Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

11. luttøku føroyinga á 75-ára hátíðarhaldi í Keypmannahavn fyri, at danir og eisini føroyingar bjargaðu túsundtals jødum yvir til Svøríkis undir seinna heimsbardaga.

« Aftur

 

Spyrjari: Bill Justinussen og Jenis av Rana
Svarari: Poul Michelsen
Spurningur:

 Á tingfundi 6. mars 2019 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.     Hví møtti onki umboð fyri Føroyar til hátíðar- og minningarhaldið at minnast danir og føroyingar, sum bjargaðu túsundtals jødum um sundið úr Danmark til Svøríkis undir seinna heimsbardaga?
2.    
Visti landsstýrismaðurin um innbjóðingina, og varð hann kunnaður um, at føroyski sendimaðurin í Keypmannahavn valdi ikki at fara til hátíðar- og minningarhaldið?
3.    
Hvat heldur landsstýrismaðurin um grundgevingarnar hjá føroyska sendimanninum í Keypmannahavn fyri ikki at fara til hátíðar- og minningarhaldið?
4.    
Tekur landsstýrismaðurin nøkur stig til at biðja um umbering fyri, at Føroyar ikki tóku av boðnum og at greiða frá, hví so var?
5.    
Heldur landsstýrismaðurin tað hava týdning at minnast og heiðra teir føroyingar, sum vóru við til at bjarga jødum undir krígnum?
 

Viðmerkingar:

Danska forsætismálaráðið, Ísraelska sendistovan í Keypmannahavn og Mosaisk Samfund í Keypmannahavn skipaðu í oktober mánaða fyri søguligum hátíðar- og minningarhaldi, sum vardi nakrar dagar. Ísraelski forsetin Reuven Rivlin var hjástaddur.

Hátíðar- og minningarhaldið varð hildið fyri at minnast og heiðra tey, sum undir krígnum vóru við til at bjarga túsundtals jødum yvir um sundið til Svøríkis. Tað er alment kent, at eisini føroyingar vóru við í hesum bjargingararbeiði. Millum teir føroyingar, sum higartil eru alment nevndir í hesum sambandi, eru

Karl Nolsøe, Vágur

Elias Johansen, Tórshavn

Mourentius Poulsen, Ljósá

Sigmundur í Dali, Tórshavn

Jens í Dali, Tórshavn

Upplýsingarnar um hesar hetjur koma fyrst og fremst frá teirra familjum og avvarðandi. FF-blaðið hevur millum annað skrivað søguna um Sigmund í Dali, sum var við í donsku mótstøðurørsluni undir krígnum við góðari hjálp frá familjulimum. Felags fyri persónarnar sjálvar er, at teir ikki hava tosað nógv um síni brøgd. Tí er eisini hugsandi, at tað eru enn fleiri føroyingar, sum á onkran hátt hava verið partur av stóra bjargingararbeiðnum.

Forsætismálaráðið sendi innbjóðing til føroyska sendimannin í Danmark at vera hjástaddur hin 11. oktobur 2018 undir hátíðarhaldinum og minningarløtuni í jødisku synagoguni í Keypmannahavn.

Svarið frá sendimanninum var, at hann kundi ikki vera við til hátíðarhaldið, tí hann var staddur í Føroyum, og av tí, at arbeiðsorkan á sendiskrivstovuni er avmarkað.

Tað er álvarsamt, at almennu Føroyar ikki taka av slíkum boði og taka almennan lut í at minnast okkara landsmenn, sum undir truplum og lívshóttandi umstøðum ofraðu seg fyri at bjarga jødum undir krígnum. Tað finnast mangar hetjur, sum eru farnar í søguna, uttan at nakar visti um tær. Men her kenna vit nøvnini á fleiri teirra, sum eru veruligar hetjur, og sum ikki hava fingið tann heiður, teimum burdi verið vístur.

Vegna tey, sum vóru beinleiðis við í bjargingini av jødunum, avvarðandi teirra og fjøld av føroyingum, ið hava tøtt vinabond til Ísraels, átti føroyska uttanríkismálaráðið at sett alt til síðis at verið við til hetta stórfingna hátíðar- og minningarhaldið. Ein landsstýrismaður og hansara sendifólk umboða ikki seg sjálvi. Tey umboða føroyingar og føroysk áhugamál. At hitta ísraelska forsetan, jødiska sendimannin í Danmark og onnur almenn umboð fyri Ísrael hevði ivaleyst verið ein hin mest stórfingna hending, ein føroyskur sendiharri í Danmark kann vera við til.

Í løtuni er eitt arbeiði í gongd við at granska, kanna og kortleggja so nógvar upplýsingar sum gjørligt viðvíkjandi føroyska leiklutinum at bjarga jødum undir krígnum, fyri at tey menniskju, sum settu sítt lív í váða, kunnu fáa tann heiður, tey hava uppiborið og eina minnisplátu í Yad Vashem, Holocaust-savninum í Jerusalem.

Á tingfundi 7. mars 2019 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Landsstýrismaðurin hevur svarað 22/03-19, men spurningurin bleiv ikki svaraður í tinginum, tí tingið fór heim.

1.   Sendimaður Føroya í Keypmannahavn varð 9. oktober 2018 boðin av danska uttanríkisráðnum vegna danska forsætismálaráðið, Gribskov kommunu og Gilleleje kirkju til minningarhátíðarhald í Gilleleje kirkju tann 11. oktober í sambandi við 75 ára dagin fyri bjargingina av donskum jødum um Oyrasund til Svøríkis. Innbjóðarin umbar, at innbjóðingin varð send minni enn tvey samdøgur undan at minningarhátíðarhaldið byrjaði.

Føroyski sendimaðurin fekk ikki farið til minningarhaldið, tí at hann var staddur í Føroyum, har hann millum annað stóð fyri at fyrireika tilstundandi vitjanir til Føroya av sendiharrunum hjá bæði India og Ísrael. Føroyski sendimaðurin boðaði forsætismálaráðnum frá, at hann harmaðist um ikki at kunna ganga innbjóðingini til hátíðarhaldið á møti.

Føroysku sendifólkini verða regluliga boðin til tiltøk og hátíðarhald av ymiskum slag. Tað er partur av uppgávuni at umboða Føroyar, og møtt verður upp til mong av slagnum. Tó er tað ein sannroynd, at sendifólkini hava hópin av ymsum uppgávum, og hvørt ár eru tí fleiri tiltøk, ið sendifólk mugu geva avboð til,  av ymiskum orsøkum, t.d. ymsum átrokandi uppgávum. Í nevnda føri var føroyski sendimaðurin staddur í Føroyum, og umstøðurnar loyvdu honum ikki at fara til Danmarkar við so stuttum varningi.

Leggjast kann afturat, at sum nevnt var innbjóðingin til júst hetta minningarhald ikki komin í góðari tíð, og bar annars heldur ikki brá av at vera so merkisverd, sum spyrjararnir leggja upp til í fyrispurninginum og viðmerkingunum til fyrispurningin. Í innbjóðingini varð einki nevnt um, at ísraelski forsetin fór at luttaka. Tað er ikki rætt, sum spyrjararnir siga, at tað var ísraelska sendistovan og Mosaisk Samfund, sum saman við danska forsætismálaráðnum bjóðaðu inn til hetta tiltak. Tað var sum nevnt danska uttanríkisráðið, ið vegna danska forsætismálaráðið, Gribskov Kommune og Gilleleje Kirke bjóðaði sendimanninum, í seinastu løtu, til eitt minningarhald í Gilleleje Kirke, ikki í jødisku synagoguni í Keypmannahavn, sum spyrjararnir annars viðmerktu.

 

2.     Landsstýrismaðurin verður ikki vanliga kunnaður um øll tiltøk og minningarhald, ið sendifólk verða boðin til.

 

3.    Grundgevingarnar fyri ikki at kunna møta til nevnda minningarhald eru fullgóðar, við atliti at teim umstøðum, sum greitt verður frá       omanfyri í svarinum til spurning 1.

 

4.     Við tilvísing til svar 1 og 3 metir landsstýrismaðurin ikki, at tað er viðkomandi at tosa um eina umbering, tí málið er avgreitt.  

 

5.    Tað hevur týdning at minnast og heiðra teir føroyingar, sum vóru við til at bjarga jødum undir krígnum. Um boðið hevði verið inn til eitt slíkt minningarhald at heiðra teir føroyingar, sum luttóku í hesum átaki, høvdu almenn føroysk umboð uttan iva fingið innbjóðing í góðari tíð frammanundan, og sjálvandi við hóskandi lýsing av, hvat hetta var fyri eitt minningarhald, soleiðis at tað hevði fingið ta raðfesting, ið natúrligt hevði verið.