6 Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C.
Nevndarskjøl
D. Álit
E. 2. viðgerð
F. 3. viðgerð
Ár 2000, 6. oktober, legði Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður, vegna landsstýrið fram soljóðandi
til
løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um fólkaskúlan
§ 1
Í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum broytt við løgtingslóg nr. 46 frá 10. mai 1999, verða gjørdar hesar broytingar:
§ 2
Henda løgtingslóg kemur í gildi dagin eftir, at hon er kunngjørd.
Viðmerkingar
1. Almennar viðmerkingar:
Tað kom tíðliga til sjóndar, at í løgtingslóg nr. 125 frá 20. juni 1997 um fólkaskúlan, sum varð sett í gildi 1. august 1998, máttu fremjast ávísar broytingar. Uppskot um broytingar í løgtingslógini varð lagt fyri Løgtingið á vári 1998, men av tí at løgtingsval varð útskrivað í ótíð, fall uppskotið burtur. Landsstýrismaðurin vildi hava ávísar broytingar framdar í 1999, og aðrar á vári 2000. Í hesum broytingaruppskotinum er m.a. talan um tillagingar av galdandi lóg, § 49, sokallaða prikkagreinin, verður strikað, setanarviðurskiftini verða betur skipað, landsstýrismaðurin fær heimild at áseta talið av foreldraumboðum, granskingargrunnur verður skipaður, og málsligar tillagingar verða gjørdar. Víst verður til viðmerkingarnar til tær einstøku greinarnar.
Fíggjarligar avleiðingar
Ummæli
Føroya Lærarafelag
Føroya Kommunufelag og
Kommunusamskipan Føroya
til ummælis.
Svar kom frá Føroya Lærarafelag og Føroya Kommunufelag. Fyriliggjandi broytingaruppskot viðger somu broytingar, men er ikki so víðfevnt. Ummælini frá fyrru svørunum verða tí nevnd, tá ið talan er um somu broytingar.
Føroya Lærarafelag ynskir:
- at næmingatalið í mesta lagi skal verða 24 í hvørjum flokki,
- at meira tíð verður til leiðsluuppgávur.
Samanumtikið verður tíðin til leiðsluuppgávurnar raðfest høgt.
Føroya Kommunufelag
Føroya Kommunufelag umrøður fleiri broytingar, sum ikki vóru við í broytingaruppskotinum. Kommunufelagið ynskir eitt greiðari býti millum land og kommunu.
Avleiðingar av broytingaruppskotinum
|
Fyri landið/lands myndugleikar |
Fyri kommunalar myndugleikar | Fyri pláss/øki í landinum | Fyri ávísar samfelagsbólkar/ felagsskapir |
Fyri vinnuna |
Fíggjarligar/ búskaparligar avleiðingar | nei | ja | nei | nei | nei |
Umsitingarligar avleiðingar | ja | ja | nei | nei | nei |
Umhvørvisligar avleiðingar | nei | nei | nei | nei | nei |
Avleiðingar í mun til altjóða avtalur og reglur | nei | nei | nei | nei | nei |
Sosialar avleiðingar |
|
ja
|
|
2. Serligar viðmerkingar.
Ad. 1. Næmingatalið í hvørjum flokki.
§ 20
Av tí at orðingin í § 20 "við skúlaárs byrjan eigur næmingatalið tey 7 fyrstu skúlaárini vanliga ikki at fara upp um 24 í hvørjum flokkinum." hóskar illa við ta longdu 9 ára undirvísingarskylduna, verður mælt til eina aðra og broytta orðing, ið samsvarar betur við ta longdu undirvísingarskylduna.
Ad. 2. Skúlaverk
§ 32
Tað ber ikki til at tosa um skúlaverk, tá ið tað einans ræður um fólkaskúlan, tí verður mælt til at gera ein skúlabygnað fyri "fólkaskúlan í kommununi" sbrt. § 32, stk. 1.
Ad. 3. Læraratal
§ 32
§ 32, stk. 2. Tað hevur verið føst mannagongd øll árini, at læraratal skúlans hevur verið skipað við støði í upplýsingum, sum tann einstaki skúlin hevur latið fyrisitingini. Mannagongdin hevur virkað væl, tí verður mælt til orðingina um, at skipanin, tá ið talan er um læraratal skúlans, verður grundað á upplýsingar frá tí einstaka skúlanum um væntað næmingatal, flokkatal o.a.
Ad. 4. Teknisk broyting
Fyrisitingin av skúlaverkinum broytt til " Fyrisitingin."
Ad. 5. Reglugerð
§ 48
Lógarbroytingin hevur við sær, at kommunustýrið, tá tað ásetir reglugerð fyri fyrisitingina av kommununnar skúlaverki, skal taka atlit at teimum meginreglum, sum eru ásettar av landsstýrismanninum, sbrt. § 51, stk. 1.
Ad. 6. Kommunustýrisumboðan
§ 48
Broytingin vísir á, at kommunustýrið skal hava 2 umboð í skúlastýrið, og at umboðini ikki skulu vera kommunustýrislimir. Kommunustýrini hava rættiliga stóran leiklut í fyrisitingini av fólkaskúlunum í kommununi, á nøkrum økjum hava tey avgerðarrættin. Fyrisitingarliga er tí rættast, at kommunustýrislimir ikki eru í skúlastýrinum, men gera sína ávirkan galdandi gjøgnum umboð síni.
Ad. 7.
§ 49
§ 49 hevur ikki innihaldsligan týdning fyri galdandi lóg. § 48 samsvarar í høvuðsheitinum við § 49. Sostatt verður § 49 strikað.
Ad. 8. Meginreglur
§ 51
Broytingin hevur við sær, at landsstýrismaðurin, umframt at áseta meginreglur fyri valið, eisini fær heimild at áseta meginreglur fyri talið av foreldraumboðum í skúlastýrinum. Talið av foreldraumboðum verður ásett eftir næmingatalinum í skúlanum. Tá fleiri kommunur eru saman um ein meginskúla, hava allar rætt til umboðan í skúlastýrið. Eru fleiri enn tvær kommunur saman um ein skúla, er tørvur á reglum, sum áseta eina skiftisskipan. Landsstýrismaðurin fær heimild at áseta hesar reglur, sbrt. § 51, stk. 1.
Ad. 9 Serligar reglur
§ 51
Tað kann av serligum orsøkum verða trupult at manna eitt skúlastýri. Talan kann vera um,
- at ov fá foreldur eru í kommununi til at manna stýrið,
- at eykafólk ikki eru tøk ella
- at ósemja ger, at stýrið ikki verður mannað.
Landsstýrismaðurin kann so í samráð við kommunustýrið velja umboð, sum ikki nýtast at vera foreldur.
Ad. 10 Teknisk rætting
§ 52
§ 49 er strikað frammanfyri.
Ad. 11. Setanarviðurskifti
§ 54
§ 54, stk. 1: At landsstýrismaðurin, sum er hægsti myndugleiki í undirvísingarmálum, skal seta leiðarar fólkaskúlans og loysa viðkomandi úr starvi uttan umsókn, er sama mannagongd, sum hevur verið nýtt higartil.
§ 54, stk. 2: Sum nú er, skal landsstýrismaðurin seta í starv og loysa úr starvi lærarar og skúlaleiðarar í fólkaskúlanum eftir tilmæli frá skúlanevndini. Tað verður við atliti at broyttum hugburði í fyrisitingarligum høpi og ábyrgd skúlaleiðarans mælt til, at skúlaleiðarin, sum undir ábyrgd skúlamyndugleikanna hevur ta námsfrøðiligu og fyrisitingarligu leiðsluna av skúlanum og ábyrgdina av virksemi skúlans, fær ein virknari lut í starvssetanum, eisini tá ið tað ræður um lærarasetanir. Skúlaleiðarin skal tí umframt skúlastýrið geva landsstýrismanninum tilmæli um setan av lærarum skúlans. Landsstýrismaðurin skal loysa lærarar úr starvi eftir umsókn. Á sama hátt, tá ið talan er um at loysa lærarar úr starvi uttan umsókn, skal málið verða sent landsstýrismanninum til støðutakan og avgreiðslu.
§ 54, stk. 3: Skúlastýrini seta lærarar í tíðaravmarkað størv. Talan er um størv, sum verða sett í tíðarskeið, sum er frá 3 til 12 mánaðir.
§ 54, stk. 4: Við atliti at námsfrøðiligu og fyrisitingarligu leiðslu skúlaleiðarans og ábyrgdini hjá viðkomandi av virksemi skúlans verður setanin í fyribils lærarastarv latið skúlaleiðaranum at avgera og avgreiða til fyrisitingina.
Ad. 12.
§ 57
§ 57, stk. 5: Framman fyri er gjørt vart við, at tað ber ikki til at tosa um skúlaverkið, tá ið tað einans er talan um fólkaskúlan/skúlarnar í kommununi. Tað verður tí skotið upp at broyta orðingina, so at talan verður um skúlar í kommununi og ikki um skúlaverkið sum slíkt.
Ad. 13.
§ 57
§ 57, stk. 6: Setanarviðurskiftini eru skipað eftir § 54, og tí verður stk. 6 strikað.
Ad. 14. Lestrartíð
§ 61
§ 61: Ásetingin viðvíkur spurninginum um lestrartíðina hjá næmingum, sum ganga til. Tað hava verið ymiskar skipanir og mannagongdir í so máta frá einum presti til annan. Tað ræður um, at skúli og foreldur vita, hvussu lestrartíð og skúlagongd verða samskipað. Samráðingar um hesi viðurskifti eiga at fara fram millum skúlaleiðara og prest. Ansað eigur at verða eftir, at hóskandi fyrilit verður tikið, bæði fyri fyrireikingina hjá presti og til skúlans arbeiði.
Ad. 15. Fólkaskúlagrunnur
§ 66 a
Í 1854 varð realskúli skipaður í Havn. Realskúlin var skúli fyri allar Føroyar. Realskúlin hevði saman við almúguskúlanum í Havn inntøkur umframt ávísa ogn. Seinni varð býti gjørt millum báðar skúlarnar. Sambært lóg nr. 117 af 30. marts 1962 om folkeskolen på Færøerne var Færøernes Mellem- og Realskole lagdur niður sum sjálvstøðugur skúli. Í § 71, stk. 5, varð ásett í nevndu lóg, at ogn realskúlans skuldi nýtast til undirvísingarmiðlar eftir reglum, ásettar av Færøernes Skoledirektion. Ognin hevur øll árini staðið í Føroya Banka og í donskum virðisbrøvum. Í Føroya Banka stóðu pr. 30. juni 2000 kr. 1.437.655, og pr. 31. desember 1998 var kursvirðið av virðisbrøvum á goymslu í BG bank Kapitalforvaltning for Færø nedlagte latinske skole kr. 34.602, 09. Tilsamans er ognin sostatt umleið 1,5 mió. kr. Ætlanir hava verið frammi av og á um at nýta ognirnar til eitthvørt tiltak ella endamál í sambandi við undirvísing, men hetta er hvørja ferð vorðið av ongum, m.a. av tí at ongar reglur hava verið gjørdar.
Tá lóg nr. 125 frá 20. juni 1997 varð samtykt, vóru ongar ásetingar gjørdar í lógini um Færø Amts Skolefond, sum "grunnurin" er nevndur, og heimildirnar til at áseta reglur fyri grunnin eru tí ikki tøkar í dag. Uppskot landsstýrisins hevur við sær, at landsstýrismaðurin fær heimild at seta grunnin á stovn og nýta fæið innan fólkaskúlaøkið.
Endamálið hjá grunninum verður at stuðla granskingarverkætlanum í námsfrøði innan fólkaskúlaøkið. Grunnurin verður stýrdur av eini trímannanevnd við umboðum fyri Føroya Lærarafelag, Tórshavnar Býráð og Føroya Landsstýri. Sambært uppskotinum verður heimilað landsstýrismanninum at gera viðtøkur fyri grunnin, sum er sjálveigandi
1. viðgerð 18. oktober 2000. Málið beint í mentanarnevndina, sum tann 8. desember 2000 legði fram soljóðandi
Landsstýrið hevur lagt málið fram tann 6. oktober 2000, og eftir 1. viðgerð tann 18. oktober 2000 er tað beint mentanarnevndini.
Mentanarnevndin hevur viðgjørt málið á fundum 20., 25. og 31. oktober og 15. og
29. november og 1. , 4., og 6. desember 2000 og hevur undir viðgerðini havt fund við
umboð fyri:
Tórshavnar kommunu
Kommunufelagið
Felagslærararáðið í Havn
Skúlaleiðarafelagið
Foreldraráðið í Hoyvíkar skúla
Føroya lærarafelag
Skúlaráðið í Havn
Nevndin hevur eisini undir viðgerðini fingið skriv frá Mentanarnevnd Tórshavnar býráðs.
Uppskot landsstýrisins hevur ongar grundreglubroytingar við sær í teirri skipan, sum fólkaskúlalógin frá 1997 ásetir, talan er bara um ávísar rættingar, broytingar og dagføringar. Ein samd nevnd tekur undir við uppskotinum, tó so, at fleiri nevndarlimir ivast í, um tann skúlastýrisskipan, sum sett er upp í fólkaskúlalógini, er hin rætta, men hesin spurningur verður ikki mettur at viðkoma hesum løgtingslógaruppskoti, og verður tí sett fram sjálvstøðugt upprunauppskot hesum viðvíkjandi. Víst verður til serligar viðmerkingar hesum viðvíkjandi niðanfyri.
Samda nevndin hevur tó broytingaruppskot til uppskotið, sum mest eru av tekniskum slagi viðvíkjandi uppsetingini.
Viðvíkjandi broytingini d) og f) er at siga, at eingin grund er í § 51, stk. 1, at geva landsstýrismanninum heimild at skriva út leiðbeinandi reglur. Slíka standandi heimild hevur hann altíð, tí ongum nýtist at fylgja teimum; tær eru bara leiðbeinandi. Men í § 48, stk. 1, at siga, at tær leiðbeinandi reglurnar skulu fylgjast, ber ikki til, tí tá eru reglurnar ikki leiðbeinandi longur. Eftir eru bara tveir møguleikar: antin at siga, at reglurnar eru bindandi, ella einki at áseta um heimild at skriva út leiðbeinandi reglur, og er hesin seinni møguleiki tann, nevndin hevur valt.
Við broyting f) verður orðið "tal" burturúrlagt. Grundin er, at § 50 ásetir fast tal av limum í skúlastýrið. Talið er ikki latið upp í hendi á landsstýrinum at gera av fyrisitingarliga. Í hesum sambandi kann viðmerkjast, at rættingarblað er útkomið í oktober 2000 til Kunngerðablaðið, sum rættar løgtingslógina til tað, hon á hesum øki varð samtykt til á tingi í 1997, soleiðis at foreldraumboðini eru fast 3 og ikki fyrisitingarliga ásett.
Viðvíkjandi e) skjýtur nevndin upp ta broyting, at kommunustýrislimur eisini skal kunna veljast í skúlastýrið.
Viðvíkjandi broytingini g) er at siga, at nevndin eftir tilmæli frá Undirvísingar- og mentamálastýrinum hevur broytt orðingina av stk. 1 og stk. 2 soleiðis, at tað púra greitt framgongur, at tað er landsstýrismaðurin, sum hevur setanarheimildina. Harumframt hevur nevndin ta viðmerking, at eftir uppskotinum stendur ikki í sjálvum lógaruppskotinum, hvat ið skilst við tíðaravmarkað størv og fyribils størv. Hetta gongur bara fram av viðmerkingunum. Hetta hoyrir heima í lógartekstinum og er tí flutt hagar.
Av tí, at uppskotið kom so seint fram, verður ikki møguligt at skipa fyri vali til skúlastýrini fyri 1. januar 2001. Av hesi orsøk má verandi skipan halda fram, til tað í verki ber til at skipa fyri vali av skúlastýrunum. Mælt verður tí til, at verandi skipan heldur fram til 1. august 2001.
Ein samd nevnd setir tí fram soljóðandi
b r o y t i n g a r u p p s k o t
"§ 54. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi skúlaleiðarar eftir tilmæli frá skúlastýrinum.
Stk. 2. Landsstýrismaðurin setir og loysir úr starvi varaskúlastjórar, lærarar og tey starvsfólk skúlans, ið røkja aðrar námsfrøðiligar uppgávur, eftir tilmæli frá skúlastýrinum og skúlaleiðaranum.
Stk. 3. Skúlastýrið setir lærarar í tíðaravmarkað størv eftir tilmæli frá skúlaleiðaranum. Tíðaravmarkað størv vara úr 3 til 9 mánaðir.
Stk. 4. Skúlaleiðarin setir lærarar í størv, sum eru fyribils og ikki vara longur enn 3 mánaðir."
§ 67, stk. 8 verður orðað soleiðis:
"Stk. 8. Ásetingarnar í §§ 46 - 56 fáa tó gildi 1.august 2001. Samstundis fara úr gildi §§ 7-16 í løgtingslóg nr. 58. frá 2. oktober 1978 um skúlafyrisiting, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 55 frá 20. mai 1996. Skeiðið, sum skúlanevndirnar, sum valdar vórðu 3. desember 1996, verður longt til 1. august 2001."
Ein meiriluti (Jógvan á Lakjuni, Finnur Helmsdal, Heðin Mortensen, Jenis av Rana og
Jóanis Nielsen) hevur harumframt hesar viðmerkingar:
Undir nevndarviðgerðini hevur spurningurin um alla skúlastýrisskipanina verið sera
nógv umrøddur, og nærum allir partar, sum nevndin hevur tosað við, ivast í, um tað
er rætt at seta ta skipanina við skúlastýrum í verk, sum fólkaskúlalógin frá juni
1997 leggur upp til.
Orsøkirnar til hetta eru fleiri. Millum annað vísa royndir aðrastaðni, at bara ein lítil partur av foreldrunum møta upp at velja skúlastýri, og hetta kann vera sera óheppið, tí vandi er tá fyri, at t.d. smáir áhugabólkar kunnu taka seg saman og fáa størri ávirkan, enn gott er. Eisini kann verða spurt, um tað ikki er ein samfelagsrættur hjá øllum borgarum at sleppa at velja skúlastýrini í tí almenna fólkaskúlanum. Haraftrat er tað eitt stórt og sera trupult arbeiði at skula skipa fyri skúlastýrisvali á hvørjum skúla triðja hvørt ár.
Tórshavnar kommuna er í eini serstøðu viðvíkjandi skúlastýrum. Eftir 1. jan 2001 verða 8 fólkaskúlar í kommununi. Allir partar tykjast samdir um, at verandi skipan hevur verið ein praktisk og góð skipan fyri Havnina, og mælt verður staðiliga til at varðveita eitt felags stýri. Samstarvið í millum skúlarnar er gott, og vandi er fyri, at hetta fer fyri bakka, um eitt stýri verður valt fyri hvønn skúla í kommununi. Tað verður hildið at vera sera óheppið ikki at hava eitt felags forum, sum ikki minst í sambandi við setan av lærarum og innskriving av børnum er alneyðugt.
Meirilutin hevur tikið hesar viðmerkingar til sín og hevur gjørt av at mæla til at gera eina skipan við skúlastýrum, har vit varðveita fólkavald stýri, sum verða vald samstundis og eftir somu reglum sum kommunustýri. Men samstundis fer meirilutin at mæla til, at foreldraráðsumboð fyri teir einstøku skúlarnar fáa sæti í skúlastýrunum saman við skúlaleiðarunum og umboði fyri lærararnar tó ikki við atkvøðurætti. Við hesum kunnu vit siga, at vit fáa eina millumloysn, har vit, samstundis sum vit varðveita tey fólkavaldu umboðini, fáa stuðlað upp undir foreldraávirkanina á skúlarnar. Hetta hevur so við sær, at sett verður í lógina, at foreldraráð verða stovnað á hvørjum skúla, sum síðani fáa umboð í skúlastýrið.
Meirilutin ætlaði at gera broytingaruppskot samsvarandi hesum, men við tað at løgfrøðingar halda, at farið verður út um identitetin í uppskoti landsstýrismansins, fer meirilutin, sum einstakir tingmenn, at leggja nýtt lógaruppskot um broytingar í skúlastýrisskipanini fyri tingið fyrsta dagin.
2. viðgerð 18. desember 2000. Broytingaruppskot frá samdari mentanarnevnd til § 1 samtykt 28-3-0. Uppskotið soleiðis broytt samtykt 30-1-0. Uppskotið fer soleiðis samtykt til 3. viðgerð.
Á tingfundi 20. desember 2000 løgdu tingmenninir Jógvan á Lakjuni, Katrin Dahl Jakobsen, Annita á Fríðriksmørk, Finnur Helmsdal, Jóanis Nielsen, Heðin Mortensen og Jenis av Rana fram soljóðandi
B r o y t i n g a r u p p s k o t
til
3. viðgerð
Viðmerkingar:
Í sambandi við uppskotið um broytingar í fólkaskúlalógini hevur Undirvísingar-
og Mentamálastýrið biðið mentanarnevndina um at fáa gjørt nakrar rættingar í tí
uppskoti, sum samtykt er við 2. viðgerð. Talan er um rættingar av tekniskum slagi, sum
tó eru neyðugar. Teir løgtingsmenn, sum eru mentanarnevndarlimir, taka undir við
uppskotinum frá Undirvísingar- og Mentamálastýrinum og skjóta upp fyri Løgtinginum
at samtykkja tær.
3. viðgerð 20. desember 2000. Broytingaruppskot frá Jógvan á Lakjuni, Katrin Dahl Jakobsen, Annitu á Fríðriksmørk, Finni Helmsdal, Jóanis Nielsen, Heðin Mortensen og Jenis av Rana samtykt 28-2-0. Uppskotið, sum samtykt við 2. viðgerð, og soleiðis broytt við 3. viðgerð, endaliga samtykt 28-2-0. Málið avgreitt.
Lms.j.nr. 523-0012/2000
Umms.j.nr. 10101 9701004/16/SE
Ll.nr. 128 frá 22.12.2000