Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

3. Kunngerð um røktarheim og eldrasambýli

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Annika Olsen
Spurningur:

Á tingfundi 10. september 2013 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

 

1)               Hvat er grundgevingin fyri at gera felags upptøkunevndir til røktarheim og sambýlir?

2)               Hvørji atlit eru tikin til tær kommunur, ið hava gjørt íløgur í røktarheim í mun til tær kommunur, ið ikki hava raðfest øki í sama mun?

3)               Er tað rímiligt, at tær kommunur, ið hava gjørt stórar íløgur, kunnu koma í ta støðu, at tær framvegis skulu gjalda íløgurnar, meðan aðrar kommunur hava ræðið á, hvussu íløgan verður umsitin?

4)               Hevur landstýriskvinnan umhugsað eina skipan, har kommunurnar ikki bert hava felags upptøkunevnd, men eisini í felag gjalda íløguna?

5)               Er tað í samsvari við kommunustýrislógina, at skattapeningurin hjá borgarum í einari kommunu verður nýttur til at gjalda fyri, at borgarar í eini aðrari kommunu fáa atgongd til nakrar tænastur?

6)               Hetta at kommunur skulu valda uttan mun til, um tær gjalda, verður tað leisturin, ið nýttur verður í sambandi við, at eldraøkið verður lagt út?

Viðmerkingar:

Kunngerðin um eldrarøkt, ið er lýst at koma í gildi tann 1. september 2013, skipar landið í 6 økir, ið skulu hava felags upptøkunevnd til eldrasambýlir og ellis- røktarheim í økinum. Upptøkunevndin tekur avgerð um upptøku á røktarheimi, ellisheimi, heimi fyri minnisveik og eldrasambýli.

Upptøkunevndir verða valdar fyri 4 ár í senn, og skulu kommunurnar í økinum velja 3 umboð, hini umboðini eru avvarðandi økisleiðari fyri Almannaverki, visitator, leiðarin á røktarheiminum og ein kommunulækni. Semjast kommunurnar í økinum ikki um at velja umboð í upptøkunevndina, verður atkvøðugreiðsla, har hvør kommuna fær atkvøðutal sambært fólkatalinum í kommununi.

Tað kann vera skilagott at skipa landið í økir og hava samskipaða upptøku til røktarplássini í økinum, tá ið talan er um at fáa ein skilagóðan rakstur av eldraøkinum. Ein annar spurningur er tó íløgusíðan. Tað er ógvuliga ymiskt, hvussu kommunurnar hava raðfest íløgur í eldraøkið.

Nakrar kommunur, sum t.d Eysturkommuna og kommunurnar í syðru helvt av Suðuroynni, hava gjørt stórar íløgur í røktarheim og sambýlir við tí fyri eyga at verða førar fyri at geva teirra eldru borgarum eina góða røkt. Aðrar kommunur hava sæð eldraøkið sum eitt landsmál burturav og hava tí ikki gjørt stórvegis íløgur í eldraøkið, men hava ístaðin raðfest onnur økir sum t.d havnarløg, barnaansing og/ella skúla.

Fyri borgarar í teimum kommunum, sum hava gjørt stórar íløgur í eldraøkið, fær kunngerðin ta avleiðing, at teir framvegis skulu gjalda íløguna, men hava onga trygd fyri, at teir fáa ágóðan av henni. Hetta setir eisini kommunurnar í eina løgna støðu, tí tær, uttan at vita tað frammanundan, hava gjørt íløgur til borgarar, ið ikki búgva í teirra kommunu.

Avleiðingin av at seta áðurnevndu kunngerð í gildi kann elva til misljóð ímillum kommunur og kemur ikki at virka eggjandi fyri kommunur at leggja saman í størri eindir. Landsstýrið hevur higartil havt sum mál at leggja eldraøkið út til kommunurnar at umsita frá 1. januar 2014. Júst nú hevur landsstýriskvinnan tó boðað frá, at ætlanin er seinkað nakað. Tað virkar ørkymlandi, at kunngerðin um ellisheim og sambýlir verður sett í verk bert 4 mánaðir, áðrenn kommunurnar, eftir ætlan samgongunnar, skuldu yvirtaka eldraøkið. Landsstýriskvinnan hevur áhaldandi ført fram, at orsøkin til, at ongar broytingar eru gjørdar í bygnaðinum innan eldraøkið, er, at kommunurnar sjálvar skulu avgera og skipa framtíðar bygnaðin á eldraøkinum. Tí er tað ikki samsvar ímillum útsagnir og tað, ið verður framt í verki viðvíkjandi eldraøkinum.

Á tingfundi 11. september 2013 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 23. oktober 2013 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

1)      Hvat er grundgevingin fyri at gera felags upptøkunevndir til røktarheim og sambýlir?

Orsøkin til at tað er neyðugt at seta í gildi nýggja kunngerð um røktarheim og sambýli er fyrst og fremst, at tað yvirskipað er tørvur á betri skipaðum viðurskiftum innan eldrarøktina. Hetta ger seg serliga galdandi, tá tað snýr seg um upptøkumannagongdirnar, sum við nýggju kunngerðini verða samskipaðar og betri fakliga grundaðar. Kunngerðin skal yvirskipað síggjast sum ein liður í ætlanini at skapa eina betri og meiri einsháttaða eldrarøkt kring landið.

Í samgonguskjalinum er ásett, at upptøkureglurnar til dagtilhald, eldrasambýlið og røktarheim skulu samskipast. Ein av høvuðsbroytingunum við nýggju kunngerðini er nettupp, at upptøku­mannagongdin verður umskipað soleiðis, at ein felags upptøkunevnd verður skipað fyri hvørt øki undir heimarøktini, sum tekur avgerð um upptøku á røktarheimi og eldrasambýli.

Orsøkin til at tað er neyðugt at broyta upptøkumannagongdina er, at tað seinastu árini er vorðið alsamt meira greitt, at støðan við vantandi reguleringum á økinum ikki er nøktandi. Í dag er tað nærum ómøguligt at fáa eina samlaða mynd av, hvussu upptøkan til røktarheimini virkar í verki, tí stórt sæð hvørt einstakt røktarheim hevur havt sínar egnu mannagongdir, meðan Almannaverkið á summum heimum hevur havt lítla ávirkan á upptøkuna. Hetta hevur við sær, at tænastustøðið kring landið verður sera ymiskt. Við at savna og samskipa upptøkuna til bú- og dagtilboð innan eldrarøktina, verður gjøgnumskygnið í skipanini størri, og møguligt verður at fáa eitt meiri álítandi yvirlit yvir tørvin innan eldrarøktina kring landið. Harafturat merkir broytta upptøkumannagongdin, at raksturin verður meiri skynsamur og at tørvsmetingin verður betri fakliga grundað.

Samsvarandi upptøkutreytir fyri alt landið førir við sær, at tað í størri mun er røktartyngdin hjá einstaka borgaranum, sum verður avgerandi fyri, hvør fær búpláss, samstundis sum betri stýring verður á visiteringini til tær ymisku tænasturnar, sum liggja í økinum. Hetta skuldi verið viðvirkandi til, at eldrarøktin eisini kann gerast meira rationel, og at borgarin fær eina betri og meiri gjøgnumskygda tænastu, m.a. við at hann fær eina hurð til tænasturnar, og ikki skal venda sær til ymsu heimini, kommunurnar og Almannaverkið, tá tað snýr seg um búpláss innan eldrarøktina.

Harafturat hava felags upptøkunevndir tann fyrimun, at tað verður møguligt at hava eina felags skráseting av umsóknum. Fyri borgaran merkir hetta, at hann sleppur undan at standa á fleiri bíðilistum, og fyri myndugleikarnar merkir tað eitt betri hagtalsgrundarlag (t.e. um bíðilistar, tørv o.a.) og harvið eitt gott stýringsamboð á økinum.

Við tað at kunngerðin er ein roynd at skapa eina meiri einsháttaða, greiðari og meiri gjøgnumskygda eldrarøkt, er kunngerðin eisini ein fyrireiking og eitt stýringsamboð í sambandi við ætlanina at leggja eldrarøktina til kommunurnar at umsita. Millum annað við nýggju upptøkumannagongdunum skapar kunngerðin grundarlag fyri, at kommunurnar fáa eitt meiri javnt útgangsstøði, tá tær skulu yvirtaka eldrarøktina. Tað er hinvegin onki sum forðar kommununum at leggja tænastuna øðrvísi til rættis, tá eldrarøktin er vorðin kommunalt málsøki.

2)      Hvørji atlit eru tikin til tær kommunur, ið hava gjørt íløgur í røktarheim í mun til tær kommunur, ið ikki hava raðfest øki í sama mun?

Tað er beinleiðis ásett í § 13 í kunngerðini, at borgarar sum eru fastbúgvandi í kommununi, har heimið liggur, hava framíhjárætt til upptøku á røktarheim ella eldrasambýli í kommununi.

Til tess at lúka treytirnar fyri upptøku, skal borgarin tó sambært kunngerðini §§ 1 og 4, hava “ellisbrek ella varandi sjúku, og tørv á røkt alt samdøgrið” hvat røktarheimi viðvíkur, og hvat sambýlum viðvíkur, skal borgarin hava “ellisbrek ella varandi sjúku, og sum hevur tørv á hjálp í tí dagliga”. 

Borgarar í teimum kommunum, sum hava gjørt íløgur í røktarheim, hava sostatt framvegis fyrsta rætt til búpláss í kommununi og koma sostatt altíð framum ein borgara í aðrari kommunu, sum ikki hevur gjørt íløgu í røktarheim.

Somuleiðis er ásett í kunngerðini, at í teimum førum, har borgarar, sum ikki hava bústað í kommununi, flyta inn á eldrasambýlið ella røktarheim, skal avvarðandi kommuna skrivliga vátta at rinda ein part av útreiðslunum av húsinum. Um kommunurnar ikki semjast um hetta gjaldið, verður tað sambært kunngerðini, ásett av landsstýrismanninum. Sostatt tekur kunngerðini eisini fíggjarlig atlit til tær kommunur, sum hava gjørt íløgur í røktarheim, eftirsum hesar verða hildnar skaðaleysar við gjaldi frá kommununi, sum varðar av borgaranum.

3)      Er tað rímiligt, at tær kommunur, ið hava gjørt stórar íløgur, kunnu koma í ta støðu, at tær framvegis skulu gjalda íløgurnar, meðan aðrar kommunur hava ræðið á, hvussu íløgan verður umsitin?

Landið rindar allan raksturin av røktarheimunum, tí meti eg tað er rímuligt at landið hevur yvirskipaðu umsitingina um hendi, hvat tænastuni viðvíkur, so leingi landið hevur ábyrgdina.

Hvat sjálvari íløguni viðvíkur, er tað framhaldandi soleiðis, at tær kommunur, sum hava gjørt íløguna hava umsitingina av íløguni og bygninginum um hendi. Á eldrasambýlum, sum kommunur hava latið bygt rindar kommunan fyri raksturin av bygninginum umframt náttarvaktina. Gjaldskipanin er soleiðis á eldrasambýlinum, at kommunurnar afturfyri fáa vistargjald á 3.655 kr. um mánaðin frá hvørjum búfólki.

Arbeitt verður við at gera tillagingar í kunngerðini, sum m.a. hava við sær, at kommunurnar fáa styrkta umboðan í upptøkunevndunum, sum taka avgerð um upptøkuna á røktarheiminum og eldrasambýlinum. Sostatt hava kommunurnar eisini ávirkan og innlit í, hvussu upptøkan á ymsu heimunum kemur at fara fram.

4)      Hevur landstýriskvinnan umhugsað eina skipan, har kommunurnar ikki bert hava felags upptøkunevnd, men eisini í felag gjalda íløguna?

Ja, hetta er ein loysn, sum hevur verið umrødd í samband við tilgongdina at leggja eldrarøktina til kommunurnar at umsita. Hetta er tó ein samráðingarspurningur við ymsu kommunurnar, sum í útleggingartilgongdini fara at fáa høvi at koma við teirra egna boði uppá, hvussu tær síggja fyri sær, at ognarviðurskiftini í ymsu økjunum eiga at vera handfarin.

5)      Er tað í samsvari við kommunustýrislógina, at skattapeningurin hjá borgarum í einari kommunu verður nýttur til at gjalda fyri, at borgarar í eini aðrari kommunu fáa atgongd til nakrar tænastur?

Sum tað verður nevnt í svarinum til spurning 3, hava fastbúgvandi í kommununi har heimið liggur fyrsta rætt til upptøku á røktarheimi og eldrasambýli. Somuleiðis er ásett í kunngerðini § 13, stk. 2: “Eru fleiri kommunur ánarar av einum røktarheimi ella sambýli, hava fastbúgvandi úr ánarakommunum fyrsta rætt til upptøku.”

At enda er sum nevnt ásett í kunngerðini, at kommunurnar skulu gera skrivliga avtalu um gjald, um borgari úr aðrari kommunu flytur inn á røktarheim, soleiðis at eigarakommunan verður hildin fíggjarliga skaðaleys í mun til íløguna. Tað er tí ikki galdandi, “at skattapeningurin hjá borgarum í einari kommunu verður nýttur at gjalda fyri, at borgarar úr aðrari kommunu fáa atgongd til nakrar tænastur.”

Tískil er onki í kunngerðini, sum er í stríð við kommunustýrislógina.

6)      Hetta at kommunur skulu valda uttan mun til, um tær gjalda, verður tað leisturin, ið nýttur verður í sambandi við, at eldraøkið verður lagt út?

Ein av høvuðstrupulleikunum innan eldrarøktina í dag er, at gjald og vald nettupp ikki fylgjast at. T.e. at landsmyndugleikin rindar stórt sæð allan raksturin innan eldrarøktina, men í fleiri førum hevur sami myndugleiki ikki altíð ávirkan á, hvussu tænastan verður løgd til rættis, hvørki hvat upptøku, starvsfólkaviðurskiftum ella tænastu viðvíkur. Endamálið við at leggja eldrarøktina til kommunurnar at umsita er, at fáa greiðu á hesum ógreiðu myndugleikaviðurskiftunum, sum í alt ov stóran mun hava darvað menning og skynsemi innan eldrarøktina. Eftir at eldrarøktin verður kommunalt málsøki burturav, verður tað sami myndugleiki sum rindar fyri tænastuna, sum leggur tænastuna til rættis. 

Málið avgrett.