum spurningum um útbúgvingarnar, og kann eisini taka mál upp av sær sjálvum. Skúlastjórin er formaður ráðsins, og reglur fyri virksemið verða lýstar í kunngerð.
Ad. § 10
Tað er av stórum týdningi, at næmingaráð eru í skúlunum. Skúlastjórin eigur
í samráð við næmingarnar at taka stig til at seta næmingaráð á stovn, um einki
næmingaráð er í skúlanum.
Hóast tað almenna í flestu førum ikki hevur skyldu at tryggja sítt virksemi, er
rættast at gera hetta í sambandi við virksemi, sum í ávísan mun verður mett meiri
vandafult enn skúlagongd. Tað verður tí álagt skúlunum at tryggja næmingarnar, tá
teir útinna tílíkt virksemi.
Nærri reglur um rætt og skyldur næminganna mótvegis skúlanum verða lýstar í
kunngerð.
Ad. § 11
Kærumøguleikarnir verða ásettir í kunngerð, sum í høvuðsheitinum gevur næmingum, sum taka útbúgvingar smb. § 2, somu reglur at kæra eftir, sum næmingar í øðrum almennum skúlum.
Ad. § 12
Lógin fær gildi 1. august 2001. Kunngerðir við heimild í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgvingar og løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992 um maskinmeistaraútbúgving og aðrar maskin- og eltøkniútbúgvingar hava framvegis gildi. Kunngerð um innihaldið í lærugreinunum í navigatørútbúgvingini eigur at verða gjørt áðrenn gildiskomuna.
1. viðgerð 20. februar 2001. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 27. mars 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 13. februar 2001, og eftir 1. viðgerð tann 20. februar 2001 er málið beint mentanarnevndini.
Nevndin hevur viðgjørt málið á fundum tann 14., 21. og 26. mars 2001 og hevur undir viðgerðini havt fund við landsstýrismannin í mentamálum.
Í dag er málsøkið reglubundið í løgtingslóg nr. 65 frá 5. juni 1984 um sjómansútbúgving og løgtingslóg nr. 50 frá 28. apríl 1992. Lógirnar eru fyri ein stóran part eisini rammulógir.
Við uppskotinum verður hildið á við at lóggeva á økinum við rammulóg soleiðis, at møguleiki er alla tíðina at fylgja altjóða krøvum.
Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskot landsstýrisins.
2. viðgerð 30. mars 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 27-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 4. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.
Lms.j.nr.: 523-0032/2000
Umms.j.nr.: 44508/105 9900314/20/SE