Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

5. Viðvíkjandi miðsavnan av sjúkrahúsunum

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Bjarni Hammer
Svarari: Kaj Leo Holm Johannesen
Spurningur:

Á tingfundi 26. februar 2020 boðaði tingformaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1.     Kann landsstýrismaðurin greiða frá málinum um ætlaðu broytingarnar við at leggja játtanirnar til øll trý sjúkrahúsini undir stjóran á Landssjúkrahúsinum at umsita?

2.     Var landsstýrismaðurin kunnaður um ætlaðu broytingarnar, áðrenn kunning varð send til stjórarnar á ávikavist Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi?

3.     Varð samgongan kunnað um ætlaðu broytingarnar, og um so er, fekk landsstýrismaðurin undirtøku í samgonguni, áðrenn broytingar vóru settar í verk. Er talan um lógarbrot, um Heilsumálaráðið uttan um Løgtingið frátekur stjórunum á Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahúsi ræðisrættin til at umsita játtanirnar?

 

 

Viðmerkingar:

Herfyri kom fram, at samgongan ætlaði at miðsavna fíggjarligu viðurskiftini á teimum trimum sjúkrahúsunum. Í hesum sambandi stungu fleiri spurningar seg upp, m.a. um talan er um lógligt virksemi, um ræðisrætturin til fíggjarligu viðurskiftini verður tikin frá teimum smærru sjúkrahúsunum. Tí Løgtingið hevur í fíggjarlóg samtykt, at sjúkrahúsini hava hvør sína játtan.

 

Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús hava higartil umsitið játtanirnar til sjúkrahúsini við stórum skynsemi og hava nærum altíð hildið sínar játtanir. Tað kann ikki sigast um Landssjúkrahúsið.

 

Spyrjarin vil tí hava landsstýrismannin at greiða nærri frá smálutunum í hesum máli og at boða greitt frá, hvørjar ætlanir landsstýrismaðurin hevur fyri sjúkrahúsini í framtíðini.

 

 

 

Á tingfundi 6. mars 2020 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

 

 

 

 

Svar:

Á tingfundi 1. mai 2020 svaraði landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen, fyrispurninginum soleiðis:


1.     Kann landsstýrismaðurin greiða frá málinum um ætlaðu broytingarnar við at leggja játtanirnar til øll trý sjúkrahúsini undir stjóran á Landssjúkrahúsinum at umsita?

 

Ovasta leiðslan í Sjúkrahúsverkinum varð formliga skipað 1. januar 2018 við einum forstjóra og tveimum stjórum, har forstjórin hevur seinasta orðið, tá talan er um tvístøður. Forstjórin hevur eisini millum annað evstu ábyrgd mótvegis Heilsumálaráðnum viðvíkjandi fyrisitingar-, fíggjar- og starvsfólkamálum.

 

Broytingin í leiðslukunningarskipanini varð gjørd fyri at skipa stigveldisskipanina tekniskt soleiðis, at hon var í samsvari við bygnaðin í sjúkrahúsverkinum.

 

Hetta hevði ongar fyrisitingarligar broytingar við sær í mun til heimildir, atgongdir og avgreiðslu, uttan at sjúkrahússtjórarnir skulu gera tilmæli í roknskapargóðkenningarskipanini (RGS) til forstjóran at avgreiða roknskapir mótvegis aðalráðnum.

 

Broytingin dró út millum annað tí, at forstjórin varð settur í starv, eftir at sjúkrahússtjórarnir á Klaksvíkar sjúkrahúsi og Suðuroyar sjúkrahúsi komu í starv, eins og hetta varð eitt mál, ið eisini skuldi viðgerast saman við Gjaldstovuna fyri at fáa tað skipað tekniskt á rættan hátt.

 

Talan var soleiðis um eina broyting, sum hevði havt við sær eina mannagongd,  sum er í samsvar við menningarætlanina fyri sjúkrahúsverkið og ta starvslýsing, sum stjórarnir eru settir eftir (sí svarið til spurning 2).

 

2.     Var landsstýrismaðurin kunnaður um ætlaðu broytingarnar, áðrenn kunning varð send til stjórarnar á ávikavist Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahúsi?

 

Í 2017 tók landsstýriskvinnan í heilsumálum í samsvar við menningarætlanina avgerð um at seta eitt felags leiðslutoymi fyri alt sjúkrahúsverkið, har sjúkrahússtjórin fyri Landssjúkrahúsið verður forstjóri.

Hetta stóð eisini at lesa í starvslýsingini eftir teimum trimum stjórunum til Sjúkrahúsverk Føroya, sum Heilsumálaráðið sendi út seinasta vár.

Har stendur eisini, at “Bygnaðurin er sostatt eitt leiðslutoymi við einum ovasta leiðara, sum verður forstjóri fyri alt sjúkrahúsverkið og tveimum stjórum, sum, umframt at hava dagligu lokalu leiðsluna um hendi, eisini vera stjórar fyri samlaða sjúkrahúsverkið. Stjóratoymið ger sínámillum greitt ábyrgdarbýti. Eisini stendur í lýsingini, at forstjórin skal “...hava evstu ábyrgd mótvegis Heilsu- og innlendismálaráðnum viðvíkjandi fyrisitingar-, fíggjar- og starvsfólkamálum.”

Tað vil siga, at avgerðin um, at talan skal vera um eitt sjúkrahúsverk, er tikin fyri fleiri árum síðan, og teir tríggir stjórarnir, sum eru settir, hava søkt størvini væl vitandi, hvør teirra leiklutur í hesum toymi er.

 

  1. Varð samgongan kunnað um ætlaðu broytingarnar, og um so er, fekk landsstýris- maðurin undirtøku í samgonguni, áðrenn broytingar vóru settar í verk. Er talan um lógarbrot, um Heilsumálaráðið uttan um Løgtingið frátekur stjórunum á Suðuroyar og Klaksvíkar sjúkrahúsi ræðisrættin til at umsita játtanirnar?

 

Sum tað framgongur av svarinum omanfyri, vórðu broytingarnar í leiðslubygnaði framdar undir undanfarnu samgongu eins og undanfarna landsstýriskvinna setti forstjóra og sjúkrahússtjórarnar í starv. Mett var ikki, at broytingin í leiðslukunningarskipanini var eitt samgongumál.

 

Tá ið tað vísti seg, at broytingin skaptu misskiljingar og rumbul í m.a. politisku skipanini, varð avgerð beinanvegin tikin um at broyta hetta aftur, fyri at tað góða samstarvið í felags sjúkrahúsleiðsluni ikki skuldi taka skaðað av hesum. Landsstýrismaðurin heldur tað hava týdning, at stuðlað verður undir tað góða samstarvið, sum er í sjúkrahúsverkinum, eins og tað kann verða víst á, at arbeitt verður fram ímóti at fáa felags bíðilistar, visitasjónsskipan og samleika.

 

Landsstýrismaðurin skilir ikki, hvat fyri lógarbrot skal verða framt í hesum máli, og hvat fyri møguligt lógarbrot spyrjarin sipar til.