62-6 Uppskot til samtyktar at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri vakstrahús og grønmetisframleiðslu 1999
A.
Upprunauppskot
B. 1. viðgerð
C. Orðaskifti við 1. viðgerð
D. 2. viðgerð
Ár 2001, 20. februar, løgdu løgtingsgrannskoðararnir fram soljóðandi
til
samtyktar
Vísandi til frágreiðing niðanfyri samtykkir Løgtingið at góðkenna roknskapin hjá Grunninum fyri vakstrarhús og grønmetisframleiðslu fyri fíggjarárið 1999.
Frágreiðing frá løgtingsgrannskoðarunum:
Vísandi til løgtingslóg nr. 134 frá 20. august 1997 um "Grunn fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu" varð Vakstrarhúsgrunnurin tikin av, og ogn grunsins varð flutt grunninum fyri Vakstrarhús og Grønmetisframleiðslu sum stovnsfæ. Í kunngerð nr. 140 frá 19. september 1997 ásetti landsstýrismaðurin nærri reglur um umsiting, lán og stuðul úr grunninum.
Grunnurin verður fyrisitin av einum av landsstýrismanninum tilnevndnum stýri við 3 limum. Dagliga virksemi stýrisins verður fyrisitið av Føroya Ídnaðargrunni.
Grunnurin hevur til endamáls at veita lán og studning til vakstrarhús og uttandura grønmetisframleiðslu.
Til tess at kunna løgtingið um fíggjarligu gongdina er gjørdur ein samandráttur av ársroknskapinum fyri 1999, og til samanberingar eru roknskapartølini hjá Vakstrarhúsgrunninum fyri 1995-1998 tikin við.
(t.kr.) |
|||||
1999 |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
|
Rentur av útlánum |
22 |
53 |
40 |
33 |
50 |
Rentur av peningi v.m. |
105 |
162 |
163 |
186 |
205 |
Inntøkur íalt |
127 |
215 |
203 |
219 |
255 |
Útgoldin studningur |
0 |
0 |
0 |
25 |
43 |
Umsiting |
40 |
82 |
20 |
20 |
20 |
Avsett til tap/avskrivað |
515 |
1.045 |
0 |
0 |
0 |
Ársúrslit |
-428 |
-912 |
183 |
174 |
192 |
(t.kr.) |
|||||
1999 |
1998 |
1997 |
1996 |
1995 |
|
Aktiv: |
|||||
Útlán og eftirstøður |
732 |
1.792 |
1.759 |
1.223 |
1.200 |
Avsett móti tapi |
-515 |
-1.045 |
0 |
0 |
0 |
217 |
747 |
1.759 |
1.223 |
1.200 |
|
Tøkur peningur |
3.889 |
3.787 |
3.682 |
4.035 |
3.883 |
Aktiv samanlagt |
4.106 |
4.534 |
5.441 |
5.258 |
5.083 |
Passiv: |
|||||
Skuld |
6 |
6 |
0 |
0 |
0 |
Eginogn |
4.100 |
4.528 |
5.441 |
5.258 |
5.083 |
Passiv íalt |
4.106 |
4.534 |
5.441 |
5.258 |
5.083 |
Løgtingsgrannskoðararnir hava gjøgnumgingið ársroknskapin og grannskoðanarprotokollina til tess at vissa seg um, at rætt er farið fram bókhaldsliga og roknskaparliga.
Í 1990 vóru útlán og eftirstøður umleið 4 mió.kr. Í 1997 lænti grunnurin 550 t.kr. út. Annars hevur grunnurin einki útlánsvirksemi havt í nítiárunum. Grunnurin hevur síðani 1990 avskrivað 4,3 mió.kr., og í 1999 eru harafturat settar av 0,5 mió.kr. móti tapi.
Sostatt hevur grunnurin mist alt, hann hevur lænt út, og bert ein partur av tilskrivaðu rentunum eru goldnar, og í ársfrágreiðingini heldur stýrið, at í framtíðini verður helst truplari at fáa rentur og avdráttir inn.
1. viðgerð 6. mars 2001. Tingmálini 62-4, 62-5, 62-6 og 62-7 viðgjørd undir einum og vórðu øll beind beinleiðis til 2. viðgerð.
2. viðgerð 8. mars 2001. Uppskot til samtyktar samtykt 22-0-0. Málið avgreitt.