96 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. Orðaskifti við 2. viðgerð
G. 3. viðgerð
Ár 2001, 3. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um innlit í fyrisitingina
§ 1
Í løgtingslóg nr. 133 frá 10. juni 1993 um innlit í fyrisitingina verður § 5,
stk. 3 orðað soleiðis:
"Stk. 3. Landsstýrismaðurin kann áseta reglur um atgongd hjá almenninginum
at kunna seg við upplýsingar í edv-skráum v.m., ið ikki eru fevndar av lóg um
viðgerð av persónsupplýsingum. Herundir kunnu eisini ásetast reglur um gjald."
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Almennar viðmerkingar
Broytingin er ein avleiðing av, at lógin um viðgerð av persónsupplýsingum kemur í staðin fyri lógina um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
Avleiðingar av uppskotinum
Uppskotið fær ikki avleiðingar fyri land, kommunur ella aðrar myndugleikar.
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei |
|
Serligar viðmerkingar.
Til § 1
Broytingin nágreinar bert, at lógin um viðgerð av persónsupplýsingum kemur í staðin fyri lógina um evnisskráir hjá almennum myndugleikum.
1. viðgerð 13. mars 2001. Tingmálini nr. 96 og 103 vórðu viðgjørd undir einum. Málið beint í rættarnevndina, sum tann 20. apríl 2001 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt uppskotið fram tann 3. mars 2001, og eftir 1. viðgerð tann 13. mars 2001 er tað beint rættarnevndini.
Uppskotið er ein avleiðing av uppskotinum, løgtingsmál nr. 103/2000: Uppskot til løgtingslóg um viðgerð av persónsupplýsingum, og hevur undir nevndarviðgerðini verið viðgjørt saman við hesum uppskoti.
Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja tað.
2. viðgerð 24. apríl 2001. §§ 1 og 2 samtyktar 28-0-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
3. viðgerð 26. apríl 2001. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, endaliga samtykt 29-0-0. Málið avgreitt.
J.nr. 525-0015/2001
Ll.nr. 76 frá 08.05.2001