Orðaskifti beinleiðis

Leiting

Løgtingstíðindi

23. Serlæknar í heilsuverkinum

« Aftur


Orðaskifti

 

Spyrjari: Eyðgunn Samuelsen
Svarari: Karsten Hansen
Spurningur:

Á tingfundi 4. mars 2014 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

  1. Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin í arbeiðinum at gera eina serlæknaplan­legging fyri Heilsuverkið?
  2. Nær kann Løgtingið fáa nakað at vita um, hvussu sjúkrahúsini skulu tengjast afturat tí fyriliggjandi uppskotinum um heilsunýskipan?
  3. Fyriliggur nøkur strategi um, hvussu sjúkrahúsini skulu arbeiða við at fáa fleiri ser­læknar til tey økini, sum eru undirmannað?


Viðmerkingar:
Nú um dagarnar frættist, at sera long og ótolandi bíðitíð er hjá føroyskum kvinnum at koma fram at hjá serlækna í kvinnusjúkum, um so er, at talan ikki er um bráðfeingisviðgerð. Hetta kann tó verða viðgerð av trupulleikum, sum hava sera darvandi árin á lívsgóðskuna hjá hesum kvinnum. Høvuðsorsøkin til hetta er manglandi serlæknar á økinum. Hetta er ikki nakað nýtt, tí longu í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk frá 2007 var m.a. víst á, at júst gynækologi, var eitt av teimum økjum, sum serliga manglaði serlæknar. Tað kom fram í fjølmiðlunum nú um dagarnar, at tað allarhelst átti at verið 5 serlæknar í gynækologi, men bert tvey størv eru sett og onkur fastur vikarur í triðings starvi. Men tað kom eisini fram, at umframt at tað er torført at fáa serlæknar, so er tað eisini talan um ein fíggjarligan spurning, nú sjúkrahúsverkið er fíggjarliga skorið. Hetta skal væl skiljast soleiðis, at t.d. Landssjúkra­húsið ikki hevur pening til at seta fleiri serlæknar á økinum sum dekkar alt landið, um so er, at møguligt skuldi verið at fingið onkran. Sostatt kann heldur ikki gerast nakað munagott arbeiði fyri at finna fleiri læknar, tí eingin peningur er at løna teimum við. Soleiðis verður økið fasthildið í eini støðu, har arbeiðsviðurskiftini gera, at eingin vil søkja.

Sum nevnt, var tað longu í álitinum um framtíðar sjúkrahúsverk gjørt vart við hendan trupulleika, og fleiri ferðir hevur Løgtingið fingið at vita, at arbeitt verður við planlegging av serlæknamanningini á teimum trimum sjúkrahúsinum. Tann 16. apríl í fjør svaraði lands­stýris­maðurin, Karsten Hansen, einum fyrispurningi um nakað sama evni, at: “Skjøtul er settur á arbeiðið við eini heilsunýskipan, har virksemið í heilsuverkinum skal endurskoðast við tí endamáli at gera neyðugar umskipanir innan verkið, soleiðis at ein meira skynsom nýtsla verður av tilfeinginum í heilsuverkinum”. Og víðari í sama svari var sagt: “Ein liður í hesum arbeiði er at gera eina serlæknaplanlegging. Tað vil siga, at tað skal gerast ein ætlan fyri, hvørji serlæknaøki natúrliga eru partur av føroyska heilsuverkinum, og hvat føroyska heilsuverkið eigur at keypa av tænastum uttanlands”

Tá uppskotið um heilsunýskipan varð lagt fyri tingið, var als einki nevnt um skipan av sjúkrahúsunum sum partur av heilsuverkinum, og tá sóknast varð eftir hesum, varð víst á at hetta fór at koma seinni.

Einki er komið fram um tað arbeiðið, sum skuldi gerast við serlæknaplanleggingini, og tí má spyrjast eftir, hvat hendir á hesum økinum, og um landsstýrismaðurin nú kann siga nakað um, hvussu hann hugsar sær sjúkrahúsini sum partur av heilsuverkinum - og hvørjar ætlanir eru við serlæknamanningini.

Tað kom eisini fram í fjølmiðlunum, at tað neyvan er nóg mikið at søkja eftir serlæknum, um arbeiðsviðurskiftini, sum bjóðast kunnu, ikki eru nøktandi. Í fleiri av grannalondunum er eisini trupulleiki at fáa serlæknar í útjaðaranum, men her verður fleiri staðni arbeitt rættiliga miðvíst við eini strategi um, hvussu hetta skal eydnast betur, og tí kundi verið áhugavert at fingið at vita, um tað er gjørd nøkur yvirskipað strategi, antin í Heilsumálaráðnum ella av sjúkrahúsunum, um, hvussu tey kunnu fáa fleiri serlæknar at koma hendan vegin - ella um tað er meiningsleyst arbeiði, tá sjúkrahúsini eru skorin so mikið nógv, at tey ikki hava pengar til at seta fleiri serlæknar.

Á tingfundi 7. mars 2014 var uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

 

Svar:

Á tingfundi 4. apríl 2014 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:

Svar:

1.   Hvussu langt er landsstýrismaðurin komin í arbeiðinum at gera eina serlækna-plan­legging fyri Heilsuverkið?

Í tilgongdini at orða frágreiðingina um heilsunýskipanina, sum var til aðalorðaskifti í november í fjør, varð vald ein nýggj heilsupolitisk kós. Ein kós, sum byggir á ta einføldu grundsúlu at geva føroyingum betri møguleika at liva eitt heilsugott lív uttan sjúku.

Frágreiðingin um nýskipanina var m.a. eitt úrslit av eini umfatandi hoyringstilgongd. Hoyringin fevndi um hoyringsfundir við knappar 40 áhugabólkar og fakfeløg, eina innbodna skrivliga hoyring fyri myndugleikar og stovnar, umframt eina almenna hoyring, har øll, sum høvdu áhuga fyri heilsuverkinum, høvdu høvi at gera sínar viðmerkingar til eina nýskipan á heilsuøkinum.

Í høvuðsheitum snýr heilsunýskipanin seg um, at heilsuverkið skal hava ein størri fyribyrgjandileiklut. Dentur skal leggjast á at skipa fyri heilsuátøkum, sum forða fyri, at fólk gerast sjúk, og ikki einans fokusera upp á at viðgera fólk, sum longu eru vorðin sjúk. Tí setur nýskipanin serligt fokus á at seta í verk fyribyrgjandi átøk og at styrkja primera geiran. Hetta var eitt tilvitað val, fyri at seta fokus á og fáa framt neyðugar broytingar í primera geiranum, sum alt ov lítil orka er brúkt upp á seinastu árini í Føroyum.  

 

Tá ið landsstýrismaðurin leggur fram nýskipanir ella broytingarætlanir, verður samstundis raðfest, at tær skulu fremjast í verki. Tí er tað í fyrsta hálvári 2014 raðfest, at serligt fokus verður sett á at fremja tey átøk, sum eru umrødd í heilsunýskipanini, umframt onnur fyribyrgjandi tiltøk. Sum dømir kunnu nevnast, at tað í løtuni verður arbeitt við at umskipa Deildina fyri arbeiðs- og almannaheilsu til ein nýggjan Fólkaheilsustovn undir Heilsumálaráðnum. Eisini er skjøtul settur á arbeiðið at skipa heilsudeplar í Føroyum – fyrsti depil verður eftir ætlan skipaður í næstum. Harumframt verður arbeitt við at orða uppskot til lóg um endurvenjing, sum skal geva føroyingum ein lógartryggjaðan rætt til endurvenjing. Eisini er settur ein arbeiðsbólkur til at fyrireika eina heilivágsgjøgnumgongd fyri eldri enn 65 ár, sum taka fleiri enn 5 ymisk sløg av heilivági. Umframt hetta, er eisini gongd sett á arbeiðið at framleiða eina rúsdrekka- og rúsevnisheildarætlan við uppskotum um ítøkilig átøk, sum skulu gjøgnumførast árini 2015 – 2020.

Við øðrum orðum verður tann avmarkaða orkan, sum er í Heilsumálaráðnum fyrsta hálvár 2014, serliga brúkt til at fáa sett átøkini í heilsunýskipanini í verk. samstundis er eisini skjøtul settur á arbeiðið at umskipa sjúkrahús- og serlæknavirksemið í Føroyum. Tað er komið eitt tilmæli frá stýrisbólkinum fyri krabbameinsøkið um at seta eina royndarverkætlan í verk á sjúkrahúsøkinum innan urologi. Hendan skipan byggir á eina tvørgangandi skipan, ið verður samskipað millum sjúkrahúsini, har allir sjúklingar í Føroyum við urologiskari onkologi (krabbamein) verða ávístir til viðgerð umvegis ein ábyrgdarhavandi yvirlækna. Hetta fyri at tryggja eina so javna góðsku sum gjørligt og fyri at økja um tryggleikan hjá sjúklingunum. Arbeitt hevur verið við at greina nærri, hvussu ein tílík skipan kann setast í verk. Landsstýrismaðurin ætlar, at skipanin verður sett í verk í næstum. Royndirnar frá hesi skipan skulu eftir ætlan nýtast til at seta líknandi skipanir í verk innan onnur serlæknaøkir.Í samsvari við arbeiðið at umskipa sjúkrahús- og serlæknavirksemi í Føroyum, er eisini í mál- og avrikssáttmálunum, sum Heilsumálaráðið ger við sjúkrahúsini, sett fokus á at økja um tað tvørgangandi samstarvið á sjúkrahús- og serlæknaøkinum. Millum annað verður nevnt, at innan viðkomandi økir skulu mennast avtalur, sum millum annað samvirka visitasjón og tvørgangandi funksjónsberandi eindir. Eisini skulu avtalur mennast viðvíkjandi útitænastu.

2.     Nær kann Løgtingið fáa nakað at vita um, hvussu sjúkrahúsini skulu tengjast afturat tí fyriliggjandi uppskotinum um heilsunýskipan?

Hóast tað fyrsta hálvárið serliga hevur verið sett fokus á fyribyrging og at styrkja primera geiran, eru sjúkrahúsini tengd at heilsunýskipanini. Tá ið arbeitt verður við at styrkja primera geiran við eitt nú heilsudeplum, verða nakrar av teimum fyribyrgjandi funksjónum, sum í dag eru á sjúkrahúsøkinum, lagdar út í primera geiran. Sum tað framgongur av svarinum til fyrra spurning, er samstundis sett skjøtul á arbeiðið við at umskipa sjúkrahús- og serlæknavirksemi í Føroyum.

3.      Fyriliggur nøkur strategi um, hvussu sjúkrahúsini skulu arbeiða við at fáa fleiri ser­læknar til tey økini, sum eru undirmannað?

Í ávegis avtaluni við Landssjúkrahúsið fyri 2014 er ásett, at ein tilgongd skal byrja við eini strategiskari ætlan, fyri at útvega sjúkrahúsinum serfrøði.   

Sjúkrahúsini arbeiða støðugt við at fáa mannað tey serlæknaøkir, sum eru undirmannað, antin við at seta serlæknar í fast starv ella sum konsulentar. Í hesum sambandi verður eitt áhaldandi arbeiði gjørt, m.a. við hesum átøkum:

 

  •  Tað verður lýst regluliga eftir serlæknum í okkara grannalondum. Eisini varð ein roynd gjørd við at lýsa í Týsklandi í fjør.
  • Tað verður regluliga fylgt við, og sambond verða fingin við føroyskar serlæknar og læknalesandi í útlondum.
  • Tað verður ein aktivur útbúgvingarpolitikkur førdur við atliti til at hava introstørv innan eina røð av økjum í Føroyum, umframt partar av høvuðsútbúgving hjá lesandi, sum t.d. lesa í Danmark og Svøríki. Hetta er nakað sum landsstýrismaðurin vónar kemur at mennast væl meira komandi árini.
  • Árligur kunningarfundur verður skipaður við lesandi og tey, sum eru undir víðariútbúgving innan læknaøkið. Talan er um sera góða undirtøku, har tað oftast møta eini 30-40 lesandi til fundirnar.

 

Hóast tað verður gjørt eitt ávíst arbeiði í dag, hevur tað týdning, at arbeiðið at gera eina serlæknaætlan fær eina enn hægri raðfesting seinni í ár, tí avbjóðingarnar í einum lítlum samfelag sum Føroyar gerast alsamt størri. Sergreiningin og menningin innan læknafrøði hevur nevniliga við sær, at tað ikki longur er møguligt at fáa nýggjar serlæknar, sum hava ta breiddina, sum eldri almenn kirurgar og intern medisinarar hava. Hetta krevur, at tað verður øðrvísi lagt til rættis. Í krabbameinsætlanini frá 2009 varð hesin trupulleikin viðgjørdur. Niðurstøðan var millum annað, at tað innan eitt serlæknaøki sum onkologi (krabbamein) framhaldandi verður neyðugt at hava eina konsulentskipan í Føroyum, hóast tað skuldi eydnast at fáa sett ein onkolog í fast starv.

Orsøkin er, at onkologiin er eitt so vítt arbeiðsøki, at ein onkologur í føstum starvi í Føroyum ikki fakliga kann vera við í fremstu røð innanfyri øll krabbameinssløg. Í okkara grannalondum verða serlæknatoymir við onkologum við ymiskum førleikum sett saman, fyri at varðveita breiddina.

Málið avgreitt