Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

56. Lækkandi tímatal í fólkaskúlanum

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Bjørn Kalsø
Spurningur:

Á tingfunbdi 16. apríl 2013 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

  1. Hvør er orsøkin til, at tímatalið í fólkaskúlanum støðugt er lækkað seinastu 3 árini, hóast næmingatalið ikki lækkar samsvarandi?
  2. Hvørjar avleiðingar hevur lækkandi tímatal fyri innihald, valmøguleikar og dygdina í fólkaskúlanum? 
  3. Kann landsstýrismaðurin upplýsa, um tímatali fyri skúlaárið 2013/14 verður lægri enn tímatali í inniverandi skúlaári?
  4. Um ja, hvussu leingi metir landsstýrismaðurin, at fólkaskúlin tolir minkandi tímatal?

Viðmerkingar:

Sambært yvirliti í Skúlablaðnum er tímatalið í fólkaskúlanum støðugt lækkað síðan skúlaárið 2009/2010, hóast næmingatalið nærum hevur staðið í stað. Í 2010 lækkaði tímatalið við 850 tímum um vikuna, í 2011 vóru 200 tímar færri enn í 2010, og í 2012 vóru nærum 300 tímar færri enn í 2011. Samanlagt ein tímaniðurskurður á 1350 tímar um vikuna seinastu 3-4 árini.

Í sama tíðarskeiðið stendur næmingatalið nærum í stað, og ongar, stórvegis, broytingar eru gjørdar í bygnaðinum í fólkaskúlanum. Samstundis eru ymiskar nýggjar uppgávur komnar inn í fólkaskúlan, so sum tvílæraraskipan, arbeiðið við innskúling og arbeiðið at menna lesiførleikan.

Spurningurin er, um fólkaskúlin megnar at liva upp til lógarkrøvini um tímatal, útboð av kreativum lærugreinum og vallærugreinum, sum støðan er við tímajáttanini.

Talið av ársverkum í fólkaskúlanum er eisini minkað, tað eru áleið hálvthundrað færri lærarastørv, samstundis sum tørvurin á eftirútbúgving er vaksandi. Millum annað kann nevnast, at ein nýggjur próvtalsstigi og nýggjar lesiætlanir eru settar í verk seinnu árini.

Hesar broytingar seta nýggj krøv til læraran, og tískil meira tørv á eftirútbúgving og skeiðum. 

Samstundis tykjast sparingarnar í fólkaskúlanum at halda fram. Sambært kørmunum fyri 2014 – 2018 skal fólkaskúlin spara 4,5 milliónir í 2014/15.

Framhaldandi sparingar og lækkandi tímatal seta spurningin, um dygdin í frálæruni ikki lækkar, sum frálíður. Fyri at fáa lýst hesi ivamál verða hesir spurningar settir. 

 

 Á tingfundi 17. apríl 2013 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 7. mai 2013 svaraði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður fyrispurninginum soleiðis:

Svar

Svar 1: Tað eru fleiri viðurskifti, ið gera, at tímatillutanin til fólkaskúlan er lækkað seinastu 3 árini. Grundleggjandi kann tó sigast, at stórsta lækkingin kom í kjalarvørrinum av fíggjarkreppuni, ivaleyst tí at tað hevur verið mett neyðugt at halda aftur í útreiðslunum. Játtanin til fólkaskúlan hevur verið nærum óbroytt hesi árini, men tá ið sáttmálasett eru komin í starv fyri tænastumenn, so hevur hetta havt ein ávísan útreiðsluvøkstur við sær til eftirlønargjøld, sum neyðugt er at leggja upp fyri í samlaðu játtanini til fólkaskúlan.

Tímatalið til undirvísing er lækkað úr 15.007 tímum um vikuna í 2009/10 til 13.753 tímar um vikuna í 2012/13. Samlaða lækkingin hesi árini er 1254 tímar um vikuna.

Men nevnast skal eisini, at næmingatalið lækkaði úr 7.580 í 2004/05 til 6.850 næmingar í 2009/10. Ein samlað lækking í næmingatalinum á 730 børn ella í alt 10%. Sama tíðarskeið hendu broytingar í tímatalinum í skúlanum, soleiðis at fleiri tímar vóru latnir til 1., 2. og 3. flokk, umframt at lutvís tvílæraraskipan var skipað fyri flokkar við fleiri enn 18 næmingum í 1. og 2. flokki. Samstundis vóru eisini munandi fleiri miðfirraðir tímar til serundirvísing tillutaðir skúlunum. Talið av miðfirraðum tímum varð fyrst hækkað úr 11% til 15% av næmingatalinum, men var síðani lækkað aftur í 13%.

Hóast lækkaða næmingatalið á 10% frá 2004, so var tímatalið í 2009/10 umleið 500 tímar hægri um vikuna í mun til í 2004/05. Lækkingin, sum síðani hevur verið, skal eisini fyri ein part síggjast aftur í hesum.

Talið av tímum til 8., 9. og 10. flokk lækkaði í 2010/11, og viðførdi hetta eftir míni sannføring stórar avmarkingar í valmøguleikunum í framhaldsdeildini. Tímatalið gjørdi eg av at hækka nakað aftur árið eftir til 8. og 9. flokk fyri at bøta um støðuna.

Nevnast skal eisini, at tað verður undirvíst í færri skúlum nú samanborið við skúlaárið 2009/10. Talan er um 8 smáar skúlar færri: Funningsfjørð, Tjørnuvík, Gjógv, Sandvík, Hov, Húsavík-Dalur, Funningur og Hest-Koltur. Hetta eru alt skúlar, har læraratímar fyri hvønn næming var høgt. Íalt er tímatalið lækkað um 200 tímar um vikuna av hesi orsøk.

Svar 2: Tá hugsað verður um valmøguleikar hjá næmingum hevur tað serliga verið lækkingin í tímum til framhaldsdeildina, sum var gjørd til skúlaárið 2010/2011, sum hevur havt avleiðingar við sær. Tí tók eg stig til at hækka tímarnar til framhaldsdeildina nakað aftur í skúlaárinum 2011/12. Nakrir skúlar hava eisini skipað 10. flokkarnar í størri eindir, sum hevur havt við sær fleiri valmøguleikar hjá næmingunum.

Hóast tað sjálvsagt hevði verið ynskiligt við hægri játtanum til fólkaskúlan og hóast skerjingarnar, sum hava verið, so lýkur skúlin kortini lógarkrøvini um tímatal, útboð av kreativum lærugreinum og vallærugreinum.

Svar 3 og 4: Tímatalið verður ikki lægri í 2013/14 enn í hesum skúlaári. Tímatillutanin í 2013/14 verður við støði í næmingatalinum tann 1. februar 2013 13.797 læraratímar um vikuna, sum eru 44 tímar fleiri enn í hesum skúlaári. Skúlar senda endaligt næmingatal til Mentmálaráðið tann 1. september, og verður tímatillutanin til teir ymisku skúlarnar tillagað tá.

Fylgiskjal

Málið avgreitt