Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

47. Starvsfólkapolitikkur í Nærverkinum/Heimatænastuni

« Aftur

 

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Annika Olsen
Spurningur:

Á tingfundi 19. februar 2013 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1)        Hvussu nógvar arbeiðstímar arbeiða starvsfólk í heimatænastuni vanliga um vikuna?

2)        Er sama tímatal galdandi um alt landið? Um ikki, hvussu er skipanin í ymsu økjunum í landinum?

3)        Hvat er orsøkin til, at starvsfólkini sum meginregla ikki fáa fulla arbeiðsviku?

4)        Hevur landstýriskvinnan nøkur tøl ella meting av, hvussu nógv starvsfólk ynskja at arbeiða fulla tíð ella fleiri tímar, enn tey fáa?

5)      Hevur landstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at broyta hesa skipan soleiðis, at starvsfólk hava møguleika at fáa tað tímatal, ið tey ynskja?         

Viðmerkingar :

Kanningar vísa, at ein stórur partur av arbeiðsorkuni í Føroyum arbeiðir niðursetta tíð. Hagtølini fyri Norðurlond í 2011 siga, at meira enn 60 prosent av føroysku kvinnunum arbeiða niðursetta tíð. Næstar á listanum eru norsku kvinnurnar, 40 prosent av norsku kvinnunum arbeiða niðursetta tíð. Fólkateljingin í 2011 sigur, at 54 prosent av kvinnunum arbeiða minni enn 35 tímar um vikuna. Spurningurin er, um hetta er so, tí kvinnur velja at arbeiða niðursetta tíð, ella tað er tí, tær ikki hava nakran annan møguleika.

Tað kann vera gott, at arbeiðspláss eru skipað so fleksibul, at til ber at arbeiða niðursetta tíð. Hin­vegin kann tað gerast ein trupulleiki at fáa starvsfólk, um tey ikki hava møguleika at arbeiða fulla tíð. Tað ber illa til hjá nógvum starvsfólki at fáa tað at hanga saman fíggjarliga.Ert tú stakur uppihaldari ella ein ung familja, ber ikki til at lívbjarga sær við bert at arbeiða 25 tímar um vikuna. Sama ger seg galdandi um ein júst hevur lokið útbúgving sum t.d sjúkrarøktarfrøðingur, tí neyðugt er at vinna peningin innaftur, ið ein hevur mist undir útbúgving. Hugsast kann eisini, at starvsfólk, ið eiga vaksin børn, bæði hava hug og orku at arbeiða fleiri tímar um vikuna.

Vit hoyra ofta, at niðursett arbeiðstíð er vanlig serliga innan eldrarøktina og námsfrøðiliga økið. Hetta kann undra ein, serliga um vit hava í huga, at tað mangla 1400 tímar um vikuna innan heima­tænastuna.

Niðursett arbeiðstíð kann hava við sær, at starvsfólk eru noydd at samla sær eina líkinda inntøku saman við at hava 2-3 størv. Um hetta er so, eru sannlíkindi ikki stór fyri, at hetta ber til uttan fyri miðstaðarøkið, tí útboðið av størvum ikki er so stórt. Hetta kann vera viðvirkandi til, at fólk ikki flyta aftur til útjaðaraøkini eftir loknan lestur.

Eldrarøktin er eitt arbeiðsøki, ið fer at hava stóran tørv á starvsfólki í framtíðini. Tað fer at hava stóran týdning, hvør starvsfólkapolitikkur verður førdur, um tað skal eydnast at fáa nøkta starvsfólkatørvin. Góð arbeiðs- og lønarviðurskifti eru ein týðandi partur av at skapa eitt arbeiðsøki ið dregur starvsfólk at sær.

Fyri at fáa greiðu á, hvussu støðan er í Nærverkinum/heimatænastuni viðvíkjandi niðursettari arbeiðstíð, verða hesir spurningar settir.

Á tingfundi 20. februar 2013 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 10. apríl 2013 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

1)      Hvussu nógvar arbeiðstímar arbeiða starvsfólk í heimatænastuni vanliga um vikuna?

Tann mest vanligi setanarbrøkurin hjá starvsfólki í Heimatænastuni er millum 25 og 35 tímar um vikuna. Tað ber tó til hjá starvsfólkum at avloysa fyri sjúku og partvís fyri feriu, soleiðis at tey sum ynskja tað, kunnu vinna sær nakrar meirtímar. Longdin á arbeiðsdegnum kann liggja millum 6 og 8 tímar, alt eftir tíðina á degnum og hvar í skipanini arbeiði verður útint. Tað er tó neyðugt fyri raksturin at hava einstakar styttri vaktir í teimum smærru økjunum.

2)        Er sama tímatal galdandi um alt landið? Um ikki, hvussu er skipanin í ymsu økjunum í landinum?

Sami setanarbrøkur er í mesta mun galdandi um alt landið. Tað fer ein tilgongd fram í løtuni, har roynt verður at leingja arbeiðsdagin til 7-8 tímar, har tað letur seg gera. Tað er serliga í teimum økjum har heimatænastan og tænastan á røktarheimunum er integrerað, at tað ber til at leggja starvsfólkaorkuna øðrvísi til rættis. Hetta verður m.a. gjørt á tann hátt, at ein vakt, sum t.d. endar kl.14 á einum eldrabústovni, fer út í bygdina at veita heimatænastu í nakrar tímar.

Fyri starvsfólkið inniber hetta fleiri frídagar, og harvið fleiri møguleikar til at átaka sær eyka arbeiði sum avloysari.

Fyri borgaran kann tað innibera, at tað verða fleiri ymisk starvsfólk, sum veita tænastuna. Ì ávísum førum kann tað hava óhepnar fylgir fyri borgaran, sum í einstøkum førum kann kenna seg minni tryggan við støðuna.

Tí vil ein tílíkur leistur altíð vera valdur við støði í eini ítøkiligari meting, har atlit bæði verða tikin til tørv borgarans og tørvin hjá starvsfólkum.

3)        Hvat er orsøkin til, at starvsfólkini sum meginregla ikki fáa fulla arbeiðsviku?

Í Heimatænastuni hevur tað hægstu raðfesting at veita eina góða tænastu, og at nøkta tørvin hjá borgarunum ta tíðina á degnum tørvurin er størstur.

Innan heimatænastuna er tað soleiðis, at størsti tørvurin á hjálp er á morgni, tá nógvir borgarar hava tørv á persónliga røkt og hjálp til at sleppa úr songini. Á kvøldi tá fólk fara til songar er aftur tørvur á lutfalsliga fleiri starvsfólkum í mun til seinnapartar, tá tørvurin er lutfalsliga lágur. Sama mynstrið ger seg galdandi á eldrabústovnunum.

Hetta eru viðurskifti, sum tað er neyðugt at taka atlit til, tá arbeiði skal leggjast til rættis og er hetta ein høvuðsorsøk til, at tað ikki ber til at lata øll starvsfólk arbeiða fulla tíð. Sum áður nevnt, so gevur tað meiri liðiligar arbeiðsumstøður og fleiri møguleikar á teimum størru har eldrarøktin er integrerað, t.e. tá starvsfólk kunnu skifta millum bústovn og heimatænastuna, ímeðan skipanin er minni liðilig í útjaðaraøkjunum við fáum borgarum.

Atlit vera í stóran mun tikin til ynski starvsfólksins, og hjá teimum flestu er møguligt at taka eyka vaktir, um tey ynskja tað.

Soleiðis sum tænastan er skipað í dag, er tað ein avbjóðing at reka tænastuna  við færri starvsfólkum á hægri setanarbrøki. Ein avleiðing av hesum kundi verið at borgarar, serliga á morgni og á kvøldi, tá tørvurin er størstur, høvdu verið noyddir at bíða longri eftir hjálpini. Somuleiðis hevði tað verið neyðugt hjá starvsfólkunum at arbeitt fleiri vikuskiftir á rað.

Í vikuskiftum veitir Heimatænastan í dag eittans tær alneyðugu tænasturnar. Fyri at starvsfólk skulu fáa frí annað hvørt vikuskifti, krevst eitt minsta tal av starvsfólkum.

Tá minst kravda tal av starvsfólkum verður býtt uppí samlaða tímatalið, eru tað ikki nóg mikið av tímum til, at øll sum ynskja tað kunnu fáa fulla tíð.

4)        Hevur landstýriskvinnan nøkur tøl ella meting av, hvussu nógv starvsfólk ynskja at arbeiða fulla tíð ella fleiri tímar, enn tey fáa?

Kanningar hjá Eldradeplinum í Almannaverkinum vísa, at umleið 80 % av starvsfólkunum ynskja at arbeiða niðursetta tíð. Tað er tó serliga í Suðurstreymoy, at starvsfólk kundu hugsað sær at arbeitt meiri. Tað eru nevniliga umleið helvtin av starvsfólkunum í Suðurstreymoy, ið ynskja at arbeiða niðursetta tíð.           

Í Klaksvík arbeiða tey flestu millum 30 og 36 tímar miðal um vikuna. Kanningar hjá eldradeplinum vísa, at starvsfólkini í økinum eru nøgd við sín setanarbrøk.

Í Eysturoy arbeiða tey flestu millum 25 og 30 tímar í miðal um vikuna. Av 100 starvsfólkum eru bara 9, sum ynskja at arbeiða fulla tíð.

Í Vágum/Norðstreymi arbeiða tey flestu starvsfólkini millum 25 og 32 tímar í miðal um vikuna. Her ynskja bara heilt fá at arbeiða fulla tíð.

Í Suðurstreymi arbeiða tey flestu 35 tímar í miðal um vikuna. Sum áður nevnt, ynskja umleið helvtin av heima- og heilsuhjálparunum at fara upp í fulla tíð.

Á Sandoynni arbeiða  tey flestu millum 25 og 30 tímar í miðal um vikuna. Ein meting frá Heimatænastuni í Sandoynni sigur, at umleið 13 % ynskja at arbeiða fulla tíð.

Í Suðuroy arbeiða tey flestu millum 25 og 30 tímar í miðal um vikuna. Ein meting frá Heimatænastuni í Suðuroynni sigur, at umleið 15-25 % ynskja fulla tíð.

Tey flestu starvsfólk, sum ynskja ein hægri setanarbrøk, fáa sum nevnt høvi at avloysa fyri sjúku og feriu. Oftani er tað soleiðis at hesi hava meirtímar sum svara til ein hægri setanarbrøk.

Í størst møguligan mun, verður tað roynt at ganga ynskjum um hækkan av starvsbrøki hjá starvsfólkunum á møti. Sum omanfyri nevnt, er Almannaverkið í løtuni í eini tilgongd at umskipa tænastuna, sum skal føra við sær at starvsfólk kunnu arbeiða fleiri tímar um dagin (longri vaktir) har hetta letur seg gera.

5)      Hevur landstýriskvinnan ítøkiligar ætlanir um at broyta hesa skipan soleiðis, at starvsfólk hava møguleika at fáa tað tímatal, ið tey ynskja?

Eg haldi at tað er alneyðugt allatíðina at stremba eftir at veita eina so effektiva tænastu sum til ber, soleiðis at vit fáa so nógvar vælferðartænastur fyri skattakrónurnar sum til ber. Tí havi eg eisini heitt á Almannaverkið at bera soleiðis í bandi, at tænastan verður so liðilig sum til ber, bæði í mun til skiftandi tørvin hjá borgarunum, men eisini í mun til starvsfólkaynskir, soleiðis at starvsfólk fáa høvi at arbeiða fulla tíð.

Hendan umskipanartilgongdin, sum eisini er víst á í svarunum omanfyri, fer væntandi at føra við sær, at setanarbrøkurin hjá fleiri starvsfólkum kann fara upp. 

Tá hetta er sagt, so kann eg enn einaferð vísa á, at arbeiði innan tænastuna er soleiðis háttað, at tað er størst tørvur á starvsfólki um morgunin, bæði á eldrabústovnum og úti í heimunum. Aftaná middag minkar virksemið natúrligt og harvið eisini tørvurin á starvsfólki.

Fyri at tryggja, at fíggjarkarmurin røkkur til at nøkta tørvin á tænastum, má virksemið altíð tillagast tørvin. Tí kann Heimatænastan ikki hava líka nógv lønt starvsfólk allar tíðir á degnum.

Málið avgreitt.