Frágreiðing um Norðurlandamál 2001


101-2  Frágreiðing sambært § 51, stk. 4, í tingskipanini um Norðurlandamál 2001

A. Framløga
B. Aðalorðaskifti


Ár 2001, 18. januar, legði Høgni Hoydal, landsstýrismaður í norðurlandamálum, vegna landsstýrið fram soljóðandi

Frágreiðing
til
aðalorðaskiftis 

 

Frágreiðing um Norðurlandamál 2001

Inngangur:

Norðurlandaráðið verður ofta skírt ein "kaffiklubbur", har nógv verður tosað, men lítið kemur á skaftið. Men norðurlendskt samstarv hevur havt og hevur ávirkan á nógv fleiri økjum, enn vit geva okkum far um.

Stórar broytingar eru hendar og fara at henda í norðurlendskum samstarvi næstu árini. Gongdin í ES, í Baltalondum og Russlandi tykist fáa alt størri pláss í politiska huganum hjá teimum størru norðurlondunum. Samstundis eru greið tekin um, at Útnorðursamstarvið millum Ísland, Grønland og Føroyar veksur, og Norrønt Atlantsssamstarv, har Strandanoreg samstarvar við londini í útnorði, tykist eisini at styrkna.

Vandi er fyri, at norðurlendskt samstarv brotnar av um tvøran, har ES-londini draga ein veg, meðan útnorðurlondini saman við Noreg draga annan veg. Tí er neyðugt at útnorðurlondini geva norðurlendska samstarvinum eina saltvatnsinnspræning, og har eiga Føroyar at gera sítt. At Føroyar stevna móti fullveldi, fer eisini at geva Føroyum møguleika fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum, og harvið eisini nýggjari ábyrgd og ávirkan.

Tvær stórar frágreiðingar eru gjørdar um norðurlendskt samstarv frameftir, ið kunnu fáa stóran týdning. Tær verða báðar viðgjørdar í norðurlendsku skipanini í hesum árinum – bæði millum ráðharrar og tingfólk í norðurlandaráðnum.

Onnur er ein frágreiðing við uppskotum til felags strategi fyri „burðardygg norðurlond". Henda frágreiðing hevur umfatandi uppskot um, hvat norðurlond skulu gera komandi 20 árini til tess at støðga dálking, fremja umhvørvisvernd, havumhvørvi, matvørutryggleika o.a. Frágreiðingina og tilmælini ætlar landsstýrismaðurin at leggja fyri tingið fyri seg innan apríl mánað, tá norðurlendskur fundur verður um "burðardygg norðurlond". Í tí sambandi er eisini at nevna, at landsstýrið saman við Norðurlendska Ráðharraráðnum skipar fyri eini stórari Ráðstevnu í Føroyum í juni í ár um havumhvørvi og burðardygga veiði í Norðuratlantshavi, har ráðharrar úr øllum norðurlondum og londunum kring Norðuratlantshav eru bodnir at taka lut.

Hin frágreiðingin er ein sonevnd "vísmannafrágreiðing" um norðurlendskt samstarv frameftir, sum mælir til umfatandi broytingar í bygnaðinum og innihaldinum í samstarvinum.

Tann sonevnda vísmannafrágreiðingin "Norden öppet for världens vindar" verður hjáløgd og viðgjørd í hesi frágreiðing.

Samandráttur
Høvuðsniðurstøðurnar og nógv av tilmælunum í vísmannafrágreiðingini eru alneyðug til tess at bjarga tøttum norðulendskum samstarvi frameftir. Hartil eru hugsanirnar og uppskotini í frágreiðingini skilagóð og gagnlig fyri útnorðurlondini og áhugamál Føroya – og tey stuðla upp undir nógv av tí, sum føroyskir politikarar hava virkað fyri í norðurlendskum samstarvi gjøgnum árini.

Norðurlendskt samstarv er okkara besta portur út í heim, og eigur í síni heild at vera tað týdningarmesta altjóða samstarvið hjá Føroyum.

Hetta samstarvið hava vit smærru lond í útnorði størsta tørvin á, og tí eiga vit at gerast nógv meira virkin í at arbeiða fyri felags norðurlendskum áhugamálum. Ikki bert krevja at fáa burturav, men sjálv gjalda og virka fyri áhugamálunum hjá øllum norðurlondum.

Norðurlandapolitikkur Føroya sum heild
Føroyar eiga at virka fyri, at norðurlond í felag ganga á odda í hesum málum:

Hetta skal umframt dagliga arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum og Norðurlendska Ráðharraráðnum, gerast við fleiri norðurlendskum avtalum og sáttmálum um felags rættindi.

Tilmæli um broytingar í norðurlendska samstarvinum sambært nýggjari frágreiðing
Føroyar eiga at stuðla høvuðstonkunum og tilmælunum í nýggju frágreiðingini um Norðurlendskt samstarv frameftir - Vísmannafrágreiðingin: "Norden öppet for världens vindar", við serligum denti á hesi viðurskifti:

  1. Broyta bygnaðin soleiðis:
  2. Menna samstarvið á hesum økjum:
    1.  

      Gongdin í norðurlendska samstarvinum

      Norðurlendska samstarvið tykist at hava skiftandi áhuga millum føroyskar politikarar. Henda støða til norðurlendskt samstarv er heldur ikki ókend millum politikarar í hinum norðurlondunum. Orsøkirnar til hetta eru kanska fyrst og fremst at finna í royndunum síðani 2. heimsbardaga at skipa samstarv millum norðurlond.

      Norðurlendska samstarvið – søguligt
      Nógvar royndir og ætlanir hava verið gjørdar í hesi øldini at skapa eitt veruligt bindandi búskaparligt og politiskt samstarv millum norðurlond við felags marknaði og felags politikki mótvegis umheiminum. Men allar hesar royndir hava verið miseydnaðar orsakað av seráhugamálum hjá teimum stóru norðurlondunum. Til dømis varð í 1948 roynt at skipa ein felags marknað og eina verjusamgongu millum norðurlond, sum skuldi vera óheft. Men trýst frá Sovjettsamveldinum og USA elvdi til, at ætlanin um verjusamgongu varð slept. Roynt varð síðani at halda fram við ætlanunum um ein felags marknað kortini, men ætlanirnar vórðu sleptar seinast í 50-árunum.

      Tó vóru ymiskar samstarvsavtalur gjørdar millum serliga tey skandinavisku londini. Nevnast kunnu at stovna flogfelagið SAS (1951), avtalur á almannaøkinum um pensiónir (1950), flyting millum sjúkrakassar o.a. (1953). Hartil vórðu norðurlendskar avtalur gjørdar um til dømis passfrælsi (1954), undantøk fyri herskyldu hvør hjá øðrum (1956), viðurkenning av koyrikortum og skrásetingarskjølum (1956), rættarhjálp (1957), felags arbeiðsmarknaður (1954) og arbeiðsloysistrygging (1959).

      Norðurlandaráðið – t.e. samstarvið millum tinglimir úr norðurlendsku tingunum - hittist fyrstu ferð til fundar í 1952 í Keypmannahavn og hevur síðani havt árligan norðurlandaráðsfund. Finnlendingar komu, orsakað av sovjettiskari mótstøðu, ikki uppí fyrr enn í 1955. Hetta samstarvið var óformligt til í 1962, tá Helsinki-sáttmálin um Norðurlandaráðið varð undirskrivað.

      Í 1968 varð aftur roynt at stovna ein felagsmarknað millum Danmark, Noreg, Svøríki og Finnland, sum kundi gerast eitt alternativ til EEC (Ísland ynskti ikki at taka lut í samráðingunum). Felagsskapurin fekk navnið NORDEK, og í 1970 varð sáttmálin um Nordek góðkendur av Norðurlandaráðnum. Men Finnland boðaði síðani frá, at landið ikki vildi undirskriva sáttmálan. Stórt stríð tók seg upp millum londini og innanhýsis í londunum, um hvør hevði ábyrgdina fyri, at semja ikki fekst. Danmark valdi at fara upp í EEC í 1973, og harvið vórðu ætlanirnar um ein politiskan og búskaparligan felagsskap millum norðurlond endaliga jarðaðar.

      Í 1971 varð Norðurlendska ráðharraráðið stovnað. Stjórnarligt samstarv millum norðurlond var partur av tí felda uppskotinum um NORDEK. Men nú varð Helsinki-sáttmálin broyttur, so at hann fevnir um:

      Norðurlendska Ráðharraráðið stovnaði samstundis skrivstovu og umsiting, ið skal fyrireika og seta avgerðir í verk, umframt at samskipa kunningina um norðurlendskt samstarv.

      Síðani eru ráðharraráð stovnað á allarflestu økjum. Tað merkir, at tildømis norðurlendsku ráðharrarnir fyri mentan hava eitt ráðharraráð, har teir hittast nakrar ferðir árliga. Fiskimálaráðharrar hava eitt. Fíggjarmálaráðharrar eitt. Umhvørvismálaráðharrar eitt o.s.fr. Hesi verða rópt MR-KULTUR (Ministerråd for kultur), MR-FISK. MR-finans, MR-Miljø o.s.fr.

      Hvørt ráðharraráð hevur eina embætismannanevnd undir sær - tildømis EK-KULTUR (Embedskommité-Kultur ) o.s.fr.

      Omanfyri hesi er eitt ráðharraráð, har hvørt landið hevur ein norðurlendskan samstarvsráðharra, og hetta ráð hevur ábyrgdina av øllum virkseminum, fíggjarætlanini o.s.fr. Undir hesum er so eisini ein embætismannanevnd: Nordisk Samarbejds Kommité (NSK).

      Í dag eru 18 ráðharraráð við tilhoyrandi embætisnevndum. Afturat hesum føstu 18 ráðunum hittast eisini forsætisráðharrarnir, uttanríkisráðharrarnir og verjumálaráðharrarnir einaferð árliga í sambandi við ársfund Norðurlandaráðsins.

      Fíggjarætlanin hjá Norðurlandaráðnum er í dag uml. 730 mió. Dkk. Undir ráðharraráðnum eru umleið 300 stovnar, verkætlanir, nevndir og skipanir, sum røkka frá mentanar- og granskingarstovnum til vinnufígging, harðskapsfyribyrging o.a.m.

      Skipan Norðurlarlandaráðsins er sostatt hendan, sum staðfest í Helsinki-sáttmálanum:

      Norðurlandaráðið = tinglimir

      87 limir
      Svøríki 20 Finnland 20  (harav Åland 2)
      Noreg 20 Ísland 7
      Danmark 20 (harav Føroyar 2 og Grønland 2)

      Viðger fíggjarætlan og ørgrynnu av málum. Samtykkir uppskot, ið síðani verða løgd fyri tingini í einstøku londunum

      Norðurlendska Ráðharraráðið

      Ráðharraráðið møtir í 18 ymsum bólkum:

      MR-SAM
      (samtarvsráðharrarnir)

      MR-Kultur MR-Fisk MR-Miljø
      MR-Finans MR-Justits o.s.fr

      Embætismannanevndir til hvørt ráðharraráð
      EK-Kultur EK-Fisk EK-Miljø o.s.fr

      Aðalskrivari og aðalskrivstova

      Millum 200 og 300 stovnar, nevndir, ráð og verkætlanir ið verða heilt ella partvís fíggjað úr Ráðharraráðnum

      Tildømis:
      Norðurlandahús, Fíggingarstovnar, granskingarstovnar, málnevndir, stýrir, bókaútgávur o.a.m.
      (Harímillum Útnorðurgrunnur og Norrønt Atlantssamstarv- NORA)

      Fíggjarætlan 2000= 732 mió. Dkk

       

      Føroyar í Norðurlendskum samstarvi
      Tað er onki at taka seg aftur í, at tað hava verið einstaklingur, ið hava sett Føroyar inn í norðurlendskan politikk og vunnið føroyingum ávísa viðurkenning, heldur enn nakar samanhangandi politikkur hjá landsstýri og løgtingi.

      Serliga Erlendur Patursson, sáli, gjørdi Norðurlandaráðið til eitt av sínum hjartamálum. Hann virkaði støðugt fyri sjálvstøðugari og javnbjóðis umboðan fyri Grønland, Åland, Føroyar og samarnar í Norðurlandaráðnum. Tað hevur so ikki eydnast enn. Men tað var eftir uppskoti hansara at Føroyar, Åland og Grønland fingu umboðan í Norðurlandaráðnum.

      Erlendur Patursson setti eisini uppskotið fram um Norðurlandahúsið í Føroyum, meðan tað var Dánjal Pauli Danielsen, landsstýrismaður í mentamálum, sum var undangongumaður at fáa Norðurlandahúsið til veruleika.

      Í 1970 verða broytingar gjørdar í Helsinki-sáttmálanum, soleiðis at Føroyar og Åland fáa umboðan í Norðurlandaráðnum. Føroyingar fáa tvey umboð hjá donsku delegasjónini. Løgtingið velur umboðini. Åland fær eisini tvey umboð úr finsku delegasjónini. Og seinni fær Grønland somu skipan. Vit gjalda onki, tí hetta verður mett at vera innanhýsis mál hjá Danmark og Finnlandi. Fleiri royndir hava verið gjørdar til, at vit gjalda okkara part, men tað hevur ikki verið væl upptikið.

      Eftir 1970 setir Erlendur Patursson saman við øðrum fleiri ferðir fram uppskot um sjálvstøðuga umboðan, og í 1980 verður nevnd sett at viðgera umboðanina hjá Føroyum, Grønlandi og Ålandi av nýggjum.

      Bæði Danmark og Ísland hava stuðlað føroysku ynskjunum um sjálvstøðuga umboðan.

      Nevndin kemur kortini til ta niðurstøðu, at vit ikki kunnu fáa javnbjóðis umboðan við tey 5 suverenu londini. Fólkarættarliga hava vit ikki staðfest eitt fullveldisríki, og tað eigur at vera kravið fyri javnstøðu í norðurlendskum samstarvi eins og í øllum altjóða samstarvi, heldur meirilutin í nevndini.

      Ístaðin skjýtur nevndin upp, at vit kunnu taka lut sum áður í Norðurlandaráðnum (gjøgnum donsku og finsku delegasjónirnar) og kunnu taka lut í Ráðharraráðunum og í embætismannanevndunum, sum sonevnd "sjálvstýrandi økir". Vit hava formelt ikki atkvøðurætt í ráðharraráðum og embætismannanevndum, um tað kemur til skarpskeringar.

      Í ymsum øðrum nevndum undir ráðharraráðnum taka ráðharraráðini sjálvi avgerð um umboðanina. Tildømis í Norðurlendska Mentanargrunninum – har Føroyar, Grønland og Åland hava havt eitt umboð í felag, sum skiftir millum londini. Hetta hava Føroyar og Åland fleiri ferðir mælt til at broyta við teirri grundgeving, at hvussu Føroyar kunna ikki røkja mentanarligu atlitini hjá Ålandi og Grønlandi ella hini londini hjá okkum.

      Á heysti 2000 varð samtykt, at Føroyar, Åland og Grønland fáa sjálvstøðuga umboðan í Norðurlendska Mentanargrunnin.

      Soleiðis er støðan í dag, har vit taka lut í flestu ráðharraráðum við skiftandi áhuga. Vit sleppa við um vit ynskja tað, men ongin undrast, tá vit ikki taka lut. Eisini í embætismannanevndum er tað nógv upp til umsitingina og politikararnarí Føroyum at raðfesta føroysku luttøkuna.

      Útnorðurráðið
      Einstaklingar hava eisini havt stóran týdning fyri onnur framstig í norðurlendskum samstarvi. Tingmannaráð Útnorðurs varð stovnað í 1985 og hevði sín stovnandi fund í 1986. (Tað var aftur Erlendur Patursson, sum setti uppskotið fram).

      Tingmannaráð Útnorðurs broytir navn í 1997 til Útnorðurráðið. Her sita 7 umboð fyri hvørt av teimum trimum tingunum í Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Eitt uppskot hevur verið frammi um at gera ráðharraráð eisini fyri Útnorðursamstarvið, so tann útinnandi parturin samstarvar betur. Tað hevur ikki vunnið frama enn – men ein toppfundur hevur verið árliga millum løgmann, landsstýrisformannin og íslendska forsetisráðharran.

      Útnorðurráðið samtykkir ymiskar tilráðingar, ið síðani verða lagdar fyri tingini í teimum trimum londunum til samtyktar.

      Útnorðurráðið er eygleiðari á ársfundum Norðurlandaráðsins, og á árliga norðurlandaráðsfundinum hava verið fundir skipaðir millum Útnorðurráðið og samstarvsráðharrarnar úr Grønlandi, Íslandi og Føroyum.

      Seinastu árini hevur Noreg víst áhuga fyri at koma upp í Útnorðurráðið onkusvegna. Millum annað segði fyrrverandi norski forsætismálaráðharrin, Kjell Magne Bondevi, at hann hevði verið fegin, um hann fekk innbjóðing til árliga útnorðurtoppfundin millum íslendska forsætisráðharran, løgmann og grønlendska landsstýrisformannin. Hesin spurningur er tó ikki viðgjørdur nærri.

      Formansskapurin fyri Útnorðurráðið heitti í heyst á landsstýrismannin í Norðurlandamálum um at taka stig til at gera eina samstarvsavtalu millum stjórnirnar í Íslandi, Føroyum og Grønlandi. Endamálið við avtaluni er, at teir ráðharrarnir, sum hava ábyrgdina av Norðurlandamálum eisini fáa ábyrgd av samskiftinum við Útnorðurráðið um hendi.

      Talan er um, at ráðharrar meira regluliga taka lut á fundum hjá Útnorðurráðnum, og at teir fáa ábyrgd av at senda samtyktir hjá Útnorðurráðnum til rætta viðkomandi í stjórnunum og kunnu melda aftur til Útnorðurráðið.

      Uppskotið til samstarvsavtalu er sent norðurlendsku ráðharrunum í Íslandi og Grønlandi og hevur verið viðgjørt á fundi í Reykjavík í november 2000 millum teir tríggjar ráðharrarnar og formansskapin í Útnorðurráðnum. Enn hava Grønland og Ísland tó ikki tikið endaliga støðu til uppskotið.

      Útnorðurgrunnurin
      Ein onnur stór hending í norðurlendskum samstarvi fyri Føroyar var, at Útnorðurgrunnurin varð stovnaður í 1987. Thomas Arabo tók stigið saman við íslendingum og grønlendingum. Grunnurin veitir fígging til vinnulívið í Útnorði og hevur høvuðsskrivstovu í Reykjavík, umframt eina deild í Nuuk og eina í Tórshavn.

      NORA
      Thomas Arabo var aftur ein av stigtakarunum til at fáa Norrønt Atlantssamstarv sett á stovn. Hetta verður fíggjað av Ráðharraráðnum og er eitt samstarv millum Føroyar, Ísland, Grønland og Strandanoreg. Her verður veittur stuðul til menningarætlanir innan vinnu, ferðavinnu, flutning og gransking, mentan o.a. Treytin er samstarv millum minst tvey av londunum í Norðuratlantiska økinum.

      Norrønu feløgini
      Tey norrønu feløgini í ymsu londunum hava verið skipað sum áhugafeløg við denti á mentanarligt samband, og tey hava verið virkin undan norðurlandaráðnum. Tey hava havt stóran týdning fyri norðurlendskt samstarv og standa í dag eisini fyri skipanum við umskifti millum skúlanæmingar, sum fær játtan frá Ráðharraráðnum. Talan er um tær sonevndu Nord-pluss skipanirnar, har skúlanæmingar og lærarar kunnu søkja um uppihald í øðrum londum. Í tí sambandi verður serligur dentur lagdur á, at útnorðurlondini, har ferðaútreiðslurnar eru størri enn millum hini londini, kunnu taka lut.

      Broytingar í norðurlendska samstarvinum

      Samanumtikið er tað eftir mínum tykki púra skeivt at siga, at norðurlendskt samstarv bert er ein "kaffiklubbur", har onki kemur á skaftið.

      Hvat fáa vit burturúr?
      Føroyar – og øll norðurlond – hava fingið nógv burturúr norðurlendskum samstarvi. Eitt nú er at nevna:

      Broytingin í 1995
      Men Norðurlendskt samstarv stendur á einum vegamóti.

      Eftir tær stóru broytingarnar í Eysturevropa, og eftir at bæði Svøríki og Finnland eisini gjørdu av at fara upp í ES, varð skjøtil settur á at endurskoða norðurlendska samstarvið. Í 1995 kom eitt uppskot frá einum arbeiðsbólki, ið eisini hevði føroyska luttøku (Jóannes Eidesgaard, samstarvsráðharri). Uppskotið varð samtykt í Norðurlandaráðnum.

      Samtykt varð at skifta norðurlendskt samstarv sundur í tríggjar sonevndar "súlur" ella "stabbar":

      1. Norður-stabbin, sum er samstarvið millum norðurlond innanhýsis
      2. Nærøkjastabbin, sum er samstarvið við norðurlendsku nærøkini. Hesi eru eyðmerkt sum baltisku londini, útnyrðingsrussland, arktiska økið og barentsøkið
      3. ES-stabbin, sum er samstarv mótvegis ES

      Á tingmannaøkinum varð sjálvt Norðurlandaráðið eisini skift sundur í tríggjar nevndir: Norðurnevndin, Nærøkjanevndin og ES-nevndin.

      Hartil varð gjørt av, at Norðurlandaráðið skuldi arbeiða minni tjóðarligt og meiri partapolitiskt. Tí er tingmannaarbeiðið nú býtt sundur í partapolitiskar bólkar.

      Samtykt broyting í 1995:

      wpe3.jpg (16470 bytes)

      Norðurlendska Ráðharraráðið

      Arbeiðið og virksemið býtt sundur í tríggjar sonevndar "stabbar":

      Norður-stabbin

      Samstarv millum norðurlond innanhýsis

      Í ár 2000:

      71% av fíggjarætlan

      ES-stabbin

      Samstarv ml. Norður-landaráð-ini og ES

      Í ár 2000:

      9% av fíggjarætlan

      Nærøkja-stabbin

      Samstarv millum Norðurlanda-ráðini og Baltisku londini, Russland, Barentsøkið og Arktiska økið

      Í ár 2000:

      20% av fíggjarætlan

      Norðurlendskt gagn
      Umframt hesa bygnaðarbroyting skuldi innan Ráðharraráðið gerast ein virðismeting av øllum norðurlendskum stovnum og verkætlanum eftir hugtakinum "norðurlendskt gagn" ("nordisk nytte"). Hetta merkir, at bert um virksemið kann metast at gagna felags norðurlendskum samstarvi, eigur tað at setast í verk ella halda fram. Um tað eins væl kann gerast í einum landi sær, ella millum tvey lond (tvílandasáttmálar), so er ongin orsøk til at hava tað undir norðurlendskum samstarvi, er niðurstøðan.

      Hetta elvdi til, at summir stovnar og summar nevndir vórðu niðurløgd, tí tey ikki vóru hildin at lúka treytirnar fyri norðurlendskum gagni.

      Avbjóðingin í dag

      Nýggja skipanin hevur nú virkað í góð fýra ár. Tí ber til at gera sær nakrar metingar um royndirnar og at viðgera norðurlendskt samstarv frameftir úr føroyskum sjónarhorni. Ongin ivi er um, at norðurlendskt samstarv eisini frameftir verður fyri stórum broytingum.

      Vandin fyri tvíbýti
      Tað er ein stórur fyrimunur fyri Føroyar, at norðurlendskt samstarv nú eisini umfatar felags stev mótvegis umheiminum. Tað er júst tað, sum aldri hevur eydnast við norðurlendska samstarvinum.

      Men í teimum raðfestingum, sum eru gjørdar, er Útnorður (Føroyar, Grønland og Ísland) í stórum vanda fyri at detta burturímillum. Eitt mark stendur millum skandinavisku londini og útnorður. Og nú eisini eitt nýtt mark millum londini, sum eru uttanfyri ES (Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg), og tey sum eru limir í ES.

      Gongdin í ES, í Baltalondum og Russlandi tykist at fáa alt størri pláss í politiska huganum hjá teimum størru norðurlondunum. Hetta sæst einamest í tí, at Norðurlandaráðið hevur samtykt, at grannaøkini hjá norðurlondum eru fyrst og fremst Baltisku londini, útnyrðingsparturin av Russlandi - og so fyri ein part Barentsøkið og Arktiska økið.

      Í hesi samtyktini eru norðurlond minkað burtur í helvt. Alt Norðuratlantshav er tikið burturúr, tí grannarnir hjá norðurlondum eru bara lýstir at vera fyri eystan og sunnan í hesi samtykt.

      Hetta hevur ítøkiligar avleiðingar. Størri og størri partur av norðurlendskum pengum og orku vendir sær tvørtur um Eystrasalt og mótvegis ES. Hetta sæst beinleiðis á fíggjarætlanini, har nú 20% verða nýtt til samstarv við Baltalond og Russland.

      Tað er eisini okkara áhugi, at samstarvað verður hendanvegin, og Føroyar eiga avgjørt at stuðla øllum samstarvi hjá norðurlondum við Baltalond og Russland. Men tíverri minnir hetta rættiliga nógv um menningarhjálp, har samstarvið bara gongur annan vegin, meðan onki kann lærast ella fáast frá hinum partinum. Skandinavisku londini skulu sambært teimum politisku endamálunum "læra" hini londini um fólkaræði, marknaðarkreftir og vælferðarskipanir.

      Um nýggi leikluturin hjá norðurlondum at virka í felag mótvegis umheiminum og grannaøkjunum skal virka, mugu okkara grannaøkir takast við. Og samstarvið má ganga báðar vegir við rættindum og skyldum.

      Føroyar og grannaøkir
      Tí er alneyðugt at Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg samstarva meira og draga norðurlendskt samstarv í størri mun mótvegis Norðuratlantshavi. Grannalondini og økini hjá okkum, eru Skotland, írland, Suðuroyggjar, Orkneyoyggjar, Hetland og kanadisku londini vestanfyri: Ný Foundland, Nova Scotia, Nunavut, Labrador o.a.

      Landsstýrið hevur virkað fyri, at hesi øki og lond verða góðkend sum grannaøkir hjá norðurlondum, so samstarvið hendanvegin eisini verður ábyrgdin hjá øllum norðurlondum.

      Vit noyðast og eiga at samstarva nógv meira við londini kring Atlantshav, um tað skal hava nakra meining at tosa um burðardygga tilfeingisnýtslu og reint havumhvørvi.

      Hetta samstarvið við grannaøkini í útnorði ber heldur ikki brá av menningarhjálp, tí her verður støðið tikið í, at allir partar hava nakað at geva.

      Júst umhvørvismál og tilfeingisnýtsla verða helst høvuðsavbjóðingarnar hjá øllum heiminum í hesi øldini. Har kunnu vit ganga undan og draga øll norðurlond og grannar okkara við.

      Til tess at fáa norðurlendskt samstarv at venda sær meira hendanvegin er alneyðugt, at Føroyar og Grønland eisini fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum. Sum nú er, er ov lítil vekt hjá Norðuratlantshavslondunum, tá tað bert eru Noreg og Ísland, sum eru sjálvstøðug lond og hava sjálvstøðugan limaskap.

      Mótvegis ES er eisini upplagt, at Føroyar, Grønland, Ísland og Noreg samskipa síni áhugamál og brúka Norðurlandaráðið at gera vart við síni sjónarmið og fáa hini norðurlondini, sum eru limir í ES at stuðla sjónarmiðunum hjá fiskivinnutjóðunum kring Norðuratlantshav.

      Ein sonevndur vísmannabólkur varð settur at gera uppskot til norðurlendskt samstarv í komandi øld, og í tí sambandi ber til at fáa ávirkan á gongdina komandi árið. Føroyska umboðið í bólkinum var Jóannes Dalsgaard, deildarstjóri í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum.

      Sjálvstøðugur føroyskur limaskapur
      At Føroyar stevna móti fullveldi, fer at geva Føroyum møguleika fyri sjálvstøðugum limaskapi í Norðurlandaráðnum, og harvið eisini nýggjari ábyrgd og ávirkan. Landsstýrið hevur kannað, hvat krevst fíggjarliga og umsitingarliga til tess at hava sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum:

      Hóast Føroyar fáa limaskap sum sjálvstøðugt land, so eiga Føroyar framvegis at virka fyri, at Grønland, Åland og samar fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum, uttan mun til teirra ríkisrættarligu støðu.

      Norðurlandamót
      Stórur tørvur er á at samskipa føroyskan norðurlandapolitikk frameftir. Serliga millum landsstýri, aðalstýri og løgting, men eisini millum allar stovnar, áhugabólkar og nevndir, ið arbeiða við norðurlendskum samstarvi.

      Týdningarmesta avbjóðing, sum enn ikki er loyst, er at samskipa kunningina millum allar partar, at fáa eina politiska raðfesting fyri tí, sum Føroyar skulu taka lut í og at kunna almenningin um teir mongu møguleikar, ið liggja í norðurlendskum samstarvi. Ikki minst er stórur tørvur á at kunna ungdóm um týdningin av norðurlendskum samstarvi, skipanum, stuðulsmøguleikum o.a.

      Til tess at bøta um hetta hevur seinastu árini verið skipað fyri regluligum "Norðurlandamóti", har allir føroyskir partar verða bodnir til fundar at kunna um sítt virksemi, trupulleikar, ætlanir og at samskipa arbeiðið.

      Á ársfundi hjá Norðurlandaráðnum í Stockholm í november 1999 høvdu Føroyar sína sjálvstøðugu sendinevnd, sum hevði regluligar fundir í døgunum, sum ársfundurin vardi.

      Játtan til ferðing í sambandi við norðurlendskt samstarv
      Landsstýrismaðurin hevur tikið stig til, at teir einstøku landsstýrismenninir gera eina raðfesting fyri luttøkuni í norðurlendskum samstarvi, sum innan hvørt málsøki eigur at setast á fíggjarlógina frameftir.

      Landsstýrið fær stuðul uppá stívliga 500.000 kr. frá Norðurlendska ráðharraráðnum til ferðing í sambandi við luttøku í samstarvinum. Á Fíggjarlógini 2001 eru játtaðar aðrar 500.000 kr. til ferðing, so tilsamans er 1 millión kr. sett av í 2001. Hesar játtanir hava tó higartil verið nakað óskipaðar, soleiðis at einstøku embætisfólkini og landsstýrisfólkini søkja um stuðul gjøgnum árið, og tá upphæddin er troytt út á árið, verður luttøkan regulerað eftir tí.

      Hetta heldur landsstýrismaðurin vera óheppið og tí eru stig tikin til, at hvørt málsøki sjálvt tekur áyrgd av at raðfesta sína luttøku, og síðani verður upphæddin til ferðing játtað og býtt sundir eftir umsókn.

      Hvørjum skulu vit arbeiða fyri

      Ongin orsøk er til, at londini í Norðuratlantshavi, sum øll eru uttanfyri ES, taka seg meira aftur í Norðurlandaráðshøpi. Hinvegin eiga Føroyar, Ísland, Grønland og Noreg í felag at draga norðurlendska samstarvið í ein vestan, útnyrðing og norðan.

      Samstarvið, ið longu er komið í lag gjøgnum NORA (Norrønt Atlantssamstarv) er ein eyðsýndur pallur at styrkja samstarvið millum londini í Norðuratlansthavi, so tað gerst ein verulig styrki mótvegis ES og mótvegis tí gjónni, ið tykist verða millum norðurlond.

      Havumhvørvisvernd, tilfeingisnýtsla, tilfeingisumsiting og marknaðarmøguleikar mótvegis ES eru størstu samstarvsøkini, sum vit noyðast at samstarva um, hóast vinnulig áhugamál og kapping higartil hava forðað fyri tí.

      Grannasamstarv í Útnorði
      Undirritaði hevur skotið upp fyri norðurlendsku samstarvsráðharrunum, at samstarvið við tey sonevndu "nærøkini" verður víðkað frá bert at fevna um Baltalond og Útnyrðingsrussland til eisini at fevna um nærøkini í Norðuratlantshavi – Hetland, Orkneyoyggjar, Suðuroyggjar, Skotland og Írland - og kanadisku økini og oyggjarnar, sum eru næstu grannar hjá Íslandi og Grønlandi.

      Eftir uppskoti úr Føroyum, varð ein ráðstevna hildin í Reykjavík í desember 1999, har embætisfólk og politikarar úr øllum norðurlondum, Ný Foundlandi, Nova Scotia, Hetlandi, Orkneyoyggjum, Suðuroyggjum (Hebridurnar) og Skotlandi tóku lut. Har var røtt um samstarv innan havumhvørvisvernd, fiskivinnu, oljuvinnu, ferðavinnu, gransking og um kunningartøkni, sum møguleiki hjá smærri oyggjasamfeløgum at betra um heilsurøkt og útbúgving. Luttakararnir úr grannaøkjunum vóru fegnir um tiltakið og játtaðu framhaldandi at taka lut í samstarvi við Norðurlandaráðið.

      Ì summar skipar landsstýrið saman við Norðurlendska ráðharraráðnum fyri eini ráðstevnu í Føroyum um burðardygga tilfeingisnýtslu og havumvørvisvernd í Norðuratlantshavi, har fiskimálaráðharrar og umhvørvismálaráðharrar úr øllum norðurlondum og grannalondunum kring Norðurðatlantshav eru bodnir.

      Alneyðugt er, at Føroyar saman við londunum í útnorði eru við til at seta dagsskránna fyri øll norðurlond og norðurlendskan politikk sum heild. Vit eiga ikki at krevja áhugan hjá hinum londunum uttan so, at vit hava nakað ítøkiligt at bjóða, sum gagnar øllum norðurlondum, og vit eiga ikki bert at viðgera tað, ið kemur Føroyum til góðar.

      Ítøkilig stig hjá landsstýrinum í Norðurlandamálum komandi árini
      Umframt at virka fyri teimum norðurlendsku høvuðsmálum, ið eru umrødd omanfyri, hevur landsstýrið sett sær hesi stig fyri í norðurlandamálum komandi tvey árini.

      Vísmannafrágreiðingin "Norden öppet för världens vindar"

      Á sumri í 1999 settu teir norðurlendsku samstarvsráðharrarnir ein sonevndan "vísmannabólk", ið skuldi koma við uppskotum og tilmælum um norðurlendska samstarvið frameftir.

      Bólkurin fekk ein heldur leysan arbeiðssetning: At greina hvørji felags mál í samfelagsgongdini hava týdning fyri norðurlond. Og at gera tilmæli um, hvussu samstarvað eigur at vera á ymsu økjunum

      Hvørt land innstillaði eitt umboð til vísmannabólkin. Íslendingurin Jón Sigurðsson varð valdur formaður og føroyska umboðið var Jóannes Dalgsgaard, deildarleiðari í Undirvísingar- og mentamálastýrinum.

      Eitt ár seinni lat bólkurin frágreiðingina úr hondum, sum fekk heitið "Norden öppet för världens vindar". Orðaskifti var um frágreiðingina á ársfundi Norðurlandaráðsins í Reykjavík í november 2000, har tingfólk í Norðurlandaráðnum søgdu sína fyribils hugsan.

      Samstarvsráðharrarnir gjørdu í Reykjavík av at skipa fyri einum serligum fundi um, hvussu uppskotini og tilmælini í frágreiðingini kunnu setast í verk. Hesin fundir verður seinast í januar 2001.

      Samstundis varð dentur lagdur á, at stjórnirnar og tingini í einstøku londunum eiga at fáa høvi at siga sína hugsan um uppskotini í frágreiðingini, sum á nógvum økjum eru rættiliga nýskapandi.

      Høvuðsniðurstøður og tilmæli í frágreiðingini
      Vísmannabólkurin slær fast, at norðurlendskt samstarv byggir fyrst og fremst á ein „virðisfelagsskap". T.e. at tað, sum gera norðurlond til nakað serligt í heiminum, er denturin á fólkaræðið, vælferðarsamfelagið, virðið og frælsið hjá tí einstaka menniskjanum og mentanarligt og málsligt samstarv.

      Men til tess at hesi virði framvegis skulu nørast, er neyðugt við grundleggjandi broytingum í sjálvum bygnaðinum fyri norðurlendska samstarvið.

      Orsøkin er, sambært frágreiðingini, fyrst og fremst hon, at tann vaksandi altjóðagerðin í heiminum krevur, at norðurlond samstarva meira um í felag at gera seg galdandi á altjóða pallinum og í altjóða felagsskapum. Har norðurlendska samstarvið áður hevur vent sær meira „inneftir" við denti á innanhýsis samstarv um mentan og annað, so er nú tørvur á, at norðurlond ganga saman um at samstarva úteftir mótvegis restini av heiminum.

      Bólkurin skjýtur tí upp, at gingið verður frá teirri broytingini, sum varð framd í 1995 við trimum stabbum í norðurlendskum samstarvi.

      Ístaðin verður skotin upp ein nýggjur bygnaður:

      Innihaldsliga leggur vísmannafrágreiðingin dent á samfelagsbroytingar og -avbjóðingar á 10 økjum, sum norðurlond í felag eiga at dubba seg til:

      1. Altjóðagerðin
      2. Tøkniliga menningin
      3. Samansjóðingin í Evropa
      4. Trygdarmál
      5. Fólkasamansetingin og fólkaflytingar millum londini
      6. Mentan og útbúgving
      7. Marknaður og búskapur
      8. Vælferð
      9. Fólkaræðið
      10. Umhvørvi

1. Altjóðagerðin:

      Vísmannabólkurin heldur, at altjóðagerðin kann gerast ein fyrimunur fyri norðurlond, men kann eisini verða ein hóttan – serliga fyri fólkaræðið og javnbjóðis møguleikunum hjá norðurlendskum borgarum at fylgja við og hava ávirkan.

      Tí verður skotið upp:

2. Tøknilig menning

      Frágreiðingin staðfestir, at hátøkni (kunningartøkni, gengransking og lívfrøðitøkni sum heild) ávirkar øll samfeløg frameftir og verður avgerandi fyri, hvørji lond standa seg í altjóða kapping.

      Tilmælið er tí:

3. Samansjóðingin í Evropa

      Vísmenninir staðfesta, at Evropa verður alt meiri samansjóðað í eitt politiskt-búskaparligt samveldi, har alt meiri vald verður savnað.

      Tí mæla teir til:

4. Trygdarmál

      Fyribils endin á Kalda krígnum hevur umkalfatrað nærum allan vanligan trygdarpolitikk hjá norðulondum. Í ES verður tosað um felags herlið, meðan Nato eisini broytir sína støðu til verjuna í Evropa.

      Eins í ES-málum eru norðurlond spjadd trygdarpolitiskt. Ísland, Danmark og Noreg eru limir í Nato. Svøríki og Finnland eru limir í Partnership for Peace (PfP), sum er ein samstarvsskipan hjá Nato. Har eru eisini Russland og flestøll evropeisk lond, ið ikki eru limir í Nato.

      Vísmenninir skjóta upp:

5. Fólkasamanseting og fólkaflytingar

      Frágreiðingin leggur dent á, at aldursamansetingin broytist í øllum norðurlondum, har lutfalsliga fleiri eldri fólk verða.

      Harafturat eru vaksandi fólkaflytingar millum lond. Vísmenninir vísa á, at norðurlond hava langar siðvenjur fyri, at øll norðurlond skulu vera ein felags arbeiðsmarknaður, og at borgarar úr ymsu londunum skulu hava somu rættindir hvør hjá øðrum.

      Tí siga tey í bólkinum:

6. Mentan og útbúgving

      Í frágreiðingini verður staðfest, at norðurlond hava felags søgu, tá um mál, mentan og útbúgving ræður. Norðurlendskt mentanararbeiði og list er høgt í metum kring heimin.

      Tó eru stórar mentanarligar avbjóðingar hjá øllum norðurlondum, nú kunningar- og samskiftistøknin ger enskt mál og anglo-amerikanska mentan alt meira ráðandi í heiminum.

      Tí heldur vísmannabólkurin, at eitt av týdningarmestu økjunum yvirhøvur er, at norðurlond í felag virka fyri at styrkja norðurlendska mentan og útbúgving.

      Millum annað verður mælt til:

7. Marknaður og búskapur

      Búskapurin í norðurlondum hevur í nýggjari tíð verið merktur av stórum samhandli og útflutningi, sigur frágreiðingin. Harvið hava øll norðurlond havt rættiliga "opnar" búskapir, og tískil metir bólkurin, at størri fríhandil og WTO-ásetingar eiga at verða til gagns fyri norðurlond.

      At gera norðurlond til ein marknað og ein arbeiðsmarknað, hevur ongantíð eydnast til fulnar, tí serliga ymsar sosialar reglur og rættindi hjá arbeiðstakarum ikki eru nóg væl samskipað.

      Vísmenninir halda, at norðurlond eiga at vera ein felags búskapar-, fíggjar- og arbeiðsmarknaður og mæla til:

8. Vælferð

      Vísmannabólkurin slær fast: At norðurlond hava í heiminum verið kend fyri at hava eina serliga "vælferðarskipan", har tað almenna hevur lagt dent á felags sosialar trygdarskipanir, heilsuverk, útbúgving, eldrarøkt og barnarøkt. Tó hava londini ymsar skipanir á hesum sonevndu vælferðarøkjum.

      Bólkurin vísir á, at vælferðarskipanir hava alstóran týdning fyri vinnulívsmenningina í norðurlondum, men heldur, at lekluturin millum alment og privat eigur at endurskoðast. Ikki minst tí, at tær higartil kendu skipanirnar eru komnar og fara at koma undir stórt fíggjarligt trýst.

      Vísmenninir staðfesta, at í øllum norðurlondum verður farið til at gera eina tríbýtta skipan á pensiónsøkinum, sum byggir á 1) eina skattafíggjaða fólkapensión, 2) eina kravda pensión hjá løntakarum og 3) egnar pensiónskipanir hjá einstaklingum.

      Bólkurin vísir samstundis á, at flestu norðurlond eru farin at útlisitera ymsar uppgávur innan eitt nú heilsuverkið, og tí er neyðugt við greiðum almennum reglum og krøvum til hesa gongd.

      Meira ítøkiliga verður mælt til:

       

9. Fólkaræði

      Frágreiðingin leggur dent á fólkaræðisligu gongdina í 20. øld, har einaræðisskipanir vunnu frama við kommunismu og fasismu í heiminum.

      Vísmannabólkurin staðfestir, at fólkaræði er ikki longur bara ein mál fyri tað einstaka ríkið, men ein altjóða skylda. Altjóðagerðin skapar eisini vandar fyri fólkaræðið, og tí eru mannarættindi, altjóða reglur og javnrættindi sum heild í heiminum ein skylda hjá norðurlondum at virka fyri.

      Hesi tilmæli verða gjørd:

10. Umhvørvi

      Frágreiðingin leggur dent á tann vaksandi týdningin av umvørvismálum í heiminum, har norðurlond hava gingið og eiga at ganga á odda. Ikki minst, tá talan er um at gera "burðardygga menning" til annað enn rakstrarróp.

      Bólkurin leggur serligan dent á týdningin av havumhvørvinum – serliga fyri londini í útnorði.

      Vísmannabólkurin mælir til:

      Heildarmeting

      Samanumtikið er vísmannafrágreiðingin nýhugsandi og hevur greið boð um, hvat skal gerast, um norðurlendskt samstarv skal styrkjast og fáa veruligan týdning mótvegis eitt nú ES.

      Fleiri av niðurstøðunum og tilmælunum eru nýskapandi í mun til tey sjónarmið, sum annars hava verið galdandi í norðurlandaráðsarbeiði. Tildømis at norðurlond skulu samstarva nógv meira í altjóða samanhangi – eisini um búskapar og verjumál. At norðurlendingar skulu hava full javnrættindi hvør hjá øðrum. At norðurlendskt samstarv eisini skal fevna um grannaøkini hjá Útnorðurlondunum. Og at formansskapir og tingnevndir skulu takast upp í arbeiðið hjá Norðurlandaráðnum.

      Sjónarmiðini, sum føroyskir politikarar og politikarar í Útnorðurlondum hava ført fram í mong ár, hava í frágreiðingini fingið góða undirtøku.

      Kortini eru sjálvsagt ymisk tilmæli, sum tykjast heldur órealistisk. Tildømis, at ES-limirnir skulu fara at taka eins stór atlit at norðurlendsku brøðratjóðunum sum at egnum áhugamálum í ES. Júst í hesum viðurskiftum hevur knúturin ligið søguliga fyri einum veruligum norðurlendskum felagsskapi.

      Hartil eru mótsigandi tilmæli í mun til siðvandan norðurlendskan politikk og til andan í frágreiðingini annars. Eitt nú, at norðurlond í felag skulu samskipa framleiðslu av hernaðartilfari.

      Viðvíkjandi uppskotunum til nýggjan bygnað fyri Norðurlandaráðið og Norðurlendska Ráharraráðið, tykist tað skilagott og alneyðugt, at tann núverandi "stabbabygnaðurin" verður broyttur til fleiri faknevndir og –økir í samstarvinum.

      Tað tykist eisini skilagott, at tingarbeiðið og samstarvið millum tingini verður økt í mun til ráðharraráðini og umsitingina, sum bert eru økt í tali seinnu árini.

      Tó kann ein vandi vera í tí, at uppskotini við „sirklum" á ráðharraøkinum, og samstarv millum formansskapir og tingnevndir á tingøkinum, kunnu gerast heldur leys í kongunum.

       

      Tilmæli viðvíkjandi frágreiðingini "Norden öppet för världens vindar":
      Føroyar eiga at stuðla høvuðstonkunum og tilmælunum í nýggju frágreiðingini um Norðurlendskt samstarv frameftir - Vísmannafrágreiðingin: "Norden öppet for världens vindar", við serligum denti á hesi viðurskifti:

      1. Broyta bygnaðin soleiðis:

      2 . Menna samstarvið á hesum økjum:

23. januar 2001 var aðalorðaskifti í málinum. Málið avgreitt.