Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

3. Viðvíkjandi inngjaldi til Heilsutrygd

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Brandur Sandoy
Svarari: Bárður á Steig Nielsen, løgmaður
Spurningur:

Á tingfundi 11. februar 2020 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.     Hvørjar grundgevingar hevði Løgmansskrivsstovan í 2016, øvugt av úrskurði frá Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum, fyri at geva Heilsutrygd boð um at krevja inn heilsutrygdargjald frá útisiglarum, sum eisini hava goldið inn til Folketrygd í Noregi?

 

2.     Metir løgmansskrivstovan, at lógin um stýrisskipan Føroya er yvir øðrum landsins lógum?

 

3.     Metir løgmaður, at boðini til Heilsutrygd um at krevja inn heilsutrygdargjaldið samsvara við § 55, litra a í Stýrisskipanarlógini ?

 

4.     Eru ætlanir um at broyta lógina um Heilsutrygd samsvarandi úrskurðinum hjá Kærunevndini í almanna-, familju- og heilsumálum og gera lóggávuna á hesum øki greiðari ?

 

 

Viðmerkingar:

Norðurlendska avtalan frá 2012 um sosialar skipanir ásetur, at ein borgari skal ikki noyðast rinda í eina sosiala trygging í meiri enn einum Norðurlandi.

 

Lógin um stýrisskipan Føroya ásetur í § 55, litra a at løgtingslóg, ella partar av hesi, ikki hevur gildi, um hon gongur ímóti millumtjóðasáttmála sum Føroyar hava gjørt við onnur lond.

 

Fyri 6 árum síðani kærdi borgari, sum rindaði heilsutrygdargjald til norska Folketrygd, eina avgerð hjá Heilsutrygd til Kærunevndina í almanna-, familju- og heilsumálum, sum hóast norðurlendsku avtaluna kravdi, at viðkomandi eisini skuldi rinda heilsutrygdargjald í Føroyum.

 

Kærarin fekk viðhald í kærunevndini.

 

Løgmansskrivsstovan hevur í 2016 sagt, at sambært Stýrisskipanarlógini eru millumtjóða sáttmálar bindandi, og at ein løgtingslóg ikki er galdandi í teimum førum, har hon gongur ímóti einum millumtjóða sáttmála, sum heimastýrið hevur gjørt.

 

Síðani hevur verið at frætt í miðlunum, at Heilsutrygd hevur vent sær til Løgmansskrivstovuna, sum í 2016 hevur givið Heilsutrygd boð um at halda áfram at krevja inn heilsutrygdargjald eftir lógini um Heilsutrygd.

 

Spurningurin er tí, um boðini hjá Løgmansskrivstovuni eru í samsvari við Stýrisskipanarlógina.

 

Farin eru 6 ár, síðani fyrsti borgarin kærdi um hesi viðurskifti, og framvegis er ongin loysn í eygsjón. Síðani tá eru nógvir aðrir borgarar komnir í klemmu í skipanini, og eru tað framhaldandi.

 

Frá hesum borgarum frættist, at tað er sera møðsamt at berjast ímóti skipanini, og hetta drepur hugin til virkisfýsni uttanlands.

 

Hesar inntøkur vunnar uttanlands hava ovurhonds stóran týdning fyri búskap okkara; seinastu metingarnar eru, at oman fyri eina milliard kr. kemur árliga inn í landið.

 

Tí er tað av størsta týdningi, at vit ikki brúka meiri tíð til rættarmál, sum ganga í áravís, men broyta tær lógir beinavegin, sum volda okkum og borgarum okkara trupulleikar og leggja fótonglar fyri virkisfýsni.

 

 Á tingfundi 12. februar 2020 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 1. mai 2020 svaraði løgmaður, fyrispurninginum soleiðis:

 

Til 1. Málið hevur verið umrøtt á fundi 28. november 2016 millum umboð fyri Løgmansskrivstovuna, Heilsu- og innlendismálaráðið, Heilsutrygd og Eyðbjørn Larsen, advokat. Onki beinleiðis skrivligt samskifti hevur verið millum Heilsutrygd og Løgmansskrivstovuna, og  ongin boð eru givin frá Løgmansskrivstovuni til Heilsutrygd.

 

Sipað verður kanska til svarskriv frá løgfrøðiligum ráðgeva á Løgmansskrivstovuni til Heilsu- og innlendismálaráðið, dagfest 8. desember 2016, uppá fyrispurning um at gera eina tulking av norðurlendska sáttmálanum um heilsutrygd og løgtingslógini um heilsutrygd í mun til § 55 í stýrisskipanarlógini. Hetta svarskriv var soljóðandi:

“Í skrivi dagfestum 5. desember 2016 hevur Heilsu- og innlendismálaráðið heitt á Løgmansskrivstovuna um at gera eina tulking av norðurlendska sáttmálanum um heilsutrygd og løgtingslógini um heilsutrygd í mun til  § 55 í stýrisskipanarlógini.

Høvuðsreglan er, at fyrisitingin í Føroyum bert heldur seg til løgtingslóggávu (og í førum ríkislóggávu) sum geldur í Føroyum og annars rættarreglur, sum hava heimild í slíkum. Altjóða sáttmálar eru sum vanliga ikki beinleiðis galdandi í landinum, men kunnu verða útfyllandi, har lóggávan er tvískild ella ikki er til.

At tulka altjóða sáttmálar, sum føroyingar eru bundnir av, er ikki hvørsmansføri, og krevur ofta serstakliga gjølliga fyrireiking og kanningar og ikki minst servitan um økið.

Er tað so, at dómstólarnir (ella um teir ikki halda seg at hava málsræði í slíkum máli, § 6 nevndin í heimastýrislógini) koma til ta niðurstøðu, at ein løgtingslóg gongur í móti einum altjóða sáttmála, kann avleiðingin verða ógilda sbr. heimastýrislógini § 5, stk. 1 og stýrisskipanarlógini § 55, og tá gerst ikki annað enn at taka slíka niðurstøðu til eftirtektar.

Stjórnarráðini eru í eini heilt aðrari støðu. Teirra hægsti fyrisetti, landsstýrismaðurin, hevur heimild til at leggja uppskot fyri Løgtingið at broyta lóggávuna saman við eini neyvari grundgeving fyri, hví galdandi lóggáva

gongur í móti altjóða sáttmálanum. Løgtingið kann so kjakast um málið og siga frá, um hvørt tað er samt við landsstýrismanninum, um at lógin gongur í móti sáttmálanum og so samtykkja  at broyta lóggávuna.

At eitt stjórnarráð av sínum eintingum fer at tulka, at lóggáva gongur í móti altjóða sáttmála, og út frá hesi niðurstøðu sigur, at partur av løgtingslóggávu hevur ikki gildi, er rættuliga djarvt. Virðingin fyri eini løgtingslóg má verða stór. Tað eru fólksins umboð, sum hava samtykt hana. Skal korrigerast í hesum sambandi, má kommandovegurin brúkast. Landsstýrismaðurin má leggja uppskot fyri Løgtingið at broyta lóggávuna saman við neyvari grundgeving fyri, hví talan er um altjóða sáttmálabrot.

Løgmansskrivstovan fer tí ikki út í eina tulking av, hvørt løgtingslógin um heilsutrygd gongur í móti norðurlendska sáttmálanum um heilsutrygd, men mælir til, at Heilsu- og innlendismálaráðið ger eitt løgtingslógaruppskot til broyting av heilsutrygdarlógini, soleiðis at hon við vissu samsvarar við norðurlendska sáttmálan um heilsutrygd. “

 

Til 2. Stýrisskipanarlógin reglubindur innanhýsis stýrislagið í Føroyum. Um vanligar løgtingslógir ætlast at gera broytingar í henni, má mannagongdin í stýrisskipanarlógini § 57, stk. 1 nýtast við løgtingssamtykt fyri og eftir løgtingsval.

Tað er ofta ein tulkingarspurningur, um hvørt ein lóg gongur ímóti reglunum í stýrisskipanarlógini, eitt nú § 55. Slíka tulking hevur Løgmansskrivstovan, sum nevnt, ikki gjørt.

 

Til 3. Sum tað framgongur av svarinum uppá fyrsta spurningin, eru ongin boð givin Heilsutrygd frá Løgmansskrivstovuni. Løgmansskrivstovan hevur borið seg undan at tulka, um Heilsutrygdarlógin samsvarar við norðurlendska sáttmálan um heilsutrygd, men hevur mælt Heilumálaráðnum til at leggja fyri Løgtingið lógaruppskot, har tað verður gjørt púra greitt, at onki ósamsvar er.

 

Til 4. Landsstýrismaðurin í Heilsumálum avgjørdi á vári 2016 at fylgja ráðunum frá Løgmans­skriv­stovuni sbr. svarinum uppá spurning 1. Í løgtingsmáli nr. 107/2016: Uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um heilsutrygd (Heilsutrygdarlógin) (Undantak fyri gjaldskyldu) skeyt lands­stýris­­maðurin í Heilsumálum nevniliga upp at broyta heilsutrygdarlógina soleiðis, at ongin ivi er um, at samsvar er millum heilsutrygdarlógina og norðurlendska sáttmálan um heilsutrygd. 

 

Løgtingið samtykti ikki hetta løgtingslógaruppskot. Uppskotið varð framlagt 7. mars 2017, og eftir 1. viðgerð 21. mars 2017 beint Trivnaðarnevndini. Nevndin viðgjørdi málið á fimm fundum, har landsstýrismaðurin og umboð fyri útisiglarar greiddu frá sínum sjónarmiðum. Men nevndin kom ongantíð til at skriva álit, og málið varð ikki sett til aðru viðgerð í tinginum. Tá ið tingið fór til hús 5. juli 2017, fall málið burtur sbrt. stýrisskipanarlógini § 15, stk. 3, tí málið ikki var liðugt viðgjørt, tá tingsetan endaði.

 

Í svari uppá fyrispurning nr. S-1/2019: Viðvíkjandi útisiglarum og inngjaldi til Heilsutrygd, frá Johan Dahl, løgtingsmanni, hevur landsstýrismaðurin í heilsumálum upplýst, at Heilsutrygd hevur gjørt av at royna málið í rættinum. Um Heilsutrygd ikki fær viðhald í rættinum, fer landsstýrismaðurin at taka støðu til, hvørt neyðugt er at broyta heilsutrygdarlógina, soleiðis at hon samsvarar við “Nordisk konvention om social sikring”.