Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

11. Námsfrøðiútbúgving

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Bjørn Kalsø
Spurningur:

Á tingfundi 7. september 2012 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi: 

 

1)      Kann landsstýrismaðurin upplýsa hvussu nógvar umsóknir vóru til námsfrøðiútbúgvingina komandi skúlaár í mun til umsøkjaratalið seinastu 5 árini? 

2)      Hvussu nógvir umsøkjarar í ár koma beinleiðis úr miðnámsskúla, og hvussu er aldursbýti? 

3)      Er nøkur eftirmeting gjørd av námsfrøðiútbúgvingini, síðan hon var umskipað, og hvat er niðurstøðan? 

4)      Um eingin eftirmeting fyriliggur, eru nakrar ætlanir um at eftirmeta útbúgvingina? 

Viðmerkingar :

Vit lesa í fjølmiðlunum, at methøgt umsøkjaratal er til útbúgvingarnar á Fróðskaparsetrinum aftur í ár. Sambært umsøkjaratølunum eru 58 av hesum umsóknum til námsfrøðing. Hetta tykist vera eitt sera lágt tal í mun til onnur ár. Í 2008 var útbúgvingin so væl umtókt, at tveir flokkar, við tilsamans 48 lesandi vóru tiknir upp.

Í 2008 var nýggj kunngerð um námsfrøðiútbúgvingina lýst. Útbúgvingin var longd til 4 ár, lyft upp á bachelor støði, og praktiktíðin varð munandi stytt. Praktiktíðin, ið hevði fevnt um 1/3 av útbúgvingini, varð nú minkað niður í fáar vikur. Nýggja útbúgvingin kravdi miðnám sum upptøkugrundarlag, og gevur hon, umframt starvsførleika, atgongd til hægri lestur.

Hóast barnatalið er minkað, og hóast fleiri, kanska serliga tilkomin fólk, ið hava starvast innan øki, fáa sær útbúgvingina yvir netið, so er tað framvegis ein ávísur mangul upp á útbúnar námsfrøðingar. Ein orsøk til, at mangul enn er upp á útbúnar námsfrøðingar, er m.a., at seinnu árini er starvsøkið hjá námsfrøðingum víðkað munandi. Hinvegin kann ikki sigast, at løn- og arbeiðsviðurskifti annars eru serliga góð.

Tó kann tað tykjast undrunarvert, at ein nýggj útbúgving, ið bæði gevur starvsførleika og førleika til víðari lestur og sum kann fáast í Føroyum, ikki hevur størri undirtøku millum tey lesandi enn umsøkjaratalið fyri komandi skúlaár vísir. Ikki minst í eini tíð við arbeiðsloysi og stórari fráflyting.

Fyri at fáa varpað ljós á støðuna, verða hesir spurningar settir.

Á tingfundi 7. september 2012 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 3. oktober 2012 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar
 

Ad. 1: Tá ið freistin at søkja til upptøkuna í 2012 var úti, vóru innkomnar 58 umsóknir.

Somu tøl fyri undanfarin 4 ár vóru:

2011: 69 umsóknir,
2010: 63 umsóknir,
2009: 71 umsóknir,
2008: 86 umsóknir.
(Sí talvu 1)

Ad. 2: Av teimum 38 lesandi (35 kvinnur og 3 menn), sum vórðu upptikin á námsfrøði­útbúgvingina í 2012, høvdu 3 tikið miðnámsútbúgving í 2012 og 5 í 2011. T.v.s., at í 2012 komu 3 umsøkjarar beinleiðis úr miðnámsskúla.

Aldurin á teimum lesandi liggur úr 22 árum upp í 50 ár. (Talva 1)Annars kann upplýsast, at tey 38 lesandi høvdu hesar miðnámsútbúgvingar:

Studentar          10
HF                   6
HH                   18
Fisk (HF)         1
Aðra útb.          3
(Sí talvu 2) 

Ad. 3 og 4: Viðvíkjandi eftirmeting av námsfrøðiútbúgvingini er at siga, at fyrstu námsfrøðingarnir eftir nýggju skipanini vóru lidnir í juni mánaða í ár. Tað ber ikki so væl til at eftirmeta eina skipan, fyrrenn hon er roynd í fullum líki í eina tíð.

Annars kann viðmerkjast, at Fróðskaparsetrið øll árini, sum eitt slag av eftirmeting, hevur havt próvdómarar aðrastaðni frá, eitt nú frá RUC, og at Fróðskaparsetrið støðugt eftirmetir allar útbúgvingar, sum verða bodnar út á Setrinum. 

Niðanfyri er brot úr frágreiðing frá próvdómaranum til yrkisrættaðu verkætlanina hjá lærarunum og námsfrøðingunum, sum vóru lidnir í juni í 2012:

“Meting av yrkisrættaðu próvtøkunum á Føroya Læraraskúla 12.-14. juni 2012 út frá 16 yrkisrættaðum synopsum og framløgum hjá námsfrøðingum og lærarum.

Eg haldi, at dygdin á yrkisrættaðu verkætlanunum generelt sæð kann javnmetast við bacherlorstøðið á Roskilde Universiteti.”

Annars hevur landsstyrismaðurin sum mál, at allar útbúgvingar á Setrinum skulu eftirmetast í framtíðini. Eftirmetingin er neyðug bæði fyri at tryggja dygdina í útbúgvingunum og sum amboð hjá Setrinum og politiska myndugleikanum, tá sett verður í kortið á útbúgvingarøkinum, hvørjar útbúgvingar vit eiga at bjóða út.

 

+Fylgiskjal (Talvur)

Talva 1:

Námsfrøðingar 2008 - 2012

 

Umsøkj.

Upptikin

Kvinnur

Menn

Meðalaldur

Meðalpróvtal

2008

86

48

45

3

31,1 ár

(20 – 53)

7,5

2009

71

40

36

4

25,1 ár

(21 – 41)

7,9

2010

63

36

32

4

26,5 ár

(20 – 45)

7,5

2011

69

37

36

1

25,7 ár

(20 – 48)

8,0

2012

58

38

35

3

29,5 ár

(22 – 50)

7,9

 

Talva 2:

Útbúgving

Student

10

HF

6

HH

18

Fisk (HF)

1

Aðra  ùtb.

3

Málið avgreitt.