Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

22. Ansingarsamsýning og rættindi hjá teimum, sum ansa fólki millum 18 og 67 ár heima

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Sirið Stenberg og Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Annika Osen
Spurningur:
 Á tingfundi 25. februar boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1.      Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at broyta kunngerðina um ansingarløn, so møguleiki verður at søkja ansingarløn hjá fólkum, sum ansa teimum, sum eru millum 18 og 67 ár?

2.      Um ja, nær verður henda broyting framd?

3.      Hvørjar eru treytirnar til, hvør kann virka sum stuðul?

4.      Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka fyri at tryggja rættindini í ST-sáttmálanum fyri henda málbólk og avvarðandi teirra frameftir?

5.      Hvussu verður við skipanini við ansingarløn, tá ið hon verður løgd út til kommunurnar saman við eldraøkinum?

Viðmerkingar
Undirritaðu spyrjarar settu á tingfundi 29. januar 2014 fram munnligar spurningar um ansingarsam­sýning og rættindi í hesum sambandi, tá ið fólk millum 18 og 67 ár verða ansað heima. Svarið hjá landsstýriskvinnuni tann dagin var ikki so greitt, og hevur ført til nýggjar spurningar.

Grundin fyri spurninginum var tann, at tað alment hevði verið víst á, at familjur, sum varða av fólki við menningartarni, hava rent seg í trupulleikar við at fáa ansingarløn, ella aðra kompensatión fyri at ansa sínum heima.

Víst var á, at eingin heimild er í kunngerð at veita ansingarløn til fólk millum 18 og 67, og at hetta er orsøkin til, at ávísar familjur nú eru í tí støðu, at tey ikki hava havt annað enn røktarviðbót at liva av í áravís.

Familjur, sum ansa sínum heima, og harvið ikki fáa verið á arbeiðsmarknaðinum, fáa sostatt onga nøktandi inntøku/eftirløn.

Landsstýsiskvinnan hevur heimild at gera kunngerðir, og kann sostatt broyta kunngerðina. Tì er spurningurin, um landsstýriskvinnan er sinnað at broyta kunngerðina, og hvørji stig landsstýris­kvinnan annars metir neyðug fyri henda málbólk, so vit liva upp til ST-sáttmálan um rættindini hjá fólki sum bera brek, vísandi til millum annað greinina í ST-sáttmálanum niðanfyri:

“(x) eru sannførd um, at familjan er natúrliga og grundleggjandi eindin í samfelagnum, og hon hevur krav um at verða vard av samfelagnum og ríkinum, og at fólk, ið bera brek, og familjur teirra eiga at fáa neyðuga verju og hjálp at gera sítt til, at fólk, ið bera brek, til fulnar og javnbjóðis øðrum kunnu brúka síni rættindini,”

Somuleiðis var í tingviðgerðini víst á, at tað er trupult hjá avvarðandi at fáa loyvi til at vera stuðul hjá sínum nærmastu. Hetta kann undra, tí at í lógarverkinum sær ikki út til at vera nøkur forðing fyri hesum.

Landsstýriskvinnan vísti á, at atlitið til brúkaran var eisini tengt at at veita nøktandi pædagogiskt, ella virknistilboð. Spyrjararnir duga ikki at síggja nakra andsøgn í at veita eitt nøktandi virknistil­boð, samstundis sum avvarðandi er stuðul. Støðan og tørvurin hjá tí einstaka borgaranum má vera tað alt avgerandi fyri, hvør best er skikkaður at loysa uppgávuna sum stuðul, og henda uppgáva kann væl loysast av avvarðandi, samstundis sum brúkarin fær eitt mennandi virknistilboð aðra­staðni, um tað er best fyri brúkaran.

Sambært lógaruppskotunum um at leggja eldraøki út til kommununnar, er ætlanin at henda skipan skal fylgja við, og at tað tí frameftir verða kommunurnar, ið koma at umsita hesa skipanina. Hetta var eisini svarið, landsstýriskvinnan gav spyrjarunum, tá ið munnligir fyrispurningar vóru. Tí er tað áhugavert at fáa at vita, hvussu landsstýriskvinnan ætlar at tryggja sær, at henda skipan kemur at virka til fulnar, eftir at hon er løgd út til kommunurnar.

 Á tingfundi 26. februar 2014 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:

Á tingfundi 4. apríl 2014 svaraði Annika Olsen, landsstýriskvinna, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

1: Hevur landsstýriskvinnan ætlanir um at broyta kunngerðina um ansingarløn, so møguleiki verður at søkja ansingarløn hjá fólkum, sum ansa teimum, sum eru millum 18 og 67 ár?

Eg havi umhugsað ymsar loysnir fyri, hvussu vit kunnu stuðla teimum, sum eru um tey, sum hava tørv á røkt og ansing, og sum eru yngri enn 67 ár. Ein møguleiki er, sum sipað verður til í hesum spurninginum, at broyta kunngerðina um ansingarsamsýning soleiðis, at heimild eisini verður til, at tann ansaði kann vera yngri enn 67 ár. Sum víst verður á í viðmerkingunum til spurningin, hava vit í dag røktarviðbótina í pensjónslógini, sum eisini er ein skipan, sum hevur til endamáls at stuðla teimum, ið hava tørv á røkt og ansing. Ein høvuðsmunur er, at ansingarsamsýningin verður veitt til ansaran, meðan røktarviðbótin verður veitt til tey, sum hava tørv á varandi røkt og støðugari umsjón, soleiðis at hesi kunnu samsýna øðrum fyri at ansa sær.

Ein annar høvuðsmunur er støddin á sjálvari veitingini. Ansingarsamsýningin svarar til miðal fyritíðarpensjón fyri støk (men í mun til fyritíðarpensjónina, er ansingarsamsýningin fult skattskyldug). Ansingarsamsýningin er umleið 7.300 kr. um mánaðin eftir skatt og gjøld, meðan røktarviðbótin, sum ikki er skattskyldug, er gott 6.000 kr. um mánaðin. T.v.s. ein munur á umleið 1.300 kr. um mánaðin. Tað er ikki gjørligt at móttaka ansingarsamsýning og røktarviðbót samstundis.

Ein orsøk til at eg umhugsi aðra loysn enn at broyta kunngerðina um ansingarsamsýning er tí, at eldraøkið verður flutt til kommunurnar at umsita 1. januar 2015. Ansingarsamsýningin er ein partur av tilboðunum á eldraøkinum, og tí verður ansingarsamsýningin flutt við til kommunurnar. Eg eri tí farin at kanna møguleikarnar at hækka røktarviðbótina, soleiðis at ansingarsamsýning og røktarviðbót verður áleið sama upphædd eftir skatt og gjøld.

Ein ógiftur persónur við hægstu fyritíðarpensjón, og sum fær røktarviðbót, fær við verandi skipan útgoldið umleið 19.000 kr. um mánaðin eftir skatt og gjøld. At broyta røktarviðbótina soleiðis, at hon eftir skatt svarar til ansingarsamsýning hevði so merkt, at fyritíðarpensjónisturin fær útgoldið umleið 20.300 kr. um mánaðin.

Spurningin um fíggjarliga at javnseta fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar, sum hava tørv á ansing, eri eg sinnað at taka upp í landsstýrinum og soleiðis betra um korini hjá teimum, sum eru um tey, sum tørva røkt og ansing. Tað skal tó nevnast, at spurningurin er meira víðfevndur enn bert at broyta eitt aldursmark í eini kunngerð ella at hækka røktarviðbótina, tí í lóggávuni er samband er millum veitingarnar og rættin til annan stuðul so sum heimahjálp og stuðulstænastur o.a., sum atlit eisini skal takast til.

2: Um ja, nær verður henda broyting framd?

Av tí at lógin um ansingarsamsýning verður løgd til kommunurnar at umsita, hevur landsstýriskvinnan ikki í hyggju at broyta ta lógina. Men um so er, at eg fái politiska undirtøku fyri tí, so er ætlanin at broyta lógina um áseting og javning av almannaveitingum soleiðis, at røktarviðbótin hækkar áleið til støðið á ansingarsamsýning. Miðja verður eftir, at tann broytingin fær gildi 1. januar 2015.

3. Hvørjar eru treytirnar til, hvør kann virka sum stuðul?

Stuðulsfólkaskipanin er skipað sambært kunngerð nr. 116 frá 19. desember 2006 um stuðulsfólk til persónar við serligum tørvi, ið búgva heima.

Stuðlar eru settir í starv í Trivnaðardeplinum hjá Almannaverkinum. Hesi størv verða sum onnur størv  lýst leys. Út frá eini samlaðari meting verður best skikkaði umsøkjarin settur í starvið.

Krøv til stuðlar er í fyrsta lagi faklig útbúgving, oftast sum námsfrøðingar, ella at teir hava námsfrøðiliga ella heilsufakliga útbúgving.

Teir stuðlar, sum Trivnaðardepilin setur í starv, hava ofta fleiri ymiskar uppgávur og eisini kann væntast, at tey skulu arbeiða í toymum. Hetta er í tráð við ynskið um at kunna veita fulltíðarstørv til starvsfólk. Um avvarðandi at einum brúkara verður settur sum stuðul, kunnu tey sostatt vænta, at tey eisini skulu vera stuðul hjá øðrum enn tí avvarðandi. Eisini tilskilar

Almannaverkið sær rættin, sum tann sum veitur tænastuna og sum arbeiðsgevari, at áseta og leiða arbeiðið.

Stuðulsfólkaskipanin var í síni tíð sett á stovn fyri at koma burtur frá, at tað vóru avvarðandi, sum vóru sett sum stuðlar. Hetta tí tað vísti seg at kunna hava óhepnar avleiðingar, m.a. við manglandi eftirliti.

ST sáttmálin ásetur, at myndugleikar skulu taka atlit at rættindi hjá borgarum, og at hetta skal síggjast aftur í lógum og fyriskipanum, sum myndugleikin virkar eftir - eisini í mun til tænastur, sum borgarin hevur rætt til og tørv á. Tað eru hesar ásetingar, Trivnaðardepilin ynskir at liva upp til við at hava eina skipan, sum í størst møguligan mun kann tryggja, at sjálvsavgerðarrætturin hjá borgarum, sum fáa tænastu, verður virdur, eins og  at tænastan kann vera á einum ávísum fakligum, professionellum og etiskum støði.

4. Hvørji stig fer landsstýriskvinnan at taka fyri at tryggja rættindini í ST-sáttmálanum fyri henda málbólk og avvarðandi teirra frameftir?

Setti spurningurin er so mikið breiður, at eg vil loyva mær at svara honum í tí samanhangi, hann er settur.

At tryggja rættindini í ST-sáttmálanum fyri hendan málbólkin er eitt áhaldandi arbeiði. Hetta skal gerast fyrst og fremst við at útvega teimum nøktandi bústað og betra stuðulstænastur ella aðrar tænastur, sum kunnu viðvirka til, at fólk við serligum avbjóðingum í størst møguligan mun kunnu liva eitt so sjálvstøðugt lív sum tilber.

Tað er tískil umráðandi, at tær tænastur, ið landið veitir, tryggja rættin til eitt sjálvstøðugt og virkið lív, og at sjálvsavgerðarrætturin hjá hvørjum einstakum verður virdur.

Tað skal ikki vera neyðugt hjá avvarðandi og øðrum at noyðast av arbeiðsmarknaðinum, tí landið ikki kann útvega eitt nøktandi bústað ella at tænastan, sum landið hevur at bjóða, ikki nøktar tørvin hjá borgaranum. Tað skal heldur ikki vera neyðugt hjá fólki við serligum avbjóðingum, at búgva heima og noyðast at taka ímóti hjálp frá avvarðandi. Tað er umráðandi, at ein og hvør skipan tryggjar neyðuga javnvág ímillum rætta og nøktandi tænastu og sjálvsgerðarrætt borgarans soleiðis at viðkomandi hevur frælsi at mennast og liva eitt sjálvstøðugt lív.

Vit hava seinnu árini brúkt nógva orku upp á at betra um karmarnar hjá fólki við serligum avbjóðingum, men vit eru sum kunnugt ikki komin á mál við hesum enn.

Annar partur í máli okkara at liva upp til rættindini í ST-sáttmálanum er at tryggja borgarunum nøktandi fíggjarlig kor, og tað havi eg sum nevnt ætlanir at bøta um, soleiðis at fólk, sum ansa ávikavist fólkapensjónistar og fyritíðarpensjónistar verða javnsett fíggjarliga.

5. Hvussu verður við skipanini við ansingarløn, tá ið hon verður løgd út til kommunurnar saman við eldraøkinum?

§ 12, stk. 1 í uppskoti til løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. ásetur, at kommunurnar kunnu taka avgerð um at veita fólki samsýning, sum átaka sær at ansa fólkapensjónisti heima, sum hevur tørv á støðugari røkt og hjáveru.

Í dag er skipanin við ansingarsamsýning ein lógarbundin játtan, men sbr. § 21, stk. 2 í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. verður løgtingslóg nr. 64 frá 5. juni 1984 um samsýning fyri at ansa eldri og óhjálpnum heima, sum seinast broytt við løgtingslóg nr. 52 frá 28. apríl 2000 avtikin.

Eftir umskipanina, verður skipanin við ansingarsamsýning ein av mongum tænastuveitingum, sum kommunurnar/samstørvini kunnu velja at seta í verk fyri at lúka endamálið við lógini. Ásetingin í § 12, stk. 1 er sostatt orðað sum ein heimild hjá kommununum at seta á stovn ávísa tænastu, uttan at hetta er eitt krav.

Í § 12, stk. 1 í uppskoti til løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m. hevur landsstýriskvinnan heimild til, í samráð við kommunurnar, at áseta nærri reglur fyri, hvussu skipanin viðvíkjandi ansingarsamsýning verður umsitin. Í viðmerkingunum til § 12, stk. 5 stendur, at endamálið við hesari heimild er at áseta nærri reglur um,

 

·        hvussu skipanin skal umsitast av kommununum,

·        hvat grundarlag avgerðirnar skulu hvíla á, og

·   hvørjar treytir ávikavist ansari og tann, sum verður ansaður, skulu lúka fyri at verða fevndir av skipanini.

Farið verður undir at skriva hesa kunngerð í samráð við kommunurnar, tá ið lógaruppskotið er samtykt.

Málið avgreitt