Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

Bjarni Djurholm

« Aftur

 

Fólkaflokkurin


 
 
Føddur: 19. mars 1957 í Kollafirði
 
Foreldur: Gunda og Niels Pauli Djurholm
 
Hjúnafelagi: Eydna Djurholm, dóttir Sigbjørg og Thomas Paula Jacobsen úr Nólsoy
 
Børn: Tummas Pauli, Annika og Monika Maria
 
Utbúgving: Lærari og ymsar eftirútbúgvingar
 
Størv: Lærari á Skúlanum á Trøðni 1982-84, á Tekniska Skúlanum í Tórshavn 1984-96, tímalærari á Føroya Handilsskúla 1993-95 og varastjóri í Eysturskúlanum 1996-.
 
Álitisstørv: Síðan 1987 javnan á tingi sum varamaður fyri Fólkaflokkin. Tingmaður frá 1991-93 og síðani 1994.
Landsstýrismaður í vinnumálum 2000-2008. Varaløgmaður 2004-08. Formaður í Mentanarnevndini 1991-93 og 1996-1998. Síðani november 2011 aftur formaður í Mentanarnevndini. Limur í Vinnunevndini 2008-.
1. næstformaður í Formansskapinum 1996-98. Formaður í Fíggjarnevndini 1998-2000, umframt nevndarlimur í øðrum løgtingsnevndum.
Frá 1995-98 eygleiðari í bankakanningarmálinum. Valdur í Tórshavnar Skúlaráð fyri fólkaflokkin 1984-96.
 
Heimstaður: Mýrigøta 5, FO-100 Tórshavn
 
Tlf. 315940 og 214754

Email: bjarnid@logting.fo