111 Uppskot til løgtingslóg um góðan fjølmiðlasið
A.
Upprunauppskot
B. Tikið aftur
Ár 2001, 3. mars, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um góðan fjølmiðlasið
Kapittul 1
Lógarinnar øki
§ 1. Lógin er galdandi fyri allar fjølmiðlar í Føroyum.
Stk. 2. Fjølmiðil er ein og hvør miðil, sum er egnaður at bera fjøld av
fólki upplýsingar, og ger hetta støðugt ella reguliga, tó í minsta lagi tvær
ferðir um árið.
Stk. 3. Fjølmiðil í Føroyum er miðil, sum er ætlaður at bera fjøld av
fólki í Føroyum upplýsingar.
Kapittul 2
Fjølmiðlasiður
§ 2. Fjølmiðlar skulu halda góðan fjølmiðlasið.
Stk. 2. Tey, sum halda seg líða órætt vegna brot á stk. 1, og sum ikki meta
seg at hava fingið hóskandi uppreisn við at venda sær til fjølmiðilin, kunnu kæra
til Fjølmiðlaráðið. Kærufreistin er 4 vikur eftir, at upplýsingarnar eru
almannakunngjørdar; fyri tilfar á alnót ella øðrum líknandi teldunótum tó 4 vikur
eftir, at upplýsingarnar eru tiknar av nótini.
Stk. 3. Víkjast kann frá kærufreistini í serligum førum.
Kapittul 3
Ábyrgd
§ 3. Ábyrgd fyri góðan fjølmiðlasið hava høvundur, stjóri og útgevari.
Stk. 2. Høvundur er tann, sum hevur skapað verkið, stjóri er høvundanum
yvirskipaður, og útgevari er tann, sum hevur fyriskipað ella rindað fyri útgávuna.
Stk. 3. Ábyrgd hava eisini navngivnir persónar, sum eru rætt endurgivnir og hava
játtað at upplýsa navn sítt í fjølmiðlinum.
Stk. 4. Ábyrgd fyri brot á § 2, stk. 1, verður Fjølmiðlaráðið at
staðfesta í skrivligum úrskurði sambært kap. 4.
Kapittul 4
Fjølmiðlaráðið
§ 4. Landsstýrismaðurin setir fjølmiðlaráð við formanni og 5 limum.
Formaðurin, sum skal vera løgfrøðingur, verður tilnevndur eftir tilmæli frá Føroya
Blaðmannafelag. Harumframt verður 1 limur tilnevndur eftir tilmæli frá Føroya
Blaðmannafelag, 1 limur verður tilnevndur eftir tilmæli frá ritstjórnunum á teimum
føroysku bløðunum, útvarpi og sjónvarpi, 1 limur verður tilnevndur eftir tilmæli
frá Fróðskaparsetri Føroya og 2 limir, sum standa á nevningalistanum, verða
tilnevndir.
Stk. 2. Limirnir og tiltakslimir fyri hesar, sum verða tilnevndir eftir somu
reglum, sita í 4 ár. Endurtilnevning kann fara fram, tá ið treytirnar í stk. 1
framvegis eru loknar.
§ 5. Fjølmiðlaráðið, ið ger leiðreglur um góðan fjølmiðlasið í samstarvi við teir fjølmiðlar, ið eru nevndir í § 4, ger úrskurð í málum um brot á góðan fjølmiðlasið. Úrskurðir Fjølmiðlaráðsins verða almannakunngjørdir sambært § 10, stk. 1 og stk. 2.
§ 6. Formaður Fjølmiðlaráðsins kann vísa burtur kærur, sum eyðsýniliga
ikki eru undir málsræði tess ella, sum eyðsýniliga einki hald er í.
Stk. 2. Formaðurin kann eisini vísa burtur kærur frá kærarum, sum ikki eru
partar í málinum ella ikki hava rættarligan áhuga.
Stk. 3. Formaðurin vísir burtur kærur, sum ikki eru komnar fram, tá ið
kærufreistin er farin.
Stk. 4. Formaðurin ger av, um víkjast skal frá kærufreistini, smb. § 2, stk.
3.
Stk. 5. Fjølmiðlaráðið kann í serligum førum taka mál upp til viðgerðar
av sínum eintingum.
§ 7. Kærur til Fjølmiðlaráðið skulu vera skrivligar.
Stk. 2. Fjølmiðlaráðið skal gera úrskurð skjótast tilber.
Stk. 3. Fjølmiðlaráðið sendir avrit av kæruni til innkærda, sum fær 10 daga
freist til skrivliga at ummæla kæruna. Fjølmiðlaráðið kann eftir umsókn leingja
freistina.
Stk. 4. Fjølmiðlaráðið kann krevja innkærda eftir einum eintaki av
upplýsingunum, kært er um.
Stk. 5. Kærari og innkærdi hava altíð rætt til persónliga at geva
frágreiðing í einum máli, sum Fjølmiðlaráðið hevur tikið til viðgerðar.
Fjølmiðlaráðið kann annars kalla kæraran og innkærda inn til at geva nærri
frágreiðing um kærumálið.
Stk. 6. Hevur innkærdi ikki latið skrivligt ummæli, áðrenn ummælisfreistin er
farin, ella møtir hann ikki til at geva munnliga frágreiðing, kann Fjølmiðlaráðið
gera úrskurð á verandi grundarlagi.
§ 8. Limur kann ikki taka lut í viðgerð av kæru um fjølmiðil, sum hann
sjálvur hevur tilknýti til, ella tá ið talan er um viðurskifti annars, sum kunnu
vekja grundaðan iva um parthall.
Stk. 2. Víkir limur ikki sjálvboðin sæti sambært stk. 1, skal
Fjølmiðlaráðið avgera spurningin við vanligum atkvøðumeirluta. Stendur á jøvnum,
er formansins atkvøða avgerandi.
Stk. 3. Tá ið limur víkir sæti ella ikki fær møtt, tekur eykalimur hansara
við.
§ 9. Fjølmiðlaráðið er viðtøkuført, tá ið formaðurin og tveir
nevndarlimir eru møttir.
Stk. 2. Úrskurðir Fjølmiðlaráðsins verða gjørdir við vanligum
atkvøðumeirluta. Stendur á jøvnum er formansins atkvøða avgerandi.
Stk. 3. Er avgerðin ikki einmælt, hevur minnilutin rætt til at fáa sína
áskoðan við í úrskurðin.
§ 10. Úrskurðir Fjølmiðlaráðsins skulu í úrdrátti almannakunngerast
skjótast tilber á slíkan hátt og í vavi, sum Fjølmiðlaráðið metir at vera
nøktandi.
Stk. 2. Fjølmiðlaráðið letur á hvørjum ári landsstýrismanninum
frágreiðing um virki sítt í farna ári. Landsstýrismaðurin letur frágreiðingina
almannakunngera.
§ 11. Úrskurðir Fjølmiðlaráðsins kunnu ikki kærast.
§ 12. Landsstýrismaðurin ger nærri reglur fyri virksemi Fjølmiðlaráðsins.
Stk. 2. Fjølmiðlaráðið skal hava skrivstovu, sum landskassin rindar fyri.
Kapittul 5
Ígildiskoma
§ 13. Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
1. PARTUR: ALMENNAR VIÐMERKINGAR:
Galdandi lóg:
Galdandi lóg um fjølmiðlar er ríkislóg nr. 147 frá 13. apríl 1938 om pressens
brug, soleiðis sum hon er broytt við lóg nr. 524 frá 18. november 1969.
Lógin fevnir tó bert um prentaðar fjølmiðlar. Hon ásetir formligar reglur fyri útgávu og reglur um ábyrgd og revsing fyri brot á hesar reglur.
Tá talan er um sjálvt innihaldið, vísir lógin til vanligar reglur um revsiábyrgd og endurgjaldsábyrgd fyri ólógligt innihald.
Hóast lógin ikki er galdandi fyri loftmiðlar ella aðrar elektroniskar miðlar, so er, hvat sjálvum innihaldinum viðvíkur, revsirættarliga ikki munur á, hvat teir prentaðu fjølmiðlarnir og teir elektronisku fjølmiðlarnir í dag kunnu bera fram eingin munur er á markinum fyri talu- og skrivifrælsinum hjá teimum, sum eru fevnd av galdandi lóg um pressens brug, og teimum, sum ikki eru fevnd av lógini.
Lógin um pressens brug hevur ongar ásetingar um etiska ábyrgd.
Í Danmark er komin nýggj fjølmiðlalóg í staðin fyri lov om pressens brug, sum enn er í gildi í Føroyum. Tann nýggja danska lógin er lóg nr. 348 frá 5. juni 1991, sum er broytt við lóg nr. 1065 frá 23. desember 1992, § 79, nevnd medieansvarsloven. Tann danska lógin kann eftir síni § 59 setast í gildi í Føroyum við kongligari fyriskipan við neyðugum broytingum vegna serlig føroysk viðurskifti.
Nýggja uppskotið:
Landsstýrið legði uppskot fyri Løgtingið í februar 1997 um at seta nevndu donsku
lóg í gildi í Føroyum við teimum broytingum, sum heimastýrið metti vóru neyðugar,
smb. løgtingsmál 82/1996. Løgtingið beindi málið í rættarnevndina, sum gjørdi
fleiri broytingar í uppskotinum til tilmæli. Løgtingið samtykti tann 16. mai 1997
uppskotið til ríkislógartilmæli um fjølmiðlaábyrgdarlóg við 23 atkvøðum fyri.
Danska stjórnin hevur sýtt fyri at leggja lógina fyri Fólkatingið í tí líki, sum Løgtingið samtykti hana tann 16. mai 1997. Orsøkin til hetta er, at stjórnin metir, at Løgtingið hevur gjørt so stór frávik frá tí galdandi donsku lógini, at hon ikki kann setast í gildi fyri Føroyar við kongligari fyriskipan.
Ein aðaltáttur í tí donsku lógini er tann etiska ábyrgdin fyri innihaldið í fjølmiðlunum.
Ásannandi, at tann danska lógin ikki kann setast í gildi við kongligari fyriskipan soleiðis, sum Løgtingið ynskti, hevur landsstýrismaðurin gjørt av í staðin at leggja fyri tingið uppskot um løgtingslóg um góðan fjølmiðlasið.
Hetta kann gerast, tí fjølmiðlamál mugu metast at vera føroysk mál (sermál), hóast fjølmiðlaábyrgdarmál verða umsitin sum felagsmál.
Hetta uppskot setir ikki úr gildi galdandi ríkislóg um pressens brug, og broytir einki um galdandi revsireglur ella endurgjaldsreglur, sum framvegis vera tær somu t.e. vanligar revsi- og endurgjaldsreglur.
Uppskotið ásetir reglur fyri góðan fjølmiðlasið og gevur fólki, sum kenna seg persónliga ella fíggjarliga rakt, høvi til at kæra um hetta til eitt Fjølmiðlaráð. Fjølmiðlaráðið skal gera úrskurð, so kærari kann fáa moralska uppreisn, ella fjølmiðil kann fáa staðfest, at hann ikki hevur borið seg óetiskt at.
Avgerð hjá Fjølmiðlaráðinum kann t.d. hugsast brúkt sum próvgrundarlag fyri rættarkravi um revsing eftir revsilógini, endurgjaldi fyri tort eftir § 15 í ígildiskomulógini til revsilógina ella endurgjaldi fyri tap eftir vanligum galdandi endurgjaldsreglum.
Tað verða framvegis dómstólarnir, sum óheftir skulu meta um grundarlagið fyri slíkum rættarkrøvum.
Uppskotið til lóg um góðan fjølmiðlasið umfatar sum nevnt bert ein part av tí økinum, sum medieansvarsloven umfatar bara tann fjølmiðlaetiska partin. Men innihaldið í hesum parti er í grundregluni ikki broytt í mun til tilsvarandi ásetingar í ríkislógartilmælinum, sum Løgtingið samtykti í 1997.
Uppskotið hevur verið til ummælis hjá Útvarpi Føroya, Sjónvarpi Føroya, Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Blaðmannafelag og Føroya Blaðútgevarafelag.
Viðmerkingarnar eru ymiskar, og eru hoyringssvarini tí løgd við uppskotinum.
Tó skal til hoyringssvarið hjá Føroya Blaðútgevarafelag viðmerkjast, at Europeiski Mannarættindasáttmálin er settur í gildi sum lóg í Føroyum. Ásetingarnar um framsøgufrælsi eru í § 10 í sáttmálanum. Fjølmiðlaráðið, eins væl og onnur, ið umsita reglur her á landi, eru tí í teirra arbeiði bundin av ásetingunum í hesum sáttmála.
Landsstýrismaðurin hevur tikið viðmerkingarnar hjá teimum hoyrdu pørtunum viðvíkjandi samansetingini av Fjølmiðlaráðnum til eftirtektar og broytt samansetingina soleiðis, at helvtin, herundir formaðurin, verður vald í nevndina eftir tilmæli frá fjølmiðlunum.
2. PARTUR: AVLEIÐINGAR AV UPPSKOTINUM
Ætlanin við uppskotinum er, at landskassin skal bera kostnaðin av
Fjølmiðlaráðnum.
Tann dagliga fyrisitingin og fyrireikandi málsviðgerðin kann leggjast til Føroya Kærustovn, og arbeiðið hjá Fjølmiðlaráðnum kann á henda hátt skipast á sama hátt sum arbeiðið hjá t.d. kærunevndini í almannamálum og landsskattakærunevndini.
Út yvir hetta skal gjaldast samsýning til limirnar í Fjølmiðlaráðnum.
Hildið verður ikki, at uppskotið annars fær aðrar avleiðingar fyri land, kommunu ella aðrar myndugleikar ella fyri ávísar samfelagsbólkar.
|
Fyri landið/lands- myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar |
Fyri pláss/øki í landinum |
Fyri ávísar sam- felagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umsitingarligar avleiðingar |
Ja |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Umhvørvisligar avleiðingar |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Nei |
Sosialar avleiðingar |
|
Nei |
|
3. PARTUR: SERLIGAR VIÐMERKINGAR
Ad. § 1, stk. 1-3.
Orðingin er ætlað at raka allar miðlar yvirhøvur, sum kunnu bera upplýsingar til
fjøld av fólki í Føroyum. Hugsast kunnu eisini miðlar í øðrum formi, enn vit kenna
teir í dag.
Verða upplýsingarnar ikki bornar meira enn 2 ferðir árliga, er ikki talan um fjølmiðil eftir hesi lóg. Tað merkir, at ársrit og ársfrágreiðingar eins og skaldsøgur, stuttsøgusavn o.l. ikki koma undir lógina.
Við orðinum "støðugt" er hugsað um heimasíður og annað líknandi tilfar, sum ikki kemur út við jøvnum millumbili í vanligari fatan, men sum í staðin alla tíðina er tøkt á alnótini ella øðrum teldunótum, telefonum ella møguligum øðrum verandi og framtíðar elektroniskum miðlum á skíggja ella á annan hátt.
Allýsingin av fjølmiðli eftir hesi lóg fevnir sostatt um at øll bløð, tíðarrit, heimasíður á alnótini, útvørp, sjónvørp og møguligar aðrar miðlar treytað av, at teir koma út minst 2 ferðir árliga ella støðugt eru tøkir. Fjølmiðil kann vera loft- ella kaðalborin, digitalt ella analogt ella í prentaðum líki.
Munur verður ikki gjørdur á innlendskum og útlendskum fjølmiðlum. Hetta merkir, at tey, sum meta seg at hava grundarlag fyri at kæra til Fjølmiðlaráðið, kunnu gera tað uttan mun til, um fjølmiðilin er føroyskur ella fremmandur.
Ivasamt er, hvørja ávirkan ein møguligur úrskurður hjá Fjølmiðlaráðnum fær á ein útlendskan fjølmiðil, men tað gevur borgara møguleika at gera vart við seg og at fáa moralska uppreisn.
Við fjøld av fólki í Føroyum er at skilja eitt tilvildarligt tal av persónum í Føroyum, t.e. fólk, sum er heimahoyrandi ella hevur bústað í Føroyum.
Við upplýsingar er at skilja alt tilfar, sum verður almannakunngjørt, líka mikið hvønn form tað hevur skrivligt tilfar, ljóð, myndir ella annað.
Ad. § 2, stk. 1
Hvat góður fjølmiðlasiður er, verður upp til Fjølmiðlaráðið at avgera.
Fjølmiðlaráðið skal taka støðu til hetta í hvørjum einstøkum ítøkiligum føri,
tá ið kært verður.
Onnur lond, sum hava lóggivið á hesum øki, hava eisini valt at lata upp til tann stovn, sum skal taka avgerðir um góðan fjølmiðlasið, at slóða leiðina fram. Á henda hátt verður góður fjølmiðlasiður støðugt dagførdur við grundarlagi í samfelagsmentanini.
Til ber ikki til fulnar at lýsa hugtakið "góður fjølmiðlasiður", men tað merkir fyrst og fremst, at innihald og atburður skal verða í samljóði við mentan og sjálvsfatan okkara.
Innihald er alt tað tilfar, sum fjøld av fólki fær atgongd til.
Atburður er tann framferð, sum fjølmiðlafólk nýta, tá ið tey útvega og framleiða hetta tilfar.
Sum dømi úr øðrum londum, vit vanliga sammeta okkum við, vera her endurgivnar danskar og enskar vegleiðandi reglur um góðan fjølmiðlasið.
Fyrst "Vejledende regler for god presseskik", soleiðis sum danska medieudvalget í betænkning nr. 1205/1990 og endurgivið sum skjal 3 til lógaruppskotið um medieansvarsloven:
Vejledende regler for god presseskik
Grundlæggende synspunkter
Sikringen af ytringsfriheden i Danmark står i nøje forbindelse med massemediernes frie adgang til at indsamle informationer og nyheder og til at offentliggøre dem så korrekt som muligt. Den frie kommentar er en del af ytringsfrihedens udøvelse. Under varetagelse af disse opgaver bør massemedierne anerkende hensynet til den enkelte borgers krav på respekt for den personlige integritet og privatlivets fred og til behovet for beskyttelse mod ubeføjet krænkelse.
Under brud på god presseskik henhører også hindring af berettiget offentliggørelse af informationer af væsentlig betydning for offentligheden, samt eftergivenhed over for udenforståendes krav om indflydelse på massemediernes indhold, hvis eftergivenheden kan medføre tvivl om massemediernes frie og uafhængige stilling. Brud på god presseskik foreligger endvidere, hvis en journalist pålægges opgaver, som er i strid med nærværende presseetiske regler.
En journalist bør ikke pålægges opgaver, der strider mod hans samvittighed eller overbevisning.
Reglerne omfatter det redaktionelle stof (tekst og billeder), som offentliggøres i den trykte presse, radio og fjernsyn samt i de øvrige massemedier.
Reglerne omfatter tillige annoncer og reklamer i den trykte periodiske presse og i de øvrige massemedier i det omfang, der ikke er fastsat særlige regler herom.
Reglerne omfatter omtalte og afbildede personer, herunder også afdøde personer, juridiske personer og lignende.
Reglernes indhold
A. Korrekte meddelelser
B. Adfærd i strid med god presseskik
C. Retsreportage
Fylgjandi reglur í Stóra Bretlandi galda bert fyri prentaðar fjølmiðlar, men talan er um reglur, sum ivaleyst eiga at líkjast føroyskum grundreglum:
Code of Practise
1 | Accuracy |
i) Newspapers and periodicals should take care not to
publish inaccurate, misleading or distorted material including pictures. ii) Whenever it is recognised that a significant inaccuracy, misleading statement or distorted report has been published, it should be corrected promptly and with due prominence. iii) An apology must be published whenever appropriate. iv) Newspapers, whilst free to be partisan, must distinguish clearly between comment, conjecture and fact v) A newspaper or periodical must report fairly and accurately the outcome of an action for defamation to which it has been a party. |
|
2 | Opportunity to reply |
A fair opportunity for reply to inaccuracies must be given to individuals or organisations when reasonably called for. | |
3 | Privacy |
i) Everyone is entitled to respect for his or her private
and family life, home, health and correspondence. A publication will be expected to
justify intrusions into any individual's private life without consent ii) The use of long lens photography to take pictures of people in private places without their consent is unacceptable. Note - Private places are public or private property where there is a reasonable expectation of privacy. |
|
4 | Harassment |
i) Journalists and photographers must neither obtain nor
seek to obtain information or pictures through intimidation, harassment or persistent
pursuit ii) They must not photograph individuals in private places (as defined by the note to clause 3) without their consent; must not persist in telephoning, questioning, pursuing or photographing individuals after having been asked to desist; must not remain on their property after having been asked to leave and must not follow them. iii) Editors must ensure that those working for them comply with these requirements and must not publish material from other sources which does not meet these requirements. |
|
5 | Intrusion into grief or shock |
In cases involving personal grief or shock, enquiries should be carried out and approaches made with sympathy and discretion. Publication must be handled sensitively at such times but this should not be interpreted as restricting the right to report judicial proceedings. | |
6 | Children |
i) Young people should be free to complete their time at
school without unnecessary intrusion. ii) Journalists must not interview or photograph a child under the age of 16 on subjects involving the welfare of the child or any other child in the absence of or without the consent of a parent or other adult who is responsible for the children. iii) Pupils must not be approached or photographed while at school without the permission of the school authorities. iv) There must be no payment to minors for material involving the welfare of children nor payments to parents or guardians for material about their children or wards unless it is demonstrably in the child's interest. v) Where material about the private life of a child is published, there must be justification for publication other than the fame, notoriety or position of his or her parents or guardian. |
|
7 | Children in sex cases |
1. The press must not, even where the law does not
prohibit it, identify children under the age of 16 who are involved in cases concerning
sexual offences, whether as victims or as witnesses. 2. In any press report of a case involving a sexual offence against a child - i) The child must not be identified. ii) The adult may be identified. iii) The word "incest" must not be used where a child victim might be identified. iv) Care must be taken that nothing in the report implies the relationship between the accused and the child. |
|
8 | Listening Devices |
Journalists must not obtain or publish material obtained by using clandestine listening devices or by intercepting private telephone conversations. | |
9 | Hospitals |
i) Journalists or photographers making enquiries at
hospitals or similar institutions should identify themselves to a responsible executive
and obtain permission before entering non-public areas. ii) The restrictions on intruding into privacy are particularly relevant to enquiries about individuals in hospitals or similar institutions. |
|
10 | Reporting of crime. |
(i) The press must avoid identifying relatives or friends
of persons convicted or accused of crime without their consent. (ii) Particular regard should be paid to the potentially vulnerable position of children who are witnesses to, or victims of, crime. This should not be interpreted as restricting the right to report judicial proceedings. |
|
11 | Misrepresentation |
i) Journalists must not generally obtain or seek to obtain
information or pictures through misrepresentation or subterfuge. ii) Documents or photographs should be removed only with the consent of the owner. iii) Subterfuge can be justified only in the public interest and only when material cannot be obtained by any other means. |
|
12 | Victims of sexual assault |
The press must not identify victims of sexual assault or publish material likely to contribute to such identification unless there is adequate justification and, by law, they are free to do so. | |
13 | Discrimination |
i) The press must avoid prejudicial or pejorative
reference to a person's race, colour, religion, sex or sexual orientation or to any
physical or mental illness or disability. ii) It must avoid publishing details of a person's race, colour, religion, sexual orientation, physical or mental illness or disability unless these are directly relevant to the story. |
|
14 | Financial journalism |
i) Even where the law does not prohibit it, journalists
must not use for their own profit financial information they receive in advance of its
general publication, nor should they pass such information to others. ii) They must not write about shares or securities in whose performance they know that they or their close families have a significant financial interest without disclosing the interest to the editor or financial editor. iii) They must not buy or sell, either directly or through nominees or agents, shares or securities about which they have written recently or about which they intend to write in the near future. |
|
15 | Confidential sources |
Journalists have a moral obligation to protect confidential sources of information. | |
16 | Payment for articles |
i) Payment or offers of payment for stories or information
must not be made directly or through agents to witnesses or potential witnesses in current
criminal proceedings except where the material concerned ought to be published in the
public interest and there is an overriding need to make or promise to make a payment for
this to be done. Journalists must take every possible step to ensure that no financial
dealings have influence on the evidence that those witnesses may give. (An editor authorising such a payment must be prepared to demonstrate that there is a legitimate public interest at stake involving matters that the public has a right to know. The payment or, where accepted, the offer of payment to any witness who is actually cited to give evidence should be disclosed to the prosecution and the defence and the witness should be advised of this). ii) Payment or offers of payment for stories, pictures or information, must not be made directly or through agents to convicted or confessed criminals or to their associates - who may include family, friends and colleagues - except where the material concerned ought to be published in the public interest and payment is necessary for this to be done. |
The public interest There may be exceptions to the clauses marked * where
they can be demonstrated to be in the public interest.
|
Samfelagsviðurskiftini í Føroyum líkjast so nógv viðurskiftunum í Danmark og Stóra Bretlandi, at ivi neyvan er um, at fjølmiðlaráðið í Føroyum fer at taka hesar reglur til sín sum meginreglur í fyrstani.
Men tað føroyska fjølmiðlaráðið fer at grunda úrskurðir sínar á føroyska mentan og siðir. Góður fjølmiðlasiður eftir hesi lóg verður tí ivaleyst sum frálíður serføroyskur, soleiðis at skilja, at fyrilit verður víst viðurskiftum, sum bróta frá her á landi samanborið við viðurskifti i øðrum og størri londum.
Fjølmiðlaráðið eigur beinanvegin at gera skrivligar leiðreglur um góðan fjølmiðlasið, soleiðis at fjølmiðlarnir hava reglur at halda seg til.
Hetta eigur at verða gjørt í samstarvi við teir fjølmiðlar, ið gera tilmæli um lim í fjølmiðlaráðið smbr. § 4.
Ad. § 2, stk. 2
Stk. 2 ásetir, hvør hevur rætt at kæra. At tey hava rætt at kæra, sum halda seg líða órætt vegna brot á góðan fjølmiðlasið, merkir ikki, at Fjølmiðlaráðið skal taka fyri givið, at viðkomandi materielt er so nær tengdur at málinum, at hann/hon hevur grund til at halda seg líða órætt.
Í viðgerð síni eigur Fjølmiðlaráðið at taka støðu til, um kærarin er so nær tengdur at málinum, at hann/hon hevur grundaða orsøk til at halda seg líða órætt.
Løgfrøðiligir persónar hava sama rætt at kæra.
Mett verður ikki, at ráðiligt er at hava longri kærufreist, tí gongdin er skjót á fjølmiðlaøkinum, og tørvur er tí á skjótari endaligari avgreiðslu av málunum. Afturat tí kemur, at tey, sum halda seg líða órætt, munnu í flestum førum kæra, so skjótt tey hava hesa kenslu.
Viðvíkjandi tilfari á alnót og líknandi miðlum er kærufreistin 4 vikur eftir, at upplýsingarnar eru tiknar av nótini. Orsøkin til hetta er, at talan er um upplýsingar, sum ikki bert verða almannakunngjørdar einaferð, men eru støðugt atkomiligar. Tí kann eisini vera torført at vita, nær slíkar upplýsingar eru settar inn á nótina.
Ein fyritreyt fyri at kunna kæra er, at viðkomandi fyrst hevur vent sær til fjølmiðilin í eini roynd at fáa uppreisn. Í hesum sambandi skal vísast á, at kærufreistin er 4 vikur frá tí, at upplýsingin er komin alment fram, og ikki fýra vikur frá tí, at fjølmiðilin hevur svarað persóni, sum hevur vent sær til hansara fyri at fáa uppreisn.
Ad. § 2, stk. 3
Henda undantaksregla frá kærufreistini er serliga ætlað sjófólki og øðrum í
líknandi støðu, sum ikki eins væl og heimafólkið fær vart síni áhugamál við so
stuttari freist. Formaður Fjølmiðlaráðsins skal í hvørjum einstøkum føri taka
støðu til, um umstøður kærarans kunnu grunda frávik.
Ad. § 3, stk. 1
Ábyrgdin fyri góðan fjølmiðlasið verður løgd á øll framleiðslulið.
Fjølmiðlaráðið avger í tí konkreta førinum, hvør av teimum nevndu hevur
ábyrgdina. Møguleiki er eisini at leggja ábyrgdina á fleiri framleiðslulið.
Uppreksingin skal ikki skiljast bókstaviliga soleiðis, at bert tríggir persónar kunnu hava ábyrgd. Ivaleyst kunnu vera fleiri "kám" millumlið millum høvund og stjóra og millum stjóra og útgevara, men ætlandi er, at eisini slík lið í framleiðsluni skulu bólkast sum høvundur, stjóri ella útgevari. Eisini hetta verður Fjølmiðlaráðið at taka støðu til í hvørjum einstøkum føri.
Ad. § 3, stk. 2
Høvundur er tann persónur ella teir persónar, sum geva upplýsingunum tann form,
tær verða almannakunngjørdar í. Tað er t.d. blaðmaður, sum skrivar, og útvarps- og
sjónvarpsmaður, sum ger sendingina, ella tann, sum er upphavsmaður til innihaldið á
eini heimasíðu á alnótini.
Stjóri er yvirmaður høvundans. Tað er til dømis blaðstjórnarfulltrúi ella blaðstjóri á bløðum og deildarstjóri ella stjóri á útvarpi og sjónvarpi.
Útgevarar og stjórar, sum eru løgfrøðiligir persónar, koma eisini undir ábyrgd.
Ad. § 3, stk. 3
Persónar, sum sjálvir taka til máls í fjølmiðli ella geva sítt samtykki til
rætt endurgivin sitat, koma eisini undir ábyrgd, eins og persónar, sum skriva í egnum
navni. Um slíkir persónar skulu standa einsamallir fyri ábyrgd, ella ábyrgd skal
áleggjast saman við persónum, sum nevndir eru í stk. 2, verður Fjølmiðlaráðið at
avgera.
Ad. § 3, stk 4.
Ásetir, at úrskurðir Fjølmiðlaráðsins skulu vera skrivligir. Sí eisini
viðmerkingarnar til § 5 og § 10, stk. 1.
Ad. § 4, stk. 1.
Helvtin av limunum í Fjølmiðlaráðnum, herundir formaðurin, verða tilnevndir
eftir tilmæli frá fjølmiðlunum.
Ad. § 4, stk. 2.
Valskeiðið hjá limunum í Fjølmiðlaráðnum er 4 ár, men teir kunnu veljast
aftur, lúka teir framvegis treytirnar fyri tilnevning.
Ad. § 5.
Fjølmiðlaráðið eigur beinanvegin at gera skrivligar leiðreglur um góðan
fjølmiðlasið soleiðis, at fjølmiðlarnir hava reglur at halda seg til.
Hetta eigur at verða gjørt í samstarvi við teir fjølmiðlar, ið gera tilmæli um lim í Fjølmiðlaráðið smbr. § 4.
Ásetir, at úrskurðir Fjølmiðlaráðsins skulu almannakunngerast. Skal arbeiðið hjá Fjølmiðlaráðnum bera ávøkstur og slóða fyri góðum fjølmiðlasiði, hevur tað stóran týdning, at almenningur og fjølmiðlar verða kunnaðir um úrskurðir ráðsins.
Eisini verður mett, at tað sum heild hevur eina fyribyrgjandi ávirkan í samsvari við endamál lógarinnar, at úrskurðirnir verða almannakunngjørdir.
Fjølmiðlaráðið skal ikki almannakunngera navnið á kæraranum uttan samtykki kærarans. Er kærarin annar fjølmiðil, eigur kærarin tó at verða nevndur við navni. Hetta er somuleiðis galdandi fyri allar aðrar løgfrøðiligar persónar.
Fjølmiðlaráðið skal kunngera navnið á tí innkærda fjølmiðlinum.
Sí annars viðmerkingarnar til § 10.
Um innihaldið av úrskurðum sí viðmerkingarnar til § 7, stk. 2.
Ad. § 6, stk. 1-4
Ongar viðmerkingar.
Ad. § 6, stk. 5
Ætlanin við hesari áseting er m.a. at lata upp fyri, at Fjølmiðlaráðið
møguliga eftir áheitan frá avvarðandi ella øðrum, sum ikki eru umfatað av § 2,
stk. 2 kann taka upp mál, sum viðvíkja evnaveikum, sinnissjúkum og øðrum, sum
ikki eru før fyri sjálvi at taka sær av sínum áhugamálum.
Hugsast kann, at Fjølmiðlaráðið í heilt serligum førum sjálvboðið vil taka mál upp, sum hevur almennan áhuga og týdning sum fyridømi fyri góðan fjølmiðlasið.
Ad. § 7, stk. 1
Ongin viðmerking.
Ad. § 7, stk. 2
Fjølmiðlaráðið skal taka avgerð, so skjótt arbeiðsgongdin loyvir tí. Hildið
verður, at skjótur úrskurður hevur stóran týdning bæði fyri kæraran og tann
innkærda.
Fjølmiðlaráðið skal gera úrskurð í øllum málum, sum ikki verða víst burtur sambært § 6, stk. 1-3. Úrskurður skal innihalda Fjølmiðlaráðsins meting ella áskoðan um málið og grundgeving fyri hesum. Fjølmiðlaráðið hevur ikki skyldu til antin at geva kærara ella tí innkærda viðhald, men kann frítt av kærukrøvum teirra gera sína niðurstøðu.
Ad. § 7, stk 2-4
Ongin viðmerking.
Ad. § 7, stk 5
Kærari ella tann innkærdi hava sostatt rættarkrav um at sleppa at leggja sínar
áskoðanir ella próvgrundir munnliga fyri Fjølmiðlaráðið.
Ad. § 7, stk. 6
Ongin viðmerking
Ad. § 8, stk. 1-3
Ongin viðmerking.
Ad. § 9, stk. 1-2.
Ongin viðmerking.
Ad. § 9, stk. 3
Sí viðmerkingarnar til § 10.
Ad. § 10, stk. 1
Í § 3, stk. 4, er ásett, at úrskurðir Fjølmiðlaráðsins skulu vera skrivligir.
Í § 5 er ásett, at úrskurðirnir skulu almannakunngerast. Her í § 10, stk. 1, er
ásett, at úrskurðirnir skulu almannakunngerast skjótast tilber. Mett verður, at tað
hevur stóran týdning, bæði fyri kæraran og innkærda, at skjótt verður borið at,
smb. eisini viðmerkingunum til § 5.
Hvussu Fjølmiðlaráðið almannakunnger úrskurðirnar, verður upp til ráðið at avgera. Hugast kann, at úrskurðirnir verða almannakunngjørdir á alnótini (heimasíðu hjá Fjølmiðlaráðnum ella heimasíðu hjá Føroya Kærustovni).
Fjølmiðlaráðið kann avgera, at úrskurður bert skal almannakunngerast í stuttum ella longri úrdrátti.
Kærarin og tann innkærdi eiga altíð fyrst at fáa allan úrskurðin sendandi, áðrenn hann verður almannakunngjørdur.
Ad. § 10, stk. 2
Tann frágreiðing, sum her er nevnd, skal innihalda eitt yvirlit yvir tey, mál sum
eru viðgjørd, og høvuðsinnihaldið í úrskurðinum.
Landsstýrismaðurin kann almannakunngera frágreiðingina við at leggja hana út á heimasíðu á alnótini ella geva hana út sum hefti.
Ad. § 11
Ásetingin staðfestir, at kærari ella innkærdur ikki kann fara til nakran
"hægri" myndugleika á hesum øki hvørki almennan ella privatan.
Lógin ávirkar tó ikki verandi rætt kærarans ella innkærda at leggja mál fyri rættin.
Ad. § 12, stk. 1
Ongin viðmerking.
Ad. § 12, stk. 2
Víst verður til tær almennu viðmerkingarnar "2. PARTUR: AVLEIÐINGAR AV
UPPSKOTINUM".
Ad. § 13
Hendan lógin setir onga lóg úr gildi og sostatt heldur ikki galdandi lóg um
"pressens brug".
Hjáløgd skjøl.
Skjal 1. Hoyringssvar frá Føroya
Blaðmannafelag.
Skjal 2. Hoyringssvar frá Fróðskaparsetri Føroya.
Skjal 3. Hoyringssvar frá Føroya
Blaðútgevarafelag.
Skjal 4. Hoyringssvar frá Útvarpi Føroya og
Sjónvarpi Føroya.
Á tingfundi 4. mai 2001 boðaði formaðurin frá, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, í skrivi, dagfest 4. mai 2001, sigur frá, at uppskotið verður tikið aftur.